týsdagur 22. januar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Í fjør vórðu heili 974 bilførarar
tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Tað vísir ein uppgerð,
løgreglan hevur gjørt um
ferðsluna í Føroyum.
Hetta er nógv meiri enn
árini frammanundan.
Uppgerðin hjá løgregluni
vísir, at í 2011 vórðu 610 bil
førarar tiknir fyri at koyra
ov skjótt og í 2010 var talið
389 bilførarar.
Í 2009 vórðu 637 bilførarar
tiknir fyri at koyra ov skjótt
og í 2008 var talið 412 bilfør
arar.
Hetta eru bilførarar, sum
løgreglan hevur tikið og
skuldsett fyri at koyra ov
skjótt.
15 koyrikort
Av teimum 974 ferðsyndar
unum, sum vórðu tiknir í
fjør, fingu 499 bilførarar
klipp í koyrikortið og 211
mistu koyrikortið treytað.
Tað merkir, at teir skulu upp
til nýggja koyriroynd.
Men so vóru tað eini 15
bilførarar, sum mistu koyri
kortið.
Annars vóru tað 249 bil
førarar, sum fingu bót í fjør
fyri at koyra ov skjótt.
Tað merkir, at teir koyrdu
skjótari enn loyvt er, men
ikki so skjótt, at teir fingu
klipp í koyrikortið, ella mistu
koyrikortið.
Tann sum koyrir persónbil
21 km/t til 30 km/t skjótari
enn loyvt fer, fær klipp í
koyrikortið, men tann, sum
koyrir meiri enn 31 km/t til
50 km/t skjótari enn loyvt er,
missa koyrikortið treytað.
Bilførarar í lastbili ella
størri bussum, skulu bara
koyra 16 km/t skjótari enn
loyvt er, fyri at fáa klipp í
kortið.
Tann, sum koyrir skjótari
enn 51 km/t meiri enn loyvt
er, missur koyrikortið.
Karl Leonson, ferðslu
politistur, staðfestir, at tølini
eru tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu nógv verða tikin ár
um ár.
Men hann staðfestir sam
stundis, at talið á teimum,
sum verða tikin, hevur bein
leiðis samband við, hvussu
nógv løgreglan ger við at
kanna ferðsluna.
– Hesi seinastu árini hava
vit raðfest arbeiðið at kanna
ferðsluna rættiliga ovaliga og
tað sæst aftur í tølunum, sig
ur politisturin.
Hann sigur, at tølini skulu
tískil ikki skiljast soleiðis, at
føroyingar eru farnir at koyra
villari enn teir plagdu.
Gongur rætta vegin
Samstundis sum nógv fleiri
bilførarar verða tiknir fyri at
koyra ov skjótt, eru tað nógv
onnur ferðslubrot, har tølini
ganga tann rætta vegin, ella í
hvussu so vaksa tey ikki.
Í fjør vóru annars 742
ferðsluóhapp fráboðað løg
regluni og tað er væl minni
enn árini frammanundan.
Sama gongdin er viðvíkj
andi øðrum ferðslubrotum,
tí talið á teimum, sum eru
tikin fyri at koyra ávirkað
av rúsdrekka, rúsevnum ella
heilivági, stendur í stað, ella
er minkað eitt sindur.
Samstundis er talið á
ferðsluóhappum við fólka
skaða eisini munandi fallið
seinastu árini.
Í 2008 vóru 83 ferðslu
óhapp við fólkaskaða, men er
974 tikin fyri at
FERÐSLA Talið á teimum, sum verða tikin fyri at koyra
ov skjótt, er munandi økt seinastu árini, sigur Løgreglan
Tikin fyri ikki at brúka trygdarbelti
2012
2011
2010
2009
2008
Bót
293
343
654
430
243
Klipp
53
85
134
86
56
Tils.
346
428
788
516
299
Hendan talvan vísir, hvussu nógv eru tikin hesi seinastu
árini fyri ikki at brúka trygdarbelti í bili. Enn verða nógv
tikin, men gongdin er tann rætta og somuleiðis fáa færri
bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum,
uttan at spenna tey í trygdarbelti. Revsingin fyri at sita
í bili í ongum trygdarbelti er bót, men sita børn leys í
bilinum, kostar tað bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.
Tikin fyri koyra ávirkað av rúsdrekka, rúsevnum ella heilivági
2012
2011
2010
2009
2008
Rúsdrekka
80
83
83
110
120
Rúsevni/Heilivágur
8
4
0
4
3
Tils.
88
87
83
114
123
Hendan talvan vísir, hvussu nógvir bilførarir verða tiknir fyri
at koyra ávirkaðir, Gongdin er, at talið er lækkandi
Vit skulu røkka null-hugsjónini í ár
Tað er gleðiligt, at gongdin er
tann rætta vegin á nógvum
økjum, sigur stjórin í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd.
– Vit kunnu ikki annað enn
fegnast um, at á summum
økjum gongur rætta vegin í
ferðsluni.
Tað
heldur
Brynhild
Høgnadóttir Joensen, stjóri í
Ráðnum fyri ferðslutrygd.
Hon fegnast um, at talið
á teimum, sum verða tikin tí
at tey ikki brúka trygdarbelti
lækkar og at gongdin í rús
drekkakoyring eisini er tann,
at tølini eru lækkandi.
Hinvegin eru næstan 1000
bilførarar tiknir fyri at koyra
ov skjótt og samstundis verða
fleiri hundrað tikin fyri at
tosa í fartelefon ímeðan tey
koyra.
– Hetta vísir okkum, at
enn er serstakliga langt eftir
á mál.
Broyta hugburð
Hon sigur, at ferð er orsøkin
til nógv óhapp og nógvar
vanlukkur, men tíverri vísti
ein
Gallup-kanning
hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at
stórur partur av føroyingum
ásannar, at teir koyra ov
skjótt – og enntá halda, at
tað er ílagi.
Hon sigur, at tað er
neyðugt, at fáa fólk at broyta
hugburð í sambandi við
fartelefon og ferð, og hesi
bæði fyribrigdi verða eisini
málið fyri fleiri átøkum hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd í
næstum.
Sjálv
vónar
Brynhild
Høgnadóttir, at fólk fara
at broyta hugburð til ferð,
akkurát, sum fólk hava broytt
hugburð til rúsdrekkakoyr
ing.
– Tað eru ikki so nógv ár
síðani at tú kundi hoyra bil
førarar reypa av, at teir hava
koyrt við kenning. Í dag er
tað vanærilig skomm og tað
er hendan hugburðin, vit
vilja hava til tað at koyra ov
skjótt, sigur hon.
Null í ár
Annars er hennara nýggjárs
ynskið, at í ár skal tað verð,
at vit røkka null-hugsjónini
og at ongin skal doyggja í
ferðsluni í ár.
Í fjør doyðu trý fólk í
ferðsluni, men annars er eitt
fólk deytt í ferðsluni nú í
nøkur ár.
– Tað er ikki langt frá
einari deyðsvanlukku, niður
í onga, so vit trúgva uppá, at
tað kann lata seg gera.
Men hon sigur, at í hesum
sambandi eiga vit framvegis
at leggja dent á at minka
vandarnar av teimum fýra
stóru syndarunum í ferðsl
uni: Ferð, selar, spritt og gál
oysni.
Tað eru hesi fýra fyri
brigdini, sum onkusvegna
eru orsøkin til nógv tær
flestu óhappini og tær flestu
vanlukkurnar, so fáa vit
broytt hugburðin á hesum
økjum, eru vit komin langt,
heldur stjórin í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd.