fríggjadagur 25. januar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Slaktari til Krás
Søkt verður eftir slaktara til Krás í Hósvík at byrja
sum skjótast.
Arbeiðstíðin er mánadag frá kl. 6.00 til kl. 15.00, hinar
dagarnar frá kl. 7.00 til kl. 15.00.
Áhugað fáa meira at vita við at ringja og spyrja eftir
Alberg Gaardlykke, telefon 235360.
Krás er eitt av Føroya størstu
matvøruvirkjum av sínum
slagi. Vit framleiða m.a.
viðskera og døgurðamat til
allar Føroyar. Um heystið fletta
vit seyð til heimamarknaðin.
14 fólk arbeiða hjá Krás, ið
heldur til á havnarøkinum
í Hósvík.
INNBJÓÐING
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
Um verkætlanina og treytir í sambandi við
undangóðkenn ing skal upplýsast:
Byggiharri
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO 110 Tórshavn
Tel. 340 800
Útbjóðingarháttur
Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku.
Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106 frá 15.
november 1984 um útbjóðing o.a.
Lýsing av verkætlan
Depilin liggur miðskeiðis í Runavík, á matr. nr. 84.
Grundøkið er 1.980 m2 til víddar, og bygningurin er
umleið 650 m2 við kjallara á umleið 250 m2 undir
einum parti. Aftan fyri bygningin verða terassur,
spælipláss og garður. Byggitíðin er ætlað til 1 ár.
Treytir
Fyri at verða tikin við í viðgerðina í sambandi við
undangóðkenningina, skulu umsøkjarar lata inn
niðanfyri nevndu upplýsingar um fíggjarlig
viðurskifti, fakligar royndir, byggiorku og tekniskar
virkisleiðsluroyndir:
. Arbeiðið skal verða gjørt av parta- ella smápart a-
felagi, sum er skrásett í Føroyum, t.e. hjá
Skráseting Føroya.
. Navn, bústaður, v-tal, telefonnummar, teldupost-
adressa og navn á ábyrgdarpersóni.
. Yvirlit yvir líknandi byggiverkætlanir, ið umsøkjarin
hevur luttikið í seinastu fimm árini. Vísast skal til
lidnar verkætlanir ella verkætlanir í gerð. Fyri
hvørja verkætlan skal upplýsast byggiharri, leik-
lutur arbeiðstakarans, nær arbeiðið er byrjað,
arbeiðstøkukostnaður og ábyrgdarpersónar.
. Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar mest við-
komandi verkætlanirnar, sum umsøkjarin áður
hevur luttikið í. Fyri báðar verkætlanir skal fyri-
liggja nágreinilig lýsing. Um til ber, kann umsøkja-
rin lata inn byggiharraviðmæli fyri hesar uppgávur.
Í viðmælinum skal upplýsast, hvørjar byggi verk-
ætlanir talan er um, upplýsingar um leiklutin hjá
umsøkjaranum og meting frá byggiharranum um
avrik umsøkjarans. Í sambandi við val av arbeiðs-
takara tilskilar byggiharrin sær rætt til at seta seg í
samband við tilnevndu ábyrgdarpersónarnar.
. Lýsing av skipan og bygnaði av góðskustýring og
innaneftirliti.
. Lýsing av HTU (heilsu-, trygd- og umhvørvis-
arbeiði) og skipan av HTU-arbeiði.
. Upplýsingar um útbúgvingar og fakligar førleikar
hjá starvsfólkunum, ið eru knýtt at verkætlanini.
. Trú- og heiðursváttan um skuld til tað almenna.
. Um møguligt, váttan um miðaltal av starvsfólkum
og ársverkum, býtt yvir viðkomandi fakbólkar.
. Er umsøkjarin ein felagsskapur (konsortium) av
arbeiðstakarum, skal hesin veita einum av
luttakar unum fulltrú at skuldarbinda allan felags-
skapin, eins og byggiharrin krevur samábyrgd.
. Fyri at umsóknin um undangóðkenning skal verða
viðgjørd, skal alt omanfyri nevnda tilfar latast inn.
Tilfarið skal sendast Landsverki við telduposti á
hdl@lv.fo.
Aðrar treytir
Arbeiðstakarar skulu hava kunnleika um serføroysk
viðurskifti, so sum veðurlag, arbeiðsmarknaðar-
viðurskifti, lóggávu og reglur, ið galda fyri slíka
bygg ing o.a. Víst verður til „Rundskriv um arbeiðs-
klausul“ frá VMR, dagfest 13. februar 2009. Her er
millum annað ásett, at sáttmálin verður fevnd ur av
kravinum í ILO-sáttmálanum nr. 94 um arbeiðs-
klausular í almennum sáttmálum.
Innlatingarfreist
Freistin at lata Landsverki tilfar til undan góð kenning
er 30. januar 2013 kl. 14.00. Avsendarin hevur
ábyrgdina av, at tilfarið er móttikið rættstundis.
Krøv til tilfar
Í sambandi við undangóðkenningina skal tilfarið
latast inn í talgildari pdf-útgávu í A4- ella A3-stødd.
Spurningar
Spurningar skulu skrivliga stílast til hdl@lv.fo og
mivi@lv.fo.
Undangóðkenning til bygging av depli í
Runavík til fjølbrekað børn og ung
Í sambandi við bygging av depli í Runavík til fjølbrekað børn og ung, bjóðar Landsverk við hesum áhugaðum
arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku.
2013