fríggjadagur 25. januar 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 25. januar 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Eg arbeiði í Eik
Hvat ger teg í góðum lag?
Mín deiliga familja – einki er sum eitt smíl frá míni
fantastisku dóttir Lóu Sigrið. Annars er tað altíð
deiligt at møta smílandi og fyrikomandi fólki.
A ella B-menniskja?
Eg vil siga, at eg eri bæði A og B-menniskja.
Ein vanligan gerandisdag fari eg altíð upp um
6 tíðina, men kann eg sova leingi, so geri eg
tað fegin, tað hendir bara ikki serliga ofta.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Eg havi íðka hondbólt, síðani eg var heilt lítil, so ta
ítróttargreinina dámar mær sjálvandi væl. Við at
íðka verið eg betur fyri kropsliga og mentalt, og
so dámar mær eisini sera væl kapping í heila tikið.
Annars dámar mær eisini væl badminton og rógving.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar næstan alt slag av tónleiki. Ìgjøgnum
tíðirnar havi eg lurtað nógv eftir popp/rock- og 80'ara
tónleiki, men tann sjangran, ið fær meg í rættiliga
gott lag er nokk reggae tónleikur – Bob Marley
Hvat er besta lag,
sum er gjort?
Tað má vera
Bohemian Rhapsody
hjá Queen
Hvussu eru tínir matvanar?
Eg hugsi nógv um hvat eg eti, soleiðis at tað er
bæði fjølbroytt og sunt. Men eg havi tíverri eisini
eina søta tonn, ið verður forkelað viðhvørt.
Hvør er tín fyrimynd?
Hetta er ein heldur trupul spurningur, tí eg haldi, at
tað kemur eitt sindur ann uppá, hvørjum høpi talan
er um. Men skal eg velja, so má tað verða málverjin
hjá danska hondbóltslandsliðnum, Niklas Landin.
Hvat gert tú i frítiðini?
Eg hugni mær saman við familjuni og venji hondbólt.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Her má eg viðurkenna, at eg ikki havi ferðast
nakað serligt í okkara fantastiska flotta
landi, so tað havi eg tilgóðar – tað kundi
kanska verið mítt nýggjárslyfti 2013.
Hvør er tin livrættur?
Ræst kjøt.
Hvørjum hyggir tú at í sjónvarpinum?
Mær dámar sera væl Grey's hvide verden,
men Natholdet og Klovn er heldur ikke
til at kimsa at. Eitt sindur av býttum látri
áðrenn man fer í song, er akkurát fyri.
Hvør bók liggur
á náttborðinum?
Á náttborðinum
liggja ein rúgva av
barnabókum, sum
eitt nú »Karius og
Baktus«, »Neyðars
Pettson« og »Karl
hevur ilt í oyrunum«.
Sjálvandi eiga stjórar og leiðarar
at fáa góða løn, fyri ikki at siga
feita løn, ja, ella lukrativa løn,
sum hon eitur viðhvørt.
Tí stjórar og leiðarar hava
ábyrgd. Og ábyrgd er sum botu
lisma, hon er ikki at spæla við.
Tey, sum koyra bussarnar í
Havn, hava eisini stóra ábyrgd.
Hvør bussførari hevur ábyrgdina
av fleiri hundrað fólkum hvønn
einasta dag, at tey sleppa trygt
frá Ð til Á og aftur. Tí fáa buss
førarar sjálvandi nakrar krónur
meira í løn enn onnur arbeiðs
fólk.
Uppi í móti rættvísari løn hjá
teimum, sum hava ábyrgd, er
ólekjandi øvundsjúkan. Hví skulu
tey, hasi har, hava so nógv, tá vit
onnur fáa millum lítið og einki
fyri ábyrgdarleyst at gera millum
lítið og einki at gera?
Fyri at koma til arbeiðis
klokkan eitt korter til níggju og
fara til hús klokkan tveir minuttir
í fýra?
Tað er gott undirhald og rakar
beint í solar plexus hjá innanbak
beistinum uttan innaneftirlit, tá
onkur fær eina rúgvu í løn ella
skal fáa meira í løn. Tví vorði
teimum, sum kenna sítt egna
virði og ikki skammast við at
krevja nakað fyri tað.
Fjølmiðlarnir, sum alla tíðina
renna eftir undirhaldinum og
øvundsjúkini, lægsta felags
nevnaranum, í staðin fyri at
gera sína skyldu, eru sjálvandi
við, tá innanbakbeistið skal út at
goyggja og glefsa.
Men pengar eru jú ikki alt.
Eingin verður lukkulig/ur av
pengum. Tú fært einki við tær í
grøvina. Tú kanst ikki keypa tær
eydnu fyri pengar. Flatskatturin
er einasti uggin hjá teimum, sum
fáa nógvar pengar tann rætta
vegin.
Fyri nøkrum árum síðani
hevði ein nýggj vinna brúk
fyri pengum, so hon slongdi út
boðskapin um trivnað á arbeiðs
plássinum. Nú skuldu arbeiðs
plássini ikki longur vera tað, tey
eru, arbeiðspláss, men vælveru
miðstøðir. Starvsfólkapolitikkur
er líka so høpisleysur sum før
oyskur politikkur. Fólk fáa løn
fyri at arbeiða, summi meira enn
onnur og nøkur nógv meira enn
onnur. Tey fastløntu fáa eisini
løn, meðan tey eru í summarfríi,
jólafríi í tvær vikur minst og
frítíðarløn afturat og eftirløn, tá
tey eru givin at arbeiða. Hava tey
so rætt til trivnað aftur at allari
hasari lønini?
Jú, so sanniliga, siga mennarar
og kógsjarar.
Í sáttmálanum, sum eg arbeiði
eftir, stendur alt møguligt um
starvsfólkapolitikk. Tað hevur
staðið har í nógv ár, heilt nógv
ár. Tað stendur bara har. Og har
stendur tað helst væl, tí verður
tað standandi uttan at verða
brúkt. Eg vil nógv heldur hava
meira í løn enn starvsfólka
politikk og trivnað og annað, sum
rokningar ikki kunnu gjaldast við
ella, sum kann tveitast í døgurða
pottin.
Eina ferð varð okkurt teskað
um, at størri ábyrgd er tað sama
sum meira í løn til okkara á
teimum óbonaðu gólvunum. Men
tað varð teskað so lágt, at eingin
hoyrdi tað.
At biðja nyttar einki. Tí keis
arin skal hava tað, sum hansara
er, siga teir har, sum bønirnar
verða sendar.
Fyrrverandi stjórin í ALS kann
lættliga fáa meira í løn enn hann
fær fyri ikki at vera stjóri í ALS.
Hann kann melda seg inn
í ALS og fáa 17.000 og nakað
afturat um mánaðin.
Eftir 1.mars verður 25 kr.
bíligari at rýma úr Føroyum.
Hinu megin turbulensin er strá
fóðrið (fyrr gras) altíð grønari
og síðari og lønin er betri, eisini
hjá teimum, sum onga ábyrgd
hava, heldur ikki ábyrgd av sær
sjálvum.
Gleðin í gleðiboðskapinum er
gleðin at taka gleðina frá øðrum
at boða gleðina í gleðiboðskap
inum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
tomma s. petersen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Niklas Landin er
stóra fyrimyndin
Tá Tomma S. Petersen ikki er til arbeiðis í Eik ella
verjir málið hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli, dámar
henni væl at lurta eftir reggae tónum hjá Bob Marley
og onkuntíð pleyga ta søtu tonnina. Og so er danski
málverjin Niklas Landin hennara stóra fyrimynd
Innanbeistið
glefsar