týsdagur 6. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 67 - 6. apríl 2004
Nr. 67 - 6. apríl 2004
9
Herfyri var stór
barnakórstevna hild-
in í Sørvági. Umleið
hálvttriðjahundrað
børn úr meginpart-
inum av landinum
luttóku
BARNAKÓR
Næstseinasta vikuskifti savn-
aðust umleið hálvttriðja-
hundrað skúlabørn úr stór-
um parti av landinum til
sangstevnu í Sørvags Skúla.
Børnini, sum vóru úr
teimum eldru flokkunum í
grundskúlanum,
komu
saman við lærarum til Sør-
vágs.
Tiltakið vardi allan dag-
in, og sungu tey saman
sangir burtur úr bókini
Loppugras, sum Sólrun
Michelsen hevur gjørt.
Pauli Hansen hevur gjørt
løg til sangirnar, sum eisini
eru givnir út á fløgu.
Joanna Johansen var kór-
leiðari í Sørvági hendan
dagin, og tónaskaldið var
eisini til staðar.
Seinnapartin var konsert,
har sangirnir, børnini høvdu
vant um dagin, vórðu
sungnir.
ej
Royndir hava aftur
víst tekin um ILA í
alibrúkinum hjá
Sørvágs Laksi.
Endalig staðfesting
var ikki komin, tá vit
tosaðu við eigaran
mánamorgunin
ALIVINNA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sørvágur: Illgruni er um,
at ILA sjúkan er komin í
alibrúkið hjá Sørvágs Laksi
á Sørvágsfirði. Endalig
staðfesting var ikki komin
mánamorgunin.
Tað hevur fyrr verið víst
á ILA smittu í alibrúkinum
Sørvágs Laksi. Men ta
ferðina varð talan um falsk-
an alarm. Eitthvørt mistak
var gjørt í eini starvsstovu,
og staðfest varð seinni, at
eingin sjúka var kortini.
Men nú eru ávarðingar-
lúðrarnir aftur farnir at
ljóða á Sørvðágsfirði. Tí nú
hava royndir aftur víst á, at
ILA møguliga er í ring-
unum.
Gardar Joensen, stjóri á
Sørvágs Laksi, váttar, at ill-
grunin er har. Men tá
Sosialurin tosaði við hann,
var endaligt svar ikki kom-
ið.
– Men hesaferð vænti eg
kortini, at tað verður stað-
fest, sigur Gardar Joensen.
Eg vænti ikki, at vit eru so
heppin, at sama mistak
verður gjørt tvær ferðir, so-
leiðis at vit eisini hesaferð
sleppa undan.
Talan er um royndir í ein-
um ringi í ytra brúkinum
við Bíggjarlandið. Teir
ringarnar, sum liggja fyri
Tøðkletti beint heimanfyri
Bíggjar bygd. Í ringunum,
sum liggja fyri Breiðá
longri inni á firðinum, er
einki ávíst enn. Men Garda
Joensen sigur, at tað er so
stutt millum ringarnar allar,
at sannlíki tíverri man vera
fyri, at er smitta í einum,
breiðir hon seg til allar
ringarnar.
Sørvágs Laks eigur eisini
ringar hinumegin fjørðin.
Teir liggja á Selvík Men
har er eingin fiskur í.
Farið er longu undir at
tøma tann ringin, har ill-
gruni er um, at smitta er í,
sigur stjórin á alibrúkinum.
Hann sigur, at tann ringurin
verður helst tómur til pásk-
ar.
Síðan verður hidlið fram,
og sum útlitini eru í løtini,
verður helst neyðugt at taka
alt, sum gongur í ringunum
á Sørvágsfirði. Tað fer at
taka einar tveir mánar ella
so, væntar Gardar Joensen.
Hann sigur, at tað er
sjálvandi keðiligt, at soleið-
is er, men nøkur beinleiðis
vanlukka er tað kortini
neyvan.
– Munurin er ikki so
ovurhonds stórur á hesum
og á kunngerðini frá ES,
sum sigur, at økini skulu
liggja still í tveir mánar
millum tøkurnar. Í slíkum
førum, tá sjúka er uppií,
tala vit um eitt hálvt ár, sig-
ur Gardar Joensen.
Alt, sum er í ringunum á
Sørvágsfirði, er fiskur í
tøkustødd, so hann kann
allur takast til sølu. Tó sig-
ur stjórin, at tað seinasta
kanska verður ikki heilt
fullvaksið, áðrenn takast
skal.
13 ára gomul sanda-
vágsgenta vann
høvuðsvinningin í
V4, sum var
10.000,- krónur, í
somu viku, hon var
konfirmerað
VINNINGUR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandavágur:
13. ára
gamal Jórun Myllhamar í
Sandavági vann høvuðs-
vinningin í páskadrátt-
inum hjá V4 beint eftir,
at hon var konfirmerað.
Jórun Myllhamra vaað
konfirmerað sunnudagin
undan dráttinum, so hon
heldur, at hetta mundi
vera tann størsta kon-
firmatiónsgávan,
hon
fekk.
Hon var við pápa sín-
um eini ørindi í Miðvági,
tá hann bað hana fara inn
í Mylluna at keypa sær
ein V4 seðil.
– Eg gjørdi av, meðan
eg stóð har, at keypa tveir
seðlar. Annan skuldi eg
hava sjálv, greiðir Jórun
frá. Men eg gjørdi ikki
av, hvør skuldi hava
hvønn.
Komin út aftur í bilin,
bað hon pápan taka sær
annan seðilin. Hin skuldi
hon hava sjálv.
– Hann tók, og eg
vann, flennir tann sera
fegni, ungi vinnarin úr
Sandavági.
Hon sigur, at hon hev-
ur ikki gjørt av, hvat hon
fer at gera við allar peng-
arnar, hon vann. Men far-
telefonin hjá henni er í
ólagi, og hon heldur, at
hon fer at keypa sær eina
nýggja. Eisini ætlar hon
sær at fara ein túr til
Danmarkar at vitja systir
sína, sum býr har. So
hesin vinningurin er eitt
gott ískoyti til tað, sigur
tann fegna13 ára gamla
Jórun Myllhamar.
Fekk høvuðsvinning
í konfirmatiónsgávu
13 ára gamla Jórun Myllhamar í Sandavági vann
høvuðsviningin í páskadráttinum hjá V4 í somu viku,
sum hon varð konfirmerað
Mynd: Edvard Joensen
Illgruni um ILA
á Sørvágsfirði
Aftur einaferð er illgruni um, at ILA er komið í aliringarnar hjá Sørvágs Laksi á Sørvágsfirði. Talan er um ein ring, sum liggur
fyri Tøðkletti. Tað er har, teir ytru ringarnir á myndini liggja
Mydn: Edvard Joensen
Barnakórstevna í Sørvági
Børn úr meginpartinum av
landinum vóru í Sørvági
hendan dagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Partrolararnir,
Nornagestur og
Kolumbus, landaðu
220.000-240.000 pund
á Sandi mánadagin,
og í síðstu viku
landaði Eysturbúgvin
240.000 pund. Enn
hevur tó lítil várróður
verið at tosað um
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn hevur eingin snelluút-
róður tikið seg upp hjá bát-
unum á Sandi, hóast bátar,
sum royndu vestari á, her-
fyri høvdu onkran góðan
dag.
Vanligt er um várarnar, at
snellufiskurin tekur seg
upp norðanfyri, og tá ið ein
tíð er umliðin, plaga bátar
vestanfyri og sunnanfyri
eisini at fáa væl av fiski.
Á Sandi lata teir illa at
veðurlagnum, sum hevur
verið óstøðugt, og tí hevur
lítil roynd verið.
Nógvur trolfiskur
Hevur lítil útróður verið,
hava trolararnir, sum leggja
veiðina upp á Sandi, fingið
nógvan fisk í seinastuni.
Mánamorgunin byrjaðu
teir at landa partrolararnar,
Nornagest og Kolumbus,
sum høvdu eini 220.000-
240.000 pund av fiski. Ein
stórur partur av veiðini var
upsi, men skipini høvdu
eisini fitt av hýsu.
Á Sandoy Seafood siga
tey, at upsin er rættiliga
smáur, og tað nógva av
veiðini er upsi 3 og 4.
- 1’arar og 2’arar síggjast
næstan ikki uppí veiðini, og
helst er tað so, at størstu
nøgdirnar eru av 4’arum.
Hendan vikan er stutt, tí
hósdagurin og fríggjadag-
urin eru heilidagar. Men á
Sandoy Seafood vænta tey
kortini at verða liðug við
fiskin hjá Nornagesti og
Kolumbusi fyri halguna.
Eysturbúgvin landaði
Á Sandoy Seafood høvdu
tey eisini nóg mikið at gera
í síðstu viku. Umframt
veiðina hjá Eysturbúgvan-
um, sum vá eini 240.000
pund, keypti felagið fisk á
uppboðssølu og frá Beta.
Haraftrat keypti Sandoy
Seafood eisini nakað av
útróðrarfiski.
- Jú, her hevur bara verið
heilt fitt at gera í vár, siga
tey á Sandoy Seafood.
Í seinastuni hevur tó
heldur meira verið at gjørt á
Sandi, har fiskurin verður
saltaður enn í Skopun, har
flakaframleiðslan er.
Nógv fiska-
arbeiði á
Sandoy
Seafood
Jákup B og Núpur
hava landað á Kósini,
Kvikk hevur selt um
uppboðssøluna, og
Polarstjørnan og
Klakkur hava selt í
Skotlandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini, Jákup B og
Núpur, landaðu á Kósini
mánadagin. Jákup B hevði
eini 140.000 pund, harav
tveir triðingar var toskur og
ein triðingur hýsa. Núpur
hevði 80.000 pund, og hjá
teimum býtti veiðan seg
umleið í helt millum tosk
og hýsu.
Á Kósina siga tey, at
hýsan er smáttfallandi.
Hini skipini
Línuskipið, Kvikk, seldi
um uppboðssøluna mána-
morgunin. Teir høvdu stív-
liga 80.000 pund, harav
25.000 pund var hýsa og
ein stórur partur av restini
toskur. Kósin keypti ein
part av veiðini hjá Kvikki.
Klakkur og Polarstjørnan
selja í Skotlandi hendan
túrin, men vit vita ikki,
hvussu nógv teir høvdu
inni.
Á Kósini ætla tey ikki at
keypa meira fisk hesa
vikuna, tí vikan er so stutt.
- Umframt veiðina hjá
Jákupi B og Núpi, hava vit
keypt
50.000 pund á uppboðs-
søluni. So, vit hava nóg
mikið av fiski til teir
tríggjar arbeiðsdagarnar í
vikuni, siga tey á Kósini.
Somu nøgd
Higartil í ár hevur Kósin
tikið ímóti heldur størri
ráfiskanøgdum í ár enn
somu tíð síðsta ár. Talan er
um eina øking uppá eini 10
tons.
Á Kósini siga tey, at ein
broyting í samansetingini
av ráfiskinum er, at nøgd-
irnar av hýsu eru størri í ár
enn somu tíð í fjør.
Trolararnir, Nornagestur og Kolumbus og Eysturbúvin og Vesturbúgvin, hava gjørt stórar túrar í seinastuni. Hjá útróðrinum
hevur vignast minni væl
Línuskipini aftur av túri
Higartil í ár hevur
Kósin tikið ímóti
heldur meira fiski
enn somu tíð í fjør.
Nøgdirnar av hýsu
eru eisini størri í ár
enn seinasta ár
C
M
Y
K
9
8