týsdagur 6. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 6. apríl 2004
25
Formaðurin í
Stjørnuni, Kristoffur
Ragnarsson, er
sjálvsagt sera væl
nøgdur við kapping-
arárið í ár, men sigur
tó, at Stjørnan fer at
styrkja um liðið til
komandi ár
HONDBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er einki at siga til, at
formaðurin í Stjørnuni er
væl nøgdur við kappingar-
árið, tá ið havt verður í
huga,
at
klaksvíkingar
vunnu tað, ið vinnast kann í
bestu
kvinnudeildini.
Stjørnan gjørdi VB bragdið
eftir frá í fjør og vann
greipuna, og tað fegnast tey
um í Klaksvík. Tò heldur
Kristoffur Ragnarsson, at
tað er neyðugt hjá Stjørnuni
at styrkja um liðið, tí hann
væntar sær nógv av havnar-
liðunum til komandi kapp-
ingarár.
Hyggja bæði
innanlands og út um
landoddarnar
Í skrivandi løtu bendir alt á,
at allir spælararanir hjá
Stjørnuni halda fram kom-
andi ár, og tað fegnast for-
maðurin í Stjørnuni sjálv-
sagt um. Hann sigur tó, at
felagið ætlar at styrkja um
hópin til komandi ár, og í
hesum
sambandi
sigur
hann, at Stjørnan fer at
hyggja bæði uttanlands og
her heima eftir spælarum,
sum kunnu styrkja um tann
frammanundan sterka hóp-
in hjá Stjørnuni.
Kristoffur
Ragnarsson
sigur seg vænta, at havnar-
liðini bæði, Neistin og
Kyndil, fara at styrkja seg
munandi til komandi kapp-
ingarár, og tískil verður tað
neyðugt hjá Stjørnuni eisini
at styrkja seg, so at tær ikki
verða koppaðar av trúnuni.
Tí sum hann sjálvur sigur
tað, so skal Stjørnan gera
okkurt eyka, um tær fram-
haldandi ætla sær at verða
framman fyri hini liðini.
Um útlitini fyri kvinnu-
hondbóltinum í Klaksvík
sigur Kristoffur Ragnars-
son, at tey eru heilt góð, tí
fleiri av gentuliðunum hjá
Stjørnuni standa seg heilt
væl. Fleiri ungir spælarar
nærkast alsamt besta liðn-
um hjá Stjørnuni, og tað er
bara gleðiligt, sigur for-
maðurin í felagnum. Venj-
arin hjá besta kvinnuliðn-
um, Rógvi Nielsen, bleiv
undan hesum kappingar-
árinum settur sum ung-
dómsvenjari, og tað væntar
Kristoffur Ragnarsson fer
at geva úrslit komandi ár.
Vóna at Rógvi heldur
fram
Enn eru venjaraviðurskift-
ini til komandi ár ikki kom-
in upp á pláss, men Krist-
offur Ragnarsson sigur seg
vóna, at Rógvi Nielsen fer
at halda fram. Felagið hev-
ur fult álit á Rógva, og tey
eru sjálvsagt stak væl nøgd
við tað arbeiði, ið hann
hevur gjørt. Rógvi er sátt-
málabundin við Stjørnuna í
tveir mánaðir afturat, men í
næstum fer Stjørnan at taka
upp samráðingar við unga
havnarmannin um at longja
sáttmálan.
Uppbakningurin
til
Stjørnuna hevur verið ótrú-
ligur í Klaksvík, og for-
maðurin sigur, at tað hevur
verið rættuliga lætt at reka
felagið, við tað at stuðlarnir
hava verið ómetaliga góðir,
sigur Kristoffur Ragnars-
son. Í løtuni umhugsa tey í
Stjørnuni eisini, um felagið
skal bjóða seg fram til at
luttaka
í
europeiskum
hondbólti
til
komandi
kappingarár, men tað er alt
ein spurningur um pengar,
sigur Kristoffur Ragnars-
son, Hann sigur tó, at enn
er møguleikin langt frá av-
skrivaður,
men
verður
gjølla umhugsaður. Um so
er, at felagið fer upp í
europeiskan hondbólt, er
tað ein stor gularót fyri
spælararnar, og somuleiðis
kundi tað eisini verið nak-
að, ið lokkaði aðrar leikarar
til felagið.
Tað var líka við, at
føroyameistararnir úr
Stjørnuni mistu stig í
sínum seinasta dysti í
hesum kappingar-
árinum, tá ið Neistin
vitjaði í einari
fullsettari KÍ-høll
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Lagt var upp til veitslu í KÍ-
høllini, tá ið Neistin var og
vitjaði føroyameistararnar
úr Stjørnuni leygardagin.
Høllin var so at siga full, og
klaksvíkingar høvdu gjørt
nógv burtur úr at heiðra
sínum
gullkvinnum.
Ballónir vóru sleptar undan
loftinum, og allir teir
mongu áskoðararnir fingu
ókeypis kaffi og køkur,
sum Stjørnan bjóðaði.
Skaði hjá Lidiu vendi
dystinum
Í byrjanini av dystinum
gekk tað, sum tey flestu
høvdu væntað. Stjørnan
byrjaði væl betur enn gest-
irnir, og tað gekk ikki long
tíð, so hevði heimaliðið lagt
seg á odda við fýra málum.
So hvørt sum fyrri hálv-
leikur leið, vaks munurin
millum liðini, og stutt fyri
hálvleik var Stjørnan sjey
mál framman fyri, 14-7!
Tíverri fyri Stjørnuna hendi
so tað, at sterki málverjin
hjá
klaksvíkskvinnum,
Lidia Vladic, fekk ein
skaða
í
tummulin
og
noyddist av vøllinum. Hetta
ávirkaði beinan vegin verj-
una hjá heimaliðnum, og
spakuliga nærkaðist Neist-
in føroyameistarunum.
Tað gekk heldur ikki long
tíð, so var havnarliðið kom-
ið á odda. Einans seks min-
uttir vóru leiktir av seinna
hálvleiki, so var Neistin
komin á odda 16-15, og tær
hildu seg framman fyri
Stjørnuna líka inntil slakir
fimm minuttir vóru eftir at
leika. Tá Lidia kom inn
aftur í málið hjá heimaliðn-
um, sást hetta beinan vegin
aftur á spælinum hjá klaks-
víkskvinnum.
Stjørnan
kom aftur á odda 22-21, og
løtu seinni økti liðskiparin
hjá
heimaliðnum,
Una
Olsen, til 23-21, og tey
flestu hildu, at nú var
sloppið hjá Stjørnuni. So
var tó ikki, tí fyrst minkaði
Lina Andriulyte um munin
fyri Neistan til 22-23, og
ein lítlan minutt seinni
javnaði strikuspælarin hjá
Neistanum, Marjun Trónd-
arson, til 23-23. Stjørnan
fór fram í álop, og tað
eydnaðist Alinu Olaru at
skora til 24-23, og nú vóru
bert tveir minuttir eftir at
leika. Neistin royndi at
javna enn einaferð, men tað
eydnaðist teimum ikki, og
tískil kundu teir mongu
áskoðararnir fegnast saman
við Stjørnuni um greipuna,
uttan at havnarliðið slapp at
spilla nakað av sigursróm-
inum.
Dysturin leygardagin var
góður og sera spennandi,
og teir mongu áskoðararnir
fingu fullan valuta fyri
pengarnar.
Eftir
dystin
fingu
klaksvíkskvinnur
føroyameistarasteypið og
gullmedaljur handað, og
rómurin í KÍ-høllini var
sum vera man óførur.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Neistin
24-23
(14-10)
Stjørnan: Joan M. Djordje-
vic 6(4), Alina Olaru 5,
Una Olsen 4, Katarina Ste-
panov 3, Anna Kristina
Samson 2, Annika Ljós-
stein 2, Bára Skaale Klak-
stein 2
Neistin: Lina Andriulyte 8,
Simona Dzygite 6, Marjun
Tróndarson 5, Lív Sørensen
3, Susan Brockie 1
Brotskøst: Stjørnan 6(4),
Neistin 2(0)
Útvísingar:
Stjørnan 1,
Neistin 1
Dómarar:
Kristian
og
Karstin Joensen
Stjørnan-Neistin 24-23 (14-10):
Stóð nógv á hjá meistarunum
Tað var um reppið, at Stjørnan í seinasta dystinum á árinum mátti taka til takkar við javnleiki,
men í evstu løtu eydnaðist Alinu Olaru at vissa teimum sigurin, sum tó ikki hevði annað enn
moralskan týdning
Mynd: Bárður Lydersen
Stjørnan ætlar at styrkja um liðið
til komandi ár
Hóast árið í ár gekk framúr væl, so hava tey í Stjørnuni ætlanir
um at styrkja enn meira um liðið til komandi kappingarár
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 67 - 6. apríl 2004
Í síðsta leikumfari í
hesum kappingarár-
inum spældu strand-
ingar og kollfirðingar
ein sera taman dyst á
Skála, sum StÍF vann
við tveimum málum
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hvørki strandingar ella
kollfirðingar høvdu tað
stóra at spæla fyri í dyst-
inum sínamillum í høllini á
Skála leygardagin. Undan
dystinum var greitt, at
strandingar endaðu á fjórða
plássi í kappingini, meðan
kollfirðingar endaðu síð
um síð við hoyvíkingar í
botninum.
Strandingar
høvdu munin
Fyrstu løtuna av dystinum
var tað heilt greitt heima-
liðið, ið var omaná. StÍF
legði seg á odda tíðliga í
dystinum, og teir hildu seg
framman fyri kollfirðingar
allan fyrra hálvleik. Longu
tá ið fyrri hálvleikur var
okkurt um hálvrunnin, var
heimaliðið komið á odda
við fýra málum, men tað
eydnaðist tó KÍF at minka
um munin niður í tvey mál,
áðrenn farið var til hálv-
leiks. Í seinna hálvleiki
hildu kollfirðingar fram við
at bíta frá sær, og hóast
strandingar royndu hvat teir
vóru mentir, eydnaðist tað
ikki teimum at sleppa leysir
av KÍF, sum bleiv við at
hanga í.
Tá ið komið var út um
hálvan seinna hálvleik,
kom KÍF upp á javnleik 22-
22, tá ið Damir Oros sendi
eitt brotskast í netið, og
bert lítla løtu seinni eydn-
aðist tað Gert Hansen hjá
KÍF at leggja kollfirðingar
á odda 23-22!
Nú kom rættuligur spenn-
ingur í dystin, og liðini
bæði skiftust um at skora.
Strandingar vóru tó oftast
tað eina málið framman-
fyri, men kollfirðingar
vildu ikki sleppa endanum
og blivu við at hanga í. Tá
ið ein góður minuttur var
eftir at leika, var StÍF á
odda við tí eina málinum
30-29, og samstundis fingu
teir
brotskast.
Sveinur
Justinussen var settur at
skjóta, men hann brendi, og
nú
fingu
kollfirðingar
møguleika fyri at javna í
seinasta minuttinum. Tað
eydnaðist tó ikki KÍF at
javna til 30-30, og ístaðin
kundi Sveinur Justinussen
gera skaðan góðan aftur og
í seinastu sekundunum
skora til endaliga úrslitið
31-29 til StÍF.
Liðugt fyri í ár
Hetta var seinasti dysturin
hjá hesum báðum liðunum
í hesum kappingarárinum,
og ymiskt er, hvussu tey
hava staðið seg. Stranding-
ar vóru føroyameistarar í
fjør, men tað eydnaðist
teimum ikki at endurvinna
meistaraheitið. Hinvegin
eydnaðist tað teimum at
vinna steypakappingina, og
tað fegnast teir óivað um á
Strondum, hóast tað ikki er
tað sama sum meistaraheit-
ið. StÍF var leingi væl við í
kappingini um FM-heitið,
men snávaðu móti end-
anum. Tað skal eisini sig-
ast, at StÍF var óheppið við
skaðum til so týðandi leik-
arar sum Sveinur Justinus-
sen og leikandi venjaran
Marian.
Kollfirðingar endaðu aft-
ast í landskappingini, men
teir hava onga orsøk til at
skammast, tí teir hava
koppað fleiri av fremru lið-
unum í hesum kappingarár-
inum. Kollfirðingar hava
eisini verið meint raktir av
skaðum, og tað merkist væl
hjá einum liði, har hópurin
ikki er serliga breiður
frammanundan.
Dysturin í tølum
StÍF-KÍF 31-29 (16-14)
StÍF: Sveinur Justinussen
7, Arthur Johansen 7, Borg-
ar Danielsen 4, Alexandur
Johansen 4, Jón Rasmussen
4, Mihai Marinescu 2,
Andre Danielsen 2, Leivur
Justinussen 1.
KÍF: Damir Oros 8(3),
Rógvi Weihe 6, Petur Mart-
in Poulsen 5, Gert Hansen
5, Mirko Milinkovic 4,
Teitur Joensen 1.
Brotskøst: KÍF 3.
Útvísingar: StÍF 4, KÍF 3.
Dómarar: Høgni M. Joen-
sen og Brandur Johansen.
VB gjørdi sína skyldu
og vann eisini ársins
seinasta landskapp-
ingardyst, tá tær á
Giljanesi vunnu ein
greiðan sigur á Sølj-
uni
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Undan dystin á Giljanesi
var longu greitt, at VB
hevði tryggjað sær silvur-
merkini, eftir at tær undan-
farna vikuskifti noyddust at
lúta fyri Stjørnuni í Vági.
Søljan hevði undan dyst-
inum leygardagin tó ein
møguleika fyri at koma av
næstaftasta plássi og fara
fram um StÍF á fimta plássi
við einum sigri.
Søljan helt tørn
í 10 minuttir
Fyrstu løtuna sást tað ikki
serliga væl, at talan var um
ein dyst millum topp og
botn, tí liðini bæði fylgdust
javnt teir fyrstu tíggju
minuttirnar, men so tók VB
sær um reiggj og fekk sær
eina trygga leiðslu. Eftir at
tað hevði staðið á jøvnum
5-5, fór VB upp á 11-5, og
so var dysturin longu av-
gjørdur. Vágskvinnur hildu
fram við at økja um leiðsl-
una allan fyrra hálvleik, so
at tá ið dysturin var hálv-
runnin, var VB á odda heili
23-11. Stóri spælarin hjá
VB í fyrra hálvleiki og í
dystinum sum heild var
óivað Gurið Mortensen,
sum skeyt ikki færri enn
níggju mál fyri steðgin og
trettan tilsamans í øllum
dystinum.
Í seinni hálvleiki tóku
vágskvinnur sær eitt sindur
av løttum, og tað førdi við
sær, at heimaliðið megnaði
at halda tørn og enntá at
pynta eitt lítið sindur um
úrslitið. Sum ikki einaferð
var tað Heidi Maria Aksel-
sen, sum gekk á odda hjá
Søljuni saman við Nicoletu
Radu. Tað hevði verið
rættiliga áhugavert at sæð
ein leikara sum Heidi
Mariu á einum toppliði, tí
hon tykist hava evnini til at
verða við millum tær allar-
bestu. Við henni á odda
eydnaðist tað Søljuni at
vinna seinna hálvleik móti
VB við trimum málum, so
at endaliga úrslitið á dyst-
inum gjørdist 38-29 til VB,
sum fór suður aftur til Vágs
við silvurmedaljum um
hálsin.
Skrivarin fær átalu
Um nakar serligur drama-
tikkur hevur verið í sam-
bandi við dystin, skal her
verða ósagt, men heilt frið-
arliga hevur alt ikki gingið
fyri seg. Á dómaraseðl-
inum stendur nevnliga ein
viðmerking frá dómarunum
at lesa, har teir skriva, at
skrivarin við dómaraborðið
hevur serstakliga ringan at-
burð mótvegis dómarunum.
Hetta er ikki gerandiskost-
ur, og tað hoyrir heldur
ongastaðnis heima, at dóm-
araborðið hevur at dómar-
unum, tí skrivarin og tíð-
takarin skulu í felag við
dómaraparinum stýra dyst-
inum. Onkuntíð kemur tað
tó fyri, at fólkini, ið sita við
dómaraborðið, ikki megna
at halda seg neutral, og tað
má sigast at verða rættuliga
óheppið.
Dysturin í tølum
Søljan-VB 29-38 (11-23)
Søljan: Heidi Maria Aksel-
sen 9(3), Nicoleta Radu 8,
Hertha Simonsen 6, Arn-
leyg Haraldsen 4, Irdi
Mikkelsen 2.
VB: Gurið Mortensen 13(2),
Daiva Tomaite 9, Aukse
Vysniaskaite 8(1), Rannvá
Augustinussen 5, Margreth
Augustinussen 2, Laila
Jespersen 1.
Brotskøst: Søljan 3(3), VB
4(3).
Útvísingar: Søljan 6.
Dómarar: Geir Wardum.
og Gunnar Gregoriussen.
Hjá Johan Daniel-
sen mundi seinasta
brotskastið kennast
sum ein risastórur
lætti
MEISTARI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Teir fara í skjótálop, og
so havi eg tvey í at velja.
Antin standa inni og
royna at bjarga, ella
royna at fanga bóltin. Tað
helt eg meg eisini hava
møguleika til, men eg
varð fangaður á millum-
hond, og so var ikki so
nógv at gera.
Soleiðis segði Johan
Danielsen um brotskast-
ið, sum var um reppið at
geva VÍF meistaraheitið,
og sum vera man, so var
hann keddur um hetta í
løtuni.
– Ikki tí eg haldi tað
hevði gjørt so nógvan
mun. Tí tað vildi í øllum
førum verið trupult at
bjarga frá einum púra
leysum leikara, men eg
hevði tað ikki gott.
– Tá Jónleif so skeyt
hatta brotskastið lá eg og
krógvaði meg aftan fyri
nakrar áskoðarar, meðan
eg bíðaði eftir úrslitinum.
Og at Jónleif so skuldi
skora, var bara heilt fan-
tastiskt.
Er vorðin grønur
Júst Jónleif Sólsker var
annars maðurin, sum fyri
trimum árum síðani fekk
Johan
Danielsen
til
Kyndil, og sambært mál-
verjanum sjálvum so
hevur hann ikki angrað
hetta eina einastu løtu.
– Frá fyrsta degi eri eg
móttikin við opnum ørm-
um. Eg havi ongantíð
kent tað sum nakran sum
helst trupulleika, at eg
áður havi spælt við ein-
um av argastu kappingar-
neytunum hjá felagnum,
og í dag havi eg so slettis
ikki nakran trupulleika
yvirhøvur við at spæla í
Kyndli, segði ein fegin
málverji eftir dystin, sum
altso fyri aðru ferð gjørdi
hann til føroyameistara.
Fyrra ferðin var í 1999,
tá StÍF – við Jónleif Sól-
sker sum leikandi venj-
ara – vann á Kyndli á
seinasta leikdegi.
Grátandi
bíðitíð
– Frá fyrsta degi eri eg móttikin við opnum ørmum her í
Kyndli, segði ein fegin málverji eftir dystin, sum fyri aðru
ferð gjørdi hann til Føroyameistara
Mynd: Álvur Haraldsen
Søljan-VB 29-38 (11-23):
Málríkur dystur á Giljanesi
StÍF-KÍF 31-29 (16-14):
Tamur dystur á Skála
C
M
Y
K
24