Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 6. apríl 2004 15 Seinasta mánaðin hava al- heims fíggjarmarknaðir, við alstórum spenningi, bíða eftir, at amerikanska ar- beiðsmarknaðarfrágreiðing- in farna fríggjadag aftur skuldi kunngerast. Mótveg- is tveimum teimum sein- astu frágreiðingunum, gjørd- ist hendan av sonnum bjørt, tí heili 308.000 arbeiðs- pláss vóru sett á stovn í USA í mars. Samstundis varð talið fyri februar dag- ført úr 21.000 í 46.000. Av tí at vænta varð, at tal- ið fyri mars fór at verða 120.000 og tí at ein bjørt frágreiðing endaliga varð staðfest eftir at tær undan- farnu høvdu verið daprar, ávirkaðust fíggjarmarknað- irnir ógvusligt. Eftir kunn- gerðina hækkaði danska 2 ára rentan 0,17%-stig með- an 10 ára rentan hækkaði 0,13%-stig. Dollarin styrkn- aði úr uml. 604 í 614 mót- vegis krónuni, og norður- lendsk partabrøv hækkaðu áleið 1,5%. Bjørtu tølini komu sum kallaði. Hóast greið tekin eru um búskaparligan vøkstur í USA, so hevur amerikanski búskapurin ikki megnað at seta fleiri arbeiðspláss á stovn, m.a. tí at eisini framleidni er økt í seinastuni. Tað er serliga umráðandi at fleiri arbeiðs- pláss verða sett á stovn, tí hesi skulu til, fyri at tryggja framhaldandi eftirspurning og búskaparvøkstur tá árin- inið av stimrandi búskapar- tiltøkunum hjá Bush stjørn- ini fara at hasa av. Kaupthing metir at so bjørt tøl kunnu føra við sær, at hýrurin í marknaðunum broytist. Renturnar hækk- aðu nógv av frágreiðingini, og væntast kann, at rentu- rákið nú er broytt úr lækk- andi til støðugar ella hækk- andi rentur. Peningapolit- iskt leggur frágreiðingin lunnar undir hægri leiðandi rentur í USA, men Kaup- thing metur, at aðrar bjartar frágreiðingar skulu til, áðr- enn hetta hendur. Í Evropa fara renturnar ikki at hækka enn, tí meira striltið gongur í búskapunum, samstundis sum róð verður fram ímóti at lækka rentuna í Evropa. Eftir bjørtu frágreiðing- ina verður spennandi, nú roknskapir fyri 1. ársfj. fara at verða kunngjørdir. Rokn- skapirnir fyri 4. ársfj. vóru bjartir og roknast kann við at rákið við bjørtum roknskapum heldur fram. Hesa vikuna kunngerða m.a. Yahoo!, Intel og Gen- eral Motors. Framúrskarandi tíðindir úr USA Rentur Partabrævavísitøl Renta Kursur +/- % Diskonto 2,00% 0,00% KFX, Danmark 263,9 0,9% 2 ára lánsbræv 2,52% 0,18% OMX, Svøríki 715,6 3,5% 5 ára lánsbræv 3,56% 0,17% DJ Stoxx 50, Evropa 2.746,0 2,5% 10 ára lánsbræv 4,25% 0,14% S&P 500, USA 1.142,0 3,1% Íløgufeløg Gjaldoyru Kursur +/- % Kursur +/- % Lánsbrøv í DKK 105,01 -4,2% USD 615,17 0,5% Evru Lánsbrøv 166,80 -0,3% EUR 744,65 0,0% Norrøn Partabrøv 80,80 4,1% GBP 1.121,34 0,7% Altjóða Vøkstur 64,51 1,2% NOK 88,79 0,5% Renta og kursir kl 10 ígjár. Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. +/- %-stig Vika 15, 2004 www.kaputhing.fo Ólavur Hátún Góði Poul! Í bløðunum í seinastu viku hevur tú eina frágreiðing um gongdina í Tórsvallar- málinum, har fleiri útsagnir biðja um viðmerkingar. »Vantandi møguleikar hjá kommununi at útvega grundøkir ella kanska stutt- skygni gjørdi, at umleið helvtin av økinum« – til frítíðar- og ítróttavirksemi í Gundadali – »bleiv máað burtur til onnur enda- mál…«. Ikki vóru tað vant- andi møguleikar til grund- stykki, men heldur tann ikki ókendi korrumperaði hugburður hjá summum av teim ráðandi, ið so harmi- liga skerdi møguleikarnar fyri teirra hugsjónum, sum undan fóru. Tíverri mugu vit eisini staðfesta, at tað júst er sama politiska stutt- skygni og hugsjónarloysi, sum her í nýggjari tíð hevur latið teg hóreiggja tær í Gundadali, sum tú hevur gjørt til alment ógagn í staðin fyri at vera við til at fremja eina góða søk, sum tú hevði verið tann besti til. Svimjihøllin á stadion- økinum, bygd fyrst í 80-ár- unum, var orsøkin til, »at nú trongdist í Gundadali, og at møguleikarnir fyri at menna bæði bóltspæl og frælsan ítrótt í Gundadali gjørdust avmarkaðar …leist- in til eina ætlan við fótbólti og frælsum ítrótti var ein- falt ov lítil, sum fyrrverandi býararkitektur Gunnar Hoy- dal gjørdi vart við.« Gunnar Hoydal kann sjálvur koma fram og ásanna ella avsanna, um hansara leiklutur til støð- una, sum hon nú er í Gundadali, er tann, sum tú vilt leggja hann undir. Gunnar teknaði sjálvur svimjihylin og legði hann í útjaðaran av stadionøkinum sum part av einari heildar- ætlan, og hann var eisini við inni í myndini, tá heitt varð á tríggjar arkitekta- stovur í býnum um í felag at gera uppskot til eitt landsstadion í Gundadali. Við teirra ætlan var komið so væl á leið, at býráðið fyri borgaranna pening við spreinging og laging og aðrari fyrireiking hevði gjørt stadionøkið byggi- búgvið fyri millum 10 og 20 milliónir krónur. At tú, komin inn í projektið, eins og geykaungi tveitti allar byggilistarmenninar, sum høvdu lagt sál og orku í málið, burtur úr reiðrinum fyri betur at kunna fremja tína einvísu fótbóltsætlan og omaná vart so ósmæðin at festa teirra heitið Tórs- vøllur á títt óvandaverk, tað er við til at avmynda teg í hesari harmasøgu. Altjóða krøv um, at fót- bóltsvøllurin mátti breiðk- ast frá 65 m upp í 68 m, gjørdu, at rennibreytin mátti smalkast til bert at hava 6 breytir, og tí »vóru møguleikarnir fyri semjum ella kompromisum ikki at fáa eyga á«. At kalla øll býarstadion aðrastaðni hava bara seks rennibreytir – so- leiðis eisini t.d. Bislett í Oslo, har eg sjálvur havi upplivað øsandi dystarløtur millum fremstu ítróttafólk í heiminum bæði í fótbólti, frælsum ítrótti og í vetrar- kappingum. Nú hava norð- menn ætlan um at víðka um á hesum søguliga ítrótta- stað mitt inni í Oslo býi, har tað er munandi trengri um enn millum Tórsvøll og Ítróttahøllina á Nabb. Nei, Poul, grundgeving- ini, at tú vegna plásstrot mátti útihýsa rennibreytini av Tórsvølli, er tað líka so lítið hald í sum so mongum øðrum, tú hevur ført fram um hetta mál. Blaðfest er soleiðis eisini tín uppruna- liga grundgeving yvir fyri býaráði og almenningi, at tað skuldi vera fyri at spara pening, at tú fyribils vildi sleppa at seta áskoðarapláss á rennibreytarøkið eystan- fyri. Tað skuldi blíva bílig- ari at taka elementini niður- aftur seinni, bróta burtur stoyptu fundamentini og so byggja uppaftur av nýggj- um, enn at skava og spreingja burtur tað sindrið av møl og gróti, sum skuldi givið pláss til eina komandi rennibreyt, og so beinan- vegin seta áskoðarapássini á teirra endaliga stað og tá sjálvandi við skýli yvir ella, ið hvussu er, við undirsløg- um, sum kundu borið slíkt. Ynski og ætlan hjá tær vóru greið, men framferðar- grundgevingin var eitt fals- um. At okkara fólkavaldu vóru so naivir, at teir ikki skiltu hetta, hava vit ikki loyvi at trúgva, og her kunnu vit, sum hava ítróttin breiðari í huga enn bara til fótbólt, harmast um, at tað ikki var meira kroppur í tá- verandi borgarstjóranum enn, at hann soleiðis læt seg putta í tín lumma. Tú hevur eina longri frá- greiðing um, hvussu væl Tórshavnar Býráð og FSF hava gingið saman um hesa fótbóltsætlan í Gundadali. Tað er ikki mín fatan, at bygdafeløgini hava verið so heit fyri at leggja ov stóra fíggjarorku í Gundadal. Og nú tá útlit eru til, at lokal- feløgini kunnu spæla sínar egnu altjóða dystir á heima- vølli, man tann áhugin bara vera minkandi. Tín privati grasagarður, sum skuldi verið karmur um eitt yðj- andi og mennandi ítróttalív, fer tá at standa enn meira oyðin og tómur, enn hann hevur staðið higartil. Ja, longu í ár sigast bara 2 – tveir! – slíkir dystir at skula fara fram á hesum altjóða fótbóltsstadion. Sjálvandi ert tú greiður yvir, hvønn veg tað ber, og tað er væl eisini tí, at tú a la Brixtofte leggur á tann bógvin, at nú skal skapast hotell-, banka- og søluvirk- semi á okkara einaferð so lovandi fríðtíðar- og ítrótta- øki í Gundadali. Men vakn- ar tú ikki sjálvur frá slíkum dreymum, mugu vit vóna, at okkara býar- og lands- umsitingar á mentanarøki- num rakna við og ásanna, at Gundadalur framvegis er besta staðið í Føroyum til fjølbroytt ítróttaligt virk- semi og til at kunna hýsa íblásandi altjóða stevnu- haldum sum t.d. Oyggja- leikunum, har vit mest av tínum ávum fyribils eru sett uttanfyri. Tað munnu vera fáir før- oyingar, sum ikki við al- stórum áhuga fylgja okkara dúgligu fótbóltsspælarum í teirra dystarleikum við út- lendsku stjørnurnar burturi og heima, og eg kenni onki føroyskt ítróttafólk, tað ver- ið sær innan bóltspæl, fræls- an ítrótt, kappróður, fim- leik ella aðrar greinar, sum ikki ynskja føroyskum fót- bólti tær allarbestu umstøð- ur. Men somuleiðis dugi eg illa at hugsa mær, at ikki bróðurparturin av okkara fótbóltsúrmælingum heldur ynskir eitt breitt og fjøl- broytt ítróttalív í Føroyum, sum í seinasta enda eisini kemur fótbóltinum til góð- ar, enn at tað skal vera so, at antin spælir tú fótbólt ella ert tú uttanfyri. Tað munnu somuleiðis neyvan vera nógv sonn ítróttafólk heldur enn onnur fólk, ið síggja ítróttavirksemi í ein- um breiðari samfelagslig- um ljósi enn bert til kapp- ingar, sum eru tær takksom fyri, at tú saman við tínum listinlærda, lógarkøna felaga legði upp ráð um at beina fyri tí góðu ætlanini um eitt veruligt ítróttastadion í Føroyum, og sostatt legði upp til klandur og illstøðu í staðin fyri semju og saman- hald um hetta góða mál. VIÐMERKINGAR Tórsvøllur og Gundadalur – ein nútíðarlig harmasøga Nøkur orð til Poul Michelsen 15 14 Nr. 67 - 6. apríl 2004 - Tað er sunt, at sam- felagið ikki tekur bú- skaparliga framgongd sum eina sjálvfylgu longur. Hinvegin eiga vita at ansa eftir, ikki at loypa slíkan hvøkk á fólk, at ongin hættar sær undir nýtt virk- semi, og alt harvið steðgar upp, sigur Hans Petur Clement- sen, nú hann tekur við sum nýggjur deildarleiðari í Før- oya Banka í Klaksvík LEIPARASKIFTI Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Fríggjadagin var móttøka á deildini hjá Føroya Banka í Klaksvík í sambandi við leiðarskifti. Skiftið hevur millum annað við sær, at bæði farandi leiðarin Han- us Heinesen og nýggi leið- arin Hans Petur Clement- sen nú venda aftur til sítt gamla arbeiðspláss. Blandaðar kenslur Nú Hanus Heinesen fer aft- ur í sítt gamla starv sum varaleiðari á deildini hjá Føroya Banka í Saltangará, bíðar samstundis ein nýggj avbjóðing. Umframt at vera varaleiðari, skal Hanus eis- ini hava leiðsluna av Vinnu- lívsdeildini um hendi. - Vinnudeildin hjá Føroya Banka í Saltangará fevnir um alla Eysturoynna og heilt til Kollafjarðar. Hetta økið hevur eitt sera virkið vinnulív, so hetta verður ein spennandi avbjóðing, sigur Hanus. Hanus hevur verið leiðari í Føroya Banka í Klaksvík seinastu fimm árini, og hann dylur ikki yvir, at tað er við blandaðum kenslum, at hann nú takkar fyri seg. - Tá eg kom til Klaksvík- ar, kendi eg ongan, hvørki starvsfelagar ella viðskifta- fólk. Men eg varð móttikin við opnum ørmum, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at eg havi trivist so væl her norðuri, sigur Hanus. Á móttøkuni fríggjadagin fekk Hanus handaða eina gávu, sum minnið um tíð- ina í Klaksvík. Tað var næstformaðurin í Stjørn- uni, sum vegna felagið, gav Hanusi eina mynd av Klak- svíkini, har stórur partur av skipaflotanum liggur á Vánni eitt vakurt vetrar- kvøld. Samstundis nýtti næst- formaðurin í Stjørnuni høv- ið til at takka Føroya Banka fyri avbera góðan stuðul og samstarv, við vón um at tað fer at halda fram undir nýggju leiðsluni. Drúgvar royndir Nýggi leiðarin Hans Petur Clementsen byrjaði sína yrkisleið innan bankaheim- in í Føroya Banka í Klaks- vík. - Hetta kennist næstan sum at koma heim, tí eg kenni starvsfólkini væl og eisini stóran part av við- skiftafólkunum, sigur Hans Petur, sum eisini er upp- vaksin í Klaksvík. Hóast Hans Petur er ungur, hevur hann drúgvar royndir innan bankayrkið. Hann hevur starvast innan allar deildir í bankanum, seinast sum varaleiðari á fíggjardeildini í Føroya Banka í Havn. Eitt skifti var hann í starvi hjá Barc- ley’s Bank í London og afturkomin til Føroya, starvaðist hann eitt tíðar- skeið á Kaupthing í Havn. Hetta seinasta árið hevur Hans Petur verið leiðari á Føroya Shell í Klaksvík. Rætta løtan Hans Petur er yngsti leiðari, ið hevur verið á deildini í Klaksvík, og tað slepst neyvan undan, at tað fer at merkja arbeiðsumhvørvið í onkran mun. - Nú ætli eg ikki at koll- velta deildina, men eitt tað fyrsta, eg fari at í holt við, er at gera deildina meir sjónliga. Vit stuðla nógvum feløgum og tiltøkum, men marknaðarføringin her norðuri kundi verið betri, sigur Hans Petur. Nýggi leiðarin letur seg ikki ræða av spádómunum um ringar tíðir og búskap- arliga kreppu. - Sjálvandi hevði eg døpru búskaparútlitini í huganum, tá eg segði ja til starvið. Men eg gjørdi av, at hetta var júst tann rætta løtan at átaka mær hesa ábyrgdina. Landsbúskap- urin er ikki so tryggur, sum hann hevur verið, men talan er ikki um eina bráfeingis landsumfatandi kreppu. Hetta gevur mær tíð og møguleika at meta um, hvønn veg tað gongur og umráða meg, áðrenn av- gerðirnar verða tiknar. Hans Petur ásannar, at ali- vinnan er í kreppu, men leggur dent á at vit eiga at ansa eftir, ikki at loypa slík- an hvøkk á fólk, at ongin hættar sær undir nýtt virk- semi, og alt harvið steðgar upp. - Tað er lætt at vera leið- ari, tá búskapurin blómar, og tú kanst siga ja til alt. Hitt krevur meir, eisini at tú torir at taka minni vælum- tóktar avgerðir. Men tað taki eg sum eina avbjóðing, sigur nýggi leiðarin í Føroya Banka í Klaksvík, sum gleðir seg til at fara til arbeiðis saman við sínum gomlu starvsfeløgum. Føroya Banki í Klaksvík nýggjan leiðara NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður, Hanus Heinesen, farandi leiðari, Hans Petur Clementsen, nýggjur leiðari og Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka Næstformaðurin í Stjørnuni handar Hanusi Heinesen gávu frá felagnum Hans Petur Clementsen og Hanus Heinesen. C M Y K 14