Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 25. januar 2013 8 VIKUSKIFTI Samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 19 ára gamal fekk Jákup Lützen úr Havn møguleika at koma til audition at sleppa inn á Konservatoriið í Keypmannahavn, og tann møguleikan tók hann. – Eg spældi tá á violin, og tað var mest sum av tilvild, at eg skifti til bratsj, sigur Jákup Lützen. Hann hevur gingið trý ár á bachelor og gongur nú á øðrum ári á kandidat­ útbúgving. – Eg verði liðugur í summar við kandidatútbúgvingina. Tá ber so til at halda fram á soloútbúgvingini, sum tek­ur tvey ár, sigur Jákup Lützen. Hann byrjaði sum nevnt sum violin­ spælari, men hevur síðani skift til at spæla bratsj. – Vit vóru fýra føroyingar, sum gjørdu eina kvartett, men so var tað jú tað, at vit vóru tríggir violinspælarar og cellospælari. Og til eina kvartett krevst tveir violinspælarar, ein cellospælari og ein bratsjspæladi, sigur Jákup Lützen. Tey hugsaðu sum so, at tey trý, sum spældu violin, kundu skiftast at spæla bratsj. – Men tað vísti seg, at bæði hvat ljóði og tempramenti viðvíkti passaði tað mær betri at spæla bratsj. Ljóðið er heldur djúpri og tað passaði mær væl, sigur Jákup Lützen. Men tað er sjálvandi ikki bara, sum at siga tað at skifta ljóðføri. – Hetta var eini tvey ár eftir, at eg var byrjaður á konservatoriinum, og ljóð­førini eru ikki heilt so ólík. Tað hevði verið verri, um eg skuldi skift frá violin til harpu, sigur Jákup Lützen. Audition Í fjør heyst beyðst so møguleikin at fara til audition hjá heimskenda Gustav Mahler Jugendorchester. – Tað er ein kjakan um, hvørt hetta er heimsins besta orkestur, tí tað eru eis­ini tey, ið halda, at EU-orkestrið er tað besta í heiminum. Í hvussu er verða bæði roknað sum verandi millum heims­ins bestu, sigur Jákup Lützen. Hann var til audition 24. oktober, men tað var ikki fyrr enn í januar, at hann fekk tey gleðiligi boð, at hann var upptikin í Gustav Mahler Jugend­ orchester. – Audition fór fram í 22 londum um allan heim og í øllum størri býum, so sum París, London og St. Petersburg. Tilsamans vóru út við 3000 tónleikarar til audition til tey í alt 87 plássini í orkestr­inum, sigur Jákup Lützen. Eingin føroyingur hevur áður fingið pláss í Gustav Mahler Jugendorchester, og Jákup Lützen veit bert um einar tveir danir, ið hava fingið hendan heiðurin. – So tað má roknast sum nakað út yvir tað vanliga at sleppa við í hetta orkestr­ið, sigur Jákup Lützen. Hetta er ikki eitt professionelt orkest­ ur sum so, og tónleikararnir fáa ikki pen­ing fyri at spæla við í orkestr­inum. – Tað er heldur ikki tí, at eg fór til audition, men heldur fyri tær upp­liv­ ingar, sum orkestrið bjóðar sínum tón­ leik­arum, sigur Jákup Lützen. Uppliva tað størsta Tað er einaferð um árið, at audition er Tað var við audition millum út við 3000 vónaríkar tónleikarar, at Jákup Lützen úr Havn vann sær pláss millum teir nøkur og 80 tónleikararnar, sum komandi árið manna »Gustav Mahler Jugendorchester«, ið verður mett sum heimsins besta ungdómsorkestur. Orkestrið ferðast til kendastu býirnar og kendastu spælistøðini í heiminum, eitt nú Royal Albert Hall í London í heimsins besta orkestri Jákup mynd: Ólavur J. Hansen