týsdagur 6. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Leygardagin var
stovnandi aðalfundur
hjá føroyska ættleið-
ingarfelagnum.
Felagið fekk navnið
"Ættleiðingarfelagið",
og hevur sum enda-
mál at skapa bestu
umstøður fyri ætt-
leiðingarforeldur,
ættleidd børn og
vaksin
AÐALFUNDUR
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Í nevndina í nýggja ætt-
leiðingarfelagnum komu
Annika
Marr
Poulsen,
Marianna Heinesen, Ann
Lindberg, Pól Skarðenni og
Poul Geert Hansen. Til-
takslimir eru Bent Albinius
og Laila á Lofti og grann-
skoðarar eru Sonja Mørk-
øre og Mary Ann Hansen.
Umleið 100 fólk, bæði
ættleiðingarforeldur
og
børn teirra, vóru við á
stovnandi aðalfundinum.
Serlig viðurskifti
Ætlanin við nýggja felag-
num er ikki at seta ættleidd
børn í fokus, sum øðrvísi
enn onnur børn. Men sjálvt
um tað at vera ættleið-
ingarfamilja er meir vanligt
í dag í mun til áður, er tað í
ávísum førum framvegis
nakað serligt. Tað var ein av
orsøkunum
til,
at
ein
mammubólkur í Havn tók
stig til at stovna eitt ætt-
leiðingarfelag.
Ymiskir
spurningar, sum komu und-
an kavi í mammubólkinum,
sannførdu tær um, at ætt-
leiðingarfamiljur
hava
stóran tørv á at hittast og
tosa um viðurskifti, onnur
ofta ikki kunnu seta seg inn
í.Felagið hevur tí eisini
gjørt ein lista yvir fólk í
Føroyum, ein kann venda
sær til í sambandi við ætt-
leiðingarspurningar og iva-
mál.
Politiska ávirkan
Felagið hevur eisini sett sær
fyri at royna at ávirka
politisku leiðsluna soleiðis,
at umstøðurnar fyri ætt-
leiðing og lógarsmíð hesum
viðvíkjandi kunnu gerast
betri.
- Eitt nú er Haag konven-
tiónin viðvíkjandi altjóða
ættleiðing ikki galdandi
fyri Føroyar. Hetta hevur
millum annað við sær, at
tað eru nøkur lond, ið ikki
vilja ættleiða børn til Før-
oyar. Tí stendur ein føroysk
samtykt av Haag konven-
tiónini ovaliga á skránni hjá
Ættleiðingarfelagnum, sig-
ur Poul Geert Hansen,
nevndarlimur.
Endurskoðað ástøði.
Skráin fyri aðalfundin var
annars sera fjølbroytt, og
eitt av meir forvitsligu inn-
sløgunum var ein fyrilestur
hjá Hans Mourits Foldbo
um menning av barninum.
Hans Mourits greiddi frá,
at siðbundna ástøðið um
avgerandi týdningin av
tveimum teimun fyrstu
árunum hjá barninum skal
takast við fyrivarni. Seinnu
árini eru sálarfrøðingar
komnir eftir, at uppvøkstur
og umhvørvi hevur størri
týdning enn higatil hildið.
-
Ættleiðingarforeldur
hava ofta havt ta fatan, at
tað vendist ikki aftur, um
eitthvørt álvarsamt ella
óheppið er hent teirra ætt-
leidda barni, áðrenn tey
fingu tað. Ivaleyst ávirkar
slíkt onkusvegna, men tað
verður ikki longur fatað,
sum ein ófrávíkiligur dóm-
ur yvir barnið, og tað uggar
sjálvandi
ættleiðingar-
familjur, sigur Poul Geert
Hansen.
Kunning
Ein av fremstu uppgávun-
um hjá felagnum verður at
kunna um ættleiðing. Fe-
lagið hevur longu gjørt eina
heimasíðu, har slóðir og
adressir, umframt viðtøkur
og endamál felagsins eru at
finna. Eisini kunnu fólk
seta felagnum spurningar
umvegis heimasíðuna, sum
hevur bústað á
www.aettleiding.fo
»Ættleiðingar-
felagið« stovnað
Roynið og lesið hetta,
sum tey á Cambridge
Universisty eru
komin fram til:
STAVSETING
»Smaærbt enii knnnaig á
Cmabridge Uinervitisy, so
bliar
tað
okni,
husvu
rðfayjgaln er á bkósvutan-
um í ourðum, men tað er
tnngýardimiikð, at ftyrsi og
sðsíti bkóvatusr eru á
rutøtm pslsái. Retisn knan
vrea ein huvlrisai, men
oiðrni knunu konirti lsaest
utatn trupukeilalr. Httea
kmest av, at menskinaenjs
hleii lseur ikki høvnn
enisktaan bsótakv, men alt
oðirð í snen«.
Einki at siga, hvussu stavað verður…?
- Ættleiðingarforeldur hava ofta havt ta fatan,
at tað vendist ikki aftur, um eitthvørt
álvarsamt ella óheppið er hent teirra
ættleidda barni, áðrenn tey fingu tað. Ivaleyst
ávirkar slíkt onkusvegna, men tað verður ikki
longur fatað, sum ein ófrávíkiligur dómur
yvir barnið, og tað uggar sjálvandi
ættleiðingarfamiljur, sigur Poul Geert Hansen
Annika Marr Poulsen er ein av stigtakarunum til
Ættleiðingarfelagið. Hon kom í nevndina saman við
Marionnu Heinesen, Ann Lindberg, Pól Skarðenni og Poul
Geert Hansen. Tiltakslimir eru Bent Albinius og Laila á Lofti
6
Nr. 67 - 6. apríl 2004
Nr. 67 - 6. apríl 2004
7
RÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD
STEPHANSSONS HÚS / UNI ARGE
Ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein
av ferðsluvanlukku
Alt virksemi í sambandi við ferðslu verður
í samljóði við hesa stevnu
.
.
NULL
HUGSJÓNIN
NULL
HUGSJÓNIN
Bárður Nielsen
fíggjarmálaráðharri
sigur, at lønarhækk-
ingarnar á almenna
arbeiðsmarknaðinum
verða fíggjaðar við
lækkingum í teimum
íløgum, sum ikki eru
sáttmálabundnar. –
Vit hava steðgað
nógvum nýggjum
virksemi orsakað av
sparingum, sigur
Bárður Nielsen
FÍGGJARLÓG 2004
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Omanfyri finst fyrrverandi
fíggjarmálaráðharrin Kar-
sten Hansen at núverandi
samgongu fyri ikki at siga
greitt, hvørjar avleiðingar-
nar eru av lønarvøkstrinum
á almenna arbeiðsmarknað-
inum. Karsten Hansen vil
vera við, at stórar eykajátt-
anir eru eitt krav, um sam-
gongan skal megna at
fíggja lønarhækkingarnar á
4,5% til starvsfólk á al-
menna
arbeiðsmarknað-
inum, og harvið verður tal-
an um eitt enn størri hall á
ársins fíggjarlóg.
Íløgur hildnar aftur
Núverandi fíggarmálaráð-
harrin úr Sambandsflokk-
inum, Bárður Nielsen, sig-
ur, at Karsten Hansen hevur
sæð burtur frá teimum
sparingum, sum longu nú
eru settar í verk, og sum
skulu útvega pening til
fullu lønarkompensatión-
ina.
– Vit arbeiða í løtuni und-
ir eini bráðfeingisfíggjar-
lóg, og tískil mugu vit
gjalda fulla lønarkompen-
satión, men vit vinna hesar
útreiðslur aftur við sparing-
um á íløguøkinum, sigur
fíggjarmálaráðharrin. Bárð-
ur Nielsen vísir á, at fleiri
av teimum tiltøkum, pen-
ingur er játtaður til, verða
av núverandi samgongu
hildin aftur, og í hesum
liggja sparingarnar.
– Nógv nýtt virksemi
skuldi verið byrjað, sum vit
hava valt at steðga, og við
hesum spara vit í upphædd-
um, sum viga upp ímóti
lønarvøkstrinum, sigur Bárð-
ur Nielsen.
Spurdur, á hvørjum ítøki-
ligum økjum nýggjar verk-
ætlanir eru steðgaðar, er
aftursvari frá fíggjarmála-
ráðharranum, at sparingar í
íløgum eru gjørdar á øllum
økjum, har bundnir sátt-
málar ikki áseta játtanir við
lóg.
– Sostatt vinna vit pening
við at strika nakrar av teim-
um játtanum, sum nú eru
samtyktar undir verandi
bráðfeingisfíggjarlóg, og
hesar sparingar fíggja fullu
lønarkompensatiónina
á
4,5% á almenna arbeiðs-
marknaðinum, vit í løtuni
gjalda, sigur Bárður Niel-
sen úr Fíggjarmálaráðnum.
- Av tí at samgongan
rindar fulla lønar-
kompensatión fyrstu
hálvu í 2004 fyri løn-
arvøksturin á al-
menna arbeiðs-
marknaðinum á
4,5%, eru stórar eyka-
játtanir og harvið
størri hall á fíggjar-
lógini í væntu, sigur
fyrrverandi fíggjar-
málaráðharrin Karst-
en Hansen
FÍGGJARLÓG 2004
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tá fíggjarlógin fyri 2004 í
seinastu viku var til við-
gerðar í tinginum, gav fyrr-
verandi
fíggjarmálaráð-
harrin Karsten Hansen til
kennar,
at
samgongan
skjótt kemur í trupulleikar
við tí roknistykki, sum
gjørt er í sambandi við
stóra lønarvøkstin á al-
menna
arbeiðsmarknað-
inum.
Í
fíggjarlógini
2004
stendur, at »full kompensa-
tión ikki verður latin fyri
stóru lønarhækkingarnar,
sum eru umleið 4,5% árliga
á almenna arbeiðsmarknað-
inum. Meginreglan er, at
2% verða latin í lønarkom-
pensatión«.
Hini
2,5%
mugu stovnsleiðarar so
sjálvir útvega við sparing-
um.
Samgongan útvegar
skeiv tøl
Við tað at fíggjarlógin í ár
er seinkað orsakað av ný-
valinum í januar, verður
full lønarkompensatión á
4,5% latin fyrstu 5-6 mán-
aðirnar í 2004, áðrenn upp-
skot samgongunnar um at
lækka lønarkompensatión-
ina niður í 2% kemur í ting-
ið.
Hetta hevur fingið fyrr-
verandi
fíggjarmálaráð-
harran Karsten Hansen at
seta knyklar í brýr, tí sam-
bært honum hevur sam-
gongan ein trupulleika,
sum í fyrstu syftu elvir til
eykajáttanir
og
harvið
størri hall enn tær 277
milliónirnar, sum higartil
eru í undirskoti. Uppá
longri sikt kunnu avleiðing-
arnar vera sjónligar upp-
sagnir á almenna arbeiðs-
marknaðinum.
– Tá samgongan einki
sparir fyrru hálvu í hesum
árinum og má rinda allan
vøkstin á 4,5%, noyðist hon
at spara tvífalt so nógv
seinnu hálvu, um rokni-
stykki skal hanga saman,
og um stórar eykajáttanir
ikki mugu takast í nýtslu,
sigur ein avgjørdur Karsten
Hansen. Fyrrverandi kassa-
meistarin í Fíggjarmálaráð-
num vísir við hesum á, at
nýtslan og útreiðslurnar
uttan iva verða størri, enn
samgongan í løtuni letst og
upplýsir um.
– Tá samgongan seinnu
hálvu av hesum árinum
lækkar lønarkompensatión-
ina niður í 2%, skulu onnur
2,5% sparast í bert seks
mánaðir, og tá uppsagnar-
freistirnar á almenna ar-
beiðsmarknaðinum eru 3-6
mánaðir, er talan einfalt um
ov stutt skotbrá til nakrar
sparingar í 2004, vísir
Karsten Hansen á. Tískil
kemur fyrrverandi fíggjar-
málaráðharrin úr Tjóð-
veldisflokkinum
til
ta
niðurstøðu, at hallið á
fíggjarlógini við eykajátt-
anum má gerast væl størri
enn tær 277 milliónirnar,
sum nú eru í 2004, og hetta
vil ABC-samgongan sam-
bært honum ikki viður-
kenna.
– Talan er sostatt um eitt
undirskot á 2,5% fyrsta
hálva árið hjá samgonguni,
við tað at teir gjalda 4,5% í
staðin fyri 2% av almennu
lønunum, og hesar upp-
hæddir eru ógjørligar at
spara innaftur seinastu seks
mánaðirnar,
slær
tjóð-
veldismaðurin úr Norð-
oyggjum fast.
Fíggjarmálaráðharrin:
Roknistykkið hongur saman
– Nógv nýtt virk-
semið skuldi verið
byrjað, sum vit hava
valt at steðga, og við
hesum spara vit í
upphæddum, sum
viga upp ímóti lønar-
vøkstrinum á 4,5%,
sigur Bárður Nielsen,
fíggarmálaráðharri
Karsten Hansen:
Lønarvøksturin elvir til stórar eykajáttanir
– Tá samgongan einki sparir
fyrru hálvu í hesum árinum
og má rinda allan lønar-
vøkstin á 4,5%, noyðist hon
at spara tvífalt so nógv
seinnu hálvu, um roknistykki
skal hanga saman, og um
stórar eykajáttanir ikki mugu
takast í nýtslu, sigur fyrrver-
andi fíggjarmálaráðharrin
Karsten Hansen
C
M
Y
K
7
6