Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

einum skaddur Jacob Jóns- son, sum tó noktaði at geva skarvin yvir. Vestmenningar settu framvegis álitið á Inga, og tað tóktist ganga rætta veg- in hjá teimum, tá Johnny Joensen so eisini kom á vøllin. Ikki minst tí hetta var við til at geva VÍF eitt sindur av strikuspæli, so- leiðis at 3-2-1 verjan hjá Kyndli kundi opnast. Gummiarmar Og so kom veruligi drama- tikkurin, sum enn einaferð staðfesti, at tað er í teimum seinastu minuttunum, at dystir kunnu vinnast ella tapast. Kyndil tóktist hava opna leið til meistaraheitið, tá Ken Zachariasen fimm minuttir fyri tíð økti til 28- 25. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so fekk Daniel Rápa um somu leið sína tríðju útvísing. Men gummiarmarnir hjá Kyndli tóktust ikki koma niðuraftur. Vestmenningar noktaðu at geva seg yvir, og við málum frá Inga og Johnny vunnu teir undir- talsstøðuna 2-0. Um Finnur Hansson eftirfylgjandi fer at hava marrudreymar um hesa seinastu løtuna, so er tað væl skilligt. Hóast yvirtalið legði upp til ein róligan endaspurt hjá Kyndli, so var hetta ikki tað, sum hann vildi. Vestmenningar fingu eisini enn eina útvísing tveir minuttir fyri tíð, men tá Finnur so skeyt púrasta óneyðugt, sluppu undir- mannaðu gestirnir aftur á talvuna. Ein minuttur eftir og javnleikur á talvuni. Birgir Hansen hevði ikki nýtt sítt time-out, og nú kallaði hann leikararnir inn til eina seinastu ráðlegging. Og í yvirtali skuldi tað borið til hjá Kyndli at hildið fast um javnleikin við seks leikarum móti fimm, men hetta kiksaði tó. Púra óneyðugt royndi Finnur seg fimtan sekund fyri tíð við skoti, og so gekk skjótt hinvegin. Johnny Joensen varð send- ur avstað, og tá Johan Danielsen varð fangaður á millumhond, fekk hann bert lofta leysa vestmenning- inum. Brotskast til VÍF og reytt til Johan. Ingi Olsen helt høvdið kalt, og fyri fyrstu ferð í dystinum var tað nú VÍF, sum líkist meistaranum, men soleiðis skuldi tó ikki verða. Seinastu álopsroyndina tveitti Kyndil alt fram. Málverjin varð tikin út, so spælið úti á vøllinum fram- vegis var seks móti fimm. Fyrst vunnu teir sær tríggj- ar metrar, og tá Jacob so varð tikin í gjøgnumbrots- roynd, ýldi dómarafloytan aftur. Vestmenningar vóru nærum sansaleysir í øði, tá dómararnir peikaðu á brotskast-strikuna, men hóast mótmælini vóru bæði drúgv og harðlig, so stóð hetta ikki at vika. Ken Zachariassen hevði longu sent trý brotskøst á rað í kassan, men hesaferð varð ábyrgdin løgd yvir á Jónleif Sólsker. Handritið kundi neyvan verið betri skrivað enn tað sama, nú stóri leikarin hjá Kyndli í hesum dystinum – sum kanska verður hansara seinasti á besta liðnum – kundi endað alt við einum gyltum brotskasti. Alternativið var sjálv- andi, at Jónleif gjørdist stóri syndarin, sum ikki megnaði at fullføra verkið, men hetta gjørdist tó ong- antíð eitt tema. Vøllurin mundi longu undan sein- asta kastinum vera hálv- fullur av áskoðarum. Onk- rir av leikarunum tordu ikki at hyggja at, men skjúttin var ísakaldur. Bólturin varð at kalla sleptur upp um høvdið á Eli Müller, og so var Kyndil meistari. Jónleif sjálvur sakk niður á vøllin- um, og meðan liðfelagar og áskoðarar tustu móti hetj- uni, skúmaði vreðin á vest- menningunum. Ikki færri enn trý reyð kort vórðu drigin fram, meðan dómar- arnir royndu at fáa skil á, men hesi broyttu sum so einki. Kyndil hevði tryggjað sær meistaraheitið, og tó at man kennast sum ein fátøk hjá vestmenningunum, so vóru teir hendan dagin við til at skriva ein part av føroyskari hondbóltssøgu. Teir vóru partur av kanska mest spennandi dystinum í føroysku hondbóltssøguni. Dysturin í tølum Kyndil-VÍF 29-29 (13-10) Málskjúttar Kyndil: Jacob Jónsson 8, Ken Zachariasen 5(3), Janus Einar Sørnnsen 5, Jónleif Sólsker 4(3), Josef Abrahamsen 2, Høgni Klein 2, Finnur Hansson 2, Hans Áki Dal Christiansen 1 VÍF: Ingi Olsen 15(6), Sámal Joensen 4, Johnny Joensen 3, Áki Olsen 2(1), Harald Bjørgvin 1, John Zachariassen 1, Agnar Joensen 1, Petur Frank Joensen 1, Daniel Rápa 1 Brotskøst: Kyndil 8, VÍF 7 Útvísingar: Kyndil 7, VÍF 9 Diskvalifikatiónir: VÍF 5 (3 beinleiðis reytt og 2 fyri 3X2 minuttir) Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Tóktust hava trupulleikar í intensu upp- gerðini, og ikki minst var tað harmiligt, at teir í nógv- um førum vóru ov skjótir við floytuni, soleiðis at gjøgnumbrot í fleiri førum vórðu steðgað ov tíðliga. Tað var kanska ikki tann best leikti hond- bóltsdysturin nakran- tíð, men spenningur- in seinastu minuttir- nar á Hálsi kennir neyvan sín líka, og seinasta brotskasts- skoringin frá Jónleif Sólsker kundi eins væl verið tikin bein- leiðis úr ævintýra- heiminum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 13 sekund eftir. Brotskast til VÍF. Ingi Olsen skorar, og brádliga stendur mest sum greitt, at VÍF verður føroyameistari í manshond- bólti. 2 sekund eftir á klokkuni. Jacob Jónsson hevur vunn- ið sær og Kyndli eitt sein- asta brotskast. Jónleif Sól- sker, sum hevur verið stóri maðurin í dystinum ger seg til at skjóta. Og tá bólturin verður sendur í netið, er alt á gosið. Kyndil er føroya- meistari í manshondbólti fyri fyrstu ferð í átta ár. Undan hesum skuldi tó ein av mest spennandi dyst- unum í føroysku hondbólts- søguni avgreiðast. Ein dystur, sum hevði snøgt sagt alt. Fram um alt in- tensitet, men har var eisini tað mesta av hinum. Per- fektir karmar til ein veru- ligan stórdyst, dramatikkur og sanniliga eisini gott spæl til tíðir. Og leingi var eisini líkt til, at stóri týdningurin av dystinum hevði bitið eitt álvarsligt merki í fleiri av leikarunum. Kanska var tað ógvuliga sigandi í so máta, at tað var Ingi Olsen, sum stóð fyri teimum báðum fyrstu málunum í dystinum. Fáur leikari hevur sum hann somikið ofta verið partur av slíkum uppgerð- um, og heldur enn at gerast ovurspentur, tóktust um- støðurnar at fáa tað besta fram í honum. Hjá Kyndli var støðan hesa fyrstu løtuna nakað øðrvísi. Spælið tóktist als ikki at koyra eftir vild, og tó at talan helst mundi vera um jokaran hjá liðnum, so valdi Birgir Hansen longu eftir fimm minuttum at tveira Jónleif Sólsker inn í dystin. Ein gerð, sum venj- arin so onga orsøk yvir- høvur til at iðra seg um. The very best of Sólsker Tað broytti nevnliga full- komuliga dystin, at Jónleif kom inn á vøllin. Sum spæl- stýrari hevur hann neyvan sín líka í landinum, og hóast beinini ikki eru vorðin skjótari við árunum, so er neyvan heldur nakar, ið á sama hátt megnar at brúka innaru síðuna á høvdinum. Til tíðir tóktist tað soleið- is, at Jónleif nú skuldi prógva, hvat 20 ár í fremstu føroysku hondbóltsdeildini hava givið honum, og áskoðararnir fingu so eisini at síggja, aldurin ikki er nøkur forðing fyri fríspæl- ingum, gjøgnumbrotum og øðrum lutum, sum allir hava tað til felags, at teir gera ein hondbóltsdyst til eina hugaliga uppliving. Og í sínum lagi, so royndi Ingi Olsen at svara aftur. Kyndils-verjan hevði annars fingið eitt sera gott tak á tí allar mesta av tí, sum VÍF borðreiddi við, men liðskiparin tóktist bara gera, júst soleiðis sum hon- um lysti. Samanlagt gjørdist talan um ikki færri enn 15 mál frá Inga, og tað sigur kanska heldur ikki so lítið um, hvussu stórur partur av byrðunum í dystinum var á hansara herum. Opið stríð Kyndil hevði vunnið seg trý mál framum í steðginum, og mett eftir spælinum, so tóktist gulið nú vera ávegis til grøna havnarfelagið. Rómurin á áskoðara- plássunum var sum vera man góður, og fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin kom av álvara lív í. VÍF legði fyri við at toga øll trý málini innaftur, soleiðis at tað aftur stóð á jøvnum. Guli parturin av áskoðarafjøldini gjørdist nú alt mera ljódlig- ur, men tá Kyndil so svaraði aftur, kom lív í tann veing- in. Og so var talan veruliga um stríð millum tvey rov- djór. Báðir partar royndu av øllum alvi at knúska mót- støðuna niður. Kyndil fram- vegis fyrst og fremst við Jónleifi Sólsker, sum tó eisini fekk góða hjálp frá Kyndil-VÍF 29-29 (13-10): Faaantastiskt Jónleif Sólsker hevur sett seinasta bóltin í netið, og Kyndil eru Føroyameistarar fyri fyrstu ferð í átta ár. Á innsettu myndini støðan, sum førdi brotskasti við sær Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 67 - 6. apríl 2004 21 21 20 Nr. 67 - 6. apríl 2004 C M Y K 20