Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Orðaskvaldur at tosa um sparing HEILSUVERK Jenis av Rana hevur so daprar royndir av Landssjúkrahúsinum, at hann fellur í svartasta vónloysi av afturvendandi tosinum um sparingar í Heilsuverkinum Áki Bertholdsen – Tað er orðaskvaldur at tosa um sparingar í Heilsu­verk­ inum. Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin. Hann var rættiliga hvass­ orð­aður, tá ið hansara egni landsstýrismaður, Karsten Hansen, sum umsitur heilsu­ mál, svaraði einum fyri­ spurn­ingi frá Rigmor Dam, løg­tings­kvinnu um sparingar í Heilsu­verk­inum. – Svarið frá landsstýris­ mann­inum er orðaskvaldur, sum lítið hava við veruleikan at gera, sigur Jenis av Rana. Svartasta vónloysi Umframt at vera tingmaður, er Jenis av Rana eisini lækni. Og hann staðfestir, at hann hevur fingið eina heilt aðra áskoðan á støðuna í Heilsu­verk­inum eftir at hann sjálvur fekk brúk fyri Lands­sjúkra­húsinum, ikki sum sjúklingur, men sum nærm­asti avvarðandi hjá álvars­liga sjúkum fólki. Tað hevur hann ikki hug at útgreinað nærri. Men hann sigur, at per­són­ ligu royndirnar, hann hevur av føroyska Heilsuverkinum, eru so daprar, at hann fellur í svartasta vónloysi, tá ið hann hoyrir hetta afturvendandi tosið um sparingar í Heilsu­ verkinum. Løgtingið hevur samtykt, at Heilsuverkið skal spara einar 20 milliónir í ár og hesi næstu árini skal Heilsuverkið spara 50 milliónir krónur. Karsten Hansen fekk ikki givið nakað ítøkiligt svar upp á, hvussu ætlanin er at spara í Heilsuverkinum. Men hann sigur, at hann er farin í holt við eina djúptøkna nýskipan í heilsuverkingum, har málið er at »tænastan til borg­aran verður betur og nærri borgarunum fyri minni kostn­að« og at vit skulu taka við­gerðir heim fyri »fáa meira fyri minni«. Men samstundis ávara partar av læknafakligu leiðsl­ uni um, at »tað kann gerast trupult at røkka ætlaðu spar­ ingunum«. – Tað er nógv fyri, at man skal enda í hóttandi sjúku fyri at ásanna, at hetta tosið um sparing er tað bera orða­ skvaldur sum lítið hava við veru­leikan at gera, sigur Jenis av Rana. Pínumarkið Jenis av Rana heitir staðiliga á landsstýrismannin at taka orð­ini hjá læknafakligu leiðsl­uni til eftirtektar. – Tað er eitt pínumark fyri, hvussu nógv kann sparast í Heilsuverkinum, og tað skal landsstýrismaðurin eisini hava, sigur hann. – Tað verður nógv tos­að um dirvi til at taka støðu og skera ígjøgnum í Heilsu­verk­ inum, sigur hann Men hann heldur, at tað, sum krevur størst dirvi, er at siga nei til ábyrgdarleysar spar­ingar. Hann trýr rætt og slætt ikki upp á, at tað ber til at gjøgnumføra ætlaðu spar­ ing­arnar í Heilsu­verk­inum. – Hetta er ein tíð, har alt verður dýrari, bæði heili­vág­ ur og viðgerðir og tí er tað blá­oygd at halda, at tað ber til at saman­bera heilsuverkið við allar aðrar stovnar og at krevja sparingar í heilsu­verk­ inum á jøvnum føti við spar­ ingar á øðrum stovnum. Tola ikki meir Jenis av Rana sigur, at hans­ ara egnu royndir av Heilsu­ verkinum hava sannført hann um, at har eri ikki nógv eftir at spara. – Tvørturímóti havi eg eina greiða fatan av, at sum heild er Landssjúkrahúsi niður­pínt og tolir ikki fleiri spar­ingar. Samstundis ávarar hann ímóti at taka fleiri viðgerðir heim, uttan at hava fulla vissu fyri, at fakliga dygdin er á sama støði, sum á eini ser­deild uttanlands. – Tað er ikki altíð støðan í teimum viðgerðum, sum longu eru tiknar heim og tí má tað ikki henda, at fleiri við­gerðir verða tiknar heim, fyrr­enn vit fáa fulla trygd fyri, at fakliga støðið er nøkt­ andi. Og her hugsar hann ikki um at fáa serlæknar heim eina­ferð um mánaðin ella 14. Hvønn dag, men um at hava serlækna, sum kann fylgja sjúk­lingunum dagliga. Hann sigur, í næstum fer hann at seta lands­stýris­ mann­inum í Heilsumálum ein skrivligan fyrispurning um tað einasta rætta ikki er at seta serlækna í krabba­ meini í fast starv á Lands­ sjúkra­hús­inum. – Tað er ein logiskur spurn­ingur eftir teimum roynd­um, eg havi av Lands­ sjúkra­húsinum, sigur hann. Ongan týdning Ført verður fram, at tað er best at taka viðgerðir heim, er sjúklingurin í heimligum um­hvørvi. Hesum sjónarmiði er Jenis av Rana als ikki samdur í. – Kennir sjúklingurin seg ikki tryggan, hevur tað ong­ an týdning at viðgerðin er í Før­oyum. – Trygdin hjá sjúklinginum skal vera í hásæti og so kann viðgerðin fyri tað vera í Afrika. Í sambandi við sparingar í Heilsuverkinum, hevur eitt gandaorð verið fyribyrging. Tað tekur Jenis av Rana undir við. – Men fyribyrging er bara ein sparing í longdini, tí tað verður ikki hesi næstu árini, at fyribyrging fer at føra nakra sparing við sær. Kortini ásannar hann, at sparingar eru at heinta summa staðni í Heilsu­verk­ inum. Eitt er at lækka lækna­løn­ irnar, sum í summum før­um eru 80.000 krónur um vikuna, tá ið læknar fara av Lands­ sjúkrahúsinum á tey smærru sjúkrahúsini at arbeiða. Ein onnur sparing er í urologi, sum hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, har yvirlækni er í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hevur urologi sum sergrein, men hann hevur ov lítið at gera, tí ístaðin fyri at brúka hann, flytir Heilsuverkið við jøvnum millumbili urologar uttan­lands til Føroya at arbeiða. – Men urologurin arbeiðir kanska á skeivum sjúkrahúsi, leggur hann turrisliga aftur­ at Egnan barm Jenis av Rana ásannar, at hann noyðist eisini at taka í egnan barm, tí hann hevur sjálv­ur at­kvøtt fyri spar­ing­ unum í Heilsu­verk­inum, sum landsstýrismaðurin nú skal gjøgnumføra. – Eg má viðganga, at í dag havi eg eina heilt aðra áskoð­ an á Heilsuverkið enn eg hevði fyri nøkrum mánaðum síðani. – Áður hevur mín hugsan um Heilsuverkið verið nógv grundað á teori. Nú havi eg roynt tað á egnum kroppi og tað hevur flutt mørk hjá mær, sigur Jenis av Rana. – Hevði tað verið í dag, ivist eg stórliga í um eg hevði atkvøtt fyri sparingunum, leggur hann afturat. Hann sigur, at nú skal sam­gongan aftur at tingast um fíggjarkarmar og har fær hann at gera sína ávirkan galdandi at fáa samgonguna at broyta kós mótvegis Heilsu­verkinum. – So taka vit tað haðani frá, leggir Jenis av Rana aftur­at. aki@sosialurin.fo Daprar royndir – Áður hevur mín hugsan um Heilsuverkið verið nógv grundað á teori. Nú havi eg roynt tað á egnum kroppi og tað hevur flutt mørk hjá mær, sigur Jenis av Rana, tingmaður og lækni