fríggjadagur 25. januar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ingar, sum spara pengar, utt
an tó at skaða skúlan, sigur
Finn Nørkjær.
Samanumtikið
tódnar
Marknagilsdepilin við umleið
2000 fermetrum, sammett
við upprunaligu ætlanina. Tá
lá skúlin um 19.000 fermetrar,
nú verður hann umleið 17.000
fermetrar. Tað kemur millum
annað at síggjast aftur á
tann hátt, at skúlastovurnar,
ið upprunaliga skuldu vera
69,4 fermetrar, í staðin vera
65,5 fermetrar til støddar.
Ein onnur avleiðing av at
skalera bygningin niður er,
at samlaða hæddin lækkar
3,80 metrar.
Minni glas
Ein grundtanki í Markna
gilsdeplinum er, at talan skal
vera um ein opnan bygning.
Tí er talan um ein bygning
við rættuliga nógvum glasi.
Hetta, saman við skapinum
á
bygninginum,
krevur
rættuliga nógv av konstruk
tiónunum, og er hartil kostn
aðarmikið. Og jú, nakað av
glasinum fellur fyri spari
knívinum.
– Jú, vit taka burtur nakr
ar av glasfasadunum og
brúka annað tilfar í staðin.
Samanlagt er væl talan um,
at millum 15 og 25 prosent av
glasinum verður tikið burt
ur, sigur Finn Nørkjær, sum
samstundis leggur dent á, at
talan framvegis verður um
eitt opnan bygning, ein glas
bygning.
Sambært
arkitektinum
hevur avbjóðingin eisini her
verið at vera trúgvur móti
upprunaætlanini, at varð
veita úttrykkið.
Einki kompromis
Finn Nørkjær hevur staðið
á odda fyri arbeiðnum at
tekna Marknagilsdepilin, og
hann stendur tí eisini fyri at
broyta ætlanina, soleiðis at
rokningin er meira átilig fyri
føroyska skattgjaldaran.
– Enn einaferð vil eg siga,
at kendi tú ikki upprunaliga
projektið, so sært tú ongan
mun. Ja, tað er rætt, at hygg
ur tú allar smálutirnar í
gjøgnum, so eru nøkur ting
broytt. Men tú fært meg ikki
at siga, at eg eri gingin uppá
kompromis við upprunaligu
ætlanina, sigur Finn Nørkjær
og leggur afturat:
– Eg eri framvegis líka
stoltur av hesum projekt
inum. Og eftir hesa drúgvu
gjøgnumgongd eri eg sann
førdur um, at bygningurin
verður veruleiki, sigur arki
tekturin.
jonbrian@sosialurin.fo
marknagilsdepilin
FAKTA:
Landsverk, sum er byggiharri, leggur í løtuni síðstu
hond á sítt endaliga tilmæli til landsstýrismannin í
mentamálum. Í mun til upprunaligu ætlanina eru sparingar
gjørdar fyri umleið 90 milliónir krónur. Bjørn Kalsø hevur
boðað frá, at hann í næstum leggur broytta verklagslóg
fyri løgtingið, har biðið verður um 64 milliónir krónur
afturat teimum 391 milliónunum, ið longu eru játtaðar
til Marknagilsdepilin. Afturat hesum pengunum verður
roknað við at brúka umleið 60 milliónir krónur til innbúgv.
Marknagilsdepilin er føroya størsta byggiætlan, og
skúladepilin skal eftir ætlan takast í nýtslu við
skúlabyrjan á sumri í 2016.
portal.fo
Á Portalinum ber til at
síggja fleiri myndir av
Marknagilsdeplinum