fríggjadagur 25. januar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eru harafturat grundaði á burðar
dygga veiðu eftir fiski og súg
djórum.
Tey størru ferðamannaskipini
kunna í stóran mun frávelja
norður- og arktisku høvini, um tey
ikki kenna seg trygg við støðuna,
so sum hon er, meðan ráevnis
vinnan noyðist at virka í økinum,
har hon er staðsett.
Talan er tíverri ikki um ræðu
myndir, men um ítøkiliga vitan á
økinum.
Russiskir tangabátar ávegis
til Evropa hava rímiligar tilbúgv
ingartreytir í norskum sjógvi,
men, tá teir sigla til amerikanska
marknaðin, er ovurstórur vandi
á ferð í ódnarveðri í føroyskum
og íslendskum sjógvi við ongari
tøkari bjargingartrygd til eitt nú
ein uppstøðgaðan tangabát.
Heimshøvini eru rakt av
ótaldum dálkingarvanlukkum, har
strendurnar eru illa farnar, har
stórir oljuklumpar søkka og als
ikki hvørva aftur í okkara tíð.
Ovurstórar nøgdir av olju frá
hesum vanlukkum eru ongantíð
tiknar uppaftur. Tað sum flýtur
dampar upp í lofthavið, meðan
tað, íð søkkur, framvegis liggur á
botni og eitrar alt lív har um leiðir.
Nógvir fiskimenn eru eitraðir
í andingarleiðunum, nógvur
sjófuglur, korallir, krabbi og skelja
djór eru týnd av hesi dálking, og
fleiri tekin eru í sól og mána, sum
benda á, at vit eiga at umhugsa av
nýggjum, um vit ikki heilt eiga at
gevast við oljuleiting til havs.
Fyrsta boriverkætlanin,
Brugdan 2, í føroyskum øki, varð
steðgað í 2012 vegna tøkniligar
trupulleikar og vánaligt veður,
men verður tikin uppaftur í 2013.
Ivi verður nú settur fram av
norska veðurlags- og dálkingar
stýrinum, um tað í heila tikið er
rætt at lata økið kring Jan Mayen
upp fyri oljuleiting, ma. eisini tí, at
veðrið har er harðbalt, og at tað fer
at taka ov drúgva tíð at koma fram
við tilbúgvingarútgerð.
Fremstu ráðgevararnir hjá
amerikansu stjórnini mæla nú
eisini til at endurskoða ætlanirnar
um oljuleiting í Alaska, ma.
vísandi til óhappið um ársskiftið
við boripallinum hjá Shell, og at
als eingin trygd kortini er fyri, at
nýggj óhapp kunnu henda.
Veðrið og trygdin eru sostatt
umrøðuevnið aðrastaðni. Hesi
viðurskifti kenna vit alt til, men
ivasamt er, um vit taka tey í nóg
stórum álvara.
Veðrið fáa vit ikki gjørt so
nógv við, men tá tá borað verður
í føroyskum øki, og skipaferðslan
við vandamiklum evnum longu
hevur tikið seg upp, er bráðneyð
ugt, at almennu Føroyar taka
stig til at útvega Føroyum eitt
dygdargott størri bjargingarskip
við ivaleysa stórari tóvmegi til at
handafara eina størri vanlukku á
opnum havi.
Hetta kundi verið gjørt í
samráð við reiðarí, oljufeløg og
tryggingar, sum virka her í norður
høvum, og sum sjálvsagt hava
stóran trygdar og búskaparligan
áhuga fyri hesum máli.
1967: Torrey Canyon rendi á land við Cornwall í Onglandi.
171 milliónir litrar av olju runnu í havið.
1978: Amoco Cadiz rendi á land í Frankaríki.
300 milliónir av olju runnu í havið.
1979: Ixtoc boriplatformurin fall saman í Mexicanska
Golfinum.
630 milliónir litrar av olju runnu í havið.
1979: Atlantic Empress og Aegean Captain rendu saman
uttanfyri Trinidad og Tobago.
396 milliónir litrar av olju runnu í havið.
1989: Exxon Valdez rendi á suðurstrondina í Alaska
41 milliónir litrar av olju runnu í havið.
1991: Under Golfkrígnum runnu ovurstórar nøgdir av olju á
sjógv.
1.400.000.000 milliónir litrar av olju runnu í havið.
2002: Prestige brotnaði av um tvøran uttan fyri sponsku
strondina.
88 milliónir litrar av olju runnu í havið.
2004: Selendang Ayu fekk maskinbrek í Skan Bay í Aleutian
Islands. Eingin tilbúgving tøk og seks mans lótu lív.
1,8 mió. litrar av olju runnu í havið.
2010: Ein djúphavsboring í Mexicanske Golfinum varð mist
av hondum.
780 milliónir litrar av olju runnu í havið.
2012: Undan jólum fór ein boriplattur hjá Shell á land í
Alaska, tí at sleipibáturin fekk maskinbrekk.
600.000 litrar av olju kundu runnið í havið, um tað
ikki í evstu løtu eyðnaðist at bjarga pallinum aftur.
tíðargrein
Framhald av síðu 19
Fleiri størri vanlukkur hava verið:
Nólsoyar
ferjan
nærkast!
Nú røkist fyri at verkætl
anin at dagføra og tryggja
farleiðina til Nólsoyar lok
sins verður veruleiki.
Á fíggjarlógini 2013 eru
7,5 mió. kr. settar til at pro
jektera ferjuna. Síðani eru
í ætlanini 22,5 mió. í 2014 og
20 mió. í 2015. Hetta gevur
arbeiðsbólkinum vón um,
at byrjað verður at byggja
nýggju nólsoyarferjuna móti
vári ella tíðliga í summar.
Spennandi verður nú at
síggja í hvønn mun skitsu
projektið er grundarlag undir
nýggju ferjuni og í hvønn
mun samskifti við fakfólk og
brúkarar, leiðir okkum fram
til bestu loysnina.
Sjálvsagt kunnu vit stúra,
at bert 50 milliónir eru til
verkætlanina, men vit eiga
eisini at hava í huga at til
gongdin hevur verið drúgv
og
skitsuprojektið
hevur
kostað sítt. Tí samsvarar
upphæddin
vónandi
tað
ætlan løgd hevur verið fram
og er í samsvari við loysnir,
ymsu fakfólkini helst hava
spælt sær við meðan bíðað
hevur verið eftir politiska
leikinum.
At tryggja opinleika og
ávegis samskifti bjóðar ar
beiðsbólkurin seg sjálvsagt
fram at hjálpa til at skipa
almennar fundir og eisini at
møta á fundi við landsstýris
fólk, løgtingsfólk, veitarar
og onnur, ið á einhvønn hátt
kunnu hugsast at seta fingra
merki á bestu loysnina.
Hugaligt hevði verið um
Strandfaraskip
Landsins
skipaði eina undirsíðu á
www.ssl.fo, har til bar at
fylgja gongdini. Um tíðar
ásetingin var sett út í kortið
og SSL síðani javnan dagførdi
heimasíðuna, kundi verið
sloppið undan gitingum um
arbeiðsgongdina.
Tíðarásetingin vit í ar
beiðsbólkinum eru kunnað
um, er at talan hevur verið
um eitt 18 mánaðar tíðar
skeið. Nógvar ymsar dag
festingar eru settar á, nær
nýggja ferjan røkir farleiðina,
men við fíggjarlógini í huga,
kunnu vit nú seta juli 2014
sum mál, at ferjan er liðugt
bygd. Helst eru onkrar seink
ingar, royndarsiglingar, okk
urt eyka eftirlit o.s.fr. soleiðis
at seinasta útgjaldið fellir 1.
januar 2015.
Tí verður hesin spurn
ingur settur fram alment,
til Johan Dahl, landsstýris
mann og onnur at svara: Er
ætlanin at fara undir verk
ætlanina
beinanvegin
og
harvið at dagføra farleiðina
um Nólsoyarfjørð um árs
skiftið 2014/2015?
Jákup av
Skarði
kjak