týsdagur 22. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Framleiðsludeildin í R. C.
Effersøesgøtu ger heilivág
til fólk og til djór. Talan er
um eini 100 sløg av heili
vági til fólk til goymslu og
umleið 40 sløg av djóra
heilivági til goymslu. Har
umframt ger deildin so
kallaðan
magistrellan
heilivág, sum er heilivágur,
ið verður bílagdur serskilt
til einkultar kundar. Hetta
kann eitt nú vera miksturar
til børn, sterilar blandingar
o.s.v. Eisini blandar deildin
hvønn morgun cytostatika
blandingar til krabbameins
sjúklingar, sum fáa viðgerð á
Landssjúkrahúsinum, sigur
leiðarin á deildini, Margith
Elmelund Hansen.
Á framleiðsludeildini á
Tjaldurs Apoteki arbeiða 11
fólk, og trý fólk eru á eftir
litsdeildini
(rannsóknar
stovuni), sum kannar alla
vøru til og frá framleiðslu
deildini.
Alivinnudeildin, sum er
undir
framleiðsludeildini
hjá Tjaldurs Apoteki, ger
heilivág eftir bílegging frá
fiskadjóralæknum.
Talið
av starvsfólkum á hesari
deildini verður lagað eftir,
hvussu nógv er at gera, men
soleiðis at deildin altíð kann
veita vinnuni eina nøktandi
tænastu. Er nógv at gera,
verða starvsfólk frá fram
leiðsludeildini flutt til ali
vinnudeildina.
Fjølbroytt framleiðsla
Framleiðslan á Tjaldurs Apo
teki er býtt sundur í seks
deildir.
Á galenisku deildini
framleiða tey miksturar av
ymiskum slagi, salvur, krem,
upploysingar,
næsaspray,
suppositoriur o. a.
Tabletdeildin ger 11 sløg av
ymsum tablettum. Høvuðs
framleiðslan er Kodimagnyl
og Carnitin. Framleiðslan av
Carnitin-tablettum er vaksin
nógv, síðani orðaskiftið um
CTD tók seg upp, og í fjør
framleiddi
apotekið
eina
hálva
millión
Carnitin-
tablettir og 600 litrar av
miksturi.
Magistrell deild: Serfram
leiðsla til sjúkrahús, læknar,
tannlæknar v.m. umframt
serblandingar sum eitt nú
infusións/injektiónsvætur
til sjúkrahúsini.
Veterinær deild: Nógvar
umfyllingar til djór, mest til
seyð
Steril deild: Framleiðir
infusiónsvætur, skolivætur,
injektiónir, Cytostatika, Vial
Mate koblingar o.a.
Alivinnudeildin:
Fram
leiðir
heilivágsfóður
til
alivinnuna (Diflubenzuron
fóður) og veitir Hydrogen
peroxid til alivinnuna og
hjálpir við hesi viðgerð.
Nýggir møguleikar
Um eitt ár ella so flytur fram
leiðsludeildin
á
Tjaldurs
Apoteki í nýggj høli á
Staravegi í Havn. Í teimum
nýggju hølunum fer tað at
bera til at dagføra verandi
framleiðslu og at kunna
veita
viðskiftafólkinum
eina betri tænastu. Eitt
annað er, at við teirri nýggju
framleiðsludeildini
verð
ur eisini møguleiki fyri at
framleiða vørur fyri altjóða
fyritøkur. Margith Elme
lund Hansen sigur, at innan
fyri heilivágídnaðin er tað
rættiliga vanligt, at stórar
fyritøkur lata aðrar fyritøkur
framleiða sínar vørur, og at
hendan møguleikan fáa tey
við teirri nýggju framleiðslu
deildini.
Gera nú 150 sløg av heilivági
Ein støðugt størri partur av heilivágnum, sum apoteksverkið selir, kemur frá framleiðsludeildini á Tjaldurs
Apoteki, og umleið 30 prosent av umsetninginum hjá apotekinum er tengt at framleiðsludeildini
Nýggjar kanningar hava av
dúkað, at fólk kunnu fáa reyð
merkir og bløðrur á kroppin,
bara tí tey hava verið í ein
um rúmi, sum er málað við
vatnbaseraðari máling. Or
søkin er konserveringsevnið
methylisothiazolinone (MI),
sum er í málingini, og sum
kann elva til ovurviðkvæmi.
Danska astma- og allergi
felagið hevur fingið fleiri frá
boðanir frá fólki, sum hava
fingið trupulleikar eftir at
hava verið í einum nýmál
aðum rúmi uttan at hava
nomið við málingina, og tað
vísir seg, at talið á fólki, sum
hava fingið trupulleikar av
MI, er trýfaldað eftir bara
tveimum árum.
Tað var í 2000, at mál
ingavirkini byrjaðu at brúka
MI í máling. Ein danskur
granskari, sum kannaði 17
sløg av máling, kom til tað
úrslit, at í meiri enn helming
inum av málingasløgunum
var MI-innihaldið 20 ferðir
størri enn tað, sum skal til
fyri at geva summum ovur
viðkvæmi.
Nú skal kyksilvurið undir eftirlit Umleið 140 lond eru komin ásamt um eina avtalu um at hava betri eftirlit við, hvussu og hvar
kyksilvur verður brúkt. Málið er at skerja útlátið av kyksilvuri í náttúrunaa. Avtalan kom í lag, eftir at umboð fyri londini høvdu
fundast í Genéve í Sveis í fleiri vikur. Hagtøl hjá ST vísa, at kyksilvurdálkingin er vaksin nógv í fleiri menningarlondum.
Kyksilvur hevur sera skaðiliga ávirkan á heilsuna hjá fólki og kann millum annað elva til varandi skaða í nervalagið.
Tey flestu munnu vera á ein
um máli um, at kaffi er stim
brandi, og tað kann eisini
gera gerandisdagin lættari.
Eitt nú ber til at gera eftir
ráðunum frá Anne-Mette
Hedeager Momsen, sum er
fysioterapeutur og gransk
ari. Hon hevur fýra góð kaffi-
ráð.
Hennara fyrsta tilmæli
er at drekka ein kopp av
kaffi, áðrenn farið verður
til arbeiðis, tí tað ger, at ein
byrjar arbeiðsdagin við eyka
orku.
Annað tilmælið er, at vit
skulu drekka ein kopp av
kaffi seinnapartin, áðrenn
vit fara frá arbeiði, tí tað
kann stimbra okkum til at
ganga ella renna eina løtu, tá
vit eru komin til hús.
Kanningar
hjá
Anne-
Mette Hedeager Momsen
hava víst, at kanska virkar
kaffi
eisini
fyribyrgjandi
ímóti ávísum sjúkum. Tað
merkir kortini ikki, at vit
sleppa undan fleiri sjúkum
við at koyra kaffi í okkum,
tí ov nógv kaffi kann geva
trupulleikar, eitt nú hjarta
bankan. Tíggju koppar av
sterkum kaffi um dagin er
ov nógv, sigur hon.
Kanska er tað ikki neyð
ugt at nevna tað fjórða ráðið
hjá danska granskaranum.
Hon mælir nevnliga fólki
frá at drekka kaffi, áðrenn
tey fara til songar. Men tað
munnu tey flestu hava lært
- og kanska av ringum roynd
um.
Ansa eftir málingini Nøkur góð kaffi-ráð
Margith Elmelund Hansen er leiðari á framleiðsludeildini á Tjaldurs Apoteki
Mynd: Sosialurin