fríggjadagur 25. januar 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Løgmaður er rættuliga ber
søgin í viðmerking á Face
book um nógv umrøddu
ætlanina at krevja gjøld frá
fólki, ið eru liðugt viðgjørd
í føroyska sjúkrahúsverki
num, men framvegis eru
liggjandi har.
- Tað verður áhugavert at
fáa at vita, hvat henda søgan
um gjøld til liðugtviðgjørdar
sjúklingar snýr seg um, við
objektivum brillum. Hetta
hevur ikki verið á lands
stýrisfundi, tað eg veit um,
og eg veit ikki um nakra
politiska ætlan at krevja
gjøld frá sjúklingum, og er
hetta ikki partur av sam
gonguskjalinum,
fráboðar
Kaj Leo Holm Johannesen á
Facebook mikukvøldið.
Síðsta leygardag bar Port
alurin tíðindini um ætlanina
at krevja gjald frá fólki, sum
verða liggjandi á sjúkrahúsi,
eftir at tey eru liðugt við
gjørd. Tað setti ferð á orða
skiftið um sjúkrahúsverkið,
og í vikuni varð málið reist
við fleiri fyrispurningum á
løgtingi.
Mikukvøldið, eftir orða
skiftið á tingi, fór Kaj Leo
Holm Johannesen uppí kjak
ið. Á Facebook skýrir løgmað
ur málið at vera ”stormur
í vatnglasi”, og hartil sigur
løgmaður seg hava skilt, at
tað so at siga er ómøguligt
hjá landsstýrismanninum at
sleppa framat at siga, hvat
vendir upp og niður í máli
num.
Lógaruppskotið
15. januar sendir Heilsu
málaráðið
hjá
Karsteni
Hansen eitt lógaruppskot
út til hoyringar hjá eini røð
stovnum. Í lógaruppskoti
num verður skotið upp at
gera fleiri broytingar í lógini
fyri sjúkrahúsverkið. Lands
stýrismaðurin í heilsumálum
mælir til at seta í lógina, at
”landsstýrismaðurin
kann
áseta gjald fyri uppihald á
somatiskari
seingjadeild
fyri persónar, ið eru liðugt
viðgjørdir.”
Í viðmerkingum til sama
lógaruppskot skrivar lands
stýrismaðurin víðari at ”um
lógarbroytingin verður sam
tykt, er ætlanin at tilevna
eina kunngerð um gjald
fyri uppihald á somatiskari
seingjardeild, fyri sjúklingar,
ið eru liðugt viðgjørdir.”
Landsstýrismaðurin roknar
við,
at
Landssjúkrahúsið
á henda hátt kann spara
millum 200.000 og 400.000
krónur.
Lógaruppskot
uttan løgmann
- Eg veit ikki um nakra politiska ætlan at krevja gjøld frá sjúklingum, sigur løgmaður í almennari fráboðan á
Facebook, eina viku eftir at lógaruppskot um gjald fyri uppihald á somatiskari seingjadeild er sent til hoyringar
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, í fráboðan á
Facebook mikukvøldið
Lógaruppskotið, ið Karsten Hansen, landsstýrismaður
í heilsumálum, sendi til hoyringar 15. januar. Uppskotið
skal geva heimild at áseta gjald fyri uppihald á
sjúkrahúsi fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd