Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Egingirndarormurin skal týnast – frælsisstríðið skal liva Hevur tú hugsað um, hvat í veruleikanum hendir í før­ oyskum politikki í dag? Hevur tú hugsað um, at landsins stjórnarmeiriluti tos­ar um kreppu og um at lyfta í felag. Men at hetta eru somu fólk og sama tanka­ góðs, sum hava sitið við vald­ ið øll undanfarnu árini? Og sum førdu tann politikk, sum skapti spekulasjón, kreppur og undirskot. Og nú siga tey, at her skal brúkast enn meira av sama medisini sum skapti trupulleikarnar? Hvussu nógvar eyka byrð­ ar eru lagdar á, og hvørjir nið­ur­skurðir eru bornir av teimum hægstløntu í Før­oy­ um – og ikki minst av teim­ um, sum gingu fremst í av­ gerðunum og ráðgevingini, tá spekulasjón í luftbløðrum og fiktivum virðum sendu allan búskapin á eggina? Júst so. Tey á ovastu rók, hava tvørturímóti fingið ovur­stórar fyrimunir og gávur, alt meðan samgongan tosar um kreppur og sparing. Sam­gongan gevur upp í 7000 krónur um mánaðin til hægst­løntu stjórarnar. Og tekur upp í 1.300 krónur um mán­aðin frá tí tímalønta, sum í fleiri ár hevur spart upp til eftirløn. Og tey, sum hava størsta tørvin á hjálp, skulu spara og skerjast. Tríggjar sterkar frælsisrørslur Allur politikkurin, sum verð­ ur førdur í dag, byggir á, at hvør skal nøra sær og leggja vertin á, hvat annar fær. Her er ongin hugsjón, men bert tann ráa egingirndin. Tí síggja vit eisini, at hesin hugburður seyrar niður ígjøg­num alla skipanina. Og í samfelagskjakinum, har alt nú er “vit” og “tit”. Ongin tekur ábyrgd í politikkinum, men øll, ið hava sett seg á valdið, vaska hendur og royna at sæta sær og sínum áhuga­bólkum. Egingirndarormurin er sleptur leysur. Og tað er hann, sum altíð hevur brotið niður. Hann hevur ongantíð bygt land, skapað tjóð, fram­ burð ella fræls fólk. Tað eru hinvegin frælsi­ srørslurnar, sum hava skapt allan tann framburð og tey virði, sum eru okkum dýr­ mætast. Tríggjar sterkar fræl­sis­rørslur hava í nýggjari tíð bygt tey virðir og tann fram­burð, sum hava ment Før­oy­ar. Tann vinnuliga og sosiala frælsisrørslan Tann eina er ein vinnulig og sosial frælsisrørsla. Frá av­ tøkuni av Einahandlinum, Báts­bandinum og avtøkuni av for­boðnum hjá ognarleysum at giftast og seta búgv. Ein rørsla, sum loysti tey bond og tey høft, sum vóru í feudalsamfelagnum. Har alt valdið og møguleikarnir lógu hjá nøkrum fáum ognar­um, sum eisini umvegis embætis­ vald og kongsvald høvdu alt framíhjá. Ein rørsla, ið knýtti nýggj bond millum menniskju. Og gav møguleika hjá fleiri at vinna burturúr til­feing­inum, troyta nýtt tilfeingi, og at skapa nýggjar inn­tøku­møgu­ leikar, framleiðsluhættir og samband við umheimin. Tjóðskaparliga frælsisrørslan Annar meginmátturin og sterka rørslan, ið hevur gjørt dreymar og hugsjónir til veru­leika, er tjóðskapar­rørsl­ an og stríðið fyri sjálv­ræði og javnrættindum hjá føroysku tjóðini. Ein rørsla fyri samleika, fólkaræði, máli og mentan – og sambandi við allan heim. Ikki ein rørsla, sum segði føroysku tjóðina vera betri enn aðrar, ella vildi leggja aðrar tjóðir undir seg. Ella sum var vend ímóti øðrum mentanum og tjóðum (sum sam­bandspolitikarar enn tann dag í dag billa inn í fólk). Men ein rørsla fyri sjálvsirðing og javnrætt­ind­ um í heiminum. Fyri rættin­ um hjá øllum til skúla og upp­lýsing. Øll tey stig, sum vit í dag meta sum okkara dýrastu ogn og framtíðarmøguleikar, hava havt sína drívmegi og sítt grundarlag í tjóð­skapar­ rørsluni: Málið. Skúlin. Ment­ anin og listin. Vegir. Havn­ir. Søvn. Vinnuframtøk. Tele­fon­ sam­band. Sjóvegis samband við umheimin. Flaggið. Fiski­markið. Undirgrundin. Fróð­skaparsetrið. Útvarpið. Sjón­varpið. Egin umsiting og fyri­siting av samfelagnum. Loft­ferðsla. Luttøka kring heimin undir egnum sam­ leika innan mentan, ítrótt og list. Verkafólka- og fakfelagsrørslan Triði meginmátturin og triðja sterka rørslan, er verkafólka- og fakfelagsrørslan. Sum stríddist fyri rættindum hjá verka­fólki, fiskimonnum, út­ róðrar­monnum, ognar­leys­ um. Sum vildu loysa høft­ini og gera upp við stætta­sam­ felagið, ið hevði skapt nýggja yvir- og undirstætt í ídnaðar- og pengasamfelagnum. Sum kravdi, at tey, ið skapa virðini við teirra hondum og høvdum, fingu rættvísa løn. Rætt til frítíð. Útbúgving. Heilsu­tænastur. Pensjón. Bú­ staðar­møguleikar. Og javn­ bjóðis ávirkan á samfelagsins avgerðir. At fólk høvdu javn­ rætt­indi og kundu gerast menn­iskju – ikki bara arbeiðs­megi og søluvøra hjá peninga­valdinum. Verkføll, felags stríð og hugsjónarfólk, hava skapað tey rættindi og tann fram­ burð, sum vit í dag meta sjálv­søgd. Hetta samhaldsfestið hevur borið Føroyar og hug­ sjón­ina um eitt vælferðar­ sam­felag við felags fígging og rættindum hjá øllum. Tá frælsisrørslunar spjaðast vinnur afturhaldið At hesar tríggjar frælsis­rørsl­ ur støðugt eru farnar sundur – og hava verið slitnar sundur av sjálvsøkni, afturhaldni og donskum pengum, ið sam­ bandspolitikarar hava brúkt til at ræða fólk við og keypa sær vald við – er ein vanlukka fyri Føroyar. Verkamannarørslan og tjóðskaparrørslan áttu støð­ ugt at havt gjørt tjóðskapar­ liga frælsisstríðið og stríð­ið fyri javnrættindum í sam­fe­ lagnum til eitt og sama stríð. At staðið fast um, at javn­ rættindi millum sam­felags­ borgarar og javnrættindi mill­um tjóðir eru alin av sama vadmáli. Og at rørslan fyri vinnu­ ligum framburði eisini varð slitin frá tjóðskapar- og verka­mannarørsluni, hevur elvt til, at uppdriftin og skap­anarhugurin í vinnuni er vorðin til partapolitiskt valdsspæl. Har vinnuliga framleiðslan, sum kann skapa so stór virðir, varð vavd inn í eina politiska skipan, har danskur stuðul varð brúktur til studning og stýring av vinn­uni. Umframt til at hækka kostnaðarstøðið og at avlaga kappingartreytirnar. Ein skipan, har orkan í vinn­ uni má nýtast til at berjast við politikarar um, hvør fær politiskt ásett framí­hjá­rætt­ indi – heldur enn til javna kapp­ing og felags stríð fyri at gagn­nýta teir framúr vinnu­ møguleikar, ið vit hava í Før­ oyum Egingirndarormurin sleptur leysur Og hetta er kjarnin í aftur­ haldinum. Tá frælsis­kreft­ irnar verða skræddar sundur, verður hvør einstakur tráð­ur ikki vovin upp í ein felags enda. Tá verður hann flustur burturúr og verður til ein egingirndarorm. Ein orm, sum verður sleptur og etur seg inn í skipanirnir og berandi samfelagssúlurnar. Tá siga øll: Hvat fái eg burturúr? Uttan at hugsa um, hvørt nakað virði verð­ ur skapt av tí virksemi, ið vit fremja. Tá siga nógv: Júmen, eg stuðli teimum politi­karum, ið kunnu geva mær nakrar fyrimunir her og nú. Tá hoyra vit leiðandi politikarar siga: Eg havi uppi­borið mínar fyrimunir. At onnur skulu missa, fyri at eg kann fáa meira, tað er so teirra egna skyld, tí tey kunnu bara taka seg saman og stremba eftir at koma upp í mína inntøkudeild! Hvat kostar tað at lata afturhaldið ráða? Hetta niðurbrótandi hug­sjón­ ar­loysið hevur kostað okk­ um politiskt ábyrgdar­loysi og samfelagsligan húsagang fleiri ferðir bara seinastu 50 árini. Tað er ikki tjóðskaparlig javnstøða. Tað er ikki vinnu­ ligt frælsi hjá vanligum fólki í mun til vald og framíhjárætt hjá fáum ognarum. Tað eru ikki verkamannarættindi og samhaldsfesti í samfelagnum, sum nakrantíð hava skapt kreppur og kríggj í heim­in­ um. Tey hava hinvegin skapt allan framburðin. Men tað er altíð spjaðingin, grammleikin og egingirndin, sum hava skapt kreppurnar, kríggini og afturstigini. Hvørja einastu ferð. Og úrslitið síggja vit aft­ ur í dag. Har vit hava fingið eina sonevnda stjórn í Før­ oyum, sum gongur beint ímóti øllum teimum trimum frælsisrørslunum, sum hava bygt Føroyar. Sum sigur, at vinnu­ rætt­indi og felags ogn skal býtast út politiskt, eins og í feudaltíðini. Sum sigur, at stætta­sam­ felagið og stættamunurin skal styrkjast, og at rættindi hjá verkafólki og fakfeløgum skulu skerjast. Og at tey ognar­leysu skulu gjalda fyri sjálv­søgd rættindi til heilsu, skúla og sosiala trygd. Og sum sigur, at blokk­ bidding og at selja okkara rætt­indi sum tjóð skal verða grundarlag undir polit­ iska valdinum hjá nøkr­ um fáum. Meðan øll ment­ anar­lig tjóðarbygging og sam­haldsfestið millum sam­felagsbólkar og økini í landinum skal brótast niður. Vit skulu taka Føroyar aftur til okkara Vit eiga aldrin at góðtaka og standa sum áskoðarar, tá alt tað sum er bygt upp og bundið saman gjøgnum meira enn 41 ættarlið á hes­ um klettum, verður skrætt sundur. Vit eru hvørki eitt lítið land ella eitt fáment fólk. Vit eru eitt tað landið í heim­ inum við ríkastu møgu­leik­ un­um í tilfeingi og mentan, tá vit meta okkum í mun til fólkatalið. Vit liggja í miðj­ um Norðuratlantshavi. Í hjart­anum á einum yðjandi lívi. Við ótaldum virðum. Við okkara egna máli og ríkari mentan. Vit hava framúr møgu­ leikar. Við tilfeingi og orku. Vinnumøguleikum. Ríkum bygdum og býum kring alt landið. Við at bjóða fram tæn­astur til økta virksemið og ferðsluna um okkara leið­ ir, sum bara fer at økjast. Frælsisrørslurnar mugu aftur finna saman. Og virka í felag fyri at draga okkum úr naggatódnini og fram í eina aðra framtíð. Lat tað vera ein greiðan boðskap: Vit skulu ikki venda Før– oyum bakið og tosa um at gev–ast við frælsisstríðnum! Vit skulu hinvegin venda sam­gonguni og egingirndini bakið. Og vit skulu taka ræðið á landinum! Vit skulu burtur frá marg­ lætishugsanini, týna egin­ girndarormin og skapa veru­ ligt fólkaræði í Føroyum. Vit skulu aftur knýta tey bond av margfeldni, og leggja afturat tí samansetta felags­skapi, sum byggir einar frælsar, samhaldsfastar og menn­andi Føroyar fyri øll. Vit skulu taka Føroyar aftur til okkara. Allar frælsiskreftir í Føroyum mugu finna saman at venda gongdini í føroyskum samfelagsmálum. Í løtuni verður bert tann sami egingirndarormurin nørdur, sum ferð eftir ferð hevur brotið niður, skapt kreppur og spjaðing – og sum altíð hevur sent rokningina til tað meiniga fólkið Høgni Hoydal