týsdagur 6. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kvinnufelagið, sum í
síni tíð skapti grund-
arlag fyri einum "Før-
oyahúsið" Keyp-
mannahavn, hevur nú
60 ár á baki
HÁTÍÐARHALD
Tíðindaskriv
Páskavikuna ella teir tríggjar
gerandisdagarnar í vikuni er
kaffistovan stongd og fólk
hava páskafrí. Eisini er eitt og
annað at seta í stand. Tað er
so ymist, hvussu er við til-
tøkum um várarnar. Hetta
várið hevur verið friðarligt í
so máta, men fleiri donsk
feløg hava leigað høli hetta
tíðarskeiði til skeið , fundir
og reseptiónir. Slíkt verður tó
ongantíð lagt soleiðis, at okk-
ara virksemi verður órógvað
av tí.
- Føroyahúsið liggur væl
fyri, er í standi og væl egnað,
siga tey er grundin til, at tey
fegin vilja lána høli frá okk-
um, sigur Martin Fjallstein
leiðari í húsinum. Óivað
munna vit eisini vera sámulig
í prísi og hugnaligt er inni.
Føroysk feløg ella stovnar,
sum fundast í Keypmanna-
havn, eru eisini væl komin at
spyrja seg fyri hjá okkum.
Vit hava høli á 1. hædd bæði
til stórar fundir og smáfund-
ir. Eisini er øll vanlig útgerð
í húsinum.
2. páskakvøld verður sum
vant veitsla við turrum kjøti
og nógvum øðrum viðskera.
Undir borðhaldinum spælir
FUSE og eisini verður har-
monikutónleikur.
FUSE
spælir eisini til dansin, men á
midnátt steðga vit á og fáa
náttverða. Vit fara eisini upp
á gólv.
- Fyrr var hendan veitslan
ein av teimum stóru vár-
veitslunum, men nú er hon
vorðin ein hugnalig veitsla,
sum er tann einasta, har
eingin kann koma inn bert til
dansin. Tað eldra ættarliðið
kann føla seg skúgva til viks,
tá ið ungfólk koma seint, og
tónleikurin harðnar nógv.
Kvinnufelagið 60 ár á
baki
Føroyska Kvinnufelagið í
Keypmannahavn man vera
eitt tað elsta føroyska felag-
ið, sum lív er í. Tí síðstu
mongu árini hevur felagið
skipað fyri einum hópin av
góðum fyrilestrum, kvøld-
setum og útferðum. Í síni tíð
skapti felagið grundarlag
fyri einum føroyskum húsið í
Keypmannahavn og fekk
stovnað ein grunn til at
keypa og reka eini føroysk
hús. Kvinnufelagið er tí
føddur limur í starvsnevndini
hjá Føroyahúsinum. Tá ið á
stóð miðskeiðis í níti árun-
um, vóru kvinnurnar aftur
fúsar at rætta húsinum eina
hond tvørtur um óslættan.
Týsdagin 13. apríl verður
felagið 60 ár. Føðingardag-
urin verður hildin við re-
septión í Føroyahúsinum
seinnapartin.
Tær
bjóða
sneisamat og annað. Eisini
verður ymist til gamans:
upplestur, kórsangur, tón-
leikur, talur og fagnaðarrøð-
ur. Ein og hvør er sjálvandi
væl komin inn á gólvið at
fagna teimum hendan dagin.
Týsdag hava vit altíð døg-
verða, sum fólk tekna seg til.
Hetta er vanliga føroyskur
døgverðamat av alskyns slag.
Vit byrja miðskeiðis í august
og halda fram til fyrst í juni
mánað. Men týsdagin 13.
apríl verður ikki døgverðin,
nú
kvinnufelagið
hevur
reseptión.
Nýggjar tíðir nýggj
tøkni
Fólk hittast fegin í Føroya-
húsinum bert okkurt er at
hittast til. Eitt nú at síggja
ymist á stórskíggja. Slík út-
gerð hevur verið dýr at
keypað ella leigað, men nú
eru prísirnir lækkaðir og
Føroyahúsið kann vera við.
Vit hava áður víst fótbólts-
dystir og Stjørna eitt kvøld
við leigaðari útgerð, men nú
kunna vit sjálvir klára hetta. Í
mei verður bæði Grand Prix,
spennandi fótbóltsdystur og
kongligt
brúdleyp,
sum
kunna síggjast á stórskíggja í
kaffistovuni. Hendan útgerð
er eisini góð til skeiðvirk-
semi saman við eini farteldu.
Bingo og lutaseðlar til
ískoyti
Vit leiga út til onnur, tá ið
hølini eru tøk. So alt frá
barnadópi og til ervi verður
fyriskipað og borðreitt eftir
ynski. Mangir føðingardagar
og brúdleyp eru. Og so
skeiðvirksemi
og
fundir
afturat. Hetta verður gjørt til
tess at útvega nakrar krónur
afturat til raksturin. Tað er
ikki ókeypis at liggja væl fyri
á Vesturbrúgv nærhendis
høvuðsbanagarðinum, Vest-
erport og fleiri góðum hotell-
um sum Hotel Hebron, First
Hotel, Weber og onnur.
Eitt annað ískoyti er bingo
og lutaseðlar. Bingofelagið
Føroyahúsinum til frama
skipar fyri bingokvøldunum.
Avlopið verður nýtt til
nýggja útgerð av ymsum
slag. Tað sísðta bingo í vár
verður 20. august. Ta´draga
vit eisini lutaseðlarnar, har
ikki minni enn tríggir ferða-
seðlar eru á. Fyrr árini kundi
bingo vera sera gott ískoyti,
men hetta er linkað seinnu
árini. Tó so har eru altíð eini
50 - 80 fólk á bingo.
Raksturin av Føroyahús-
inum liggur um smáar tvær
milljónir. Av hesum fær
húsið slakar 1,5 millj. yvir
føroysku fíggjarlógina. Hetta
talið hevur verið javnt vaks-
andi samsvarandi leiguút-
reiðslunum, men seinastu
tvey fíggjarárini stendur tað í
stað. Tann írestandi peningin
roynir húsið sjálvt at vinna
við tiltøkunum. Húsaleigan
við varma liggur um 720.000
kr. Tær føstu lønarútreiðsl-
urnar eru nakað tað sama
talið.
Ólavsøkan út á
Bryggjuna
Fleiri føst tiltøk eru, sum vit
royna at greiða úr hondum á
hvørjum ári: fastalávint fyri
børn, grækarismessa, flagg-
dagur, páskaveitsla, ólav-
søka, bókadagur, jólatræ og
jólaveitsla. Fyrr tóku feløgini
sær av hesum, men meira og
meira er nú í hondunum á
Føroyahúsinum. hetta er
eisini dømi um at fleiri feløg
eru linkað.
Hesu ferð hevur húsið
heitt á feløgini um saman at
skipa fyri ólavsøkuni og
royna hetta úti á nýggju
Norðbryggjuni
á
Krist-
ianshavn. Feløgini hava tikið
væl undir, so nú verður ar-
beitt við at finna fram til
innihald og møguleikar í
hølunum harúti og í kanal-
unum framvið. Har ber væl
til at rógva upp til 1000
metrar. Eisini kann upp-
vísing og annað vera í hylin-
um inni við Norðbryggjuna.
Á bryggjuni kunna vit skipa
fyri tónleiki, sølubúðum og
ymiskum til gamans fyri
bæði børn og vaksin. Hetta
er ein spennandi roynd, sum
óiva kann hepnast væl, verð-
ur veðrið til vildar. Seinastu
árini hevur ólavsøkuveðrið
verið av tí allarbesta. Mest
sum ov heitt at vera inni.
Tíðindi og lýsingar frá
Føroyahúsinum
Føroyahúsið hevur sína egnu
heimasíðu, har eini 90000
fólk hava vitjað tey síðstu
tvey árini. Har kann skráin
og smátíðindi lesast. Men
har eru eisini slóðir til ein
hóp av feløgum og stovnum.
Eisini hava vit eini 1000 fólk
á teldupostlistanum. Hesi fáa
teldubræv umleið eina ferð
um vikuna, so tey lættari
kunna fylgja við tí, sum
hendir næstu dagarnar. Ein
og hvør kann á heimasíðuni
seta seg á teldupostlistan.
- Feløg kunna á hendan
hátt fáa lýst um teirra tiltøk.
Einasta, sum krevst er, er at
tey siga okkum frá. Tað er
ein aðaluppgáva hjá Føroya-
húsinum at livga og styðja
øll tey føroysku feløgini í
Danmark. Tað kann bara
undra, at fleiri feløg ikki
geva
hesum
møguleika
gætur.
Eisini verður eitt lítið hefti
við
mánaðarskránni
og
øðrum upplýsingum prentað
og sent víða um hvønn
mánað. Hetta er kanska
frægasta dokumentatiónin
fyri, at virksemi er í Føroya-
húsinum, sigur leiðarin.
Føroyahúsið ynskir øllum
landsmonnum og viðskifta-
fólki gleðiligar páskir.
Páskaveitsla og føðingardagur
4
Nr. 67 - 6. apríl 2004
Nr. 67 - 6. apríl 2004
5
Tá ið Smyril skuldi av
Havnini til Suðuroyar
fríggjakvøldið, vald-
aði sannur ruðuleiki á
havnarkei. Nógvir
óvitar vóru farnir
umborð á Smyrli,
men foreldrini fingu
at vita, at tey sluppu
ikki við
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið Smyril skuldi av
Havnini
til
Suðuroyar
fríggjakvøldið,
stúrdi
Strandferðslan fyri, at trup-
ulleikar fóru at stinga seg.
Og rætt fekk hon, tí tað
valdaði sannur ruðuleiki á
havnarkei, tá ið Smyril
skuldi fara.
Bjargingarstøðirnar, sum
Smyril av ókendum ørsøk-
um misti í havið á einum
túri ímillum Suðuroynna og
Havnina fyri einum góðum
mánaða síðani, er enn ikki
komin umborð aftur.
Sostatt er ferðafólkatalið
við Smyrli avmarkað til
300 fólk inntil bjargingar-
støðin er komin umborð
aftur.
Og hetta vikuskiftið var
eitt stórt vikuskiftið í Suð-
uroy.
Svimjikapping fyri tey
yngru úr øllum landinum
var í Vági, umframt at bæði
HB og ÍF skuldi suður at
sparka.
Og harafturat hava skú-
larnir fingið páskafrí.
Sostatt var alla tíðina
væntandi, at tað fóru at
vera fleiri enn 300 fólk við
Smyrli suður hetta fríggja-
kvøldið.
Og so var.
Manning av Smyrli taldi
ferðafólkið, sum kom um-
borð, men tá ið teljarin vísti
300 fólk, varð noktað fyri
at taka fleiri fólk við.
Og tað elvdi til ruðu-
leika.
– Vit vóru í teirri støðu,
at fleiri av okkara børnum,
sum vóru heilt niður í 8-9
ára gomul, vóru farin um-
borð, men at foreldrini,
sum skuldu suður við, men
sum máttu koyra bilarnar
umborð, sluppu ikki við, tí
tað var fult, sigur ein av
leiðarunum, sum skuldi
suður við teimum ungu
svimjarunum.
Hann sigur, at hetta førdi
til rættiligt álop á Smyrli og
fólk trokaðu seg rætt og
slætt umborð, uttan at
manningin kundi gera nak-
að. Hann sigur, at hetta
førdi til rættiligt álop á
Smyrli og fólk trokaðu seg
rætt og slætt umborð, uttan
at manningin kundi gera
nakað.
– Manningin var rættiliga
kroyst, tí hon fekk onki
gjørt við støðuna, so tað var
heilt synd í teimum monn-
unum, sum skuldi forða
fólki at koma umborð,
sigur hesin svimjileiðarin.
Men avleiðingin av øll-
um hesum var, at heilt nógv
fólk stóðu eftir á Havnar-
kei, tá ið Smyril loysti frá
landi.
Hann heldur at manningi
á Smyrli hevði ikk skyldina
av støðuni, men tey stóðu
fyrst fyri og tí fingu tey
toyggið.
– Tað er leiðslan á
Strandferðsluni, sum átti at
at tryggja, at slíkt ikki
hendi. Var avmarkað pláss,
kundu teir selt ferðaseðlar í
forsølu. Eitt nú hava øll
ítróttarfólkini biðið um
pláss frammanundan, tí tað
skulu tey eftir skipanini,
sum nú er galdandi, so har
fóru teir fyrstu 175 ferða-
seðlarnir.
Restin av ferðaseðlinum
kundi verðið selt í forsølu,
sigur svimjileiðarin.
Stúrdu fyri
trupulleikum
Kristian Davidsen, stjóri á
Strandfersluni, sigur, at
longu
fríggjarmorgunin
stúrdu teir fyri trupulleik-
um, tí so nógv tiltøk vóru í
Suðuroy
– Tí søktu vit Skipaeftir-
litið um loyvi til at taka
fleiri ferðafólk við. Men
Skipaeftirlitið vildi ikki
geva undantaksloyvi til
fleiri enn tey 300 ferðafólk-
ini, sum er hámarkið, til
bjargingarstøðin er komin
umborð aftur.
– Annars er bjargingar-
útgerð umborð á Smyrli til
500 fólk, men hon er øll í
sama stað á skipinum og tí
vil Skipaeftirlitið ikki gera
undantak.
– Tað harmiliga er, at av
einum bólki sum fylgist,
eru tað summi, sum fara
umborð eftir landgonguni
og onnur, sum fara í bilum
og sostatt kann avleiðingin
vera, at summi í einum
bólki sita eftir.
Hann vísir eisini á, at tá
ið fólk ikki sleppa við,
verða tey rættiliga ágang-
andi viðhvørt og tað skilir
hann væl.
Men sum støðan er, fáa
tey onki gjørt, heldur hann.
At selja ferðaseðlar í for-
sølu í slíkum føri sum hes-
um, hevur hann ikki hugsað
um.
Annars heldur hann, at
hesin trupulleikin skuldi
verðið loystur nú, tí bjarg-
ingarstøðin kemur nú um-
borð aftur.
– Hon kom til landið í
gjár og verður sett nú. Ar-
beiðið at seta hana í, skal
vera liðugt í morgin ella
hósdagin, so páskasiglingin
skuldi verðið bjargað, sigur
hann.
Ferðafólk í øðini inn á Strandferðsluna
Arbeiðsviðurskiftini á
Fornminnissavninum
verða meiri og meiri
forpestað og nú
kennir Símun V. Arge
seg rættiliga hóttan í
starvinum
LANDSFORN-
FRØÐINGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðsviðurskiftini
á
Fornminnissavninum verða
meiri og meiri forpestað.
Tann nýggjasti kapittulin
í tragikomisku framhalds-
søguni um Føroya Forn-
minnissavn, er, at Símun V.
Arge, nú eisini hevur fingið
ávaring frá landsfornfrøð-
inginum, Steffen Stumman
Hansen.
Tað hevur prutlað undir
lokinum á Fornminnissavn-
inum líka frá fyrsta degi at
Stffen Stumman Hansen
varð settur í starv sum
landsfornfrøðingur.
Men fyri eini viku kókaði
grýtan yvir og tað endaði
við at 13 av teimum fimtan
starvsfólkunum á Forn-
minnissavninum,
sendi
mentamálaráðnum
eina
klagu um Landsfornfrøð-
ingin.
Men Steffen Stumman
Hansen svaraði straks aftur
og klagaði gamla Lands-
fornfrøðingin,
Arna
Thorsteinsson, fyri menta-
málaráðnum fyri at øsa
starvsfólkið upp ímóti hon-
um.
Men nú er Steffen Stum-
man Hansen farin eitt stig
víðari. Tað hendi í síðstu
viku, tá ið hann gav Símuni
V. Arge, fornfrøðingi eina
ávaring.
Tað var Símun V. Arge,
sum starvsfólkið á forn-
minnissavninum vildi hava
til landsfornfrøðing. Hann
søkti starvið og setanar-
nevndin mælti einmælt til
at seta hann í starvið.
Hann virkaði eisini sum
landsfornfrøðingur, áðrenn
starvið var sett.
Men tey, sum hava fylgt
við, minnast, at Annlis
Bjarkhamar, landsstýris-
kvinna í mentamálum, kor-
tini setti Steffen Stumman
Hansen í starvið.
Kennir seg hóttan
Steffen Stumman Hansen
vil ikki geva viðmerkingar
til innanhýsis viðurskifti á
Fornminnissavninum.
Men Símun V. Arge vátt-
ar, at hann týsdagin fekk
eina munnliga ávaring frá
Steffen Stumman Hansen.
Hann sigur, at hann hevur
eisini fingið at vita, at hann
hellir seg kraftiga upp at
eini skrivligari ávaring.
– Tá ið eg fekk tað munn-
ligu ávaringina, fekk eg
nevniliga samstundis at
vita, at verður tað minsta
afturat við mær, fái eg eina
skrivliga ávaring.
Hann sigur, at tað er eitt
rættiliga álvarsmál at fáa
eina munnliga ávaring. Og
hóttanin um eina skrivliga
ávaring er ikki minni
álvarsligt.
– Hetta er onki minni enn
ein ávegis uppsøgn, leggur
hann afturat og sostatt føli
eg meg rættiliga hóttan í
starvinum í løtuni, sigur
Símun V Arge.
Hann sigur, at hann hevur
sent málið til fakfelag sítt,
sum er Magistarafelagið,
og felagið arbeiðir nú víð-
ari við tí.
Símun V. Arge hevur ann-
ars ongar viðmerkingar til
viðurskiftini á Fornminnis-
savninum, soleiðis sum
støðan á stovninum er nú.
Símum fingið ávaring
Bjargingarstøðin, sum Smyril misti fyri hálvum øðrum mánað síðani, verður sett í aftur í dag og í morgin og so skuldi trupulleikin
verið loystur. Her liggur bjarginarstøðin á keihylinum á Tvøroyri
Símun V. Arge hevur nú eisini fingið ávaring frá Steffen Stum-
man Hansen, Landsfornfrøðingi og hann hevur samstundis
fingið at vita, at hann hellir seg kraftiga upp at eini skrivligari
ávaring
C
M
Y
K
5
4