Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var í fjør heyst, at Gunn­ ar Breckmann saman við øðr­um keypti gomlu poli­ti­ støð­ina í Havn. Politiið varð flýggjað á dyr, tí har var ikki verandi fyri blá­mu­soppi, og tá tað varð mett rættiliga dýrt at fara und­ir umvælingararbeiði, gjør­di ríkispolitiið av at selja bygn­ingin. Gunnar Breckmann gjør­ di av at keypa, og síðani hev­ ur verið arbeitt við at kan­na bygningin nærri, eisini við atliti til, hvat hann møgu­liga kundi nýtast til. Gunnar Breckmann sigur, at teir hava tikið nakrar vegg­ir niður fyri at kanna nærri, í hvørjum standi bygn­ ing­ur­in er í, og í hvussu stór­ an mun hann er fongdur við blámu­sopp. - Tað, sum vit higartil hava kunna staðfest, er, at vit einki duga at síggja til blámu­sopp. Alt er skróvturt, men vit hava fyri, at binda um heilan fingur, sett eina ventila­sjóns­skipan upp, sigur Gunnar Breckmann. Tað tykist tí ikki, sum blámu­soppurin ger um seg í sama mun sum áður. - Eg skal sjálvandi ikki ganga ímóti tí, sum serfrøðin sig­ur, men sum sagt, so hava vit ikki merkt nakað til blá­ mu­sopp í bygninginum. Tað er eisini orsøkin til, at ætlanin nú er at lata eina deild hjá Eikini upp í gomlu politi­støðini. - Tað er serliga mið­hædd­ i­n, har politiið hevði skriv­ stovu­hølir, ið vit ætla skal húsa hesi nýggju deildini, sig­ur Gunnar Breckmann. Madrassur og seingjaloysnir Hølini við Sandá, har Eik­ in heldur til, eru held­ur trong­lig til alt virk­sem­ið hjá handlinum, og tí er tað í fyrstu syftu seingja­loysn­ir­ nar, ið verða fluttar í Jónas Broncks­gøtu. - Talan er um barna- og ung­dóms­møblar so sum seingja­loysnir og madrassir, so tú kanst siga, at vit fara at selja tremmusengur í arrest­ ini, sigur Gunnar Breck­ mann. Hetta er bæði fyri at gera tað rúmsháttari við Sandá, men sjálvandi eisini fyri at gera nyttu av hølunum, ið eru keypt í Jónas Broncksgøtu. – Kjallaran hava vit ikki gjørt so nógv við, og heldur ikki arrestina sjálva. So tað verð­ur í fyrsta umfari mið­ hædd­in í sjálvari politi­støð­ ini, ið vit fara at brúka, sigur Gunn­ar Breckmann. Tað líðir rættiliga væl at gera hølini klár. - Eg vænti, at um einar tvær til tríggjar vikur skuldi ver­ið klárt at lati nýggju deild­ina hjá Eikini í Jónas Broncks­gøtu upp, sigur Gunn­ar Breckmann. tíðindi Selja tremmu­ sengur í arrestini Um tvær til tríggjar vikur letur Eikin eina deild upp á gomlu politistøðini. Leiðari verður Tummas Jákup Høj Mynd: Álvur Haraldsen Um tvær, tríggjar vikur letur Eikin upp eina deild í gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu, har handilin frameftir fer at selja seingjaloysnir til børn og ung