týsdagur 22. januar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
støðugt minkað og í fjør var
talið komið niður á 38 fólk,
sum fingu skaða í ferðslu
óhappum.
Hvørt ár eru tað eisini
onkrir einstakir bilførarar,
sum elva til ferðsluóhapp,
og sum rýma av staðnum,
men sum verða tiknir aftur
aftaná.
Hinvegin doyðu trý fólk
í ferðsluni í fjør. Tað talið
hevur verið støðugt lækk
andi, tó at tey broytast frá ári
til ár og vit skulu ikki longur
aftur enn til 2007, tá ið sjey
fólk doyðu í ferðsluni.
aki@sosialurin.fo
koyra ov skjótt
Tikin fyri at tosa í fartelefon
2012
2011
2010
2009
2008
516
360
497
249
160
Hendan talvan vísir, hvussu nógvir bilførarar eru
tiknir seinastu árini fyri at tosa í fartelefon ímeðan
teir koyra bil. Løgreglan og stjórin í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd halda, at bøturnar eru ov lágar
Ár
Bót
Klipp
Treytað frádøming
Treytaleys frádøming
Tils.
2012
249
499
211
15
974
2011
268
222
113
7
610
2010
217
107
60
5
389
2009
274
246
105
12
637
2008
159
183
64
6
412
Hendan talvan vísir, hvussu nógvir bilførarir eru tiknir fyri at koyra ov skjótt hesi
seinastu árini. Árið í fjør setir met, men løgreglan sigur, at hetta er tí, at tey hava gjørt
nógv meiri burtur úr at kanna bilar, enn tey hava gjørt árini frammanundan
Vilja hava hægri bót
Bótin fyri at tosa í fartelefon
ímeðan ein korir bil, eigur at
verða nógv hægi, heldur løg
reglan.
Tað kemur alt ov ofta fyri,
at bilførarar verða tiknir fyri
at tosa í fartelefon ímeðan
teir koyra.
Í fjør tók løgreglan heilar
516 bilførarar kring alt landið
fyri at tosa í fartelefon ímeð
an teir koyrdu bil.
Tað er nógv fleiri enn fyri
nøkrum árum síðani, tí í 2008
vórðu 160 bilførarar tiknir
fyri at tosa í fartelefon.
Karl Leonson, politistur,
torir ikki at siga um ørsøkin
til vøksturin er, at bilførarar
eru blivnir herviligari at tosa
í fartelegfon nú, enn teir vóru
fyri nøkrum árum síðani.
Heldur er hann av teirri
áskoðan, at orsøkin til, at
fleiri eru tikin fyri hetta
lógarbrotið, er, at løgreglan
hevur gjørt nógv meiri fyri
at kanna bilførarar hesi sein
astu árini.
– Hesi síðstu árini hava vit
raðfest tað ógvuliga framm
aliga at kanna, um bilar koyra
ov skjótt og um bilførarin
tosar í telefon ímeðan teir
koyra.
Bótin ov lág
Men politisturin heldur kort
ini samstundis, at tað ger
næstan ikki mun til, hvussu
ofta bilførarar verða tiknir
fyri at tosa í fartelefon ímeð
an teir koyra bil, tí tað sær
ikki út til, at teir leggja nakað
í tað og taka betri partar fyri
seg.
Men Karl Leonsson ivast
ikki í, at ein orsøk til at bilfør
arar ikki leggja nakað í tað,
er, at revsingin er alt ov lág.
Revsingin, bilførarar fáa
fyri at tosa í fartelefon ímeð
an teir koyra, er ein bót upp
á 500 krónur.
– Tað ger ikki mun, tí vit
síggja somu bilførarar aftur
og aftur tosa í telefon.
– Tað er ein bót, sum er alt
ov lág til at bilførarar leggja
nakað í tað.
Politisturin vísir á, at í
Danmark fær bilførari 1500
krónur í bót fyri at tosa í far
telefon ímeðan hann koyrir.
Hann heldur avgjørt, at
bøturnar í Føroyum eigur at
hækka til nakað, sum líkist
bótunum í Danmark.
Hann heldur, at talið á
teimum, sum verða tikin fyri
hetta ferðslubrotið, eigur
avgjørt at vísa politiska
myndugleikanum, at bøtur
nar eiga at hækka.
Ein gongd leið
Brynhild Høgnadóttir, stjóri í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd, er
samd í, at ein gongd leið kann
vera at hækka bøturnar.
Hon leggur dent á, at í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
hava tey ikki viðgjørd spurn
ingin so gjølliga, at tey eru
komin til eina niðurstøðu.
Men sjálv heldur hon, at
tað kann vera ein gongd leið
at hækka bøturnar.
– At sita og skriva og lesa
sms, ella tosa í fartelefon,
ímeðan ein koyrir bil, er ein
beinleiðis deyðsfella, tí tað
ber ikki til at gera bæði í
senn.
Annars eru tað summi
sum halda, at tað eigur at
geva klipp í koyrikortið at
tosa í fartelefon ímeðan ein
koyrir bil.
Men tað er ikki semja um
tað, tí tað reisir nógvar aðrar
spurningar.
Er tað vandamiklari at
hava telefon í hondini enn at
sita við einum ísi, ella onkr
um øðrum etandi í hondini?
– At tosa í fartelefon ímeð
an ein koyrir bil, er at vísa
gáloysni í ferðsluni á jøvnum
føti við so nógv annað og
tað kann rættiliga skjótt
enda galið, heldur Brynhild
Høgnadóttir.
Sæst aftur beinanvegin
Áki Bertholdsen
– At nógv fleiri bilførarir verða tiknir
fyri at koyra ov skjótt nú, merkir ikki
tað sama sum at føroyingar eru blivnir
villari í ferðsluni.
Tað staðfestir Karl Leonson, ferðslu
politistur.
Hann heldur tvørtur ímóti, at hetta
skal eina og aleina takast sum eitt bein
leiðis úrslit av, at løgreglan hevur gjørt
nógv meiri við at kanna ferðsluna, enn
hon hevur gjørt árini frammanundan.
– At gera ferðkanningar, og at kanna
um bilførarar tosa í fartelefon ímeðan
teir koyra, hava verið tvey øki, vit hava
lagt stóran dent á seinastu tíðina og tað
sæst beinanvegin aftur í hagtølunum.
Tí kemur tað í grundini ikki so óvart á
hann, at talið á teimum, sum verða tikin
fyri hesi lógarbrot, er munandi hækkað.
Og hann leggur afturat, at ætlanin er
at halda fram í sama spori í ár og longu
nú hava yvir 20 bilførarar fingið klipp í
koyrikortið av ymsum orsøkum.
Bíða í nøkur ár
Samstundis sum at løgreglan er farin at
gera meiri burtur úr at kanna ferðsluna,
hevur eisini Ráðið fyri Ferðslutrygd
skipað fyri fleiri átøkum fyri at fáa bil
førarar at vísa størri ansni í ferðsluni.
Átøk hava verið fyri at fáa bilførarar
at minnast til trygdarbelti og fyri fáa
okkum at ansa betri eftir, tá ið vit koyra.
Tað er ilt at siga, hvørja ávirkan, hesi
átøkini hava havt, men Karl Leonson
heldur, at tað er neyðugt at bíða nøkur
ár, áðrenn vit kunnu koma til nakra
niðurstøðu.
– Viðurskiftini í Føroyum eru so smá,
at beinanvegin løgreglan leggur størri
orku í at kanna ferðsluna, sæst tað aftur,
og tað sæst eisini beinanvegin aftur, tá ið
Løgreglan raðfestir aðrar uppgávur.
Tí heldur politisturin, at skulu vit fáa
eina samanhangandi mynd, er neyðugt
at raðfesta hesi viðurskifti í nøkur ár á
rað.
Men kortini sæst, at hóast løgreglan
hevur lagt størri orku í at kanna ferðsl
una, er talið á teimum, sum ikki brúka
trygdarbelti, lækkað og somuleiðis er
talið á teimum, sum verða tikin fyri rús
drekkakoyring, sum heild, lækkandi.
Bótin hóskandi
Sum Karl Leonson sigur aðrastaðni her
á síðunum, heldur hann, at bótin fyri at
tosa í fartelefon, er alt ov lá.
Hinvegin heldur hann, at revsingin
fyri at koyra ov skjótt er passalig.
Í Føroyum er skjótari at missa koyri
kortið, enn í Danmark, men afturfyri
eru bøturnar í Danmark hægri enn í
Føroyum.
Tann, sum verður tikin fyri at koyra
111 kilometrar um tíman í óbygdum øki,
missur koyrikortið og fær 2000 krónur í
bót omaná.
Tann, sum koyrir 101 kilometrar um
tíman í bygdum øki í Føroyum og missur
koyrikortið treytaleyst, fær 4500 krónur
í bót afturat.
Koyrir tú 60 í bygdum øki, sum er 10
km/t skjótari enn loyvt, er bótin 1000
krónur, men koyrir tú 95 úti í óbygdum,
sum er 15 km/t skjótari enn loyvt, er
bótin 500 krónur.
– Hetta er fyri at staðfesta, at tað
verður ikki góðtikið at koyra skjótt í
bygdum øki og tískil skal tað revsast
serliga harðari, sigur Karl Leonson.
Løgreglan
Í fjør gjørdi løgreglan nógv
burtur úr at kanna ferðsluna
og tað sæst aftur í tølunum
yvir, hvussu nógv verða
tikin fyri ymisk ferðslubrot.
Men á summum økjum
er gongdin tann rætta
Talið á teimum,
sum verða tikin, hevur
beinleiðis samband við,
hvussu nógv løgreglan
ger við at kanna
ferðsluna