mikudagur 23. januar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Olympus hevur við hesi útgávuni gjørt eitt
stórt lop í myndagóðsku. Í OM-D E-M5 hevur
tað eydnast at blanda stóru orku við eitt
stórt úrval av hentum funkum. Við FlashAir-
minniskortinum kunnu myndir flytast
tráðleyst til fartelefon ella teldil. Tað einasta,
sum krevst til hetta er, at Olympus Image
Share app’in er løgd inn.
Skíggin er trýst-følsamur, og við hesum
kanst tú skjótt og lætt velja fokusøkið og
taka myndir við bæði ljósmáling og fokus,
júst har tú setir peikifingurin. Við 11 ymsum
filtrum kann myndatakarin seta ymsar
kreativar effektir á myndina, og myndatólið,
sum skjýtur 8 fps í myndarøðum, kann
sjálvandi eisiini nýtast saman við elektroniska
leitaranum hjá Olympus.
Myndagóðskan, sum altíð hevur týdning,
er í toppflokki, og eitt skjótt fokus og ein
langur listi við hentum funkum gera, at
Olympus OM-D E-M5 er okkara fremsta val
í hesum prísflokkinum. Eitt sera vælgjørt
arbeiðsamboð hjá royna myndamanninum.
System kompakt
Olympus OM-D E-M5
Olympus OM-D E-M5 er eitt sera vælgjørt og haldgott amboð hjá ídna
myndamanninum, sum tó heldur vil hava eitt kompakt alternativ
fram um tey stóru myndatólini við speglrefleksi
Myndatól eru lítlar teldur við optiskum
eginleikum. Tey tola ikki alt, og eitt nú kann
tað vera vanlukkuligt, um myndatólið dettur
úr lummanum ella verður dyppað í ein hyl.
So fyri tey flestu er galdandi, at tey trívast
ikki í váta elementinum ella øðrum krevjandi
umstøðum. Undatakið eru stoyttryggu og
vatntøttu myndatólkini, sum tola ein stoyt og
eitt sindur av vætu, uttan at myndatólið letur
lív av teirri orsøk.
Slík myndatól eru fín til aktiv myndafólk,
sum dáma at standa á skíð, kava og renna
í fjøllunum. Men hóast tey tola nógv, so er
myndagóðskan ofta nakað verri enn í bestu
kompakt-myndatólunum. Undantakið er
sjálvandi hendan útgávan frá Olympus.
TG-1 er eitt myndatól av somu góðsku
sum eldri Tough-útgávurnar. Tað er bara
enn meira tough, og – ikki minst – hevur
tað nógv betri góðsku enn nakar av aktivu
kappingarneytunum.
Tey bæði økini, har TG-1 veruliga ger um seg,
er við litum og hvassleika. Góða linsan er
rætt-teknandi við sera lítlari linjuforskjóting
og sera lítlum ljóstapið í hornunum. Ja, tað er
í veruleikanum eins gott sum fleiri nógv dýrari
myndatól. Litirnir hava sera góðar tónakurvir
og púra neutralar húðtónar. Nógv betri enn
tað, sum vit vanliga fáa við myndatólum í
hesum flokkinum. Kykmyndaupptøkurnar eru
snøgt sagt framúr. Sera hvassar, við góðum
upploysingini, skjótum autofokus og óvanliga
lítlari órógv í myndini, so leingi tú ikki fer ov
skjótt um eina panorama-upptøku. Sjálvt
ljóðið á kykmyndini er eisini óvanliga gott,
tá hugsað verður um, at myndatólið nýtir
mikroskopiskar mikrofonir til stereoljóðið.
So skalt tú hava eitt myndatól, sum tolir at
detta á gólvið og fáa sær ein svimjitúr ella
tveir, uttan at hetta nervar myndagóðskuna,
so er Olympus TG-1 júst tað, sum tú leitar
eftir.
Kompakt
Olympus Tough TG-1
Vatntøtt myndatól hava ofta sínar millumloysnir. Men ikki Olympus
TG-1, sum veruliga er eitt myndatól til aktivar myndamenn (m/k)
Í nógvar mátar er D800 tað besta myndatólið,
sum vit hava roynt. Ikki tí tað er størst ella
skjótast, men tí myndagóðskan hevur eina
fantastiska góðsku, sum tað annars bert eru
millumformat-myndatólini, ið áður hava havt.
Við 36 megapixel fordeilt á einum 24X36 mm
full-frame, smámynda, myndasensor er tað
eingin av kappingarneytunum, sum kemur í
nær námind upploysinginum hjá D800. Og
ynskir tú tað, so ber sjálvandi eisini til at taka
myndir við 15 megapixels, svarandi til sama
format, sum Nikon D7000 hevur.
D800E er varianturin við einum veikari
lápasfiltri, sum gevur enn hvassari pixlar,
um hetta krevst. Í aðrar mátar eru D800 og
D800E púra eins, men vit halda, at D800 er
betra valið, og tá sparir tú eisini 5.000 kr. í
mun til D800E.
Men líkamikið, hvør loysnin verður vald, fært
tú myndadynamik, litspæl, hvassleika og eina
somikið náttúrliga útgávu av veruleikanum,
sum bert fá myndatól megna at koma í nær
námind av. Eingi speglrefleks-tól koma í nær
námind hesum, og skulu vit peika á nakran
mangla, so vildi tað verið ein skot-títtleika,
sum er nóg skjótur til at fanga skjótastu
motivini.
Góðskan er so at siga skottrygg við gummi
forseglingum alla staðni kring sterka húsan.
Saman við klassisku Nikon-stýringini, framúr
HD-góðsku (við ikki-komprimeraðum video
umvegis HDMI) og einum sera langum lista
av funkum er Nikon D800 besta myndatólið,
sum vit testaðu í 2012.
Speglrefleks, framkomið
Nikon D800
Ekstremur háupploysingur er eitt tvíeggjað svørð. Men Nikon megnar
kynstrið við D800, sum í fleiri mátar er besta myndatólið, sum vit
nakran tíð hava roynt