Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Lagt til rættis: Audun Hage – Lyd & Billede Bestu myndatólini í 2012 Snildfonir verða nýttar til tær flestu myndirnar. Men tosar tú um veruliga myndagóðsku, so er tað betri við einum veruligum myndatólið. Her síggja vit tey bestu av slagnum, sum vit funnu í 2012 Hóast støddin ikki er tann stóra, so leverar Sony RX100 eina myndagóðsku, sum tú annars væntar tær frá einum veruligum system-myndatóli. Kortini er tað nóg lítið, so tað kann sníkjast við í innaralumman. Handan metalklædda kappan eru nevnliga tveir komponentar, sum gera myndatólið til nógv tað hvassasta í sínum flokki. Framman fyri ein nýggjan 1-tumma (13,2 x 8,8 mm) CMOS-myndasensor við heili 20 megapixels – við tvær ferðir so stórari flatu sum bæði X10 og XZ-1 – er nevnliga eitt Carl Zeiss Vario-Sonnar T zoomobjektiv. Tað røkkur úr 28 mm víðvinkul upp til 100 mm tele. Ljósstyrkin er heilar f/1,8 á víðvinklinum, men tó nakað veikari, f/4,9, á tele. Kortini gevur stóra blendu-opnan góðar møguleikar fyri flottum portrett-myndum, har bakgrundin verður rund og óskørp, meðan andlitið er púrasta hvast. Sum øll prof-kompakt myndatól verða ráfílur skotnar – eisini í seriuupptøkum. Myndatakarin kann gleða sum manuella hálvautomatiska eksponering. Og video- fjepparar frøðast um veruliga HD-upptøkur við møguleika at taka stillmyndir í 16:9 formati (17 megapixel) undir upptøkunum. Hvassa Carl Zeiss-objektivið saman við stóra myndasensorinum, góðskuni á skíggjanum og mongu funkunum, sum myndatólið hevur kleint inn í lítla og lætta kassan, er ríkiliga gott til at geva RX100 heitið sum kongurin innan kompakt-myndatól. Hvat siga tit til ein veðurtættan og annars sterkan húsa, hvassan optik og eina mynda­ góðsku uttan lýti fyri 5.000 kr.? Alternativini í hesum prísflokkinum eru fleiri, men tað er einki av hesum, sum eins væl og Pentax K-30 megnar at blanda somikið nógvar hentar funkur. Tað er lætt at nýta myndatólið, og saman við einum húsa, sum liggur sera væl í hondini er K-30 nakað heilt fyri seg. Serliga hjá teimum, sum kanska ikki eru so øgiliga von við at taka myndir. Myndafílurnar eru sera góðar. Við høgum ISO er eitt evarska lítið sindur av »larmi« á myndini, litirnir eru javnir við góðum húðtónum, og myndadynamikkurin er tann besti í flokkinum. Eisini kykmyndagóðskan er góð, men upptøkurnar eru tó bert í mono. Myndatólið kann eisini nýta bæði alkalisk AA- battarí ella battarí, sum kunnu løðast, og tað kann eisini vera hent. Pentax-myndatólið fæst í svørtum, hvítum ella bláum, og við í keypinum fært tú eisini eina góða 185mm zoom, sum er seglað við gummi, so hon er vard móti regni og dusti. Samanlagt er hetta eitt myndatól, sum er perfekt til bæði núbyrjaðar og tey, sum hava roynt eitt sindur. Eitt stórt úrval av objektivum gevur eisini møguleika at fanga nógv ymisk moti. Okkara royndir við Pentax- objektivum eru sera góðar, og tey eru heldur ikki millum tey dýrastu. Tað finnast eisini góð alternativ frá Canon og Nikon, men í eini heildarmeting av mynda­ góðsku, brúkaravinarligheit, prísi og góðsku, megna hesi tó ikki at vinna á K-30. Profkompakt Sony RX100 Speglrefleks Pentax K-30 Um prísurin ikki er ræðandi, er valið sera lætt. Sony RX100 er kanska besta lummamyndatólið, sum vit nakran tíð hava testað Pentax hevuyr eina trupla uppgávu á einum marknaði, har Canon og Nikon hava eina sera sterka støðu. Men við K-30 megna teir kortini at sannføra