Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið coca-cola cup Fyrra hálvfinalan Seks gyltir minuttir Hondbóltur Eitt illa umhugsað time out og ein býtt útvísting kostaði VB dýrt, tá Stjørnan leygarkvøldið vann fyrru hálvfinaluna í steypakappingini 25-20 Tróndur Arge Í 54 minuttir var einasti munurin á Stjørnuni og VB, at Stjørnan spældi í reyðum og VB í hvítum. Men sein­ astu seks minuttirnar steðgaði VB upp, meðan Stjørnan fekk fimm mál, sum eisini bleiv munurin á lið­ num. Serliga vóru tað tvær støður, sum skuldu vísa seg at verða avgerandi, tá samanumkom. Í hesum seinastu seks minuttinum var VB á veg í skjótálop. Stjørnan hevði ikki verj­ una upp á pláss, umframt at ein spæl­ari hjá Stjørnuni lá í feltinum hjá VB. Gurið Mortensen og Helga Eyðuns­dóttir vóru at kalla púra leysar, tá venjarin hjá VB valdi at taka time out. Tað sást sjónliga á spælarunum hjá VB, at tær vóru ónøgdar við avgerðina hjá venjaranum, tí hann tók so at siga ein upplagdan mál møgu­leika frá teimum. Helst hevur hann eisini iðra seg um støðuna sjálvur. Hin støðan, sum eisini fekk av­ ger­andi týdning, var avgerðin hjá VB spælara at halda so mikið fast í Duritu Christophersen tá hon var leys móti málinum, at Stjørnan fekk brotkast og VB eina útvísing. Tá mangl­aðu tveir minuttir, og Stjørnan fekk tvey mál afturat hesa løtuna. – Vit blakaðu alt burtur. Vit klára ikki at halda høvdið kalt seinastu løtuna, segði ein vónbrotin Gurið Mortensen eftir dystin. Hon kom persónliga væl frá dystinum við átta málum. Javnt í 54 minuttir Tað var næstan ongin munur á lið­ num í 54 minuttir. Fyri uttan í fyrsta minutti, tá Stjørnan var á odda 2-0, og stutt fyri hálvleik tá VB var á odda 11-9, so var munurin ongantíð meiri enn tað eina málið. Fyri Stjørnuna gingu Ema Bezanovic og Simona Petersen á odda við málskjútingini. Ema fekk átta mál, meðan Simona fekk fimm. Eis­ini Lovisa Lassen fekk nøkur góð mál. Málverjarnir í báðum endunum spældu eisini væl. Norska Elisabeth Bergvin stóð ein góðan dyst í mál­ inum hjá Stjørnuni, meðan Guðrun í Lágabø og Beinta L. Gudmundsson skiftust um at spæla væl í málinum hjá VB. Afturgangandi fyri dystin var, at Stjørnan skifti meiri út enn VB. Hetta kann hava verið til, at VB spælararnir hava verið troyttari í avgerandi løtuni móti endnaum, og tí ikki megnaðu at hanga í seinastu seks minutirnar. Lendi stutt fyri dystarbyrjan Durita Christophersen, sum hevði verið í Danmark í lestrar­ør­ind­um, lendi í Vágum stutt fyri dystar­ byrjan, og var ikki í Klaks­vík fyrr enn ein hálvan tíma áðr­enn dyst­ urin byrjaði. Hon sat í dystar­klæð­ um í flúgvarinum, men tað ávirkaði ikki Duritu, at hon júst hevði flogið undan dystinum. – Eg fekk ein hálvan tíma at hita upp í, so tað var alt sum tað skuldi verða, segði ein fegin Durita Christophersen eftir dystin. Hon vil tó einki taka fyri givið undan seinnu hálvfinaluni, sum verð­ur í Vági leygardagin. Hon vísur á, at VB eru sterkar á heimavølli og at Stjørnan skal verða upp á sítt besta um tær skulu koma í final­ una. – Vit mugu bara kempa víðari og eg vóni at vit klára tað har suðri, segði Gurið Mortensen, sum ikki hevur uppgivið at standa í steypa­ finaluni. trondur@sosialurin.fo Stjørnan - VB 25-20 (13-13) Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Simona Petersen 5, Lovisa Lassen 4, Ella Petersen 2, Durita Christophersen 2, Durita Thomsen 1, Bára S. Klakstein 1 VB: Gurið Mortensen 8, Rannva Johannesen 4, Tamara Radic 3, Laila Jespersen 2, Helga Eyðunsdóttir 1, Marijana Trvojevic 1, Christina Holm 1 Myndir: Álvur Haraldsen