Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 25. januar 2013 10 VIKUSKIFTI Tilvera Jákup Mørk post@sosialurin.fo Smílið er hitt sama. Lógvatakið er fast og røddin klár. Og láturin er hin sami hjartaligi, sum hann altíð hevur verið. Tað kann væl vera, at skræðan er nøkur ár eldri, enn hon plagdi at vera, men Kári Müller er og verður hin sami. Sum klædnaseljari í Feðgum í SMS var hann í fjórðings øld mað­ urin, sum læt føroysk mannfólk væl í. Í 22 ár gjørdist hann mest sum lands­ kendur í SMS, og sjálvur tekur hann flennandi til, at føroyingar hava ikki gloymt ta tíðina. – Eg roknaði við, at eftir 14 árum høvdu føroyingar gloymt Kára úr Feðgum, men lort heldur. Tað er fram­vegis tað, sum eg hoyri mest, tá eg hitti fólk í gerandisdegnum, sigur Kári. Føddur handilsmaður Eftir 14 ár á flatlondum, har setn­ing­ urin var marknaðarføring av ymsum slag, er Kári nú fluttur heim aftur til Føroya. Í hølunum á Óðinshædd, har Bónus áður helt til, eru hópin av køk­ um, brüggers og baðiverilsum riggað til, og í næsta mánaði letur HTH-Før­ oyar dyrnar upp. Sum 63 ára gamal og eftir nærum 45 ár í handilsvinnuni skuldi ein ann­ ars hildið, at tíðin nú var komin til at njóta sítt otium, men hetta kemur ikki upp á tal sambært Kára, sum fram­vegis hevur somu spruttandi ork­una. – Eg dugi ikki at síggja meg sjálv­ an sum pensionist. Mær hevur altíð dámað væl at arbeitt, og eg kann ikki ímynda mær eina tilveru, har eg ikki havi nakað at fara upp til. – Og so er tað sjálvsagt, at talan verður um eitt arbeiði innan handils­ vinn­una. Konan, Anna, og eg vóru bara 19-20 ára gomul, tá vit lótu handil upp á fyrsta sinni. Hetta var Vøru­búðin, og tá SMS læt upp í 1977 byrjaðu vit við Feðgum. Har høvdu vit 22 góð ár, og handilsvinnan hevur eis­ini verið á skránni í Danmark, sigur Kári, sum ikki bregður úr ætt í so máta. Hann traðkaði barnaskógvarnar á Toftum. Højgaards-ættin er upphavið, og var stórt handils- og reiðaravirksemi partur av gerandisdegnum. Anna er av Isaksin-slagnum í Klaksvík, har vinnu­lív eisini átti sín part, og eftir­ kom­arar teirra eru heldur ikki sloppin undan í so máta. – Vit hava sjey børn, og tey eru øll onkurs­vegna partur av handils­vinn­ uni. Vit bæði, Anna, hava ofta havt á munni, at tey áttu at roynt seg inn­an okkurt annað yrki, men tað er so eiða­ sørt. Og tað er kanska ikki so løgið, hóast alt. Heima hjá okkum hevur handils­lívið altíð verið við til at sett dags­skránna so ella so, og tí er hetta helst ein púrasta náttúrligur partur av teirra samleika, sigur Kári. Skapar nøgdsemi Mangar eru søgurnar um Kára, tá hann sum handilsmaður ofta fekk fólk keypa meira enn tað, sum tey upp­runaliga høvdu ætlað. Eitt nú varð mangan tikið til um mann, sum skuldi í Feðgar at keypa sær einar hos­ur, men kom út aftur í snøggum klædn­ingi. Júst hesari søguni hevur Kári bert hug at flenna eftir, men okk­ urt vet av sannleika er nú kortini í, við­gongur hann. – Eg haldi ikki, at hatta við hos­ unum passar. Men ta einu ferðina minn­ist eg, at ein maður kom á gátt at læna eina ferðaætlan at hyggja í. Tá hann fór út, visti hann, nær báturin sigldi, men hann hevði eisini ein nýggjan klædning við útaftur. Eitt er at selja klæði. Nú eru tað køk­ar, sum eru á skránni, er eingin mun­ur á hesum? – Sjálvandi er munur á. Men grund­leggjandi eru lutirnir teir somu, tá tað snýr seg um at selja. Og har sigi eg aftur, at antin ert tú ein seljari ella ert tú ikki ein seljari. – Tað týdningarmesta er, at kundin fær eina góða uppliving, og at hann held­ur seg hava gjørt ein góðan handil. Og tað má altíð vera so, at báðir partar kunnu taka í hondina á hvørj­um øðrum aftaná, og at báðir hava fingið nakað burturúr. – Føroyar eru ein somikið lítil markn­aður, at tað hevur alstóran týdning, at viðskiftafólkini kenna seg somikið væl, at tey hava hug at koma aftur. Tað ber snøgt sagt ikki til at liva av ein­gangs­kundum, og tí hevur góð tæn­asta og góð viðferð av kundum alt at siga. Altíð til reiðar Hesar seinastu vikurnar hava arbeiðs­ dagarnir verið langir, nú nýggju handils­hølini skulu riggast til. Hesum hevur Kári tó einki ímóti, og mest av øll­um tykist hann gleða seg til, at hann enn einaferð skal lata dyrnar upp í nýggjum handli. Longu 4. februar byrjar virksemið so spakuliga, men reyða teppið verður av álvara rullað út tann 16. februar, tá stór móttøka verður á skránni. – Tá skulu øll vera so hjartans væl­ komin. Eg havi í øllum førum sett á motorin einaferð afturat, og tað skal sjálv­andi ikki standa á at veita føroy­ ing­um nógv góð tilboð, sigur Kári. Handils­maðurin, sum barasta ikki dugir at lata vera. aftur til verka Kári handilsmaður Hóast 63 ára gamal, so er Kári Müller langt ífrá liðugur við handilsyrkið. – Ert tú seljari, so ert tú seljari. Tað finst einki mitt ímillum, og eg kann ikki ímynda mær eina tilveru, har eg ikki havi nakað at fara upp til, sigur Kári, sum í næstum letur nýggja køksmiðstøð upp