Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 67 - 6. apríl 2004 Nr. 67 - 6. apríl 2004 3 TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Suzukifelag Føroya - ið er eitt felag fyri tónleik- alærarar og næmingar, ið nýta Suzuki frálæru- háttin - hevur í hesum døgum vitjan av Koen Rens, Wilfried van Gorp og Jeanne Janssens, ið eru violinlærarar úr Bel- gia Í hesum sambandi vera verkskeið hildin í Vestmanna og í Tórs- havn. Mikudagin 7. apríl klokkan 19 verður konsert Norðurlanda- húsinum, har næmingar og lærarar fara at fram- føra tilfarið, arbeitt hev- ur verið við í samband við verkætlanina. Kon- sertin er ókeypis. – Mong eru dømini um, at fólk frá bjargingafelagnum bæði hava brúkt arbeiðstíð og frítíð sína til tess at fremja eitt starv, sum ikki altíð er vandaleyst. Hetta verður gjørt uttan at hugsa um aðra samsýning enn, at hjálpin vónandi er til nyttu og í summum førum enntá kann bjarga mannalívum. Eitt tað seinasta dømið var, tá ið leitað varð eftir manni í Nólsoyarfirði í jan- uar í ár. Á fundi í LC Tórshavn hóskvøldið 1. apríl varð av- dúkað, hvør fekk LC Tórs- havn virðislønina 2004. Virðislønin verður latin einstaklingi ella felag, sum hevur gjørt okkurt sum gagnar Tórshavnar býi. Í ár varð so virðislønin latin Havnar Bjargingafel- ag við hesi grundgeving: Uttan at gera tað stóra hóvastákið burturúr hevur Havnar Bjargingafelag síð- an stovnanina í 1957 verið ein hjálparfelagsskapur, sum óløntur hevur veitt borgarunum í Havnini og her á leiðum trygd fyri, at hjálp verður veitt, tá ið á stendur. Mong eru dømini um, at fólk frá bjargingafelagnum bæði hava brúkt arbeiðstíð og frítíð sína til tess at fremja eitt starv, sum ikki altíð er vandaleyst. Hetta verður gjørt uttan at hugsa um aðra samsýning enn, at hjálpin vónandi er til nyttu og í summum førum enntá kann bjarga mannalívum. Eitt tað seinasta dømið var, tá ið leitað varð eftir manni í Nólsoyarfirði í jan- uar í ár. Havnar Bjargingafelag fær tí handað LC Tórshavn virðislønina 2004 fyri ó- sjálvsøkna arbeiðið, ið lim- ir felagsins veita borgaru- num. Vegna felagið tók Jens Hansen, formaður, ímóti heiðursskali og einum kekki uppá kr. 3.000. Havnar Bjargingarfelag fekk LC Tórshavn virðislønina 2004 170 fólkateljingar eru nú tøkar á heimasíð- uni hjá ættargransk- ingarfelagnum KT- slekt. Felagið, sum hevur 350 limir, ar- beiðir í løtuni við at leggja yvirlit yvir allar kirkjugarðar á internetið ÆTTARGRANSKING Tíðindaskriv Ættargranskingarfelagið KT Slekt hevði aðalfund seinasta vikuskifti. Á skránni varð formansfrá- greiðing, roknskapur og nevndarval. Fundurin varð hildin á Landsskjalasavni- num, har víst varð runt eftir fundin. Í formannsfrágreiðingini segði Göran Wennerstrøm millum annað, at nú eru 170 fólkateljingar innskriv- aðar og lagdar á heimasíð- una til limirnar at granska í. Hetta svarar til meira enn ein fjórðingur av øllum fólkateljingum sum eru tøkar á Landsskjalasavni- num. Felagið hevur aftur í vet- ur hildið skeið fyri sínum limum fyri at leggja teim- um lag á at skriva fólkatelj- ingar inn. Nógv fólk situr í løtuni og skrivar inn, men enn mangla onkrar bygdir - serliga í norðoyggjunum. Á limalistanum eru í løt- uni um 350 limir og tað legst alsamt til. Við seinasta aðalfund vóru limirnir 250 í tali. Av øðrum sum felagið hevur arbeitt við seinasta árið segði formaðurin frá um ætlanina at fáa teldu- tókt yvirlit yvir allar kirkju- garðar í Føroyum. Bræv er sent øllum kommunum í landinum. Nakrar hava svarað og sent inn yvirlitið til felagið. Teir fyrstu kirkj- ugarðarnir eru lagdir á heimasíðuna, meðan hinir verða lagdir út so hvørt teir koma felagnum í hendi. Av tí at Internetið er ein- asti háttur, ið felagið sam- skiftir við sínar limir, hevur nevndin gjørt av at gera í- løgu í nýggja heimasíðu. Hendan verður tøk um 2 mánaðir. Formaðurin greiddi eisini frá nýggja búmerkinum, sum Ole Wick á Team85 hevur teknað. Búmerkið er teknað við keltiskum í- blástri og kann ímynda eina rót, har ein familja greinar seg út frá. Tað kann eisini í- mynda ein av teimum ser- kendu keltisku krossunum. Formaðurin, Sofus Jo- hannesen og Steinbjørn í Dali stóðu fyri valið. Teir blivu allir afturvaldir. Hinir nevndarlimirnir eru Hans Suni Jensen og Pól Adrian Hansen. Kirkjugarðar og fólkateljingar á alnetið Nýggja búmerkið hjá felagnum, sum Ole Wick hevur gjørt Aftur í ár verður stór páskastevna í Ítrótt- arhøllini á Hálsi, har m. a. Eivind Frøen úr Noreg og David Meader úr Onglandi koma at taka lut. Eisini verður norski lovsongsleiðarin Rudy Myntevik við á stevnini PÁSKASTEVNA Tíðindaskriv Annað hvørt ár verður skip- að fyri páskastevnu í ítrótt- arhøllini á Hálsi. Stevnan hevur verið ein fastur táttur annað hvørt ár síðani fyrst í 80’ árunum. Vanliga verða stevnurnar sera væl vitjaðar við fólki úr nærum øllum samkomum og trúðarrætn- ingum í Føroyum. Luttøkan í ár verður um- framt kend nøvn úr Føroy- um eisini Eivind Frøen úr Noreg, sum síðani fyrst í 70’árunum hevur vitjað her ótalligar ferðir til møtirøðir, stevnur og familjulegur. Hann er m.a. kendur fyri sín serliga livandi og eyð- mjúka hátt at bera boð- skapin fram, tó utan at balla hann inn. Hin talarin í ár verður tann um okkara leiðir minni kendi David Meader úr Onglandi. David, sum eftir lokna útbúgving við uni- versitetið í 1984, varð kall- aður til arbeiði millum muslimar, las víðari guð- frøði og millumlanda ment- an á All Nations Christian College við London. Hann giftist Else í 1989 og ar- beiddi til 1995, tá ið hann fór at starvast fyri WEC (Worldwide Evangelisation for Christ). Í 1996 byrjaðu tey sína tænastu í Indunesia og vóru við til at senda trú- boðarar inn í Kina, mið As- ia, mið Eystur og vest Afr- ika. Í 2000 vórðu tey biðin um at leiða eitt WEC team til Eystur Timor í sambandi við arbeiði, leiðsluvenjing og samfelagsvirksemi. David og Else Meader fluttu aftur til Onglands í 2003. Í ár verður eisini norski lovsongsleiðarin Rudy Myntevik ein av luttakaru- num á páskastevnuni við sangi og lovsongi. Rudy, sum áður hevur givið fløgu út, er sera virkin á sangøki- num í Noreg. Um páskirnar koma gest- irnir úr Noreg og Onglandi at taka lut bæði til morgun- møtir, evangelisk møtir og bíbliutímar. Eisini verða serlig tiltøk fyri tey ungu. Langa fríggjakvøld verður eitt serligt Teenagekvøld, leygarkvøldið eitt lov- songskvøld og Páskakvøld eitt sangtiltak, har kend nøvn innan føroyska gosp- elheimin verða við. Páska- dag verður familjumøti, sum ætlað er børnum og familjum teirra. Tað er Meinigheitin í Hoyvík, ið skipar fyri pásk- astevnuni, sum verður í døgunum 8. til 12. apríl 2004 í Ítróttar- og Sam- komuhøllini á Hálsi í Havn. Stutt fyri páskirnar verður skráin lýst nærri í bløð- unum. Øll tiltøkini í høllini á Hálsi eru ókeypis, har øll eru vælkomin. Páskastevna í Ítróttarhøllini á Hálsi Petsi til Føroya at syngja Konsert og skeið um suzuki frálæruháttin Klaksvík: Klaksvíkar Býráð søkir nú eftir leið- ara til nýggja mentanar- deild í býráðsumsiting- ini. Leiðarin skal taka sær av málum innan skúla- og mentanarøkið, og harvið verða fyrisiting hjá mentanarnevndini í býráðnum. Mentanar- deildin verður í fyrstu syftu mannað við bara einum fólki, og umsókn- arfreistin til starvið er 6. mai. Klaksvíkar kommuna hevur ikki havt mentan- ardeild burtur av, síðani tað varð noytt at gera stórar sparingar í bý- ráðsumsitingini fyrst í nítiárunum. Søkja eftir nýggjum mentanarleiðara KONSERT Petsi Tvørfoss fer 17. apríl at hava sína fyrstu veruligu konsert í Før- oyum nakrantíð. Song- kvinnan úr Gøtu, sum hevur búð í Danmark nógvu seinnu árini, var við í danska Grand Prix- num fyrr í ár, og nú skal hon so syngja fyri føroy- ingum. – Eg gleði meg ótrú- liga nógv til at koma heim at syngja. Hetta verður fyrstu ferð, at eg veruliga hava eina kon- sert í mínum egna navni, sigur Petsi. Hon fer at syngja cov- erløg, sum hon hevur sungið nógv seinastu ár- ini. Hesar sangir hevur hon roynt at gjørt til sín- ar egnu. Saman við Petsi koma fýra danskir tónleikarar til Føroya at spæla sam- an við henni. Hetta eru tónleikarar, sum hon vanliga spælir saman við. Umleið klokkan 15 seinnapartin fríggja- dagin rullaðu tríggjar Harley Davidson súkklur í land av Smyrli á Drelnesi. Biker-Jens og Harley- umboðsmaðurin í Føroyum, Ove Ritter, taldust millum førar- arnar. Á bryggjuni tóku bikarar í Suður- oynni ímóti stóru sjónvarpsstjørnuni á Harley súkkluni BIKER-JENS Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Væl og leingi varð lýst við, at Biker-Jens byrjaði síni show í Føroyum í Suður- oynni. Tá Jens kom í land á Drelnesi, tóku eini 10-15 menn og kvinnur á motor- súkklum ímóti honum. Jens hevði ikki havt sjó- verk á túrinum um Suður- oyarfjørð, hóast veðrið ikki júst var nakað at reypa av. Lagt var beinanvegin til brots við einum túri suður eftir oyggj – til Vágs á Vágseiðið at njóta vøkru náttúruna har, og so norð- eftir aftur í Klubban á Tvør- oyri, áðrenn showtime í Trongisvágshøllini klokkan 19. Seinni um kvøldið var Biker-Jens at hitta í Klubb- anum á Tvøroyri. Jens veit eitt sindur um Føroyar. Í fólkaskúlanum skrivaði Jens og floksfelag- ar uppgávu um Føroyar og hevði hann tá brævasam- band við gentu av Tvøroyri, men ikki á ferðini í Suður- oy. Men Jens hitti beinan- vegin felagar í føroyska motorsúkkluheiminum og sera fyrikomandi er hann og dugir væl at tosa við tey, ið koma á mál við hann. Leygarmorgun gekk leið- in aftur norður um fjørð – the show must go on! Føroyingurin Jákup H. Lützen var um vikuskiftið ein av trimum vinnarum í tónleikakappingini »Kammertónlist til Framtíðar« í Íslandi. TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Leygardag og sunnudag millum klokkan 10.00 og 18.00 valdi klassiski tón- listabólkurin KaSa 3 vinn- arar í kappingini »Kammer- tónlist til Framtíðar«. Ein av hesum trimum var 15 ára gamli violinleikarin Jákup H. Lützen. Hini vóru íslendsku Arn- bjørg Maria Danielsen, sopran sangari, og Elfa Rún Kristinsdóttir, violin. Konsertirnar vóru á Ráð- húsinum í Reykjavík. Spældur var tónleikur eftir Händel, Heyden, Jón Ásgeirsson, Vivaldi og Schuman. KaSa er kamar- bólkur við fimm limum. Jákup H. Lützen verður mettur at vera sera dugna- ligur og er vanur við klass- iskan tónleik, men er líka vandur innan fólkatónleik- in. Hann er eisini yngsti limurin í Føroya Symfoni- orkestri. Biker-Jens í Suðuroynni Jákup H. Lützen vinnur tónlistakapping Seinnapartin fríggjadagin var Biker-Jens í Suðuroynni og vitjaði. Millum annað varð farið ein túr eftir oyggj til Vágseiði, at njóta vøkru náttúruna har Tá Jens kom í land á Drelnesi, tóku eini 10-15 menn og kvinnur á motorsúkklum ímóti honum C M Y K 3 2