Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Torradagar í februar Tiltakið Torradagar verður í døgunum 19. – 23. februar í Klaksvík. Á torradøgunum plagar nógv ymiskt at vera á skránni, sum hevur okkurt atlit til sjógvin og sjóvinnuna. Hetta eru dagar, sum eisini boða frá, at sólin er komin nakað longri uppá himmalin. Randi Jacobsen Bládýpi er gistingarhús og vallara­heim, og tað heldur tað fram við at vera. Men eina ferð í summar verð­ur Bládýpi eisini hotell. Blá­dýpi fevnir um trý hús. Eitt av hesum húsum, tað út móti Dr. Jakobsensgøtu, varð í heyst rivið niður, og nu verður bygt nýtt hús á grund­ina. Tað gamla húsið hevði tríggj­ar hæddir. Tað nýggja fer at hava fýra hæddir. Gólv­ vídd­in verður nakað størri, tí nú verður bygt út í mark. Seinastu trý árini hevur Páll Breckmann átt Bládýpi einsa­mallur. Hann sigur, at nýggja hús­ið fer at hava samanlagt 20 hotell­kømur á trimum hædd­um, og vesi og bað verður til hvørt kamar. Í gamla húsi­num vóru 10 kømur. - Tað vilja fólk hava, tá ið tey gista á hotelli. Vallara­ heim er nakað annað, sigur hann. Páll Breckmann ivast ikki í, at tað er grundarlag fyri fleiri hotellrúmum í býnum, ser­liga eftir at Skansin læt aft­ur sum gistingarhús. Tað fer at liggja so væl fyri mitt í býnum í Dr. Jakob­ sens­gøtu, sum nú mestsum er høvuðsgøtan í Havn. Tíðarskeiðið, tá flestu út­ lend­ing­arnir vitja, er stutt, bara tríggir mánaðir, men nak­að av útlendingum kem­ ur hinar mánaðirnar. Annars eru tey vitjandi í Bládýpi um veturin ofta bygdarfólk, sum gista eina ella tvær nætur í Havn, tí tey hava verið til okkurt tiltak, ella tey skulu við flogfarinum dagin eftir. Ætlan hansara er, at fólk skulu kunna gista á nýggja hotelli­num fyri ein rímiligan penga. Móttøkan verður í niðastu hædd­ini, men enn er støða ikki tikin til, um hølini ann­ ars á niðastu hædd verða handils­høli ella til gestirnar at hugna sær í. Enn er støða ikki tikin til, hvat hotellið fer at eita. Fyri­ bils verður tað nevnt undir ein­um Bládýpi, men hotellið fær væntandi nýtt navn. Páll Breckmann sigur, at mál­ið var at hava hotellið liðugt til summarmánaðirnar í ár, men tað verður ikki. Nú mið­ar hann eftir at kunna taka hotellið í nýtslu í juni, men tað er kanska í so bjart­ skygt, heldur hann. Nýtt hotell í miðbýnum Gamla húsið hjá Bládýpi í Dr. Jakobsensgøtu í Havn er rivið niður, og í staðin verður bygt hotell við 20 kømrum Randi Jacobsen Lív er komið í Føroya Reið­ ara­felag, sum mestsum hev­ ur ligið í dvala, síð-an Vi­berg Sørensen á aðal­fundi­num í mai 2011 ikki stillaði upp­aft­ ur. Nevndin er fullmannað, og lýst verður nú eftir stjóra til felagið. Stjórin skal virka sum andlit felagsins út­eftir, skal vera skrivari, lut­taka í sam­ ráð­ing­um og ann­að. Hann ella hon skal hava leiðslu­ royndir, og tað er ein fyri­ munur, um viðkomandi hev­ ur kunn­leika til fiski­vinnu og fiski­vinnu­viður­skifti. Poul Hansen, sum er nevnd­ar­limur í Føroya Reiðara­felag, sigur, at nevnd­ in vónar at kunna seta starv­ ið fyri 1. mars. Í nevndini eru Poul Han­ sen, Hanus Hansen, Jógvan Jesper­sen, Hans Andrias Joen­sen, Dánial Johansen, Johan Joensen, Johannes M. Olsen og Gudmund Mort­en­ sen. Vilja skjótt hava stjóra Føroya Reiðarafelag vónar at kunna seta stjóra í felagnum fyri 1. mars Tað gamla er skrætt niður, og arbeiðið við at byggja nýggja húsið gongur við fullari ferð Mynd: Álvur Haraldsen Lítil ár­ gangur Tað er ein lítil ár­gang­ ur, sum fer í 1. flokk í Tórs­havn­ar kom­mu­ na­lu skúlarnar í aug­ ust. Innskriving var týs­ dagin og miku­dagi­n. 269 børn vórðu skriv­að inn samanlagt í allar kommunalu skúl­ar­ nar. So koma frí­skúla­ børnini aftrat. Í fjør byrjaðu 294 børn í 1. flokki í kom­ mu­nu­ni. 43 børn byrja í fo­r­ skúla í ár. Árgangirnir eru sera ymiskir. Størsti ár­gang­ur beint nú er 6. flok­k­ur. Tann ár­gang­ u­rin telur 341 børn. Norski reiðarin og rík­ mað­urin Kjeld Inge Røkke hevur júst bílagt sær einar skógvar fyri 100.ooo krónur, sam­ bært norska Kapital. Skógvarnir eru sey­ mað­ir til hansara, og teir eru úr saltvants­ kroku­dillu­skinni. Skógvahúsið John Lobb í London hevur út­veg­að skógvarnar. Skógva­hús­ið hevur síð­ an 1860 latið skógvar til brets­ka skógvahúsið. Røkke í dýrum skóm