Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Hergeir Nielsen Fyrrverandi tingformaður og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi Loftrúmið yvir og havøkið kring Føroyar eru vøggugáva føroyinga 46 tanga- og turrlastskip, tey flestu hjá Nordic Bulk Carriers, sigldu í fjør úr Norðureuropa til Asia, og sama vegin heimaftur. Túrurin umvegis gomlu Suez­ kanal­ina tók 44 dagar; hann er nú styttur við 40% og tekur bert 26 dagar, og stórsti búskapurin i Asia, Korea, hevur fingið stóran áhuga fyri hesi munandi bíligari og skjótari leiðini. Ísurin er eisini bránaður burtur vestureftir í Arktiska økinum, og hevur hetta kollveltandi týdning fyri búskapin í skipaferðsluni, bæði eystur- og vestureftir. Annanhvønn dag er eitt 100- 200.000 tons stórt tangaskip í føroyskum sjógvi, og alt bendir á, at skipaferðslan millum Atlants­ havið og Stillahavið bara økist umvegis útnyrðings- og land­ nyrðings­leiðirnar, samstundis sum hon minkar umvegis Suez- og Panama­kanalina. Føroyskur sjógvur er tí komin í fokus, og útheimurin hevur givið hesum ans, tó ikki bara fyri tað góða. Sagt verður uttaneftir, at før­ oyskt sjó- og havøki verður roknað sum eitt stórt svart hol, hvat trygd og tilbúgving viðvíkur, og lítið bendir á, at vit gera nakað við tað, fyrr enn vit verða noydd til tað. Meðan Noregi hevur sera gott eftirlit við siglingini í norskum sjógvi, liggur tann sárbæra øko­ skipanin í Arktis og í økinum sunnanfyri, í Norðurhøvum, púra opin og nakin, og einki eftirlit er við nøkrum hesum viðvíkjandi. Hóast vit ikki enn hava funnið olju á føroyska landgrunninum, so er skipaferðslan í føroyskum sjógvi nógv økt, og merkir hetta ma., at vit fáa størri og størri ábyrgd av teirri tilbúgving, ið eigur at vera skipað her um okkara leiðir. At støkka undan ábyrgdini er lítið dámligt, men tað er so tað vit gera. Føroyska lofthavinum síggj­ ast vit heldur ongan áhuga hava fyri, og eisini her eru tað granna­londini, sum stjórna og - inntøkuføra – virksemi á hesum øki. Handalagið at stjórna føroyska samfelagnum sæst vera ov vána­ ligt, og líkasælan er ov stór, bæði sjóvegis og loftvegis, har vit eisini støkka undan ábyrgdini og missa inntøkurnar, tá tær eru komnar inn um stokkin. Lítarligt er tað í forhond, at landsstýrið ikki megnar at útvega fiskivinnusamfelagnum Føroyum eitt havrannsóknarskip, og eins lítarligt og ússaligt er tað, at eingi framtøk hómast fyri trygd á sjónum á tí velduga havøki, føroyingar hava fingið í vøggugávu og sum stórstu sjálvfylgju eiga at umsita saman við lofthavinum. Føroyar kunna, eins og Ongland hevur gjørt tað, taka seg saman við reiðaríum, tryggingar- og oljufeløgum og at skipa eina tilbúgving, so at møguligar vanlukkur ikki koma at oyða alt lív kring oyggjarnar, um illa vil til. Til ber sjálvandi at dusa sær í, at grannarnir rætta eina hond, um illa vil til, men tað er so eisini ein skipan, ið skal venda báðar vegir. Føroyska sjóøkið er ájavnt Italia í vídd, so her er vítt um at fara. Hendir ein vanlukka, har eitt tangaskip missir róðurkraftina, fer at leka og at reka fyri vág og vind, kann talan gerast um ta heilt stóru vanlukkuna. Havandi í huga, hvussu langt er eftir á mál við havrann­sóknar­ skipinum, er vert at geva gætur, at enn longri er á mál við einum serútgjørdum bjargingarskipi við nóg stórari tóvmegi, ið kann bøta um ringastu vansarnar av eini størri vanlukku. Neyðugt og rímiligt krav er tí, at oljufeløg, tryggingar, og reiðarí, sum starvast úti á opnum havi á Norðatlantsmótinum sjálvi átaka sær fíggingina av eini tilbúgving, um tey annars skulu fáa loyvi til at virka úti á opnum havi, har vandin er so stórur, sum hann veruliga er. Hóast vit hava alt gott at bera okkara lutfalsliga smáu feløg­um, ið virka innan frálanda­vinnu og oljuleiting, so kenna vit eisini ræðusøgurnar úr tilafturs­kom­ num londum um eftirburðin av olju­íðnaðinum, tá hann hevur ruddað sær ræsir og sópa sær vinn­ingin til høldar. Vit eiga sjálvsagt ikki at góðtaka møguleikan fyri, at náttúran her um okkara leiðir verður eitrað av eini ella fleiri størri náttúruvanlukkum, har kapitalurin, so sum rættiliga vanligt hevur verið aðrastaðni, sleppur undan at rudda upp eftir sær sjálvum. Grannarnir fyri sunnan í Het­ landi sleptu trygdini í fyrsta um­ fari, men eru nú vorðnir klókari og byggja nú borð fyri báru, og útvega sær enn ein sleipibát til endamálið. Íslendingar, sum nú eisini leita eftir olju á Drekaleiðini eystur úr Íslandi, hava eisini útvega sær ein bát til at basa størri vanlukkum við. Spurningurin um hvat hendir, um vit finna olju, er svaraður. Oljan er funnin, um enn ikki í føroyskum øki so kortini so mikið nær, at alstórur aktivitetur longu hevur tikið seg upp, eisini her um okkara leiðir. Stórar avbjóðingar liggja í at halda fleiri sáttmálar um trygd á sjónum, og ein pínligur veruleiki er tað, at vit eru líka so vánalig at halda altjóða sáttmálar, sum vit eru ófør til at gera teir. Føroyskir myndugleikar hava onga neyva mynd av, hvussu nógv skip sigla í føroyskum sjógvi, men rokna eftir hagtølum úr øðrum londum, verður roknað við, at einir 200 størri lastaðir tangabátar sigla í føroyskum búskaparøki um árið. So sum tað er umrøtt framman fyri er ein orsøkin til økjandi skipa­ferðsluna, at tað er av alstórum tíðar-, kostnaðar- og umhvørvis­týdningi, at skipini stytta stytta sær far­leið­irnar við upp móti 40%, um tey velja norðaru leiðirnar heldur enn Panama- ella Suez­leiðina. Stórt altjóða fokus er tí sett á stýring, jurisdiktión, altjóða sjó- og havrætt, havnaløg, trygging, bjarging, ábyrgd, dálking og skyldur viðvíkjandi ábyrgd og endurgjaldskyldum tá og um óhapp henda. Ein vansin við hesi skipa­ ferðslu er, at skipini eru ikki bygd til sigling í norður- og arktisk­um øki, og er tað tí so mikið meiri umráðandi, at tilbúgvingar­skip­ anin á hesum leiðum er optimal. Havast skal í huga, at talan er um sera viðbrekin náttúru­ lívfrøðilig øki, ið hava mestu og best møguligu verju fyri neyðini. Búsetingarmynstrið í norður- og arktisku høvunum, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, og fleiri av teim­um smáu samfeløgunum í Alaska, Kanada og Norðurnoregi Ein nýggjur maritimur motorvegur hevur nú ligið opin á triðja ári, og hann gongur úr Asia og beint í føroyskan sjógv Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Ein tangabátur á 100-200 túsund tons er dagliga at síggja í føroyskum sjógvi Landnyrðingsleiðin liggur úr Føroyum, norður um Sibiria og eystur um Asia. Korea hevur fingið stóran áhuga fyri hesi munandi bíligari leiðini, sum gongur beint í føroyskan sjógv Kelda: Politiken, Internationalt, 21. jan 2013 Útnyrðingsleiðin Framhald á næstu síðu