Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 67 - 6. apríl 2004 Nr. 67 - 6. apríl 2004 11 Hóast játtanin á fíggjarlógaruppskotinum til menningarhjálp bert er 300.000 kr., so hevur henda játtan stóran áhuga millum tingmenn. Játtanin elvdi eisini til eitt áhugavert orðaskifti á tingi henda dagin, har tingmenn og løgmaður dúgliga tóku lut. Niðurstøðurnar av orða- skiftinum vóru fleiri. Ein var, at 300.000 kr er alt ov lítið hjá einum so ríkum landi sum Før- oyar at lata í menningarhjálp. Hinvegin skiltist á fleiri, at komu vit í eina støðu, sum kravdi eina størri føroyska hjálp í stundini, so var møguleikin at játta eina størri upphædd við fíggjarnevndarskjali. Hetta er dámligt og tænir tingmonnum og løgmanni til æru. Ein onnur niðurstøða var, at nú var stundin komin at gera av, hvussu vit framyvir skulu lata okkara (vónandi væl størri) menningarhjálp. Skulu vit halda okkum til akutta humanitera hjálp, har ein álvarsom neyðstøða knappliga kemur í? Ella skulu vit fara undir at veita eina skipaða menningarhjálp, alt meðan vit royna at koma upp á sama játtanarstøði sum t.d. Noreg? Harnæst varð spurt, hvussu vit skulu játta, um vit fara undir skipaða menningarhjálp. Skulu vit velja at statsa uppá heilt ávist land ella lond og veita okkara skipaðu menningarhjálp um- vegis okkara egna heimliga vinnulív? Hesir og fleiri líknandi spurningar vórðu settir fram undir orðaskiftinum um fíggjarlógina fyri 2004. Vit loyva okkum at halda, at tað gevst einki einvíst svar til hesar spurningar, tí sjálvsagt eigur eitt ríkt og framkomið land at kunnu veita akutta so væl sum skipaða menningarhjálp. Tann mest átrokandi neyðstøðan í løtuni er í út- synningspartinum av Sudan. Her er kristni minnilutin av afrikanskum uppruna fyri ræðu- ligum forfylgingum frá arabiska og muslimska meirilutanum. Sambært NRK mánamorgunin er ein millión menniskju um at doyggja í hungri. Neyðin kemur sum nevnt av borgara- krígnum, har muslimski meirilutin fyri norðan er farin undir miðvía etniska reinskan av kristna fólkinum fyri sunnan. Løgtingið átti tí alt fyri eitt at játta eina hóskandi upphædd t.d. í samstarvi við norsku hjálpini, ið er tann mest effektiva heiminum. Samstundis eigur lands- stýrið at orða ein politikk fyri menningarhjálp, sum eisini fevnir um luttøka av føroyskum vinnulívi. DAGSINS MEINING Sosialurin Menningarhjálp VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heri Simonsen og Jóhan Petur Johannesen Undirritaðu skrivaðu eitt lesarabræv fyri nøkrum vikum síðani har vit heittu á FSF, um at geva trúgvum landsliðsstuðlum møgu- leikan at keypa eitt sesong- kort til allar heimadystirnar hjá FSF. FSF hevur tikið hetta til eftirtektar, og hevur givið okkum møguleikan at keypa eitt sesongkort til eina rímuliga peninga- upphædd. Hetta skal FSF- leiðslan hava eina stóra tøkk fyri. Vit fara kortini at heita á FSF um ikki at binda seg til talið: 1.000 sesongkort, um so er at fleiri enn 1.000 fólk hava eitt ynski um at ogna sær eitt tílíkt sesongkort! Edmund Joensen Formaður Búskaparráð- sins, ovasti búskaparligi ráðgevin hjá landsstýri og løgtingi, búskaparfrøðing- urin Herman Oskarsson tekur rívan til í Sosialinum um føroyska búskapin. Hesin framúrskarandi búskaparfrøðingurin vísir á, "at fólk ikki fara at minn- ast undanfarnu samgongu sum fullveldissamgonguna, men heldur sum ta sam- gonguna, ið framdi sam- tyktu broytingarnar í al- mennu fyrisitingini og økti útreiðslurnar við einari milliard." (rætta talið er munandi hægri). Hesa niðurstøðu kemur búskaparfrøðingurin til, aftaná at hava boðað frá, at orsøkin til milliarda út- reiðsluvøksturin er at upp- skotið sum varð samtykt í tinginum eftir kreppuna, við Norman Christensen og Edmundi Joensen á odda, ikki er sett í verk fyrr enn í undanfarnu samgongu. Til hetta er at siga, at samtyktu bygnaðarbroyt- ingarnar vóru framdar frá 1994 til 1998. Høvuðsum- sitingin við løgmansstjóra og 5 aðalstjórum, var sam- anlagt ein rímilig og eftir umstøðunum bílig umsit- ing, sum í 1998 kostaði 52 milliónir krónur. At so fullveldissamgong- an aftaná økti talið upp til 9 stýrir, og økti kostnaðin upp til 142 milliónir krón- ur, sum sjálvandi er alt ov nógv, kann hvørki lastast Norman Christensen ella undirritaða. Men hetta var bara ein evarska lítil partur av saml- aðu útreiðsluøkingini hjá fullveldissamgonguni. Hevði fullveldissamgongan bert økt um útreiðslur til miðfyrisitingina, hevði onki hall verið á fíggjar- lógini fyri 2004, men yvir- skot. Um hetta var einasti og mest margháttligi fram- burðurin í samrøðuni í Sosialinum hevði eg tikið sum eina sjálvfylgju, at búskaparfrøðingurin mikli var skeivt endurgivin. Men restin av samrøðuni er eisini líka óskiljandi. "Hallið er í ordan" sigur hann um eitt minus uppá 277 milliónir krónur á fíggjarlógini fyri 2004. Eisini sigur hann, at tað er skaðiligt at tosa um hall ella avlop í staðin fyri at tosa um hvørjar tænastur verða betri. Tað ber ikki til at nýta hugsunarháttin í einari fyritøku, tí hon helst skal vinna pening, meðan tað almenna, ístaðin fyri at hugsa um undirskot, skal hugsa um tænastustøðið, sigur Herman Oskarsson. Hann sigur eisini, at tað almenna fer prinsipielt ikki á heysin. Hetta tykist vera galdandi líka mikið stødd- ina av almennu útreiðsl-un- um, og líkamikið støddina frá blokkstuðuli og inn- tøkum frá vinnuni v.m. Um hetta er at siga, at hevur tað almenna ikki inntøkur til at dekka sínar útreiðslur við, so steðgar tað sjálvandi eisini upp. Royndirnar frá fyrst í nítiárunum hava vit jú frískar í minninum. Vit eru nøkur sum halda, at tað ikki er so stórur munur á einari fyritøku og tí almenna sum búskapar- frøðingurin vil gera tað til. Felags fyri fyritøkuna og landið er, at útreiðslurnar helst skulu mótsvarast av inntøkum - tað havi eg sjálvur altíð hildið. Eg eri eisini av teirri fatan, at økt tænastustøði krevur øktar inntøkur. Føroyski búskapurin er sera einfaldur, sigur Her- man Oskarsson. "Fara fiskaprísirnir upp, gongur væl, og fara teir niður, eru vit prísgivin". Saman við alivinnuni er hetta einfalda orsøkin til hallið, slær búskaparfrøðingurin fast. Tað framgongur púra greitt av samrøðuni, at nið- urskurðurin í blokkinum eftir hansara tykki ikki hevur nakran fíggjarligan týdning og tí ikki er ein av orsøkunum til hallið á fíggjarlógini. "Tað er og vil altíð vera ein politiskur og hugsjónarligur spurningur, um hann skuldi verið skerdur ella ikki", sigur Oskarsson. Tað framgongur eisini týðuliga, at vøksturin í almennu útreiðslunum uppá meira enn eina milli- ard heldur ikki er ein orsøk til at fíggjarlógin vísir hall. Nei vinnan fær einsamøll alla skyldina av hallinum á fíggjarlógini fyri 2004. Hon er einfalda orsøkin. Ofta verður sagt, at bú- skaparfrøði er alt ov tor- skild fyri meiniga mannin. Hóast tað loyvi eg mær at tvíhalda um, at um al- mennu útreiðslurnar bert vóru øktar við 143 minus 52 milliónum krónum, so høvdu vit framhaldandi eitt risastórt yvirskot á fíggjar- lógini, fyri ikki at tala um úrslitið, var blokkstuðulin ikki skerdur. Við hesum fortreytum hevði yvirskotið framvegis verið stórt, eisini við verandi trupulleikum hjá vinnuni. Ein tøkk til FSF! Viðmerking til Herman Oskarsson í Sosialinum seinasta leygardag Jákup Petersen Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Mikladals og Klaksvíkar kommuna høvdu avgjørt at kasta saman 1. jan. 2005. Hetta byggir á sáttmála sum frammanundan er sam- tyktur í Klaksvík og í Mikladali. Eg má siga at tað fløvar, at Mikladalur og Trøllanes vilja ganga saman við Klaksvík á tí kommunala økinum. Eg havi ættarbond úr Mikladali, og eri sera errin av hesum. Pápi mín kemur úr Mikladali og eg havi altíð sæð nakað stórt í hesum fólki, sum undir sera truplum viðurskiftum kundu byggja land og menna seg millum tey fremstu í Føroyum á fleiri økjum. Eg veit, at tað hevur verið gott samband millum Kals- oy og Eysturoy í fleiri mannaminni, og at fleiri bond í gomlum døgum hava verið knýtt tann vegin. Men seinastu tíðina hava kalsingarnir, sum mikla- dalsmenn ofta vóru róptir, alt meira vent sær móti økinum Norðuri í Vági. Eg kalli meg fyri klaks- víking, og eri sera glaður fyri, at fleiri kalsingarnir saman við fólki úr øðrum bygdum í Norðoyggjum valdu at seta seg niður í Klaksvík. Tað vóru hesi fólk, sum fyri ein stóran part byggdu Klakksvík. Tað varð ein sovorðin arbeiðs- hugur, hugflog, hegni og skil í hesum fólki, og tað skapti ein framburð í Klaksvík, sum valla hevur verið at síggja aðrastaðni í Føroyum. Og hesin fram- burður hevur hildið seg til henda dag. Vit vita øll, hvussu frammarlaga kalsingarnir eru á mentunarøkinum. Innan list mugu teir nokk metast millum teir fremstu í Føroyum. Eg havi hoyrt pápa mín siga frá, hvussu smiðjurnar í Mikladali vóru millum tær fremstu í Føroyum og langt frammanfyri tað ein kundi gera Norðuri í Vági. At tað longu í Innustovu- smiðjuni í 1890 vóru gjørd- ir tríggir stórir kranar av sverum jarnbreytaskinn- arum, har ein varð til Mikladals, ein til Viðar- eiðis og ein fór vestur til Gjáar. Smiðjurnar høvdu lærlingar, sum síðani gjørd- ust sjálvstøðugir smiðir um alt Føroya land. Og at tað í Norðnástovusmiðjuni vóru gjørdir líggjar, bátaseymir, knívar, grev, saksar og skræddarasaksar til ymisk støð í Føroyum. Soleiðis, at ambolturin sang bæði tíð- liga á morgni og seint á kvøldi. Pápi hevur eisini sagt mær eitt og annað um báta- smíð. Varð ikki heilt sørur sjálvur, tá tað kom til at smíða bátar og pápi hans- ara Poul Andrias Petersen hevðið eisini lært hann eitt og annað. Tá vóru bátar gørdir í Mikladali til allar oyggjar í Føroyum og fleiri lærlingar úr Mikladali vóru síðani sjálvstøðugir kring landið. So vítt eg veit hevur Niklas í Koltri lært eitt og annað frá pápa sínum, sum smíðaði saman við Jógvani í Norðnástovu. Tað sigst, at Hanus í Norðnástovu smíð- aði bát millum svøvnar. Hann gjørdi eitt fýra- mannafar á Syðradali eitt sumarið og varð ongantíð í song. Hvíldi seg bert eina løtu í hølvispønunum um hádimmið, tað varð alt. Hetta er fólkið, sum hev- ur bygt Klakksvík. At tit hava valt at varðveita sambandið til Klaksvíkar ber boð um áhaldandi vina- lag, dirvi og framburð. Og skuldið tað verið so, at Klaksvíkin fekk høvi til at hjálpa til í Mikladali ella Trøllanesi og soleiðis gold- ið ein part aftur av øllum tí, sum hesar bygdir hava latið til Klaksvíkar gjøgnum tíð- irnar, so hevðið tað glett meg ómetaligt. Vinirnir kalsingar, væl- komnir í kommununa. Vit eru errin av tykkum! Vælkomin Mikladals kommuna VIÐMERKINGAR Abraham Mikladal Tú spyrt um tað er mátin, at gera tað meira liviligt hjá fólki á útoyggj, við at taka til orðana í bløðunum. Eg eri rættuliga vísur í at tað er ein av fleiri gongdum leið- um. Tað hevur stóran týdning at taka støðu og verða virk- in samfelagsborgari. Tað eru alt ov fá, sum tora at trýna fram og tosa Roma ímóti ella siga sína hugsan um ymisk samfe- lagsviðurskifti. Men eg skilji tað væl tí prísurin kann verða "berufsverbot" og marginalisering í sam- felagnum. Eg hevði og havi tað støðu, at skúlin á Trøllanesi átti at verið tikin í nýtslu aftur og gjørdi vart við hetta í bløðunum. Nú havi eg so tala at, tí hesi "somu" fáu fólk ikki vilja nýta demokratiskan framferðar- hátt og skriva út fólkaat- kvøðu um samanlegging við Kl. Kommunu. Talan hevur ikki verið um nakra útspilling ella ljót lesarabrøv. Havi lagt navn til tað, ið eg havi skriva og tey, ið eg havi nevnt við navni eru at meta sum almennir persónar, fyrr- og núverandi bygdaráðslimir í Mikladals kommunu. Hinvegin hava eg og onnur, ið hava tala fyri at taka skúlan á Trøllanesi í nýtslu aftur, fingið dul- nevnd brøv, við útspillandi og hóttandi innihaldi. Lat meg gera greitt at Mikladal og Trøllanes skulu verða meir enn væl- komin í Kl. Kommunu. Men eg haldi fast við at tað skal gerast við eini fólka- atkvøðu. Tey, ið sita í bygdaráð- num í Mikladali, fóru ikki uppá val í 2000 fyri at leggja saman við Kl. Kommunu! Sostatt hava tey ikki biði borgararnar um hesa heimild. Allar aðrar kommunur, sum er upploystar hava havt fólkaatkvøðu. Eisini Eldu- vík og Hellurnar, ið ætla at leggja saman við Runavík, fara at halda fólkaatkvøðu tann 17. apríl. Eg kann eisini kunna teg um at: • 2 av 3 bygdaráðslimum í Mikladali hava innlima Mikladals kommunu í Kl. Kommunu. (tann eini ynskti fólkaatkvøðu, og tað skal hon hava rós fyri) • Seinni býráðsfundurin í Klaksvík, um samanlegg- ingina, var niðurlagdur, tí at borgarstjórin, vegna eitt samt býráð skuldi heita á bygdaráði í Mikladals kommunu um at halda fólkaatkvøðu, men bygdaráðsformað- urin í Mikladali var ikki til at vika. Ímynda tær at 6 býráðslimir høvdu innlima Kl. Komm- unu í Tórshavnar Komm- unu. Tað hevði ikki sloppi óátala aftur við borðinum. Tað hevði snøgt sagt ikki verið góðtikið av nøkrum. Tað eru tveir menn í bygdaráðnum í Mikladali, sum ikki hava diplomat- iskan og fólkaræðisligan hugburð. Teir ynskja hvørki at fara til val í heyst ella at skriva út fólkaatkvøðu um samanlegging. Grundgeving teirra er at Kl. Kommuna heldur ikki hevur fólkaatkvøðu. Men tað heldur ikki. Kl. Kommuna frásigur sær eingi rættindi ella heimildir, men tað ger Mikladals kommuna. Mikladals Kommuna verð- ur strika, sum kommuna. Og tann brennandi spurn- ingurin er: Hví vilja hesir báðir ikki hava eina fólka- atkvøðu?? Er tað tí eitt- hvørt stendur í sáttmálun- um, sum teir meta ferð at gera tað at ein meiriluti hevði verið ímóti? Er tað skúlamálið, sum spøkir? Er sáttmálin millum Kl. Kommunu og Mikladals kommunu, við ØLLUM undirskjølum, gjørdir borg- arunum í Mikladals Kommunu kunnigir? Er tað samlaða sáttmálaverki sent borgarunum ella sligið upp í kunngerðar talvunum í bygdunum báðum? Síðani sigur tú, at eg skildi lesarunum at fortelja teimum at kona mín er Olga Biskopstø. Tað havi eg ongan trupulleika av, tí eg havi stóra virðing fyri konu míni. Hon er ein sjálvstøðugur, virkin og vælmeintur persónur, sum hevur brúkt nógva tíð tey seinastu 4 árini til at tosa søk útoyggjana, fyri stórt sæð onga samsýning Hon er ikki forkvinna í Útoyggjafelagnum, men samskipari. Útoyggjafelag- ið hevur eina nevnd við Óla Jákup úr Dímun, sum for- manni. Sjálvur eigi eg ong- an leiklut í Útoyggjafelag- num. Í ósemjuni um skúlan á Trøllanesi, royndi hon semju millum partarnar - púra sjálvboðin, men hon, eins og hini sum royndu, kom ikki á mál, orsaka av eini sera stívrendari og ódiplomatiskari støðu hjá teimum "somu" fáu í Mikladali og har ímillum var tú, tá. Kann nevna til síðst at hóast tey á Trøllanesi hava skriva fleiri brøv til bygda- ráði í Mikladali og biði um fund o.a., so er einki svar komi - kann tað sigast at vera semjusøkjandi og í trá við demokratiska hugburð? Aftursvar til Jonnu Justinussen, fyrrverandi lærara í Mikladal FLØGUÚTGÁVA Tíðindaskriv Orkestrið Headache Blues Treo, sum seinasta hálva annað árið hevur spælt sín egna orkulødda bluestónleik runt í land- inum, eru nú um at veroa klárir vio fløgu. Fólk flest kenna hendan bólk frá Prix FO, Ólavsøku- konsertini og mongum øðrum konsertum og tiltøkum. Headache Blues Treo eru Uni R. Debess, Ed- vard N. Debess og Rógvi á Rógvu. Hesir tríggir hava skapt sín egna tón- leikastíl við rótunum í amerikanskum bluestón- leiki. Fyri hálvum ári síðani fóru mennirnir í HBT undir at spæla inn fløgu, og nú er við at vera komið undir land við henni. Hon er spæld inn í Føroyum og ljóðblandað í Íslandi, av Guðmundi Petursson og Helga Smára Gunnarson. Løgini á fløguni Mr. Puffman eru øll í kenda HBT-stílinum, og sostatt sera orkufull. Á onkrum av løgunum hava HBT fingið stuðul frá Búa E. Dam, guitar og Unn Paturson, sang Fløgan Mr. Puffman kemur út í mei og tað er Landing Duck Records sum stendur fyri útgáv- uni. Heimasíðan hjá bólk- inum er á: www.headacheblues.com Nú kemur Mr. Puffman C M Y K 11 10