Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 marknagilsdepilin Jón Brian Hvidtfeldt – Hevði tú ikki sæð upp­runa­ ætlanina, so hevði tú ikki lagt til merkis broytingarnar. Arkitekturin Finn Nørkjær, ið hevur ábyrgd av Markna­gils­ deplinum vegna arkitekta­ virkið Bjarke Ingels Group, ljóðar sannførandi, tá hann svarar spurninginum, hvussu tað nú sæst aftur, at eini 90 milliónir krónur eru barber­ aðar av upprunaligu byggi­ ætlanini. Men sjálvandi sæst tað aftur, tá so nógv skal sparast, leggur hann afturat. – Sjálvandi kundu vit broytt projektið til ein fýr­ kant­aðan bygning við gulum múrsteinum fyri á tann hátt at spara pengar. Men okkara avbjóðing hevur verið at varðveita upprunaliga, arki­ tekton­iska hugskotið. At varð­veita úttrykkið, so at siga. Tað bleiv ein avbjóðing, tí talan er um ein rættuliga serstakan bygning. – Jú, tað hevur tikið tíð og nógv arbeiði. Vit hava snøgt sagt gingið alt ígjøgnum av nýggjum. Við tilboðslistunum í hondini hava vit roknað og vurderað, hvat hvør broyting kann spara, samstundis sum vit máttu hava í huga, hvat broyt­ingarnar gera við saml­ aðu myndina av skúl­anum, sigur Finn Nørkjær. Umframt av vera trúgv­ur móti upprunalig hug­skot­ inum var onnur avbjóð­ing at varðveita funktionalitetin í bygninginum. Tí var tildømis ikki uppá tal at skera partar av bygninginum burtur, eitt nú ítróttarhøllina. Alt tódnar Loysnin bleiv tí rímuliga alternativ. – Vit hava simpulthen valt at skalera bygningin niður á lutfallið 0,96. Tað merkir, at í princippinum minka allar yvir­flatur úr lutfallinum 1,0 niður á 0,96. Tað veri seg hæddir og breiddir, gólv, vegg­ir og loft. Alt tódnar eitt sindur í mun til upprunaligu ætlan­ina, greiðir Finn Nørkjær frá. Sjálvandi skal hetta ikki tak­ast so bókstaviliga, at eis­ ini hurðar og annað minka og harvið bróta van­ligar standard­ir. Men í principp­ inum tódnar alt. – Á henda hátt spara vit í roynd og veru rættuliga nógv tilfar. Skúlin verður eitt sindur minni og lægri, men vit varðveita funktionalitetin. Og eg tori at lova, at tú ikki legg­ur tað til merkis, leggur Finn Nørkjær afturat. Harafturat hevur arki­tekt­ urin skorið nakrar yvirflatur burtur, og aðrar eru skiftar út við bíligari loysnir. – Alla tíðina hevur av­bjóð­ ingin verið, hvørt man nú kundi liva við júst hesi broyt­ ing, ella neyðugt var at finna aðrar loysnir. Onkrastaðnis er ein træflata broytt til eina meira ráa og bera betong­flatu, aðrastaðni er okkurt ann­að komið á gólvið, og upp­aftur aðrastaðni eru lofts­kon­ struktiónirnar meira berar enn upprunaliga. Jú, í ávísan mun hevur tað broytt skúlan nakað, hevur givið eitt annað úttrykk á júst tí partinum. Men heildin er varðveitt, sig­ ur Finn Nørkjær. Marknagilsdepilin er ein samanrenning av fleiri bygn­ingum, ið tilsamans skulu ganga upp í eina hægri eind. Í dagførda projektinum er leist­urin sum áður nevnt varðveittur, hóast onkrar smærri broytingar eru gjørdar og onkrir partar eru fluttir nakað. Til døm­is er ein sonevndur installa­tións­ bygn­ingur, ið lá uttan­fyri, nú lagdur inn í høvuðs­bygn­ ingin. Av øðrum sparingum nevn­ir arkitekturin, at ven­ tila­tiónin er broytt til eina bíligari loysn, at el-ar­beið­ið er broytt, soleiðis at færri streym-boksir eru í gólv­ unum, og so framvegis. – Alt samalt smærri juster­ vit varð­veita høvuðs­ linjurnar Arkitekturin: Bygging Fyri arkitektin var avbjóðingin at varðveita heildina og funktionalitetin, samstundis sum barberast skuldi av rokningini. Loysnin bleiv ein skúladepil, ið tódnar eitt vet, hevur minni glas og annars heldur bíligari tilfar. – Kortini fær tú meg ikki at siga, at skúlin er eitt kompromis við upprunaætlanina, sigur Finn Nørkjær Finn Nørkjær, arkitektur hjá Bjarke Ingels Group, hevur teknað Marknagilsdepilin. Síðstu mánaðirnar hevur hansara bundna uppgáva verið at finna so nógvar sparingar sum tilber í føroya størstu byggiætlan. Myndir: BIG