Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Barsilsgjaldið skal nýtast til betri barsilsskipan! Fyri 2012 verður aftur stórt yvirskot í Barsilsskipanini. Gott fíggjarligt grundarlag var tí undir uppskotinum, at gera skipanina munandi meira fleksibla, og leingja far­ loyvið 8 vikur, sum Tjóðveldi skeyt upp. Uppskotið varð felt í vikuni, men lands­stýris­ maðurin noyðist at koma við einum líknandi lógar­upp­ skoti, skjótt. Tað kann ikki for­svarast, at munandi meira verður tikið frá fólki enn tað, skip­anin kostar. Johan Dahl, landsstýris­ mað­ur, hevur júst váttað, í svari uppá fyrispurning, at nær­um 19 mio ov nógv vórðu kravdar frá skattgjaldar­ un­um til barsilsskipanina í 2012. Enda­liga talið verður helst nakað lægri, men tó. Síðani 2006, tá gjaldið varð sett til 0,62%, sum allir ar- beiðs­takarar og ar­beiðs­gev­ arar gjalda, eru einar 70 mio, ella í miðal einar 10 mio kr um árið, ov nógv kravt inn! Í 2013 væntast eitt yvir­skot uppá omanfyri 13 mio kr. Fleksibul barsilskvota Høvuðsbroytingarnar í upp­ skot­inum vóru at leingja barsils­skip­an­ina við 8 vik­ um - upp í 42 vikur, og at gera skipanina mun­andi meira fleksibla, so familj­ur­nar yvir eitt tvey ára tíðar­skeið hava møgu­leika at leggja barsils­ kvot­una til rætt­is eftir teirra tørvi og ger­andis­degi. Í samráði við arbeiðs­gev­aran. Og eyka kvotu til tví­bura­ foreldur. Tær 8 eyka vik­ ur­nar, skuldu býtast javnt ímill­um pápa og mammu, tó við møguleika at býta sína­ mill­um. Í uppskotinum vísa vit eisini á, hvussu neyð­ugt tað er, at politiska skip­anin beinanvegin fer undir at tryggja, at barns­burð­ar­ gjaldið verður eftir­lønar­ gevandi. Kvinnur eru og vera framhaldandi eftir­bát­ ar, tá ræður um eftirløn, júst tí at tær taka sær ábyrgd­ina av at vera nógv heima við børn­un­um. Hetta má polit­ iska skipanin, í sam­ráði við partarnar á arbeiðs­markn­að­ inum, fáa loyst sum skjótast. Sjálvandi mugu pengarnir – allir – sum kravdir verða inn til eina barsilsskipan, nýt­ast til at gera skipanina smidligari og betri fyri børn og foreldur. Í 2008, undir che, varð yvirskotið, sum tá var, beinanvegin nýtt til at bøta og leingja barsilsfarloyvið. Ein orsøk til yvirskot í skipanini er tíverri eisini, at færri børn verða fødd. Seinastu 20 árini er barnatalið minkað við einum triðingi, so einans eini 600 børn um árið, nú verða fødd. Uppskotið hjá Tjóð­veldi varð felt. Men, ikki úr­slita­ leyst. Tí landsstýris­maðurin tykist hava tikið barnið at barmi. Nú lovar hann at koma við einum hollum uppskoti á ólavsøku. Nakrar broytingar kundu verið gjørdar her og nú, til gangs pinkubørn og foreldur. Tey mugu bíða. Til landsstýrismaðurin vónandi veruliga kemur á soppin á ólavsøku. Tá skal væl verða tikið ímóti tí! Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin hevur einki val. Hann má koma við einum uppskoti til betri barsilsskipan, sum líkist tí frá Tjóðveldi, ið samgongan júst feldi. Seinastu árini eru á leið 70 mio ov nógv kravt inn til barsilsskipan, men brúkt til heilt onnur endamál Retorikkur hevur ikki altíð so gott orð á sær. “Hatta er reinur retorikkur”, verður ofta sagt. Og tað er sjáldan meint jaliga. Tað veldst tó um eygað, sum sær. Longu frá gamlari tíð varð retorikkurin mettur sum eitt gagnligt kynstur. Ja, mett varð, at ringur retorikkur, fanst ikki og var beinleiðis ein andsøgn, tí retorikkur skuldi umboða tað góða, vakra og sanna. Hetta staðfesti tann grikski heimspekingurin Aristoteles longu í 3. øld fyri Kristi føðing. Og tað er ikki av ongum, at Jóhannes evan­gelist­ ur byrjaði sítt evangelium “Í fyrstuni var orðið”, tí orð eru týdningarmikil og skapandi. Bæði teir gomlu grikkarnir og rómverjarnir vistu, at skuldi ein røða vera góð, so skuldi bæði logos, ethos og pathos vera í lagi. Tað merkir skil og sannføring, trúvirði og kenslur. Hetta fyrsta gekk sum oftast. Tað næsta var ikki altíð so lætt, meðan tað triðja mangan var tað torførasta at fáa at sita. Tað eru kenslur sum oftast. Í vikuni helt Obama røðu. Hetta var seinnu ferð, hann bleiv tikin í eið sum forseti í USA, og retorikkurin var sterkur. Eitt var at svarta einkjan eftir ein manna­ rættinda­stríðsmann talaði uttan fyri Hvítu húsini. Maður hennara varð myrdur í suðurstatunum í sekstiárunum, og heili 30 ár vóru gingin, til hvíti drápsmaðurin varð dømdur. Tá er kenslustrongurin spentur, so bogin er um at bresta á hesum søguliga staði í høvuðsstaði stór­veldisins. Tá er myndaligi retorikkurin saman við patriotisku tónunum í hásæti. Kanska ov nógv, halda summi. Eftir tað kemur Obama sjálvur og argumenterar fyri, at orðini í amerikonsku grundlógini um, at øll eru vit eins, tá vit koma í hesa verð, skulu fremjast í verki. At øll skulu hava sama rætt at nema sær útbúgv­ing og samfelagsins ágóðar, hvørt tað hevur verið flóð ella fjøra á kistubotninum hjá tínum foreldrum. Vit eiga øll somu rættindi – ikki bert mótvegis Guði, men eisini mótvegis menniskjum, segði forsetin. Hetta var góður retorikkur, har bæði vit, skil, trúvirði og tað kensluborna gingu uppí eina hægri eind. Tí sjálvandi ber ikki til at argumentera, um skil ikki er í. Samtíðis verður skotið upp her heima, at vit skulu gjalda fyri seingjarpláss á okkara sjúkra­ húsum, og helst munnu bæði tann skynsama, trúverduga og kensluliga ketan leypa av hjá teimum flestu. Tað er ikki góður retorikkur. Kanska hómast eitt samfelag við brúkara­ gjørdum í havsbrúnni! Men ber tað til at “selja” hendan boðskapin? Og er tað ein góður boðskapur? Tað er í øllum førum ikki bara retorikkur... Tað er upp til okkara vit og skil – og kenslur – um vit góðtaka hetta. Tað veldst um eygað, sum sær – og hjartað, sum slær! Theodor Eli Dam Olsen Prestur EYGA MÁLIÐ Eygað, sum sær, og hjartað, sum slær – Retorikkur og seingjarpláss... Bjørt Samuelsen tingkvinna Fyrispurningur til Landsverk og Landsstýrismannin í Innlendismálum Í løtuni brúkar landið nógvar pengar upp á at gera ábøtur á Hvalbiartunnilin, men hvat er ætlanin við hesum? Hóast tað verður brúkt millión oman á millión í henda ótíðarhóskandi tunnil, so er niðurstøðan tann sama, stórir bilar sleppa ikki lættari ígjøg­num tunnilin. Tað einasta rætta at gera við farleiðina millum Hvalba og Trongisvág er at gera ein nýggj­an tunnil, men eg eri bangin fyri, at tað sum Lands­verk og Landsstýrið ger í løtuni bert verður gjørt fyri at skjóta ein nýggjan tunn­il longur fram í tíðina. Sjálvur koyri eg stóran bil, og havi eg stórar trupulleikar av tunlinum, tí bilurin ofta tekur í loftið, tá eg koyri ígjøg­num. Hvør skal taka ábyrgd av hesum skaðum, sum eg fái á bilin? Tí vil eg hava, at lands­ stýris­maðurin í inn­lendis­ málum sigur okk­um, hvør er ætlanin við hesum ørskap­ inum í Hvalbiar­tunlinum? Vónbjartur Sørensen