Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvonn Live við álvara og gaman Yvirlivandi av Utøya, nýggj­ur norðurlendskur stjóri í Før­oyum, ítróttarkvinna í al­tjóða kapping og livandi tón­leikur vóru á skránni, tá ið Rás2 sendi Hvonn Live leygar­kvøldið. Sif Gunnarsdóttir er nýggi stjórin í Norður­landa­húsinum, og hon svar­ aði spurninginum, um norður­lendskt samstarv er nakað vert í einum globaliseraðum heimi. Hon helt, at júst norð­ur­lendskt samstarv hevur stóran týdning, tí norður­lond hava nógv av geva restina av heiminum. Anny Davidsen, sum áð­ur hevur luttikið í altjóða kappingum í kappróðri, skal í næstum verða við í eini beauty fitness kapping í Danmark. Hon greiddi frá ven­jing og skiftinum frá kapp­róðri til fitness. Jógvan Andrias Joensen hevur týtt sang hjá Pete Seeger, sum í norskari týð­ing hevur verið brúktur í sam­ bandi við Utøya-hald. Æla­bogans børn kallast sangurin, sum Jógvan Andr­ias framførdi fyrstu ferð alment leygarkvøldið. Anfinn Nielsen, sum er oddamaður í bólkinum Anfinn & Co. Hann segði frá, hvussu hann skrivar sangir, og Anfinn & Co. framførdu tveir sangir. Sif Gunnarsdóttir, nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum, sær stórt virði í norðurlendskum samstarvi Jógvan Andrias Joensen framførdi føroyska týðing av sangi, sum hevur verið settur í samband við Utøya Anny Davidsen greiddi frá um kapping í beauty og fitness, sum hon skal luttaka í Anfinn Nielsen fram­ førir ein av sínum festligu sangum Karl Martin Samuelsen er partur av Anfinn & Co