týsdagur 6. apríl 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 6. apríl 2004
27
27
26
Nr. 67 - 6. apríl 2004
FM kappingin á Toft-
um er fyri stóran part
myndað av veteran-
um, meðan eingin
útiseti luttekur hesa
ferð
FM Í
EINSTAKLINGATALVI
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað er nógv lív í, tað er
stórur spenningur, men
kortini er tað næstan full-
komiliga friðarligt. Hetta
ljóðar ivaleyst sum mót-
søgnir, men soleiðis hongur
hetta saman. Tað er FM
kappingin í talvi fyri ein-
staklingar, sum vit tosa um.
Kappingin er á Toftum í
hesum døgum. Fyrsta um-
farið var á skránni leygar-
dagin. Tvey umfør vórðu
telvað sunnudagin, eitt var
á skránni í gjár, tað verður
aftur telvað í dag, og leyg-
ardagin ella páskaaftan
verður greitt, hvør tað
næsta árið fer at bera heið-
urin sum føroyameistari í
talvi.
Sum tað plagar at vera,
so er tað eisini hesa ferð, at
tað eru teir tíggju við
hægsta styrkistalinum, sum
luttaka í kappingini, ið
mynda landsliðsbólkin. Eyð-
kent fyri kappingina hesa
ferð er tað, at eingir útisetar
luttaka. Teir hava annars
verið rættuliga trúgvir og
drúgvir tey seinnu árini.
Tá ið útisetarnir ikki eru
við, hevur tað við sær, at
nakrir av teimum, sum eru
hægst á styrkislistanum,
ikki kappast um føroya-
meistaraheitið. Av teimum
tíggju ovastu á styrkislist-
anum eru fimm ikki við í
FM kappingini. Teir eru teir
tríggir ovastu – John Arni
Nilssen, Heini Olsen og
Flóvin Þór Næs – Ólavur
Simonsen, sum er nummar
seks og Eyðun Nolsøe, sum
er á tíggjunda plássinum.
John Rødgaard er tann í
FM kappingini, sum hevur
hægsta styrkistalið. Og eftir
trý tey fyrstu umførini, sum
vórðu avgreidd leygardagin
og sunnudagin, var veteran-
urin og fleirfaldi føroya-
meistarin á odda. Eftir sigr-
ar á Olafi Berg og Steintóri
Rasmussen í tveimum teim-
um fyrstu umførunum og
remis sunnukvøldið ímóti
Hans Kristiani Simonsen
var John Rødgaard einsa-
mallur á odda við tveimum
og einum hálvum stigi.
Veteranarnir
Umframt John Rødgaard
luttaka fleiri aðrir veteranar
hesa ferð. Felags fyri teir
allar er, at teir áður hava
vunnið FM, og tað er eyð-
kent fyri fleiri teirra, at teir
tey seinastu árini ikki hava
gjørt so nógv við telving-
ina, sum teir onkuntíð hava
gjørt tað. Her verður hugs-
að um Torkil Nielsen, sum
á 19. plássinum er tann av
luttakarunum í landsliðs-
bólkinum, ið er niðastur á
styrkislistanum, um Jens
Kristian Hansen, sum hesa
ferð roynir at verja lokala
felagið í besta bólkinum, og
um teir báðar klaksvíking-
arnar Steintór Rasmussen
og Rana Nolsøe.
Felags fyri allar hesar og
Boga Ziska er, at teir áður
hava vunnið meistaraheitið
fyri einstaklingar. Bogi er
tann ein teimum, sum stóð
seg best í trimum teimum
fyrstu umførunum. Hann
tapti í fyrsta umfarinum
ímóti Martini Poulsen, men
síðani vann hann á Torkili
Nielsen og Rana Nolsøe.
Rani er tann, sum í trim-
um teimum fyrstu umfør-
unum hevði soltnastu úr-
tøkuna. Tá ið hann seinna-
partin í gjár við svarta fólk-
inum sessaðist yviri av
Olafi Berg, átti hann fram-
vegis fyrsta stigið á.
Framtíðin
Í nógvum ítrótti eru árini á
toppinum ikki so mong.
Likamligi førleikin heldur
ikki til kapping á hægsta
støði. Í talvi er tað ikki so-
leiðis ella rættari, so nýtist
tað ikki at verða soleiðis.
Tað eru mong dømi um
veteranar, sum hava hildið
sær á toppinum, og – sum
omanfyri nevnt – so var tað
soleiðis eftir trý tey fyrstu
umførini í Tofta skúla, at
veteranurin og aldursforset-
in í landsliðsbólkinum,
John Rødgaard, var einsa-
mallur á odda.
Um hann fer at megna at
halda tørn um oddasessin,
fara dagarnir fram til
páskaaftan at vísa. At
likamligi
førleikin
og
konditiónin og harvið út-
haldni hava stóra ávirkan á
avrikini eru telvarnir greið-
ir yvir. John Rødgaard hev-
ur áður sagt, at tá ið tú fyri-
reikar teg til kappingar, so
er tað týdningarmikið at
venja konditión. Umframt
førleikan at telva fer kondi-
tiónin ivaleyst at gera av,
hvør fer at standa við FM
steypinum leygardagin.
Yngra ættarliðið er í
landsliðsbólkinum umboð-
að av Hans Kristiani Simon-
sen,
Carl
Eli
Nolsøe
Samuelsen, Martini Poul-
sen og Olafi Berg. Hóast
teir eru ungir, so hava teir
longu verið við í fleiri ár.
Allir teirra uttan Carl Eli
hava longu roynt at vunnið
FM fyri einstaklingar. Carl
Eli er faktiskt tann einasti í
landsliðsbólkinum,
sum
ikki hevur verið FM vinn-
ari.
Tá ið telvararnir seinna-
partin í gjár sessaðust fyri
at fara undir fjórða umfar-
ið, hevði Carl Eli framvegis
góðan møguleika at sleppa
á listan, sum hevur vunnið
FM. Saman við Boga
Ziska, Martini Poulsen og
Hans Kristiani Simonsen
hevði hann eitt hálvt stig
minni enn oddafiskurin
John Rødgaard. Carl Eli
tapti í fyrsta umfarinum
ímóti Hans Kristiani, men
síðani vann hann á mammu-
beiggjanum, Rana Nolsøe,
og so á Jens Kristiani Han-
sen.
Eftir sigurin á Carl Eli
rakk Hans Kristian javnt
ímóti Jens Kristiani og
John Rødgaard. Martin
Poulsen vann fyrst á Boga
Ziska, og síðani telvaði
hann javnt ímóti Olafi Berg
og Steintóri Rasmussen.
Í gjár sá skráin soleiðis
út: Hans Kristian Simon-
sen-Martin Poulsen, Jens
Kristian Hansen-John Rød-
gaard, Steintór Rasmussen-
Torkil Nielsen, Olaf Berg-
Rani Nolsøe og Carl Eli
Nolsøe
Samuelsen-Bogi
Ziska.
Nógvir unglingar
Í fyrsta bólki var Eyðálvur
Johannesen á odda við 2,5
stigum, og í unglingabólk-
inum vóru tríggir á odda
við trimum stigum ella full-
um stigatali: Rógvi Egils-
toft Nielsen, Helgi Dam
Ziska og Jón Gregersen.
Kappingin er tøtt, tí tríggir
vóru teimum á baki við 2,5
stigum. Teir vóru Oddur
Højgaard, Heri Thomsen og
Rógvi Dragaberg. Áhugin
millum unglingarnar er
stórur. 34 luttakarar eru í
hesum bólkinum.
Støðan eftir trý tey fyrstu
umførini í landsliðsbólk-
inum var henda: John Rød-
gaard 2,5 stig, Hans Kristi-
an Simonsen, Carl Eli
Nolsøe Samuelsen, Bogi
Ziska og Martin Poulsen
2,0 stig, Torkil Nielsen 1,5
stig, Olaf Berg, Jens Kristi-
an Hansen og Steintór
Rasmussen 1,0 stig og Rani
Nolsøe 0 stig.
Nevndin
heldur fram
Ongar broytingar vóru í nevndini hjá ÍSB, tá aðal-
fundur varð hildin mikukvøldið
Á aðalfundinum hjá ÍSB, sum varð hildin seinasta
mikukvøld, vóru ongar broytingar í nevndini. Jón á
Steig og Johan Samuelsen stóðu báðir fyri afturvali,
og vórðu teir einmælt afturvaldir. Eisini Mariann Øst-
er, tiltakslimur, tók við afturvali, og stuðlaði aðal-
fundurin henni í hesum.
Semja var annars um, at talan hevur verið um eitt
hendingaríkt ár. Ikki minst orsakað av Special
Olympics, har Føroyar fyri fyrstu ferð tóku lut, og
heimsmetunum, sum Heidi Andreasen setti.
-jm
Støðan,
landsliðsbólkurin
1 IM John Rødgaard
2,5
2 Hans Kristian Simonsen
2,0
2 Bogi Ziska
2,0
2 Carl Eli Nolsøe Samuelsen
2,0
2 Martin Poulsen
2,0
6 Torkil Nielsen
1,5
7 Jens Kristian Hansen
1,0
7 Olaf Berg
1,0
7 Steintór Rasmussen
1,0
10 Rani Nolsøe
0,0
John er einsamallur á odda
John Rødgaard hevur lagt seg einsamallan á odda, nú trý umfør eru leikt í landsliðsbólkinum
C
M
Y
K
26
Fuglfirðingar smurdu
TB av á Tvøroyri, og
grannarnir úr Gøtu
hava fulla úrtøku
eftir trý umfør av
bólkaspælinum
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Gøtumenn hava gjørt bart
trý tey fyrstu umførini í
bólkaspælinum í kapping-
ini um Løgmanssteypið.
Eftir tríggjar dystir hevur
GÍ fult stigatal, og leygar-
dagin var tað B68, sum
noyddist at lúta fyri gøtu-
monnum. Í einum vánalig-
um dysti í Serpigerði vann
GÍ 1-0 á B68, men talan var
ongantíð um tað poleraða
fótbóltsspælið, tí tað loyvdi
veðrið snøgt sagt ikki. Tað
var heimaliðið, ið hevði
greiða yvirvág í spæli í
fyrra hálvleiki, og tað var
eisini fult uppiborið, at teir
løgdu seg á odda beint fyri
steðgin við einum máli,
sum Leivur Hansen skeyt.
Eftir steðgin kom B68
betur við í dystin, og tað
leikti
mangan
hart
á
framman fyri GÍ-málinum.
Tí einu ferðina var ein B68
leikari púra einsamallur við
málverjanum hjá GÍ, men
misnýtti, og liðskiparin hjá
toftamonnum, Øssur Han-
sen, sendi tí einu ferðina
eitt hornaspark beinleiðis í
tvørstongina. Nærri kom
B68 tó ikki, og týðuligt var,
at toftamenn saknaðu Súna
Fríða í álopinum.
ÍF smurdi TB av
Á Sevmýri vóru fuglfirð-
ingar á vitjan hjá tvøra-
monnum.
Fuglfirðingar
vunnu í fyrsta umfari greitt
á Toftum, men taptu síðani
á heimavølli móti gøtu-
monnum, meðan TB hevði
tapt móti GÍ og spælt javnt
móti B68. Leygardagin var
munurin á 1. og 2. deild tó
rættuliga sjónligur, og fugl-
firðingar vunnu ein sann-
førandi 5-0 á TB. Bartal
Eliassen, sum nú eftir fleiri
ár sum verjuleikari er farin
fram í álopi at leika, var
tvær ferðir á blettinum.
Hann skoraði bæði til 2-0
og 3-0, eftir at Magni á
Lakjuni hevði sett hol á.
Tvøramenn gjørdu sjálv-
mál til 4-0, og móti endan-
um av dystinum var tað
ungi Hanus Eliasen, sum
setti punktum og skoraði til
5-0.
Í bólki 2 bendir alt á, at
tað verða grannarnir GÍ og
ÍF, sum koma víðari í
steypakappingini, meðan
toftamenn av álvara skulu
taka sær um reiggj, um teir
ætla at gera sær nakrar
vónir um at koma í fjórð-
ingsfinaluna.
GÍ-B68 1-0
1-0 Leivur Hansen
TB-ÍF 0-5
0-1 Magni á Lakjuni
0-2 Bartal Eliassen
0-3 Bartal Eliassen
0-4 Sjálvmál
0-5 Hanus Eliasen
Bólkur 3 gjørdist
nakað nógv opnari
eftir dystirnar um
vikuskiftið
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB hevði neyvan roknað
við nøkrum løttum dysti, tá
teir um vikuskiftið løgdu
leiðina til Tvøroyri, har VB
spælir sínar heimadystir, nú
nýtt graslíki verður lagt á
vøllin vesturi á Eiðinum.
Og tað skuldi eisini vísa
seg, at VB ikki ætlaði at
geva HB nakað sum helst.
Fyrra hálvleik var spælbýt-
ið annars hampuliga javnt,
men hóast HB kanska
hevði fleiri møguleikar, so
tóktist VB vera sera vanda-
mikið, tá teir ofta fingu
yvirspælt HB úti á miðjum
vølli, fyri síðani at seta ferð
á.
Og vágbingar skoraðu
eisini einasta málið fyri
steðgin, tá nýggi álopsmað-
urin, Mindegaus – hóast
trýstur av fleiri leikarum –
spældi væl inn til ein blank-
an Símun Samuelsen, sum
langaði bóltin í málhornið.
Og eftir steðgin settu
vágbingar ordiliga trumf á.
Við leiðsluni í rygginum
lág væl fyri hjá liðnum at
spæla eyðkenda kontra-
spælið, og HB gjørdist ong-
antíð rættiliga vandamik-
ið.
Tað gjørdist 2-0, tá Mort-
an í Hørg smekkaði til úr
stórari fjarstøðu. Pól N.
Joensen í HB-málinum helt
ikki skotinum, og so var
Dan Durhuus skjótur at
fylgja upp. 3-0 gjørdist tað,
tá Milan Kulic bæði byrjaði
og endaði eitt vakurt álop,
og Mindeaguas syrgdi við
flottum einmansavriki fyri
staðfestingini, tá hann eftir
at hava rundað alla HB-
verjuna legði bóltin fyri
føturnar á Palla Augustin-
ussen, sum ikki hevði stór-
vegis
trupulleikar
av
skumpa bóltin í málið og
VB upp á ovasta plássið í
bólki 3.
Javnt á Skála
Á Skála vitjaði EB/Streym-
ur, og tó at gestirnir tvær
ferðir vóru á odda, so eydn-
aðist tað hjá heimaliðnum
at fáa sítt fyrsta stig í bólka-
spælinum.
Nakað av vindi var á
Skála, men tó at gestirnir
høvdu hendan ímóti fyrra
hálvleik, so megnaðu teir at
leggja seg á odda. Hetta
hendi tá Hans Pauli Peter-
sen smekkaði fríspark á
tvørtræið, og áðrenn nakar
á heimaliðnum varnaðist,
hevði Sonni L. Petersen
prikað bóltin í kassan.
Við vindinum ímóti sá
tungt út hjá Skála undan
seinna hálvleiki, men dóm-
arin hevði ikki meira enn
blást í floytuna, so hevði
Alexandur Johansen javnað
eftir fríspark beint uttan
fyri brotsteigin.
20 minuttir fyri leiklok
legði Sonni tó enn einaferð
gestirnar á odda, eftir at
Sorin Anghel hevði leikt
hann leysan, men hetta
gjørdist tó nyttuleyst, tá
Hanus
Thorleifsson
í
seinastu minuttunum lang-
aði bóltin upp undir nettak-
ið, eftir at gestaverjan ikki
var nóg skjót at rudda burt-
ur.
Ein lítil smeitur hjá
EB/Streymi, sum tó enn er
væl við í kappingini um at-
gongumerkini til fjórðings-
finaluna, meðan tað hin-
vegin sær nakað daprari út
hjá Skála við bert einum
stigi fyri tríggjar dystir.
VB-HB 4-0 (1-0)
1-0: Símun Samuelsen
2-0: Dan Durhuus
3-0: Milan Culic
4-0: Palli Augustinussen
Skála-EB/Streymur 2-2
(0-1)
0-1: Sonni L. Petersen
1-1: Alexandur Johansen
1-2: Sonni L. Petersen
2-2: Hanus Thorleifsson
Fótbóltsstøður
Danska superligan
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 Esbjerg
24 15 -
6
-
3
53
26
27
51
2 Brøndby (S)
24 15 -
5
-
4
39
21
18
50
3 FCK (M)
24 14 -
6
-
4
37
19
18
48
4 OB
24 14 -
5
-
5
52
32
20
47
5 AaB
24 10 -
7
-
7
35
31
4
37
6 FCM
24 8
-
6
-
10
43
38
5
30
7 Viborg
24 7
-
8
-
9
33
32
1
29
8 AGF
24 8
-
3
-
13
34
48
-14
27
9 Herfølge
24 7
-
5
-
12
24
33
-9
26
10 FC Nordsj.
24 5
-
8
-
11
26
42
-16
23
11 Frem
24 5
-
3
-
16
25
45
-20
18
12 AB
24 4
-
2
-
18
19
53
-34
14
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jákup á Borg (OB)
Danska 1. deild
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 AC Horsens
18 14 -
1
-
3
33
12
21
43
2 Silkeborg
18 12 -
4
-
2
37
14
23
40
3 Randers FC
18 12 -
2
-
4
46
26
20
38
4 HFK Sønderj.
18 11 -
3
-
4
47
21
26
36
5 Køge
18 10 -
4
-
4
34
25
9
34
6 Skjold
18 8
-
3
-
7
37
32
5
27
7 Ølstykke
17 8
-
1
-
8
37
34
3
25
8 Fredericia
18 7
-
4
-
7
25
27
-2
25
9 Nykøbing
17 7
-
3
-
7
28
28
0
24
10 FC Nordjylland 17 7
-
3
-
7
20
25
-5
24
11 B 93
17 4
-
5
-
8
26
31
-5
17
12 Fremad Amager 18 3
-
6
-
9
25
34
-9
15
13 Vejle
18 4
-
3
-
11 24
38
-14
15
14 Brønshøj
18 4
-
3
-
11 22
44
-22
15
15 FC Aarhus
18 4
-
2
-
12 20
44
-24
14
16 B 1913
18 1
-
5
-
12 13
39
-26
8
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen, Ian Højgaard
(Vejle), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør
(Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Danska 2. deild
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 Næstved
18 11 -
3
-
4
40
17
23
36
2 Dalum
18 11 -
3
-
4
45
27
18
36
3 Holbæk
18 9
-
5
-
4
33
26
7
32
4 HIK
18 9
-
5
-
4
35
29
6
32
5 B1909
18 8
-
3
-
7
36
29
7
27
6 Slagelse
18 8
-
3
-
7
33
28
5
27
7 Kolding FC
18 8
-
3
-
7
32
30
2
27
8 Jetsmark
17 7
-
5
-
5
28
28
0
26
9 Brabrand
17 6
-
5
-
6
32
26
6
23
10 Kalundborg
18 6
-
4
-
8
41
43
-2
22
11 Lyngby
18 5
-
7
-
6
31
35
-4
22
12 Holstebro
18 6
-
3
-
9
32
36
-4
21
13 Glostrup
18 6
-
3
-
9
29
34
-5
21
14 Hvidovre
18 4
-
5
-
9
21
37
-16
17
15 Skive
18 4
-
3
-
11
32
41
-9
15
16 Hjørring
18 4
-
2
-
12
21
55
-34
14
Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby)
Bólkaspælið í kappingini
um løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 B36
3
2
-
1
-
0
12
2
10
7
2 KÍ
3
1
-
2
-
0
6
4
2
5
3 NSÍ
3
1
-
1
-
1
6
5
1
4
4 FSV
3
0
-
0
-
3
2
15
-13
0
Bólkur 2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 GÍ
3
3
-
0
-
0
6
1
5
9
2 ÍF
3
2
-
0
-
1
10
4
6
6
3 B68
3
0
-
1
-
2
3
7
-4
1
4 TB
3
0
-
1
-
2
2
9
-7
1
Bólkur 3
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 VB
3
2
-
0
-
1
8
2
6
6
2 HB
3
2
-
0
-
1
4
6
-2
6
3 EB/S
3
1
-
1
-
1
6
6
0
4
4 Skála
3
0
-
1
-
2
2
6
-4
1
Bólkur 2:
Gøtumenn fult stigatal
Bólkur 3:
VB smurdi meistararnar av
Gøtumenn eru framvegis einsamallir á odda í bólki´2, og hava teir nú mest sum vissað sær
víðari luttøku
Mynd: Jonhard Hammer