fríggjadagur 25. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur Fólkaflokkurin altíð arbeitt
móti Marknagilsdeplinum?
Lat meg gera tað greitt
beinavegin. Tað var aldrin
ætlanin hjá oddamonnunum
í dagsins Fólkaflokki, at
Marknagilsdepilin yvirhøvur
skuldi byggjast. Formaður
floksins, Jørgin Niclasen, og
formaður í tingbólkinum,
Jákup Mikkelsen, atkvøddu
báðir tveir, saman við gamla
formanninum Anfinn Kalls
berg, móti skúladeplinum í
Marknagili. Tað vil siga, at
í toppinum í Fólkaflokkin
um í dag, finst ein mótstøða
móti størsta byggiprosjektið
í føroysku søguni.
Møguliga er tað frágreið
ingin uppá ta lunkaðu støðu,
ið Fólkaflokkurin tykist at
hava tikið teir síðstu mánað
ar, tá kjak hevur staðist um
skúlan.
Tá man veit hvat støðan er
í floksleiðsluni, so er áhuga
vert at vita, hvørja støðu tey
fólkavaldu í Havn hava til
Marknagil. Har eru tey trý í
tali, trý, ið eiga at kempa fyri
skúlanum, men tíverri eru
tey ikki øll líka eldhugaði.
Fyri at taka tann ”veikasta
í trúnni ” fyrst, Hanus Samró.
Ferð eftir ferð hevur hann
síðsti vikurnar úttalað seg
um Marknagilsdepilin. Men
líka fjølbroyttir sum teir
pallar, ið hann hevur brúkt
at úttala seg frá, m.a. ting
sins røðarapalli, Degi & Viku
ella á sínari facebook vanga
mynd, eru hansara mein
ingar. Ein dagin var boðað
frá í løgtingum, at skúlin
skuldi skrottast. Fáar dagar
seinni var tónin ein annar í
Degi & Viku. Nú mátti lands
stýrismaðurin fáa frið at
arbeiða. Ein friður, ið vardi
stutt, tí seinasta útmelding
in er ein hálovan av uppskot
inum hjá Articon og Búsetur,
har núverandi ætlan verður
vrakað.
Tílíkar
broyttar
støðutakanir tæna ongum,
og skapar tað bert ein ófrið,
ið tey, ið eru ímóti skúlanum,
njóta gott av.
Annika Olsen
Annika byrjaði nýggja árið
við einum lesarabrævi fyri
Marknagilsdeplinum,
har
hon lastaði politisku skip
anina fyri at sáa iva um og
harvið skapa ófrið um depil
in. Men ófriðurin hevur sína
keldu úr hennara egna flokki.
Væl vitandi at hon sum
landsstýriskvinna ikki bein
leiðis kann ávirka avgerðina í
tinginum, so kann hon syrgja
fyri, at flokkurin dregur eina
linju um skúlan og stegða
tí illvilja, ið er innanhýsis í
hennara egna flokki.
Bjarni Djurholm
Stóri
fortalarin
í
Fólka
flokkinum fyri at byggja
Marknagilsdepilin
hevur
altíð verið Bjarni Djurholm.
Tí var tað eisini kærkomið,
at tað var júst hann, ið Fólka
flokkurin valdi til formann í
Mentanarnevndini, tí tað
er ongin ivi, at skúlin liggur
Bjarna nær at hjarta. Djur
holm hevur fleiri ferðir verið
úti og vart Marknagil fyrr og
heitt á landsstýrismannin um
ikki at drála við æltanini, so
seint sum í desember gjørdi
hann greitt, at Marknagils
depilin mátti byggjast nú ella
ongantíð. Eg fái meg ikki at
trúgva, at løgtingsmaðurin
fer at broyta støðutakan,
men ferð framvegis, óansæð
hvørja
støðutakan
floks
leiðslan hevur, fult út at
stuðla núverandi verkæltan.
Men tað hevði verið kær
komið fyri málið og fyri gjøg
numskygni í politisku skip
anini, um Bjarni og Annika
í felag høvdu kunna fingið
flokkin at komið við eini
útmelding, har stuðlað verður
uppundir Marknagil. Ein tílík
útmelding hevði minkað um
tann illgrunan, ið er íkomin,
um at Fólkaflokkurin aldrin
hevur slept mótstøðuni móti
miðnámsdeplinum, men enn
arbeiðir miðvíst fyri at stegða
honum. Ein illgruni, ið kemst
av mótstøðuni hjá Jørgini
Niclasen og Jákupi Mikkelsen
og útmeldingunum frá Han
usi Samró.
Ferð søgan at
endurtaka seg?
Um Marknagilsdepulin ikki
verður bygdur nú, tá søgulig
breið politisk semja er um
hann, so eru sannlíkindi fyri,
at prosjektið endar sum enn
ein miseydna roynd at loysa
tær vanvirðiligu umstøður,
ið miðsnámsskúlanæmingar
í Havnini liva undir hvønn
dag.
Vandin er, at søgan endur
tekur seg. Ein loysn verður
funnin, men tá tað nærkast
at gerast veruleiki, so bakkar
politiski mynduleikin undan,
við tí grundgeving, at ein
onnur loysn hevði verið betri.
Tær alternativu loysnir, ið
verða førdar fram í dag,
fremja einki annað endamál
enn at grugga málið. Serliga
tykist ætlanin hjá Articon
og Búsetur einans at vera
ein síðsta roynd hjá nøkrum
afturhaldskreftum at forða
fyri Marknagilsdeplinum.
Vita eftir, at um tann
dagur kemur, har myndug
leikarnir geva eftir og stegða
núverandi
verkætlan,
so
verða tað í minsta lagið 10
ár, áðrenn næsta prosjekt
kann gerast veruleiki. Tað
vísur søgan okkum. Tí skal
tað vera mín inniliga bøn
til løgtingsfólk, latið ikki
søguna endurtaka seg. Tit
hava nú møguleikan at loysa
einum av størstu skommum í
føroyskum politikki síðsti 20
árini. Takið av.
Hallur av
Rana
kjak
Eingin ivi, Hallur!
Fyrrverandi formaðurin í
Ung fyri Miðflokkin, Hallur
av Rana, sigur bara helvtina
av sannleikanum, tá hann
skýrir meg fyri at broyta
meining í tíð og ótíð.
Skrotta marknagils
depilin
Fíggjarlógin var til 2. viðger
í løgtinginum mikudagin 12.
desember 2012. Tað er púra
rætt, at undirritaði í hesum
sambandi segði, at vit skulu
skrotta
marknagilsdepilin.
Har hevur fyrrverandi for
maðurin í Ung fyri Mið
flokkin rætt. Tíverri velur
Hallur av Rana at siga helvt
ina av sannleikanum, tí hann
gloymir at endurgeva: “um
skúlin kostar 600, 700 ella
800 mió. kr., so havi eg einki
ímóti, at vit skrotta markna
gilsdepilin.”
Útsøgnin skal síggjast í
ljósinum av, at Landsverk
boðaði á heysti 2012 frá, at
marknagilsdepilin
kostaði
150 mió. kr. meir enn ætlað.
Samlaði kostnaðurin av verk
ætlanini kom sostatt upp um
600 mió. kr.
Tað er tað, sum undirritaði
er ímóti.
Veruleikin er tíbetur ein
annar. Bygningurin kemur
ikki at kosta “600, 700 ella 800
mió. kr.,”men væl omanfyri
400 mió. kr.
Gev landsstýris
manninum arbeiðsfrið
Tað er somuleiðis rætt, at
undirritaði segði í kjakinum
í D&V týsdagin 18 desember
2012, at: “tað er ótrúliga um
ráðandi, at vit geva lands
stýrismanninum
saman
við Landsverk, saman við
ráðgevunum og saman við
bygginevndini, tíð til at gera
sítt arbeiði.”
Tað hava teir fingið. Frið
fyri mær. Frið at arbeiða. Men
fyrst í hesum mánaðinum
komu teir á mál. Verkætlanin
kemur at kosta 60 mió.
kr. meir enn ætlað. Tað er
niðurstøðan av arbeiðnum.
Men Hallur av Rana segði
heldur ikki hendan partin av
sannleikanum.
Hóast tað eru nógvir
pengar, eru tað 90 mió. kr.
minni enn upprunaliga met
ingin, sum Landsverk kom
við á heysti 2012. Næstan
triðingurin av teimum 150
mió. kr. eru skavaðar av. So
statt kemur kostnaðurin av
marknagilsdeplinum
ikki
nær námind teimum “600
mió. kr.,” sum var mítt mark
fyri, hvussu langt undirritaði
kundi toyggja seg.
Facebook
Tað er eisini rætt, at undir
ritaði skrivaði á Facebook, at
hann fegnaðist um, at privatir
aktørar og entreprenørar
vóru sinnaðir at byggja
nýggjan miðnámsskúla, sum
rúmaði HF, tekniska-, handils,
og studentaskúlanum í ein
um og sama bygningi.
Tað er undirritaði fram
vegis.
Men undirritaði hevur
bundið seg til eina avtalu,
sum hann heldur fast við.
Samgongan samtykti eina
løguætlan, sum sigur, hvørj
ar verkætlanir skulu byggj
ast. Sambært henni verður
marknagilsdepilin
liðugur
í 2016. Til fyrsta skúladag.
Hetta verður ikki bygt av
luft og kærleika, men eru
hundraðtals
milliónir
av
krónum játtaðar komandi
árini. Í 2013 hevur lands
stýrismaðurin 133,4 mió. kr.
at ráða yvir, meðan 85 mió. kr.
leggjast afturat í 2014. Upp
hæddin økist í 2015 til 95 mió.
kr, áðrenn síðstu 90 milli
ónirnar verða nýttar í 2016,
tá hann er liðugt bygdir.
Hetta hevur samgongan
samtykt.
Tað er í fínasta ordan,
at Hallur av Rana ivast í
marknagilsdeplinum,
men
tað hevði ikki verið óvirðiligt,
um hann segði báðar síðurnar
av sannleikanum. Heldur
ikki er tað neyðugt at fara
í panikk, tí fólkaflokkurin
stendur saman um markna
gilsdepilin.
Lat ongan iva vera um
tað!
Hanus
Samró
Løgtingsmaður
fyri fólkaflokkin