Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 67 - 6. apríl 2004 Dagurin í dag er ein hátíðardagur fyri missiónsfyrtitøkuna Operation Mobilisat- ion. Í samband við keypið av gomlu Norrønu verður skip- að fyri tiltøkum um- borð á skipinum, sum liggur við bryggju í Keypmannahavn. Ein almenn samkoma verður í kvøld, har væntandi nógv fólk vera tilsteðar - teirra millum nógvir føroy- ingar Øssur Berghamar skrivar úr Keypmannahavn Einsom og gloymd sær hon út, sum eg komi koyrandi út móti Norðhavnini á Øster- bro, har gamla flaggskipið í føroyska ferðamannaflot- anum, Norrøna, nú liggur við bryggju, bundin við sterkum trossum. Men tað fer nú ikki at vara leingi. Hetta er "stilli áðrenn" stormin. Tí ídag fer skipið at vera miðdepulin hjá hópi av fólki, sum stevnir út í Norhavnina fyri at fagna keypinum av nýggjasta skipinum hjá OM-fyritøk- uni, ið fær navnið Logos Hope. Søgulig hending Og hendingin má kennast søgulig - fyrst og fremst hjá OM-fyritøkuni, men eisini sæð við føroyskum eygum. Tí fyrsta skipið sum OM keypti í 1970, var gamla Umanak, sum var ogn hjá KGH-handlinum. Umanak legði regluliga inn í Føroyum - og var sostatt ein kenningur hjá nógvum føroyingum. Við hesum keypi vóru nýggir lunnar lagdir undir ein nýggjan hátt at fremja missións- arbeiði. Skipið Logos skuldi sigla heimin runt- frá havn til havn - við gleðiboðskapinum. Hesa- ferð er skipið okkum føroy- ingum enn meiri viðkom- andi. Vit tosa um gomlu Norrønu, sum í mong ár hevur verið í sigling mill- um Danmark og Føroyar. So tá stovnarin av OM og fyrrverandi leiðarin av hesari fyritøku, George Verwer, í kvøld fer at halda røðu, er tað á øðrum sinni hann ger hetta í Keyp- mannahavn. Tí hann var við fleiri samverkamonn- um júst her í býnum í 1970 fyri at móttaka gamla Uma- nak, sum síðani fekk navnið Logos. Og hesaferð er tað skip, sum stendur okkum føroyingum enn nærri, ið verður handað OM. Hildu keypið vera ørvitisprojekt Keypið í 1970 var eitt trúar- stig, sum bert fáir hava trúgv og dirvi at taka. Orð sum Impossible - ómøgu- ligt - vóru at hoyra frá varrum teirra kønu. Menn meintu ikki, at tað bar til at fremja missión á hendan hátt. Hvussu skuldi hetta fara fram? Hvussu skuldi tað fíggjast? Men George Verwer og aðrir leiðarar OMs hildu fast við visiónina. Skipið fór í sigling, sigldi frá einari havn til eina aðra, tey seldu bíbliur og annan kristiligan lesnað, hildu fundir, bæði á landi og umborð. Og allar ávaringar vóru gjørdar til skammar. Tí tað var skjótt skilligt, at andaligar signingar fylgdu í kjalarvatninum av hesum skipi. Og hetta var bara byrj- anin. Tí longu í 1977 varð næsta stigið tikið. OM fekk eitt enn størri skip, Doulos, so nú vóru tvey skip í hesum verki. Men í 1988 var OM-fyritøkan fyri einum hvøkki. Skipið bar við land uttan fyri strondina í Chile og gjørdist vrak. Tíbetur var øll manningin bjargað, men hetta gjørdi so tað, at fyritøkan ognaði sær Logos II. Logos II vorðið ov lítið Tá ið Norrøna nú verður keypt, so er tað tí, at Logos II er vorðið ov lítið í mun til tørvin, sum tey møta í teim ymiskum havnum, tey vitja. Leiðarin av Logos Hope verkaætlanini, Lloyd Nicholas, sigur, at, at Logos II ikki longur rúmar øllum fólkunum, sum koma umborð. Fólk í túsundatali ynskja at vitja bókasøluna - AIDS/HIV samkomur fara fram umborð - vitjanir fara fram á skúlum, fongslum og á flóttalegumfara fram í nógvum havnum. Hann leggur aftrat, at "Logos Hope, sum er eitt nógv størri skip, vil gera tað møguligt at útinna munandi meira." Og sipar sjálvandi her til keypið av gomlu Norrønu. Bókasølan umborð á hes- um skipi fer at vera tann størsta flótandi bókasølan í heiminum. Síðani fyrsta Logos varð keypt í 1970 hava fleiri enn 33 milliónir fólk verið umborð á OM- skipunum í 140 londum. Tað vil siga umleið ein millión vitjandi um árið. Av sonnum tøl, ið tala fyri seg. Føroyska tilknýtið Gjøgnum mong ár eru ungir føroyingar farnir út við OM, sum eisini hevur nógvar trúboðarar í mong- um londum. Skipað verður á hvørjum ári fyri ser- støkum summartiltøkum, har ungfólk geva part av summarfrítíð síni fyri at virka í ymiskum londum gjøgnum kristiligan lesnað, útifundir, og tað, tey kallað hurð-til-hurð missión. Eins og missiónin á landi hevur manningin á skipunum verið samansett av fólkum frá nógvum ymiskum lond- um. Men eisini nógvir føroy- ingar hava millum ár og dag verið við í tílíkum til- tøkum. Eitt nú hava skipini mangan verið mannað við føroyskum fólki. Stutt aftan á at Logos fór í sigling, fóru Tummas Jacobsen úr Søld- arfirði og Eirik Gunnarsson úr Havn við skipinum. Men talið av føroyingum, sum síðani hava verið við skip- unum eru mong. Og nevn- ast kann, at júst nú eru fleiri við Logos II, teirra millum Árni Jensen úr Havn, sum fyri tíðina er skipari um- borð á Logos II. Árni verð- ur tó heima um páska- høgtíðina - men fer at vera gestur á gomlu Norrønu ídag. Vitjanir í Føroyum Tvær ferðir hava OM-skip- ini vitjað í Føroyum. Í 1983 var Logos nakrar dagar í Føroyum. Tey kendu seg ómetaliga væl móttikin. Møti og samkomur vóru bæði umborð og ymsa- staðni í landi. Tey, sum vóru við á ferðini hava mangan síðani umtalað hesa vitjan, sum hevði stórt árin á tey. Í ár 2001 var Logos II í Føroyum. Tað kom fyrst inn á Havnina og fór síðani til Runavíkar. Og eins og undir fyrstu var ymiskt virksemi knýtt til hesa vitjan. Tað er serliga brøðrasam- koman í Føroyum, sum hevur havt mest samband við hesa evangelisku fyri- tøku, hóast luttakararnir eru komnir frá ymsum samkomuhøpi. Men annars standa fólk úr ymsum sam- komum og evangeliskum kirkjum aftan fyri missi- ónina hjá OM. Fleiri teirra hava verið á vitjan í Før- oyum í farnari tíð - seinasti gesturin var Bitten Schriv- er, sum er leiðari fyri Danmark og í løtuni hevur úr at gera fyri at fyrireika hendan hátíðardag. Fjølbroyttur dagur Tað var fløvandi hjá mong- um at hoyra, at eitt skip, sum føroyingar hava verið góðir við, skuldi vera selt til eina fyritøku sum ger eitt gott arbeiði kring allan heimin. Og har mangir av okkara landsmonnum hava verið við til at geva eina hjálpandi hond. Og tí er hesin dagurin ein sannur hátíðardagur. Tað er ein dagur, har takksemið til Gud fyri skipið og vælvild frá fólki fer at koma til sjóndar. Umframt George Verwer verður eisini núver- andi leiðarin, Peter Maiden við ídag. Nógv fólk úr ym- iskum londum, sum hava ella hava havt við skipini at gera, eru komin til Keyp- mannahavnar fyri at vera við til henda hátíðardag. Eisini umboð fyri Smyril Line verða tilsteðar. Umboðs- maðurin hjá OM í Før-oy- um, Hjørleif Vang úr Kald- bak verður eisini saman við konuni, Giddu, við ídag. Heitt hevur verið á føroy- ingar, ið savnast í Kristna- stovu um at hjálpa til við hesum degi, og tað gera tey fegin. Tey fara at vera við til at leiða felagssangin umborð, standa fyri einum drekkamunni, halda vakt umborð á skipinum og taka sær av ymsum uppgávum. Betri kundi skipið ikki fara Aftan á at endaliga yvirtøk- an er farin fram um fáar dagar, skal skipið umvælast og bøtast nakað, fyri at fólkið umborð kann fáa góðar umstøður til sjálvt arbeiðið. Aftan á tað, ja so hevur OM-fyritøkan eitt nýtt og sera hóskandi am- boð í týðandi ørindunum at røkka út til ein tørvandi heim við gleðiboðskapin- um um Jesus. Og í hesum sambandi fylgja øll góð ynski fyri Logos Hope. Betri kundi gamla Norrøna neyvan fara. Nýtt lív umborð á gomlu Norrønu Í samband við keypið av gomlu Norrønu verður skipað fyri tiltøkum umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Keypmannahavn. Mynd: Símun J. Hansen Í 2001 var Logos II í Føroyum, vitjaði á Havnini og síðan varð farið til Runavíkar Dómararnir í dyst- inum leygardagin vóru sannførdir um, at talan var um rætta avgerð, tá teir floyt- aðu fyri brotskasti bert tvey sekund fyri leiklok HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dómararnir í dystinum leygardagin komu rættiliga í fokus, tá Kristian Johan- sen tvey sekund fyri leiklok dømdi brotskast til Kyndil. Eitt brotskast, sum vest- menningar slettis ikki vildu kennast við, og sum teir eisini góvu greitt til kennar eftir dystin. Eftir dystin var tað tó ein avkláraður Kristian Johan- sen, sum vit fingu orðið á, og hann ivaðist ikki í, at teir høvdu dømt rætt. - Eg eri kanska tann fyrsti at floyta, men Sámal var eisini á veg til at bríksla. Hann segði við meg eftir dystin, at hann sær verju- leikararnir toga Jacob nið- ur. Sjálvur standi eg innan- fyri, og eg haldi Jacob verða kliptan av í gjøgnum- brotsroyndini, og so haldi eg eisini, at VÍF-leikararnir verja innanfyri. - Tað einasta, sum vit kunnu døma, er tað vit síggja. Róp og geyl og um- støðurnar kring vøllin ananrs, fáa vit ikki tikið atlit til. Somikið einfalt er tað, helt hann eftir dystin. Víðari sigur Kristian annars, at hann harmast út- talilsini frá VÍF-leikarunum eftir dystin. Men hinvegin sigur hann seg eisini skilja, at tað eru ting, sum verða søgd, tá menn eru heitir. - Tað er sjálvandi keðiligt at fáa slíkt slongt oman yvir seg, men tað má man so taka við, og eg havi sjálvur verið við somikið leingi, at man ikki tekur sær slíkt alt ov nær, sigur altso Kristian Johansen at enda. Nýggi FSF-formaður- in fegnaðist um upp- bakningin, sum hann hevði fingið frá feløg- unum, og so ásannaði hann annars, at tað nú er upp á tiðina, at nevndin fer til arbeiðis FSF-FORMAÐURIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Óli Holm er nýggjur FSF- formaður. Tað stóð greitt eftir at tað í triðju royndini var eydnast hjá aðalfundin- um at greiða atkvøður um formansvalið. Og sum siður er, so slapp Óli framat mikrofonini, tá fundurin var lokin, og fyrst og fremst legði hann dentin á, at tað nú skal lítast fram- eftir. - Tíðin er nú komin at vaska talvuna reina. Vit mugu skapa frið, trygd og trivna í Fótbóltssambandin- um, og vit mugu leggja gomlu ósemjurnar á hillina. Somikið greið vóru boð- ini frá røðarapallinum, áðrenn fundurin fagnaði nýggja formanninum við lógvabrestum, og eftir fundin staðfesti nýggi for- maðurin eisini hetta, tá vit fingu orðið á hann. - Eg haldi ikki, at tað er so nógv at leggja afturat tí, sum eg segði frá røðarastól- inum. Nú má vera liðugt við hesum stríðnum, sum hevur eyðkent nevndar- arbeiðið seinastu tíðina, og vit mugu koma til arbeiðis. Har liggja nógvar og stórar uppgávur fyri framman, og tær mugu loysast, helt hann fyri. Av teimum uppgávum, sum eru serliga aktuellar her og nú, nevndi Óli minstukrøvini til feløgini og so Hat-trick grunnin, har umsóknir um stuðul til hallarbygging skulu vera inni í summar. - Nú hava øll feløgini lat- ið sítt tilfar inn í samband við minstukrøvini, men við skotbráðnum, sum tey høvdu, so rokni eg við, at nakrir trupulleikar eru í hesum, tó at eg enn ikki havi sæð tilfarið. - Men tað er í øllum før- um neyðugt, at hetta verður fingið upp á pláss sum skjótast, sigur Óli. Og í sambandi við Hat- trick grunnin ásannar hann eisini, at her er stutt tíð eftir. Tað er jú longu í summar, at umsóknirnar til grunnin skulu vera inni. Her mugu tey, ið eru áhugað, hava greitt at vita, hvørjar treytir skulu lúkast, og tað er so eisini at av teimum evnum, sum vit fara at taka upp alt fyri eitt, staðfesti hann. Og tá vit at enda spurdu um undirtøkuna hjá nýggja formanninum, ásannaði Óli, at hann var fegin um, at stuðulin hevði verið so greiður. - Tað sigur seg sjálvt, at tað ger tað lættari at fara ígongd, tá meirilutin er so greiður. Eg eri í øllum førum sera fegin um, at talan ikki gjørdist um eina 11-10 atkvøðugreiðslu. Tað vildi í øllum førum verið eitt sera spinkult grundar- lag at arbeitt útfrá, segði nýggi FSF-formaðurin at enda. Vit fara í blaðnum í morgin at hava meira frá aðalfundinum hjá FSF. Nr. 67 • týsdagur • 6. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Talvan skal vaskast Ivaðust ikki Tað mundi fáa ilt í fleiri vestmenningar, tá Kyndil í evstu løtu fekk brotskast, men dómararnir siga seg ikki ivast í, at avgerðin var røtt Mynd: Álvur Haraldsen Stjórnarskifti. Dánjal Andreasen takkar fyri seg í FSF-høpi, og biðjur Óla Holm vælkomnan í formanssessin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 17 16