fríggjadagur 25. januar 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
Pride of Fife: Nærum
Í 1919 fór Andreas Petersen í Hoygarðshúsi í Oyndarfirði til Bretland eftir skipi, sum hann hevði keypt. Øll
ferðin gjørdist ein marra, og tað var ótrúligt, at teir yvirhøvur skuldu koma heim aftur fleiri mánaðir seinni
1. partur
Óli Jacobsen
Tað eru nógvar áhugaverdar frá
sagnir og samrøður, sum hava verið
í útvarpinum gjøgnum tíðirnar.
Men fyri, at tær skula kunna
koma til fulla nyttu fyri eftirtíðina
er tað av týdningi, at tær eisini
finnast á prenti. Hetta er eisini fyri
ein stóran part gjørt við bókunum
hjá Niels Juel og Jógvan Arge.
Men tað er nógv av hesum tilfari,
sum framvegis ikki er á prenti.
Tað kundi eisini verið upplagt hjá
eftirkomarum at skriva upptøk
urnar av. Hetta kundi eisini verið
ein spennandi uppgáva hjá næm
ingum í lærigreinini søgu.
Ein av hesum upptøkum er
grundarlagið fyri hesa og komandi
Miðviku.
Elias Johansen við Rættará hevði
í 1959 í útvarpinum eina samrøðu
við Andreas Petersen úr Oyndar
firði. Hann var royndur sjómaður
og var til sjós í 50 ár. Hann hevði
upplivað eitt sjólív, sum er so ólíkt tí
í dag, sum tað kann vera . Vit eldru
skilja tað illa og tey ungu als ikki.
Abbasonur Andreas, Harald Pet
ersen í Klaksvík, hevur skrivað hesa
samrøðu av, og verður hon við nøkr
um snøggingum endurgivin her.
Andreas var ættaður úr Hoy
garðshúsi í Oyndarfirði. Pápin var
Peter Petersen (1852-1908), sum var
úr Funningi, men sum vaks upp í
Oyndarfirði. Mamman var Anna
Sofía Dahl av Breyt (1855-1952).
Andreas var tað fimta av sjey
systkjum. Yngstur var Poul (1898-
1972). Hann giftist til Fuglafjarðar.
Hann var kendur skipari og var
kendur sum Hoygarðs Poul. Ein
sonur hansara var tann kendi
presturin, Peter Andrew Petersen.
Andreas (1887-1971) giftist við
Malenu Clementsen (1888-1964). Tey
fingu 8 børn:
Peter Ernst f. 1910
Edith Kathrina Mejnherta
f. 1913
Jens Pauli Erling f. 1915
Arne Sofus f. 1917
Ketty Paula f. 1920
Steingrim f. 1923
Asmund f. 1925
Eivind f. 1928
Eivind fylti tann 13. januar 85 ár.
Hann er handilsmaðurin í Oynd
arfirði. Hóast sín høga aldur, so er
hann til arbeiðis hvønn dag. So tað
er mergur í teimum gomlu.
Andreas greiðir frá:
Til Skotlands eftir skipi
Tá ið eg skal taka eitt fram, taki eg
ein túr, sum vit høvdu frá Skotlandi
og upp til Føroyar í 1920. Tað var
um heystið í 1919, at vit vóru nakrir
menn, ið tóku okkum saman um
at keypa ein deksbát niðri í Skot
landi.
Eg fór sum ferðamaður niður
til Aberdeen í Skotlandi við einum
skipi, sum kallaðist Kristianna.
Skiparin var Jóan Magnus Thom
sen, Jóan Magnus har Niðri, kendur
skipari í Syðrugøtu.
Tað var heldur ruskut veður
beint inn at landi, tá ið vit komu inn
móti Aberdeen, so tað var ikki útlit
fyri at sleppa inn i havnina.
Vit koma so inn ímóti landi d
og heysa flaggið eftir loðsi, sum var
kravdur fyri at sleppa inn. Men tað
kom ongin loðsur út. Vit lógu so
allan dagin og flaggaðu, men ongin
kom. So kom náttin, og vit máttu
leggja eitt sindur út eftir fyri ikki
at koma ov nær landi. Hetta var
altíð ein vandi tá ið tíðini við berum
seglum.
Tá ið so dagur kom aftur, bleiv
siglt eitt sindur inn aftur, og so
aftur at flagga. Vit blussaðu um
náttina, men ongin loðsur kom.
Tá ið tað leið nakað út á dagin
kom ein trolari út. Hann kom okk
um so nær, at hann preiaði okkum.
Hann segði, at vit fingu ongan loðs
tann dagin, tí ongin bátur kom út
sum veðrið var.
Skiparin kom til mín og spurdi,
hvat ið eg meinti um at fara at sigla
inn kortini. Eg helt, at tað vóru
ikki góð líkindir. Eg hevði siglt við
trolara á hesum leiðum, so eg kendi
eitt sindur til forholdini. Hinir av
manningini høvdu ikki verið har
fyrr.
So segði skiparin, at hetta kom
ikki at bera til at blíva við at liggja
úti. Hann spurdi, um eg ikki vildi
stýra skipinum inn? Jú, tað helt
eg, tað skuldi eg gera, men eg tók
onki ansvar av skipinum. “Nei, tað
noyðist eg at taka”, segði hann, “tí
eg eri mynstraður skipari.”
Ja, so bleiv prøvað. Tað bleiv
hildið undan, og tað gekk gott. Tað
var nógvur vindur, og tá ið vit komu
inn móti pirunum, nú stóð brimið
yvir teir báðar. Hetta var rættuliga
óhugnaligt við berum seglum.
Aldan var stór, so tað var nær
við at grunnbróta inni millum
pirarnar. Men soleiðis gekk nú tað,
og tað lukkaðist. Tá ið vit komu inn
um, kom hesin vælsignaði loðsbát
ur út eftir. Hann fekk enda á okk
um, og so var sloppið.
Hetta var so fyrsti partur av
túrinum.
Síðan til Leith
Frá Aberdeen bleiv farið við toki
til Leith, og síðan út til eitt pláss
á norðara armi á Leithfjørðinum,
sum eitur Anstruther, har hesin
báturin bleiv keyptur.
Báturin var riggaður eftir teirra
máta. Hetta var við stórum rásegli
og ongan rigning. Teir sigldu bara
upp á mastrina tá í tíðini. Hetta
hóskaði ikki til okkara brúk.
Vit fingu ein mann at rigga okk
um bátin um eftir føroyskum stíli.
Báturin var 69 føtur til longdar
og tók eini 200 skippund. Hann var
spískur í báðum endum. Tað komu
fleiri líknandi bátar til Føroya. Hetta
vóru sokallaðir sildabátar, tí teir
høvdu verið nýttir til sildaveiðu.
Vit fingu so ein timburmann,
sum hevði nakrar menn í arbeiði
hjá sær, at rigga bátin til. Hann lov
aði, at hetta skuldi taka ein mánað.
Hetta var í oktober, so tað skuldi
bara blivið út í november, áðrenn
klárt var at kunna sigla heim.
Men maðurin var fyri at drekka,
og tað illani, stak illani. Tað var
sjáldan, at vit sóu mannin. Men
hesir fýra menninir, sum hann
hevði í arbeiði, vóru góðir menn.
Trupulleikin var, at maðurin hevði
tikið so nógv av øðrum arbeiði
uppá seg, at okkara arbeiði bleiv
bara sum eitt hjáputur hjá teimum.
Tað var bara onkuntíð inn í millum,
at ein og tveir menn kundu koma til
okkara. So vit blivu liggjandi.
Tíðin gongur, og eg ilskaðist.
Eg var heima hjá hesum manni
við hvørt, men hann var sjáldan
at hitta. So líður líka til jólar, og
onki líður við arbeiðinum. Jóladag
settu teir mastrina upp. Tað skuldi
nógv kappast av, í minsta lagi 20
føtur. Mastrarnar, sum teir brúktu
har, vóru so langar. Síðani skuldi
masturin høggast, fyrst fýrakantað,
so áttakantað, so tað bleiv eitt stórt
arbeiðið.
Tá ið var komið út í februar bleiv
tað liðugt.
Endiliga avstað og
beint í illveður
Tann 8. februar fara vit út frá
Anstruther, og tað bleiv sett segl
inni í havnini.
Vindurin lá av útsynningi, so tað
lá væl fyri at sleppa norð við land
inum. Tað gekk gott í fyrstuni, hóast
tað var ring ársins tíð. Vit sigla
norður eftir, og vit komu so dagin
eftir norð um Orknoyggjarnar.
Tá ið vit eru komnir 10-15 fjórð
ingar norð um Orknoyggjarnar, nú
gekk vindurin meira upp í ein vest
an, og tað var stormur.
Nú fór skipið at leka, og tað so
illa, at vit kundu ikki sleppa pump
uni. Sum man plagar at taka til:
Nú vóru góð ráð dýr. Hvat skuldi
nú gerast? Hopleyst var at sigla,
stormurin var blivin so nógvur. So
bleiv vent við aftur fyri at sleppa
inn í Orknoyggjunum.
Vit sigldu so suður aftur og koma
inn um eina oyggj uttanfyri Kirk
wall. Fýrur stendur á hesi oyggj.
Nú liggur vindurin beint útav, og
alt er í einum roki.
Teir søgdu okkum seinni í Kirk
wall, at tað hevði ikki verið so
nógvur vindur í meira enn hálvt
hundrað ár sum hetta kvøld og hesa
nátt.
Hesa nátt lógu vit fýra mans og
krússaðu inn eftir. Vit høvdu fingið
eitt rep í stórseglið og høvdu tikið
klyvarin. Eg royndi at stýra sum
frægast. Vit høvdu fingið tvey rep
í mesanin.
Soleiðis krússa vit inneftir. Nú
var blivin kolasvørt nátt. Tað var
Malena og Andreas Petersen. Tað var meira enn
heppið at Andreas bar boð í bý í 1920
Fyrsta takið var at koma inn í Aberdeen