fríggjadagur 25. januar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tann fjórða januar í ár
slóknaði
Gunnvør
Svabo
Rasmussen, sum hevði fylt
80 ár í hesum døgum, ella
mikudagin tann 23. í hesum
mánaði.
Gunnvør
varð
fødd
í
Miðvági í 1933 og vaks upp
sum ein av teimum yngstu í
einum stórum systkinaflokki
(tey vóru ellivu íalt). Hon var
dóttir tann kenda Jóhan
Heindrik Samuelsen, sum
var lærari í Miðvági og á
Giljanesi frá 1920 og líka til
1968, altso í 48 ár tilsamans.
Eftir eitt stutt skeið sum
handilsfólk í Havn, fór Gunn
vør av landinum í 1952, tá ið
so avbera nógvir føroyingar
fóru til Danmarkar fyri at fáa
sær eina væl hollari tilveru,
enn tey nakrantíð høvdu
kunna fingið sær heima í Før
oyum. Gunnvør var ambitiøs
og hevði tíðliga sett sær sum
mál, at hon vildi blíva sjúkra
systir. Hon arbeiddi eina tíð
í privathúsum sum arbeiðs
kona, og brúkti tað sum
basis fyri at fara á sjúkra
pleygu-forskúla á Møn, har
so nógvar føroyskar kvinnur
gingu í sínari tíð.
Nakað eftir forskúlan,
hitti hon Preben Rasmussen,
sum var gardarahusarur í
Næstved. Hon var tá farin at
læra sjúkrapleygu á Amts
sjúkrahúsinum í Næstved,
har hon bleiv liðug í 1958.
Preben og hon blivu gift í
1957, meðan hon enn lærdi.
Eitt stutt skifti arbeiddi hon
á Ríkishospitalinum í Kjøpin
havn, síðani fekk hon arbeiði
á Amtssjúkrahúsinum í Hille
rød, har hon gjørdist røntgen
sjúkrasystir. Hjúnini búsett
ust stutt eftir í Allerød, smáar
12 km sunnanfyri Hillerød.
Tey fingu tveir synir, Nick og
Per, sum báðir blivu læknar,
annar í Norðurjyllandi, og
hin í Kjøpinhavn.
Síðst í 80´unum flytti
Gunnvør aftur til Kjøpin
havnar og koma at búgva í
einum av teimum hábærsligu
íbúðunum, sum Tað danska
Sjúkrasystrafelagið eigur í
Dronningens Tværgade. Har
treivst hon sera væl og fekk
nú betri høvi til at luttaka í
tí livandi føroyska felags
skapinum í Kjøpinhavn.
Longu fyrst í 80´unum
kom Gunnvør sum næstfor
maður í nevndina í Tí før
oyska Kvinnufelagnum í
Kjøpinhavn, har ein annar
miðvingur hevði sitið sum
formaður, líka síðani 1976.
Tað var javnaldri og skúla
felagi hennara, Hervør Nolsøe
(eisini fødd 1933). Tær báðar
knáu miðvágskonurnar, Her
vør og Gunnvør vóru í meira
enn tólv ár fastir leiðarar av
Kvinnufelagnum, og tað er í
teirra tíð, at Kvinnu-felagið
ger av at flyta í Húsini á Vest
urbrúgvagøtu. (Fyrst nr. 18,
síðani 17A).
Tað var tá, sum nú, at
Grunnurin hjá Kvinnufelag
num
var
tað
fíggjarliga
fundamentið undir øllum
Føroyahús-tiltakinum. Aft
aná formansskiftið mitt í
90´unum, var Gunnvør enn
við í nevndini eina stutta tíð
sum kassameistari. Í sjálvum
Føroyahúsinum var hon sera
aktiv og eitt stórt álit sum
sjálvboðið hjálparfólk hjá
táverandi leiðaranum, Jákupi
Jacobsen, serliga tá ið á stóð
við veitslum og størri fund
um tíðliga í 90´unum.
Gunnvør fór til gravar
leygardagin 12. januar úr tí
stásiligu Grundtvígskirkjuni,
sum liggur beint við kirkju
garðin á Bispebjerg, har hon
varð jarðað. Vit eru nógvir
útisetar, sum sakna Gunnvør
Svabo og lýsa frið yvir minni
hennara.
Virgar T. Dalsgaard
Fremst: diddan, og
olduromman Mina Jacobsen
Frá vinstru: mamman Birita
Kjærbo, omman Jonhild
Kjærbo og langomman Elin
Kjærbo.
Lítillátin men miðvís
útisetakvinna farin!
Fimm
ættarlið
Á myndini eru 5 ættarlið.
Frá vinstru olduromman
Malla Olsen, Toftir,
langomman Judith
Johannessen, Toftir, abbin
Benn Johannessen, Toftir,
pápin Karl Johannessen,
Keypmannahavn, sum
situr undir lítlabeiggjanum
sum eitur Benn Karlson.
Føðingar
4. november fingu Halgerð Árnadóttir og Karl Jo
hannessen, Keypmannahavn ein son. Hann vigaði
3198 gr og var 49 cm langur. Hann eitur Benn Karl
son.
7. januar fingu Teitur og Adrian ein lítlan beiggja.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3560 gram. For
eldrini eru Ingibjørg Eysturoy og Johannes Olsen,
Velbastaður.
Tann 29. oktober fingu Emilia og India ein lítlan
beiggja. Hann vigaði 3765 gr og var 52 cm langur.
Foreldrini eru Archibald Andreasen og Elsa Bech
búsitandi i Malmø.
3. januar fingu Rini og Sámal Sivertsen ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 4000 gr.
18. januar fingu Helena og Signar Kallsberg, Viðar
eiði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3900
gr.
Fimm
ættarlið