Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan feigdartúrur í 1920 av tí allar myrkasta, og so hendan grúiliga ódn. Ókunnugir vóru vit eisini. Hinir umborð høvdu aldrin verið har fyrr. Eg hevði einaferð í ungum árum verði í Ellivíkini, sum liggur norðan fyri Kirkwall. Tað sá illani út, men vit máttu blíva við at krússa. Eg visti frá míni fyrru vitjan eitt ein­ asta kennimerkið har um leiðir. Tað var eitt gamalt slott, sum stóð har í víkini. Hetta slott var serliga stórt. Tað segðist, at tað hevði 365 verilsir, so hetta var eitt gott ýti. Sjálvt um tað var myrkt, so sást onkur ljósglæma í vindeygunum. So bleiv ankrað, bæði akkerini vóru nýtt, og keturnar stóðu á tambi. Tá ið tíðin var gingin nakað út á náttina stakk vindurin upp í út­ nyrð­ing norðan, so nú kom alt at standa á stýriborðs ketu. Stormurin var tann sami, og tað var alt í einum roki. Nú slitnar stýriborðs ketan, men bakborðsketan helt til alla lukku. Endiliga kom dagur. Ongan høvdu vit bátin umborð, og vit fingu flaggið á stong, men tað kom ong­in maður umborð. Har máttu vit so liggja tann dagin, og ein maður mátti alla tíðina standa og pumpa. Dagin eftir var veðrið batnað. Tá kom bátur at borðið, og so fingu vit sam­band við land. Eg bað um at fáa ein bát út at toga okkum inn. Eisini spurdi eg um bed­ing, men har var ongin beding, so har gjørdist onki. Eg roknaði so við at kunna tetta lekan, um vit fingu sett bátin á land. Vit sóu umleið, hvar ið lekin var. Hann var niðri í botninum, niðri við kjalar­borðið frammi í lugarinum. So kom ein bátur út og tók okk­ um inn í havnina. Vit settu so Pride of Fife upp við keiuni, har vit roknaðu við, at tað fór at fjarða so nógv, at vit fingu hann at standa turr­an, og vit kundu sleppa til lek­ an. Men tað vísti seg ikki at bera til. Alla tíðina máttu vit framvegis pumpa. Eva Pother fór á land Har lógu vit so í nakrar dagar, nú komu nakrir menn úr Suðuroy niður til at keypa skip, sum hoyrdi heima í Kirkwall. Tað var føstu­ lávints leygardag, at teir fóru avstað við skipinum. Skipið kallaðist Eva Pother, og skiparin var Mortan í Mýrini, hann var beiggi Palla í Mýrini. Teir fara so út seinnapart leyg­ ardag og skuldu sigla skipið suður til Aberdeen til umrigging. Eva Pother hevði bara siglt við frakt, so teir skuldu gera nakað við skipið. Men tá ið teir eru komnir nakað áleiðis, nú kemur um kvøldið ódn á teir av landsyninngi. Teir venda við aftur og sleppa sær inn aftur í Kirk­ wall. Men tað blívur so tjúkt í kava­ rokið, at teir sigldu skipið á land. Vit vóru ikki allir komnir á føtur føstulávints sunnumorgun, nú róp­ ar á dekkinum hjá okkum. Nú er tað skiparin á Evu Pother, og hann biður okkum vælsignaðar koma at hjálpa, tí teir høvdu siglt skipið á land. Ein mátti verða eftir hjá okkum at pumpa, og hinir fóru. Skipið lá so stutt frá Kirkwall, at vit kundu ganga út hagar. Samtíðis fingu vit orðnaði fyri, at vit fingu ein sleipi­ bát at royna at fáa tikið skipið út aftur. Vit komu so út, og nú liggur skip­ ið nærmast turt. Vit gingu so uppá skipið. Har gjørdist einki uttan, at vit kundu royna at fáa barlastina hjá teimum yvir borð. Hon var nøkur tons av sandi. Vit hildu, at hetta var nokkso løgið føstlávintsunnudags arbeiði, at standa og lempa sand allan dagin! Men tað gjørdu vit so fyri at hjálpa tað sum vit kundu. Jú, tá ið so flóðin kom aftur, eydn­ aðist at fáa skipið út aftur. Hesin tog­báturin, sum lá uppankraður uttan­fyri, fekk sett á og togað skip­ ið leyst. Eva Potter kom í øllum góðum til Føroya. Hon var bygd í 1878 og var 92 brt. Men hetta hevur neyvan ver­ið eitt gott keyp, tí longu í 1924 var hon seld til Niels J. Mortensen til upphøggingar. Komandi partur Trupulleikarnir hjá Andreas vóru ikki av við hesum. Tað ringasta var eftir, nevniliga ferðin til Føroya. Her í Anstruther í Fife lógu teir og riggaðu til Pride of Fife var eitt líknand skip sum Coralia Tá ið komið var til Kirkwall á nátt var slottið á leiðini besta ýtið