fríggjadagur 25. januar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Mikudagin 23. januar bórust
deyðsboðini av Erlingi Gutte
sen. Hann var føddur 17. juni
í 1933 og harvið 79 ára gamal,
nú hann flutti foldum frá.
Inntil fyri ikki so langari
tíð síðani var Erling lættur
og frískur sum ein unglingi,
men síðani hann varð raktur
av herviligari sjúku, viknaði
hann skjótt, og nú hann ikki
orkaði meir, var Kristvør, sum
hann helt so ógvuliga nógv
av, framvegis stóri stuðulin.
Erling var heima, nú hann
slóknaði.
Erling búði í Glostrup,
men hann var havnarmaður,
og hóast hann nú hevði búð
í danska høvuðsstaðnum í
meiri enn eina hálva øld, so
kendi hann framvegis stóran
tokka til heimlandið og føði
staðin. Serliga hesi seinnu
árini vitjaði hann ofta aftur
heim á klettarnar og í Havn.
Eitt nú hevur hann í nógv ár
verið heima á samfelagsmøt
unum í Ebenezer, sum plaga
at vera í november.
Vøggan stóð við Ting
húsvegin. Foreldrini vóru
Jóhanna og Jens Christian
Guttesen. Tey áttu ellivu
børn, og nú Erling er farin,
eru trý eftir á lívi. Tey eru
Kirstin, Petur og Brynhild.
Pápin var málari, og syn
irnir fylgdu í faðirsins fóta
sporum. Óla Jógvan, Petur,
Leivur og Erling fingust allir
við at mála. Tann elsti, Jens,
var skrivstovumaður, og tann
yngsti, Gunnar, koyrdi í mong
ár lastbil hjá kommununi.
Maja búði á Toftum, og allar
hinar systrarnar – Gunhild,
Kirstin, Brynhild og Ingrid –
búðu í Havn.
Ein av mongu bygdagent
unum, sum leitaði sær til
Havnar at læra til sjúkra
systir, var Kristvør, dóttir
Súsonnu Malenu og Esberg
í Nýggjustovu í Kunoy. Tað
rann saman millum Kristvør
og Erling, og 1. desember 1962
góvu tey hvør øðrum sítt ja á
ráðhúsinum í Keypmanna
havn.
Fyrstu árini búðu tey
í íbúð á Eysturbrúgv, har
Adam hjúnini, sum fleiri mill
um tey rættuliga tilkomnu
munnu komast við vóru
trúboðarahjún í brøðrasam
komunum í Føroyum, vóru
millum grannarnar.
Kristvør og Erling fingu
Kristian og Súsannu, og tey
fluttu í hús í Snebærhaven
í Albertslund. Kristvør ar
beiddi sum sjúkrasystir á
sjúkrahúsum í Keypmanna
havn. Í mong ár var tað á
Hvidovre, har hon hevði
stóra ábyrgd og seinni í
Glostrup. Erling var nógvu
tey seinnu árini málari hjá
SAS í Kastrup.
Gestablídni og familju
alskur vóru eyðkenni fyri
tey í Snebærhaven, og vit eru
mong, sum minnast aftur á
góðar løtur í heimi teirra.
Nú eru nøkur ár síðani,
at bæði Kristvør og Erling
góvust at arbeiða. Sonurin,
sum er giftur føroyskari
konu, og er verkfrøðingur og
sjálvstøðugur vinnurekandi,
flutti í húsini, tá ið Kristvør
og Erling fluttu í íbúð í Glost
rup. Dótturin, Súsanna, er
gift við donskum manni.
Hon er sjúkrasystir, men hon
starvst í familjufyritøkuni,
sum hon eigur saman við
manninum.
Kristvør og Erling eiga
fimm barnabørn, og tey
hava kent tað sum forrætt, at
børnini hava búð so at siga í
grannalagnum, og at tey
harvið hava havt møguleika
at vera so nógv saman við
barnabørnunum.
Tey bæði hava verið stuðl
ar í fríkirkjuni í Glostrup, har
Kristian er ein av teimum,
sum hava høvuðsábyrgd.
Sum øll hini í familjuni so
var Erling musikalskur, og
viðhvørt sang hann solo.
Vit minnast Erling, sum
ein stillføran, fyrikomandi og
lættlyntan mann, sum dugdi
so sera væl at síggja tað ljósa
í løtuni.
Ærað
veri
minni
um
havnarmannin
í
útisetu
Erling Guttesen.
Jóannes Hansen
Erling verður jarðaður
úr Skovlunde Frikirke,
Metalbuen 42 í Skovlunde,
týsdagin 29. januar kl. 13.
Erling Guttesen farin
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo