Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 67 - 6. apríl 2004 Nr. 67 - 6. apríl 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 2. apríl var móttøka á Vága Floghavn í sambandi við at flogvallar- ovastin Finnbogi Niclasen hevði 25 ára starvsdag MÓTTØKA Móttøkan í bilgaraguni á Flogvøllinum byrjaði kl. 15, og nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Finnboga hendan dagin. Hann fekk nógvar blómur og gávur. Fleiri hildu talur hendan dagin, m.a. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, Jákup Persson, og Per Jensen, frá Statens Luftfartsvæsen. Tá Finnbogi byrjaði, varð ikki flogið sunnudag og týsdag, og tá vóru færri enn 20 starvsfólk tilsamans, sum arbeiddu á Flog- vøllinum, nú eru tey umleið 160. Ferðafólkatalið var um 50.000, og í fjør var tað meira enn 160.000. Eisini er flogferðslan vorðin munandi meira reglulig, síðan nýggju inn- flúgvingarljósini blivu tikin í brúk. Finnbogi er annars av Tvøroyri. Seinastu 25 árini hevur hann búð í Sørvági. Vága Floghavn: Hugnalig móttøka fyri Finnboga í garaguni Asbjørn Dahl, fyrrverandi tollari, og Eyðfinn Hansen, frá Toll- og Skattstovu Føroya Mynd: Jákup Persson Uni Vestureið, politiinspektørur, heilsar upp á Finnboga Mynd: Jákup Persson Árni Winther, arkitektur, og Bjarni Olsen,stjóri í Føroya Sparikassa Mynd: Jákup Persson Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, var ein av teimum sum helt talu fyri Finnboga Mynd: Jákup Persson Eivin Jacobsen og Andreas Berglíð fáa sær eitt prát um kommunusamanlegging Mynd: Jákup Persson Lars Larsen, stjóri í Flogfelag Føroya, Heini F. Petersen í Sandavági og Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil Mynd. Jákup Persson Hugnalig móttøka var í bilgaraguni á Flogvøllinum seinasta fríggjadag, í sambandi við at Finnbogi Niclasen hevði 25 ár astarvsdag. Fremst á myndini er Finnbogi Niclasen Mynd: Jákup Persson Joen Jacob Thomsen í Sandavági, fyrrverandi deildarleiðari í Føroya Banka, Suni Johansen frá Atlantsflog og Torbjørn Mikkelsen, fyrrverandi stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya Mynd: Jákup Persson Tekniski Skúlin, Tórshavn: Fýra bygningssnikkarar fingið prógv Fríggjadagin 2. apríl 2004 fingu fýra bygningssnikkarar prógv á Tekniska Skúla í Havn. Teir eru: f.v. Allan Eiriksson, Søldarfjørður, lærupláss: Johnfinn á Plógv Sandavágur, Hallur S. Danielsen, Nólsoy, lærupláss: Føroya Húsatænasta Miðvágur, Jens Ivan í Gerðinum, Vestmanna, lærupláss: BSV P/f Tórshavn, Niels á Kinn, Strendur, lærupláss: BSV P/f. Mynd: Magnus Gunnarsson NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um Jens Paula Poulsen Tað følist sera løgið, at seta seg niður at skriva minningarorð um Jens Paula, tað er so óskiljandi, at hann ikki er ímillum okkum meira. Enn standa orðini »Jens Pauli er farin« sum ein dreymur fyri okkum og óivað gongur long tíð, áðrenn vit veru- liga rakna við og mugu ásanna, at so er. Jens Pauli var eitt ótrúligt menniskja. At hann var nógv avhildin, bæði her á sjúkrahúsinum og av fólki annars, sást á tí stóra skara, ið var komin at siga honum eitt síðsta farvæl. Har Jens Pauli var, var altíð gott lag. Altíð hevði hann eina skemtiliga og upplyftandi viðmerking á vegnum, og ikki at gloyma hansara hjálpsemi, tú náddi bert at hálvtala orð, so var hann til reiðar við eini hjálpandi hond. At handalagið og hugurin at røkja tað, hann hevði um hendi, var til staðar, sást á tí hugnaliga heimi og tí vakra urtagarði, tit hava bygt upp sam- an gjøgnum árini, ið nú standa sum minnir eftir hann. Og ikki at gloyma seyðin, ið var hansara stóra ítriv, neyvan var hann betur røktur av nøkrum seyðamanni. Mangan verður sagt, at tíðin lekir øll sár, men tómrúmið eftir Jens Paula er so ómetaliga stórt, at tað tekur rúma tíð at fylla aftur. Vit kunnu tó gleðast um, at minnini eftir hann eiga vit nógv og góð og tey fara vit ongantíð at gloyma. Til tykkum, Súsanna, Poul Arni og Sólvá, for- eldur og systkin v/ familju, má Harrin geva tykk- um styrki og troyst í hesi sváru tíð. Vit hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minninum um okkara góða arbeiðsfelaga, Jens Paula. Portørarnir og starvsfólkið í køkinum á Suðuroyar sjúkrahúsi Dagurin 6. apríl. Sixtus. Pávi sum doyði í ár 126. Tøkk Vit takka fyri sýnda samkenslu, tá mín kæra kona, mamma og vermamma, omma og langomma okkara Nanny Jakobsen Fuglafjørður andaðist og varð jarðað. Tøkk til øll, sum vóru um hana og ein serlig tøkk til starvsfólkið í Vesturstovu. Tøkk til prest, kirkjutænara, sangara og øllum tykkum, sum á annan hátt hjálptu okkum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Parkinsonsfelagið. Við ynski um einar gleðiligar páskir. Jakob Oluf, Birgit, Óla Chr., Súsanna og Njal við familju Í dag þegar allir eiga helst að vera eins, þá er alltaf vandfyllt þegar skörð koma í hóp manna, sem eru sérstakir, öðruvísi og setja svip á mannlífið. Páll Patursson var svona maður. Hitti hann fyrst þegar ég var að slóra fyrir utan Kirkjubæ, frekar nýfluttur til Færeyja. Hann sagði mér sögðu staðarins sem ég skildi bara að hluta enda færeyskt tungu- tak ekki orðið mér eins tamt og seinna varð. Fannst þetta strax merkilegur karl. Ekki oft sem að maður hittir fólk sem er búið að búa í 17. lið á sama stað. Að auki þá hefur mér alltaf fundist Kirkju- bær svona eins konar Þingvellir Færeyja. Þangað er farið með alla gestkomandi. Háa sem lága. Kónga, drottningar og aðra gest- komandi í Færeyjum. En það fór nú þannig að sam- verustundir með Páli og hans fólki urðu vel fleiri. Kynntist þeim vel í gegn um vinnuna hjá mér en enn meira svona prívat. Man það mjög vel þegar ég stóð í roki og rigningu á Molanum, bíð- andi eftir glergámi Tröndar tví- burrabróður Páls, skítkalt á hausnum. Þurfti að setja á mig loðhúfu en varð horft á listamann- inn hárprúða. "Það er ekki sama að vera ekta eða með gervi" tautaði ég við sjálfan mig enda mikill munur á hárbúnaði okkar. Annar eins úr fornsögum með hár "út um allt". Hinn hálf hárlaus. Þannig var Páll ekta en ekki gervi. Það var gott að vera nálægt hon- um. Maður þurfti ekkert endilega að vera að halda uppi samræðum. Það var nóg að vera í nálægðinni. Það er gott að hafa þannig fólk nálægt sér. Fórum einum sinni saman, við annan mann, á fund í Reykjavík, um Kaupmannahöfn. Þá kynntist ég þeim hjónum enn betur. Þau bæði skemmtileg í leik og starfi. Páll fylgdi líka sanfæringu sinni og var ekkert að liggja á henni. Það kom með "garðinum". Í stuttu máli má meðal annars segja að Páll hafi verið sannfær- ingu sinni trúr, elskaði konuna sína mikið, kom börnunum til manna og sómi Kirkjubæjar og raunar eyjanna átján, allra með tölu. Votta Sólvá og fjölskyldu samúð. Við hinir sem eigum mismunandi langa minningarstubba um Pál geymum þessa stubba en minnumst bóndans sem var svo margt annað en bóndi og gerði flest vel. Páll var mjög úr heimi hallur þega ég sá hann síðast í janúar en ég er skaparanum þakklátur fyrir þessi kynni. Lifðu heill hinum megin og sjáumst síðar í endalausri veislu með himnaföðurnum. Skrifað á Nýfundnalandi, Jóhann V. Ólafsson Til minnis um góðan dreng, betri bónda og bestan vin C M Y K 13 12