fríggjadagur 25. januar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Eirikur var føddur 24. august
í 1962 og var sonur Annu
Katrinu og Kára Reynheim.
Tað fyrsta eg minnist til
Eirik, var at hann var HB'ari
um ein háls og plagdi at vera
í Gundadali og hyggja, tá HB
spældi, Eirik, Jákup og Atli
vóru vinmenn og fylgdist
næstan altíð, í hvussu so er
til fótbóltsdyst.
Í 1981 rann saman í millum
Leilu og Eirik, tá komu vit
at kennast rættuliga væl
og gjørdist vinmenn. Eirik
ur var í maskinlæru hjá P/F
Wenzel Petersen og høvdu
teir rørarbeiðið á Hotel Før
oyum, tá tað bleiv bygt. Eg
var eisini í læru og arbeiddi
sum timburmaður á uotell
inum. Á hotellinum sóust vit
dagliga og minnist eg, at tosa
varð nógv um fittligar gentur
og ómissandi kærleika. Eirik
ur var ikki tann, ið trokaði
seg framat og førdi orðið,
men tá ið hann segði nakað
um forelskilsi var einki at
ivast í hvat hann meinti við,
hann hevði fingið sína Lailu
og eingin var so heppin
sum hann. Eirikur og Leila
blivu gift í mai 1985 og stórt
brúdleyp hildið í Havnar
Klubba. 30 okt. 85 kom fyrsta
barnið, ein vælskapt genta
og eg minnist sera væl tann
dagin. Eirik, Oskar og eg
smíðaðu saman tá og vóru vit
bodnir út til svigarforeldrini
hjá Eiriki til morgunkaffi.
Tað var ein glaður og stoltur
pápi.
Eirikur nevndi onkuntíð,
hvussu heppin hann var at
hava so góð svigarforeldur.
Eg veit eisini, at Astrid og
Hjartvar vóru ógvuliga glað
fyri at fáa Eirik sum svigar
son. Heimið hjá Hjartvar og
Astrid var eitt samlingstað,
altíð opið og øll gingið inn
á gólvið. Vit dámdu so væl
sangin, har bleiv altíð sungið.
Hjartvar plagdi at siga við
okkum, um vit ikki dugdi at
syngja, so kundi vit floyta.
Tey dugdu næstan øll Føroya
fólks uttanat. Serliga sungu
Hjartvar og Leila sera væl.
Har vóru nógvar ógloymandi
løtur. Unga familjan var nú
farin at hugsa um at fáa sítt
egna familjuheim. Eg haldi at
tað var Leila, ið hevði verið so
umhugsin, saman við sínum
foreldrum, at søkt um grund
stykki, og fingu tey stykki
Úti á Fløtum sum tað æt. Har
úti fóru tey bæði undir at
byggja teirra egna heim, og
væl gekst, stór og vælgjørd
hús og familjan bæði treivst
og nørdist. Eirikur reypaði
einaferð í veitslulag, at hann
skuldi hava 10 børn, og flenti
so hjartaliga. Hjartvar plagdi
at arga hann við at hann var
í familju við ''Hønuna'' so
hann fekk ikki børn, men
ungar. Eirikur kom í rossa
verðina
beinavegin
hann
hevði møtt Leilu, har treivst
hann væl. Hann reið eisini
kapp, í skeið við Perlu og
vann hann fleiri heiðurs
merkir. Honum dámdi væl
at vera saman við svágrinum,
Bødvar, Brestur, Beinir og
svigarinnuni
Eddu.
Tey
vóru meiri enn bara svágrar,
samanhaldið í familjuni hjá
Hjartvar og Astrid hevur
altíð verið avbera gott, børn
og svigarbørn altíð saman,
sjálvdan í eindrátti. Á rossa
baki høvdu Eirik og eg nógv
ar góðar túrar. Eisini riðu vit
kapp ímòti hvørjum øðrum,
tað var í Old Boys.
Tá vit fluttu til Syðradals,
var Eirikur ein góður stuðul,
altíð klárur við eini hjálpandi
hond, hann dugdi eisini alt,
sveisa, skrúva, smíða ella at
fletta. Løturnar aftaná heyst
fjøllini og aftaná slaktið,
har vit sótu og skemtaðu
og prikaðu eru ógloymandi.
Eirik, tú dugdi so ómetaliga
væl at siga frá, skemtingar
samur og fittur. Hesin sjar
merandi láturin, hetta fitta
flennið. Eg hoyri teg fyri
mær, tá tú fortelur um tá tit
sviðu seyðarhøvd, og fingu
sveisieygu av ljósrørinum.
Eirikur og Leila fingu fýra
børn saman, Barbaru, Herdis,
Astrid og Ronju, eisini tóku
tey Fíu til sín, eftir at hon
hevði mist mammu sína, og
tvær abba- og ommudøtur,
lítlu Leila og Erika. Tú dugdi
væl at hugna tær saman við
døtrunum. Tú fortaldi, tú
hevði verið í ríðihøllini við
døtrinum og hevði pakkað
saðiltaskuna. Í meðan gent
urnar riðu, passaði tú uppá
saðiltaskuna. Sera hugnaligt,
bæði fyri genturnar og teg
sjálvan.
Tá Lútzens syskinabørnini
skuldi hava okkurt gjørt og
samlaðu hjálparfólk, vart tú
Eirikur altíð til dystin fúsur.
Eitt nú tá snikkaraverkstaðið
hjá Bødvar bleiv gjørt í Dali,
ella eini hús hjá onkrum
syskinabarnið skuldi reisast,
ella flagtekja leggjast á, hjá
Føroya
Ríðingarfelag,
tá
felagshúsi og ríðihøllin bleiv
bygt. Tú vart altíð við.
Eirikur lærdi hjá P/F Wen
zel Petersen, eisini var hann
eitt skifti úti á Bacalao og
arbeiddi sum maskinmaður.
Honum dámdi betur at fáast
við timbri, heldur enn jarni.
Eg og Oskar arbeiddu saman.
Eirikur kom so eisini í toymið
hjá okkum. Eitt arbeiði, vit
gjørdu, var venjingarmið
støðin Nautilus. Haldi at tað
var fyrsta venjingarmiðstøð
í Føroyum. Hetta arbeiðið
gjørdu vit saman við systk
inabarni Eiriks, Frank Dam
yngra. Tá hølini vóru liðug
og venjingartóluni uppsett,
skuldi vøddarnir roynast.
Eg minnist, hvussu drúgvur
Eirikur var, og hvussu stutt
ligt vit høvdu tað.
Í 1986 byrjaði Eirik sum
feriuavloysari hjá portørinum
á Landsjúkrahúsinum. Tað
gekk ikki lang tíð, so fekk
hann boðið fast starv og var
hann portørur í eini 16 ár.
Aftaná tað fór hann aftur at
smíða.
Eirikur fylgdi eisini væl
við útróður og fiskiskapi
annars, plagdi at spyrja
hvussu gekst hjá Birgiri
bróður. Eirikur var góður við
síni foreldur og beiggja sín
Kára. Hann fylgdi væl við
Kára og helt altíð við honum,
óansæð hvørjum felagi hann
spældi fyri. Hann var stoltur
av døtrunum og glaður fyri
svigarsynirnar
og
báðar
abbadøturnar, hann elskaði
tykkum.
Eirik bleiv sjúkur í 2010 og
skurðviðgjørdur í Danmark
og tað mundi gingið galið.
Hann kom fyri seg aftur og
kom heim við sama flúgvara
sum Sigtór, Bergur og Ólavur.
Teir høvdu verið á Land
brúksmessu. Teir søgdu fyri
mær, hvussu glaður hann var,
nú var hann frískur! Eg haldi
tað var í november 2010. Vit
gleddust øll um tey góðu boð
tú hevði fingið, hetta skuldi
nokk fara at laga seg. Tú
arbeiddi sum vanligt, tú sá
frískur og raskur út. Ì februar
2012 fekst tú tey ringu boð at
sjúkan var farin víðari og
útlitini vóru vánalig. Sjálvt
um tú visti hvønn veg tað
gekk, var tú tann sami fitti og
positivi Eirik. Tú var glaður
fyri at hava Leilu hjá tær og
segði eisini at tað var gott at
tað ikki var øvugt. Eirik, at tú
vart likamliga sterkur vistu
vit øll, men at tú hevði eina
sovorðna sálarliga styrki má
eg beundrð. Eirikur, tú vart
eitt gott menniskja, arbeiðs
felagi og vinur, tú vart væl
lýddur og kendi nógv fólk,
tað sást á tí stóra skara, ið
fylgdi tær til gravar. Ein
stúgvandi full Vesturkirkja,
helst yvir túsund fólk, ið
søgdu tær farvæl.
Eg segði tær farvæl mána
kvøldið, tú vart troyttur. Eg
segði góða nátt og áðrenn
eg var liðugur við setningin
svarar tú ''Jesus fylgir tær og
styrki teg í trúnni.'' ''Somu
leiðis vinurin.'' svaraði eg.
Góða Leila, tú hevur verið
Eiriki ein góð kona, ikki minst
hetta síðsta árið. Eg tosaði
við teg, og tú segði mær at
tú ímyndaði tær eitt skip, ið
tú veittraði farvæl og skipið
hvørvur so spakuligani í havs
brúnni, samstundis ímyndar
tú tær at Harrin tekur ímóti
hinumegin. Ein sera vøkur
mynd, sum sigur alt og haldi
eg at soleiðis er tað. Sorgin
er stór hjá øllum, men serliga
hjá tykkum. Leila, Barbara,
Wenzel, lítla Leila, Herdis,
Dion, lítla Erika, Astrid,
Ronja, og Fíu. Pápanum Kára
og beiggjanum Kára við
familju. Eisini vermóðurini
Astrid. Má Harrin styrka
tykkum í sorgini.
Hvíl í friðið góði vinurin
Eirikur.
Vinur tín Thorvald
Minningarorð
um vinmannin
Eirik V. Reynheim
Míni orð um
Eirik gubba
Eg fari altíð at minnast Eirik Gubba sum tann
stuttligi gubbin hjá mær, ikki bara var hann eitt stórt
smíl sum persónur, men eisini ótrúliga menniskja
ligur og hjálpsamur fyri meg. Eg minnist tær løtur,
ið vit høvdu heima í Syðradali, tá Eirik kom at vitja.
Babba og Eirik snakkaði um cowboytíðina og gamlar
tíðir fyri tað mesta, og inn í millum blivu nakrar
vittigheitir fortaldar, og so minnist eg at babba
fortaldi vittigheit, sum eg slett ikki skilti, men bara
tað at Eirik flenti fekk meg at flenna. Eitt minnist
eg eisini, tá ið eg fylgdist við døtrunum hjà Eiriki,
trímenningarnir hjá mær Ronja og Astrid, tað var á
ólavsøku og vit vóru akkurát farin heim til teirra. Vit
fóru upp á í køkin teirra, og so knappligani hoyrir
man ein mann syngja vakurt men grovmælt, og tað
var sjálvfylgjandi Eirik gubbi og Laila, sum akkurát
vóru komin aftur frá midnáttarsangi og sangin
hevði tey bæði tikið við heim. Eirik spurdi meg um
hvat eg ætlaði at verða, tá eg eina ferð verði stórur
og eg svaraði bert at eg vildi verða okkurt sum eg
dámdi at vera, tað helt Eirikur gubbi nógv um, at eg
skuldi ikki verða nakað, ið eg ikki tímdi at vera.
Eg fari at minnast Eirik sum tann gubbin, ið
altíð kundi síggja tað ljósa í teim myrkastu løtum,
og tann, ið altíð kundi smíla í teim mest sorgarfullu
løtum.
Hvíl í friði, góði Eirik gubbi.
Eg gloymi teg ongantíð.
Heilsa
Ára