Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 21. januar 2013 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein – Eg eri helst á lívi, tí Breivik var ein vánaligur skjútti. Tað sigur 21 ára gamli Bjørn Ihler, sum var ein av teimum, ið yvirlivdi yvir­gangs­álopið hjá Anders Beh­ring Breivik á Utøya 22. juli í 2011. Um vikuskiftið vitjaði Bjørn Ihler í Føroyum og var gestur í sendingini Hvonn Live á Rás2. Har greiddi hann frá sínum upplivingum av Utøya. – Tá ið eg kom út á Utøya, var lagið sera gott á fólki. Fólk vóru glað, stuttleikaðu sær og vóru eisini við í ymiskum bólkaarbeiði um politisk og samfelagslig mál. Men politiska summar­leg­ an hjá ungfólki í Ar­beiðara­ flokkinum varð órógvað, tá ið tíðindini frættust um bumbu­brestin í Oslo. – Vit vórðu savnað í einum sali, har greitt var frá, at ein bumba var brostin uttan fyri forsætismálaráðið í Oslo. Øll tiltøk á Utøya vórðu avlýst, greiðir Bjørn Ihler frá. – Vit, sum komu úr Olso, royndu at ringja til okk­ara foreldur fyri at frætta, hvat var hent. Onk­ur á oynni hevði eisini for­eld­ur, sum starvaðust í for­sætis­mála­ ráðnum, men einki var hent teim­um. Flýggjaðu undan Breivik Skelkurin um bumbuálopið í Oslo gjørdist til blóðugan ræðuleika og fullkomið kaos, tá ið Anders Behring Breivik kom út á oynna fyri at fullføra seinna partin av sín­um yvirgangsálopi. – Vit sóu hann koma gang­ andi niðan á oynna. Hann var í politibúna. Onkur ungfólk fóru rennandi ímóti honum, men hann skeyt tey niður. Tá fóru øll sjálvsagt í panikk og flýggjaðu undan honum, sigur Bjørn Ihler. Utøya er ein lítil oyggj, men fólk royndu at flýggja und­an væl vápnaða Breivik, sum skeyt frá hond. – Vit hoyrdu skotini og royndu so at halda okkum burtur frá honum. Vit runnu norður á oynna og krógv­aðu okkum har. Men so nærk­ aðust skotini, og ein riðil av ungfólk kom rennandi fram­ við, har vit krógvaðu okkum. Tá var hann í hølunum á teim­um, og vit flýggjaðu øll suður á oynna aftur. Bjørn Ihler hevði á leið­ini møtt tveimum smá­dreingj­ um, sum hann hevði tikið við sær. Páparnir hjá teimum vóru á oynni, og seinni vísti tað seg, at teir vórðu báðir dripnir av Breivik. Siktaði eftir sær Har suðuri á oynni endaði dram­aið. – Ein maður í politi­búna kom fram og segði, at vit vóru trygg, tí alt var yvirs­ taðið. Vit høvdu fjalt okk­ um ymsastaðni, og vit komu fram. Men tá var tað Bre­i­vik, og hann fór aftur at skjóta. – Eg og smádreingirnir lupu á bláman og royndu at svimja undan honum. Fleiri onnur gjørdu tað sama, og hann skeyt eftir okkum. Onk­ur av teimum, sum svumu beint út, vórðu rakt. Vit svumu fram við oynni og aftu­r um eitt lítið nes, greiðir Bjørn Ihler frá. – Tá vit vóru komin útí, vendi eg mær, og eg sá, at Breivik siktaði eftir mær. Tað lukkaðist teimum tó at sleppa undan kúlunum hjá Breivik, sum løtu seinni varð handtikin av løgregluni, ið umsíðir var komin út á oynna. – Í rættarmálinum kom fram, at Breivik drap ongan, sum var longur burtur enn fýra metrar. Tað gjørdi helst, at eg eri á lívi, tí hann skeyt fleiri ferðir eftir okkum. Komin fyri seg Bjørn Ihler er undir útbúgving í Liverpool, har hann lesur sjónleikarframleiðslu. Hann er komin væl fyri seg eftir hendingina, og hann er ein teimum, sum hevur fortalt sína søgu alment. – Vit hava brúk fyri, at onk­ur greiðir fólki frá, hvat hendi á oynni, og hvussu vit upplivdu tað, og tað havi eg valt at gera, sigur Bjørn Ihler. – Fyrstu tíðina eftir hend­ ingina var alt púra óskiljandi, og tað tók fleiri vikur, áðrenn eg yvirhøvur kendi meg vísan í at verða sloppin undan og vera tryggur. – Hetta er ein hending, sum tað ikki ber til at koma yvir, men vit kunnu læra at liva við henni, og tað royni eg at gera, sigur Bjørn Ihler. Hann hevur hálvt ár eftir av útbúgvingini í Liverpool, og eftir tað gongur leiðin helst heim aftur til Noregs. Eg sá Breivik siktaði eftir mær Utøya – Vit hoyrdu skotini og royndu so at halda okkum burtur frá honum, sigur Bjørn Ihler, sum var ein av teimum, ið yvirlivdi yvirgangsálopið hjá Breivik á Utøya - Hetta er ein hending, sum tað ikki ber til at koma yvir, men vit kunnu læra at liva við henni, og tað royni eg at gera, sigur Bjørn Ihler Mynd: Álvur Haraldsen