Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 6. apríl 2004 19 Jónleif Sólsker hugs- aði ongantíð um møguleikan fyri at brenna, tá hann varð settur at kasta sein- asta og avgerandi kastið leygardagin MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at ivast í, hvør størsta hetjan hjá Kyndli var leygardagin. Jónleif Sólsker tóktist hendan dagin at hava gloymt alt um tey mongu árini, sum hann hevur á baki, og við seinasta brots- kastinum gjørdist hann so eisini hetjan, sum øll skuldu klemma, tá dysturin var lokin. Og hóast tað ikki er nakað ivamál, at trýstið undir slíkum umstøðum sum við brotskastinum er stórt, so var møguleikin at kiksa ongantíð nakað, sum Jónleif hugsaði um. - Man skal skora. Ein slíkur møguleiki má ikki misnýtast. Tað er so sera einfalt, helt hann. Men ellivu sekund undan hesum vótu tit aftanfyri. Roknaði tú tá við, at tit høvdu tveitt alt burtur? - Ja. Tað ivaðist eg ikki í. Men vit høvdu so hasi sekundini eftir, og Jacob setti sær so fyri, at hann skuldi ígjøgnum, og so fingu vit hendan seinasta møguleikan. Einki problem Umframt málið, sum sendi gullið í føvningin á Kyndli, so var Jónleif ivaleyst besti leikarin á vøllinum leyg- ardagin. Kanska saman við Inga Olsen, og hetta tykist prógva, at tað júst er í slík- um dystum, at teir gomlu sirkushestarnir av álvara vakna. - Tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum, so verður man av álvara tendr- aður. Karmarnir eru í topp, og við einum meistaraheiti upp á spæl, so mást tú svingja teg heilt upp. Og upplívgaður sum hann var mitt í manna- múgvuni, so staðfesti Jón- leif, at slíkir dysitr av álvara eru við til at halda huganum til hondbóltin uppi. Í øllum førum svaraði hann ógvuliga avgjørdur, tá vit spurdu, um hann ein slíkan dag kendi tað so, at hann kundi tikið fleiri ár afturat. - Uttan nakað problem. Komandi ár ætli eg mær so í øllum førum at vera við. Hjá Róki Nielsen var talan um triðja FM- gullið í ár. Hetta tykist tó á ongan hátt at hava tikið róliga leikaran á bóli, og enn sigur hann bara, at eitt fast pláss á Kyndils-liðnum er málið hjá sær MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er neyvan nakað at ivast í, at Kyndi í Róki Nielsen hevur ein av leik- arunum, sum tey í felag- num rokna sær nógv av framyvir. Eftir at hann fyrr í vetur hevur vunnið gull í dreingj- um 16 og mansunglingum, kundi hann leygardagin eisini rópa seg føroyameist- ara í manshondbólti, og tó at hann ikki hevur verið so nógv á vøllinum, so kendi hann seg sum ein part av liðnum. Og tað var jú liðið, sum vann gullið. - Eg havi vant meira ella minni fast við teimum nú í hálvt annað ár, og eg havi alla tíðina kent meg væl millum teir meira garvaðu. Eg haldi eisini, at teir hava dugað sera væl at fáa meg við í hópin, so eg havi alla tíðina kent meg sum part av hesum. Tá ein leikari soleiðis fer avstað við trimum gull- merkjum – umframt eitt gull í steypakapping – er sjálvsagt, at nógv fylgja væl við menning hansara, og Rókur var í øllum førum skjótur at staðfesta, at hetta so ikki skuldi verða sein- asta gullmerkið. - Eg fái so ikki gull í dreingjum 16 næsta ár, men eg ætli mær so at koyra á. Málið hjá mær er fyrst og fremst at vinna mær fast pláss á besta liðnum, og so má restin koma so líðandi heldur hann. Og landsliðið er ikki nakað, sum tú ert farin at droyma um enn? - Nei. Tað má koma seinni, men hinvegin haldi eg tað vera sera harmiligt, at HSF ikki longur hevur U-landsliðini. Sjálvur havi eg til dømis ongan tíð havt møguleika at spæla á nøkr- um landsliði, og fyri menn- ingina av leikarunum er hetta sjálvandi spell. - Einn meira keðiligt er tó, at hetta lættliga kann kosta hondbóltinum nógvar góðar leikarar. Sjálvur kenni eg fleiri dømi um góðar hondbóltsleikarar, sum hava tikið fótbóltin framum, tí teir her kunnu fáa fleiri avbjóðingar, og tað er spell. Eg veit væl, at tað er ein spurningur um pengar, og at ráðini ikki eru til alt. Men tað er eisini spurningur um prioritering, og so nógv kosta landsliðs- ferðirnar jú heldur ikki. Vit hava í Kyndli sjálvir savnað saman, tá leiðin hevur gingið til Dronninglund, so tað mátti verið gjørligt hjá HSF at gjørt okkurt slag av arbeiði fyri yngru liðini, heldur ein hóast alt fegin Rókur at enda. Og hví skuldi hann ikki verið tað. Trý meistara- og eitt steypaheitið í einum og sama kappingarári er í øllum førum nakað serligt. Men talentið er kanska eisini heilt serligt. Man skal skora Trífaldur føroya- meistari - Sjálvur kenni eg fleiri dømi um góðar hondbóltsleikarar, sum hava tikið fótbóltin framum, tí teir her kunnu fáa fleiri avbjóðingar, sigur Rókur Nielsen, sum saknar ungdómslandsliðini hjá HSF Mynd: Álvur Haraldsen - Man skal skora. Ein slíkur møguleiki má ikki misnýtast. Tað er so sera einfalt, helt Jónleif um brotskastið, sum vissaði Kyndli gullmerkini Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 67 - 6. apríl 2004 C M Y K 18 Kvinnudysturin mill- um Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi leyg- ardagin hevði ongan týdning, men álíkavæl vóru ikki færri enn 500 áskoðarar til dystin, men teir bíð- aðu allir bara eftir mansdystinum millum somu feløg HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað man verða langt síðani, at tað hava verið so nógvir áskoðarar til ein heimadyst hjá kyndilskvinnum, sum tað vóru leygardagin. Longu tá kvinnudysturin byrjaði, var heilt fitt av fólki komin niðan á Háls, tí tey vildu verða vís í at fáa pláss í høllini til mansdyst- in. Teir mongu áskoðararnir vóru vitnir til ein ógvuliga taman kvinnudyst, har Kyndil slapp at fylgja eitt sindur betur við mótstøðu- liðnum, enn tær leingi hava gjørt. Marginalspælarar royndu seg Tað var ógvuliga sjónligt, at dysturin leygardagin ongan týdning hevði. Báðir venjararnir lótu so at siga allar spælararnar fáa fitt av spælitíð, og serliga hjá VÍF fingu nógvir av vanligu m a rg i n a l s p æ l a r u n u m nógva spælitíð. Av somu orsøk óivað bleiv ongantíð talan um nakað veruligt sorl, soleiðis sum nógv kanska høvdu væntað. VÍF legði seg beinan vegin greitt á odda, men spakuliga kom Kyndil inn aftur í dystin, uttan at tær á nakran hátt kundu hótta leiðsluna hjá vestmanna- kvinnum. Hjá VÌF lá tað serliga væl fyri at skora upp á skjótálop, og tað hendi ferð aftaná ferð, at serliga Nikolina Eyðbjørnsdóttir streyk avstað og skoraði, áðrenn kyndilsverjan kom aftur. Dysturin var sum heild ógvuliga tamur, og ikki var nógv ferð á spælinum hjá báðum liðum. VÍF hevði tó allatíðina tamarhald á støð- uni, og hóast Kyndil við einari góðari byrjan upp á seinna hálvleik av álvara nærkaðist VÍF, kom tað ongantíð spenningur í dyst- in. Tí tá ið Kyndil var kom- ið nóg nær, setti VÍF ferð- ina upp, og so gekk bert lítil løta, so høvdu tær aftur lagt sjógv millum seg og heima- liðið. Ein profilur takkaði fyri seg Dysturin leygardagin var eisini seinasti dysturin hjá einum profili í føroyskum kvinnuhondbólti. Eiðis- kvinnan Alis Høghamar, sum nú í fleiri ár hevur leikt við VÌF, takkaði fyri seg í bestu kvinnudeildini. Alis hevur ikki spælt nógv síðstu tíðina, men í dystin- um leygardagin fekk hon tó nakrar minuttir á vøllinum, so at hon fekk sagt ordiliga farvæl. Áðrenn Alis kom til VÌF, leikti hon í fleiri ár við Skála, sum tá var fremsta kvinnuliðið í Føroyum. Dysturin í tølum Kyndil-VÌF 16-30 (6-11) Kyndil: Randi Wardum 7, Sabine Frølund 3, Annika Thomsen 3, Anja Heina- dóttir 2, Ann-Mari Wang 1 VÍF: Irina Radovici 7, Ioana Rapa 7, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Sóley Mikkelsen 6(3), Fríða Marjunardóttir 2, Torgunn Johansen 1, Jacklin Dur- huus 1 Brotskøst: Kyndil 1(0), VÍF 4(3) Útvísingar: Kyndil 1 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen - tóku tað eins róligt og leikarnir, og har var einki at seta fingurin á Kyndil-VÌF 16-30 (6-11): 500 áskoðarar til kvinnudyst á Hálsi Alis Høghamar takkaði fyri seg við dystinum móti Kyndli leygardagin. Her er hon avmyndað saman við tveimum av systkinabørnunum, sum skuldu í eldin í gullbrakinum hjá monnunum Mynd: Álvur Haraldsen Høng Gymnasium og HF www.hoeng-gymhf.dk tlf.:+45 5885 2636 Á Høng Gymnasium hendur tað eisini naka, tá ið klokkan hevður ringt út Gymnasium og HF – skeið við kostdeild. Ring ella hygg á heimasíðu okkara.