Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 6. apríl 2004 23 23 22 Nr. 67 - 6. apríl 2004 Liðskiparin hjá Kyndli helt, at tá alt kemur til alt, so vóru teir uppibornir før- oyameistarar hetta kappingarárið MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teir áskoðarar, sum ikki høvdu eyguni vent beint ímóti VÍF málinum sein- astu sekundini av dystinum leygardagin, varnaðust kanska, at ikki allir leikarar tóktust hava nervar at hyggja at hesa løtuna. Ein av hesum var liðskip- arin hjá Kyndli, Hans Áki Dal Christiansen. Við troyggjuni til at krógva andlitið stóð hann uppi við Kyndils-málið, og heldur enn at hyggja at brotskast- inum, stardu eyguni út í tóman heim móti gongini, men eftir dystin helt hann fyri, at hetta ikki hevi nak- að við nervar at gera. – Nei. Eg fyrireikaði bara ein jubel-scenu, tí eg vist, at Jónleif fór at skora. Men tá hann so hevði gjørt tað, gloymdi eg alt um hetta, og rann bara yvir. Tøkk fyri stuðulin Um dystin sjálvan helt Hans Áki annars, at hann gjørdist júst so torførur, sum hann hevði roknað við. Og hann legði afturat, at hann hevði roknað við velduga endaspurtinum frá VÍF, sum mundi ognað teimum gullið. – Vit hava altíð ein niðurtúr í hvørjum hálv- leiki. So eg visti av vand- anum. – Og tað var so eisini um reppið, at vit mistu tað heila, men kortini haldi eg, at vit eru røttu vinnararnir í ár, tá tikið verður saman- um. Eisini hóast tað ikki vóru allir VÍF-leikararnir, sum vildu taka í hondina á okkum eftir dystin. Sjálvir eri eg bara glaður, og lat meg so at enda senda eina lítla heilsan til áskoðarar- nar. Tit vóru fantastiskir í dag! Ingi Olsen staðfesti eftir dystin, at tað var eitt groft dómaramis- tak, sum gav Kyndli gullið HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at siga til, at tað var ein vónbrotin Ingi Olsen, sum vit fingu orðið á í løtunum eftir javnleikin á Hálsi. 13 sekund fyri leiklok tóktist hann hava skotið gullið til Vestmanna, men alt stríðið tóktist nyttuleyst, tá Kyndil kortini í seinastu sekundunum fekk javnað. Og tað við einum brots- kasti, sum vestmenningar- nir høvdu ilt við at góðtaka. – Lat meg sjálvandi fyrst ynskja Kyndli tillukku. Teir eru kanska liðið, sum mett yvir kappingarárið eigur hetta uppiborið, men teir skuldu ikki fingið javnleik- in í dag. – Dómararnir tóku meist- araheitið frá okkum við hasum brotskastsdóminum. Tað eri eg sannførdur um. Hatta hevði einki sum helst við brotskast at gera. Óluksáligt Men mitt í øllum vónbrot- inum, so kundi Ingi tó fegn- ast um, at teir høvdu verið við til at givið áskoðar- unum eina fantastiska hondbóltsuppliving av slík- um slag, sum sjáldan er sædd her á landi. – Hetta er akkurát tað, sum vit høvdu vónað. Karmarnir vóru fantastisk- ir, og dysturi gjørdist akku- rát so spennandi, sum nógv høvdu roknað við. Bara óluksáligt, at tað skal vera ein so grovur feilur, sum avgerð meistaraheitið. Tað havi eg sera trupult við at góðtaka, segði ein vónbrot- in Ingi Olsen at enda. Hóast hann illa fekk spælt fyri pínu, so stríddi Jacob Jónsson seg ígjøgnum allar 60 minuttirnar, og hann átti so sanniliga sín stóra lut í meistara- heitinum MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ein púrasta ferdigur Jacob Jónsson, sum vit fingu orðið á í sigursløtuni hjá Kyndli leygardagin. At kalla allan dystin hevði hann spælt við stórari pínu, tí ein samanbrestu í fyrra hálvleiki hevði kostað honum eitt rivjabein ella tvey, men kortin inoyddi hann seg at spæla. Og treiskni merkti so eisini, at hann var maðurin, sum við seinastu gjøgnum- brotsroyndini fekk fram- tvingað avgerandi brots- kasti, men hvat helt Jacob sjálvur um avgerðina hjá dómarunum. Var hon røtt? – Nú síggi eg sjálvandi ikki støðuna, men eg royndi so av øllum alvi at bróta ígjøgnum. Eg varð tikin í hesi royndini, og so er tað upp til dómararnar at gera av, hvørt talan var um brotskast ella ikki seðgi Jacob Jónsson eftir dystin, sum kanska varð hansara seinasti í fremstu hond- bóltsrøðini. Ein dag sum leygardagin var sjálvandi eingin, sum tosaði um at gevast, men við 40 árum og 25 av hes- um í vaksnamannahond- bólti, er einki at siga til, um tankarnir skjótt fara at leita tann vegin. Og tað sigst jú, at tú skalt gevast á topp- inum. Uppibornir vinnarar – Nei. Eg fy rireikaði bara ein jubel-scenu, tí eg vist, at Jónleif fór at skora, segði Hans Áki um seinastu løtuna, tá hann tóktist krógva seg uppi á egnari hálvu Mynd: Álvur Haraldsen Hóast hann brákaði eitt riv ella tvey tíðliga í dystinum, so var tað Jacob Jónsson, sum stóð aftan fyri seinastu og avgerandi gjøgnumbrotsroyndina hjá Kyndli Mynd: Álvur Haraldsen Tóku gullið frá okkum – Dómararnir tóku meistaraheitið frá okkum við hasum brotskastsdóminum, segði Ingi Olsen Mynd: Álvur Haraldsen Moyr rivjabein C M Y K 22 Vit taka time-out í seinasta minuttinum, men hóast vit tá gera greiðar avtalur, so megnaðu vit kortini at tveita leiðsluna fyri borð, segði ein troytt- ur Kyndil-venjari eftir teir 60 minuttirnar á Hálsi leygardagin MEISTARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at siga til, um Kyndils-venjarin var móðu eftir gullbrakið leygardag- in. Ikki minst hevði hann í seinna hálvleiki roynt at brotið ljóðmúrin, sum áskoðararnir kring vøllin skaptu, men hóast nakrar av leiðbeiningunum funnu vegin fram, so mátti hann tó hjálparsleysur hyggja at seinastu løtuna, tá Kyndil tóktist tveita alt fyri borð. - Vit hava jú tamarhald á dystinum alla tíðina. Og við yvirtali og einum máli á odda, so skuldu vit megnað at hildið fast, sigur venjarin um hesa seinastu løtuna. - Tað eydnast tó teimum at javna, og tá takið eg so eisini eitt time-out, soleiðis at vit kunnu prenta inn í leikararnar, at nú mugu vit ikki tveita nakað burtur. Avtalan varð, at vit skuldu víst tol, til ein góður møgu- leiki at skjóta kom, og so gera vit akkurát ikki tað. Finnur roynir seg púra óneyðugt við einum skoti, og tá teir so skora upp á brotskastið, helt eg alt vera liðugt. Og í øllum førum skuldu vit tá hava hepnið við okkum, um vit skuldu javnað. - Vit høvdu so sjálvandi hasi sekundini afturat, og vit tóku so eisini málverjan út fyri ein útispælara, og onkursvegna so eydnaðist tað heila so kortini. Tað var fantastiskt – men sam- stundis ræðuligt. Kári í Noreg Og so kundi Birgir leggja afturat, at hjálparmaður hansara í venjarasessinum, Kári Nielsen, heldur ikki hevði havt tað so gott. Sum vit áður hava skriv- að, so fekk Kári ikki verið við til seinasta dystin. Hann skuldi ístaðin á skíðferiu í Fraklandi, men leygardagin var hann ikki komin longur enn til Noregs. - Hann hevði so fingið allan seinna hálvleik við í bilinum, men móti endan- um var hann farin út. Hann orkaði ikki at lurta meira, men støðan varð so sjálv- andi ein onnnur, tá vit fingu brotskastið, sigur Birgir flennandi. Sjálvur hevur Birgir ann- ars verið við til at vinna fleiri meistaraheiti. Og millum annað vóru bæði hann og Kári leikandi venj- arar tað árið, tá Kyndil og VÍF leiktu fýra javnleikir í einum kappingarári. - Tær ferðirnar slapp man so at spæla við. Hetta at sita uttanfyri, meðan so nógv stendur á, er so nógvar ferðir verri. Og so helt venjarin eisini at enda, at hann mátti geva nakrar rósur til leikararnar fyri avrikið. - Eg haldi serliga, at Jacob og Jónleif eru fantastiskir í dag. Longu tíðliga í dystinum fær Jacob skaða, men hóast eg spurdi hann, hvørt hann vildi skiftast út, so treiskaðist hann. Og hann er so eisini maðurin, sum fær brots- kastið. Saman við Jónleifi var hann høvuðsmaðurin í dystinum í dag, sigur venj- arin, áðrenn hann leggur afturat, at Jónleif als ikki skuldi nýtast so nógv, sum talan bleiv um. - Bæði Jónleif og Finnur vóru fyrst og fremst ætlaðir at avlasta aðrar leikarar, men byrjanin av dystinum broytir nógv í so máta. Vit fáa als ikki glið á spælið, og tí royndi eg meg so við nøkrum broytingum, sum tíbetur góvu úrslit. Og tað vísti seg akkurát at vera nóg mikið. Kári lurtaði í Noreg Tað stóð nógv á Hjá Birgiri Hansen leygardagin. Men sum skilst, so stóð enn meira á hjá starvsfelaganum, sum yvir í Noreg fekk lurtað eftir tí mesta av øðrum hálvleiki Mynd: Álvur Haraldsen