fríggjadagur 25. januar 2013síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 25. januar 2013
9
VIKUSKIFTI
til hetta orksetrið, og aldursmarkið er
26 ár.
– Hetta merkir, at eg komandi árið
eri við í Gustav Mahler Jugendorchester,
og so kann eg sjálvandi fara til audition
aftur í heyst, sigur 24 ára gamli Jákup
Lützen.
Og tað eru stórar upplivingar, sum
liggja og bíða fyri framman.
– Tað eru tvær turneir um árið, ein
verður nú í mars og so ein í august.
Á turneini í mars vitja vit Lissabon,
Barcelona, París, Bratislava, Wien,
Zagreb, Interlagen, Birmingham og
Aixenprovince, og í Wien skulu vit
spæla í Musikverein tónleikahúsinum,
sigur Jákup Lützen.
Orkestrið, sum hevur støð í Wien,
hevur kenda svenskaran, Herbert
Blomstedt sum dirigent.
Hann er ein legenda, og eg gleði meg
at sleppa at spæla undir hansara leiðslu,
sigur Jákup Lützen.
Hann gleðir seg ikki minni til
summarturneina, sum verður í
august.
– Eg havi skilt á lagnum, at vit tá
skulu spæla í víðagitnu Albert Hall
í London, so tað eru spennandi upp
livingar, ið liggja fyri framman, sigur
Jákup Lützen.
Ikki heim enn
Ungi føroyingurin verður sum nevnt
liðugt útbúgvin í summar, men ætlanin
er ikki at venda nøsini heim eftir bein
anvegin.
– Eg ætli mær at søkja um at sleppa
við í okkurt av stóru orkestrunum, og tá
telur tað nógv, at hava Gustav Mahler
Jugendorchester á cv'inum, sigur Jákup
Lützen.
Hann heldur ikki, at tað liggur
fremst fyri, at koma heim til Føroya
at undirvísa.
– Vit hava eitt symfoniorkestur í
Føroyum, men tað er á amatørbasis,
so tað kann eg ikki brúka til so nógv.
Tað hevur onkuntíð verið ført fram,
at eitt starv kundi verið at undirvíst
tveir triðingar av tíðini, meðan so
seinasti triðingurin kundi verið løn frá
symfoniorkestrinum. Tað hevði so verið
ein máti at gjørt tað upp á, sigur Jákup
Lützen.
Men hóast honum dámar sera væl
í Føroyum, ætlar hann at royna kreftir
við okkurt stórt orkestur úti í heimi
fyrst.
– Tað kann verða, hvar tað skal
verða. Tí sjálvt um mær dámar væl at
undirvísa, og sjálvt um mær dámar væl
í Føroyum, havi eg hug at royna hitt
fyrst, sigur Jákup Lützen.
Hann sigur, at tað í løtuni ganga einir
sjey-átta føroyingar á konservatoriinum
í Keypmannahavn.
– Tey eru øll sera dugnaligir tónleik
arar, og vit halda væl saman eisini, sigur
Jákup Lützen, ið sum fyrsti føroyingur
er sloppin upp í heimskenda Gustav
Mahler Jugendorchester.
– Eg ætli mær at søkja um at sleppa við í
okkurt av stóru orkestrunum, og tá telur
tað nógv, at hava Gustav Mahler Jugend
orchester á cv'inum, sigur Jákup Lützen
myndir: Ólavur J. Hansen