Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 10 · 25. januar 2013 14 VIKUSKIFTI Bókaummæli Rolf Guttesen post@sosialurin.fo Bókina havi eg lisið á tamb, og aftur og fram, strikað undir og samanborið. Samstundis hevur Nýggja Testamenti ligið undir koddanum, so eg kundi kon­ trollera, um tað virkuliga var sannheit, sum Hans Andrias Sølvará skrivaði. Bókin er ein søgukritisk viðgerð av søgunum ella frásøgnunum um føðing Jesu. Hvat siga evangelistarnir Lukas og Matteus um hesa hending? Markus og Johannes tiga. Hvat siga aðrar søguligar keldur, og hvat vita vit annars um hasa tíðina? Kanska skuldi tað verið so líkatil at endurgevið ein samandrátt av Matteus og Johannes. Summi siga, at Bíblian er inspirerað av sjálvum Várharra, tí mátti hon vera eftirfarandi. Men verður lisið kritiskt og samanborið, so hópa andsagnir og problemir seg upp beinan vegin. Hvar, nær ella slett ikki? Nær var Jesus føddur? Sjálvandi, vilja flest nokk siga, tá okkara tíðarrokning tek­ur við. Vit rokna jú tíðina í árum eftir Kristi føðing, ella fyri kristi føðing. Men soleiðis er tað helst ikki. Flestu halda, at sjálvandi hendi tað, at Jesus bleiv føddur, í ár null. Men tann munkurin, sum í ár 525 setti hesa kristnu tíðarrokning saman, hevði einki null. Tíðarrokningin, sum vit enn brúka, hevur ár 1, sum fyrsta ár. Haraftrat hev­ ur tað víst seg, at sami munkur gjørdi rokni­feil, so Jesus er føddur í ár 4 til 6 fyri Kristus. Sjálvandi er Jesus ikki fødd­ur áðrenn hann er føddur, tað er ikki logikkur, men kemst av einum rokni­feili. Vit seta vanliga føðingardagin til 25. december. Men um søgan um hirðarnar á markini skal takast fyri fult, so er at siga, at vanliga eru eingir hirðar á mark­ ini um veturin, heldur ikki har suðuri. Jóladagur, føðingardagur Jesu, er væl seinni lagdur har, tí romarar framman­ undan høvdu ein hátíðardag har, sum var føðingardagur hjá gudinum Mithra. Einki evangelium ella annað skrift nevn­ir nakran dato. Tað er nakað, man hev­ur funnið uppá nógv seinni. Jólaboðskapurin og fólkateljingin Lukasevangeliið, sum inniheldur jóla­ boðskapin, sum vanliga verður lisin upp í kirkjum, kenna flest øll. Har verða søgd nøkur ting, sum kanska kunnu brúkast til fastleggja árið, tá hetta hendi. Men er tað so líkatil? Keis­arin Augustus vildi telja øll fólk í heim­inum (Romararíkinum). So hetta mátti kunna dokumenterast í álítandi keld­um. Men hvat – ? Tað er ongastaðni, hvørki í romarsk­ um ella øðrum keldum, nakað at finna um eina so umfatandi fólkateljing. Hon er bert til í Lukasar evangelium, sum er skriv­að eini 85 ár eftir hesar hend­ ingar. Tær lokalu fólkateljingar, sum annars vóru, og sum kunna dokumenterast, bóðu ongantíð fólk vandra til sín føðibý. Tí endamálið við teljingini var so ein­ falt sum at finna skattagrundarlagið hjá fólki. Tað kundi gerast á nærmasta skatta­kontóri hjá Taks har í landinum, sum var Galilea – um so var. Tað hevði heldur ikki verið neyðugt at tikið kon­ una við til Betlehem, tað var húsbóndin, ikki konan, sum var skattskyldugur. Og Maria, sum var í níggjunda mánað, hví skuldi hon ganga tann langa teinin, ein­ ar 150 km. Men kanska liggur nakað ann­að aftanfyri. Hetta hendi undir Heródes hinum Stóra, men hann doyði longu ár 4 fyri Krist. Romarsk umsiting varð innførd í Judea, tá hetta økið varð hertikið og umskipað til romarskan landspart. Tá skuldi húsarhaldini teljast og skattalistar gerast. Hetta hendi viðvíkjandi Judea í ár 6 eftir Kr.Men hendan teljing fevndi ikki um Galilea, har Jósef og Maria búðu, tí Galilea var ikki romarskur lands­partur, men eitt tegnkongaríki (ikki beinleiðis undir Rom) Sagt verður í Lukas 2,2, at fólka­ telj­ingin var gjørd, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýria. Hetta bleiv hann ár 6 eftir Krist. Tað er so eini 10 ár aftaná at Heródes Stóri, kongur í jødiska konga­ríkinum í Palestina, doyði. Hesi fakta (s. 48), og fleiri spurningar av hesum slag, viðger Hans Andrias Sølvará nágreiniliga og út frá øllum hugs­andi sjónarvinklum. Mótargument frá bæði jødiskari og krisntari síðu verða tikin uppí og viðgjørd. Somu viðgerð fær frásøgnin um vís­menninar úr Eysturlondum, barna­ morð­ini í Betlehem, flýggjanin til Egypta­lands. Og somu viðferð verður teim­um í lut, hatta eru mytur og vanligt »pynt«, sum man brúkti í ríkiligari mongd tá í tíðini. Úr Nazaret til Betlehem, ella úr Betlehem til Nazaret? Í Matteus býr familjan longu í Betle­ hem, og Maria eigur sonin har. So má Matteus finna eina forkláring uppá, at tey seinni enda í Nazaret. Tí pyntar Matteus søguna við barnamorðum og flýggj­an til Egyptalands og víðari til Galilea. Hinvegin sigur Lukas, at sama fam­ ilja frá byrjan býr í Nazaret. Hann má tí finna eina pyntisøgu fyri at fáa tey til Betlehem, so at profetiini í Gamla Testa­menti um, at Frelsarin skal føðast í Dávids stað Betlehem, kunna ganga út. Tí uppfinnir Lukas eina fólkateljing, sum skal forklára, hví familjan fer tað 150 km longu leiðina til Betlehem. Men eingin ivi er annars – í øllum før­um kallast hann »Jesus úr Nazaret«, onga­ staðni »Jesus úr Betlehem.« Hans Andrias Sølvará er ikki eina um at kalla slík ískoytir fyri pynti­ søgur ella konstrueraðar søgur. Sama ger Ehrmann í bókini: Jesus, en apoka­ lypt­isk profet (124): »Vi ved, at kristne ændrede og opdigtede historier om Jesus, og at vore skriftlige kilder inde­holder både historisk pålidelige informa­tioner og teologisk motiverede beretninger.« Hví er neyðugt við kon­ strueraðum pynti-søgum? Jesus er helst føddur í Nazaret í eini van­ligari familju, við mammu, pápa og nógvum systkinum. Jesus hevði entá ein eldri beiggja Jákup. So eisini jom­ frú­føðingin tykist at vera »pynt«, sum er lagt aftrat nakað væl seinni. Hóast alt eru tvær keldur, Matteus og Lukas, báð­ar siga frá hesum. Skuldi tað ikki verið nóg mikið til at góðtaka hetta sum søguligt eftirfarandi? Men løgið er, at hinir báðir evange­ listarnir, Markus og Jóhannes, einki nevna nakað um jomfrúføðing, og at sjálv­ur hin hægsti, sum heilagur Andi, er pápi. Hetta mátti verið avgerandi neyð­ugt at fáa við hjá øllum kristnum, tí hetta eru grundleggjandi dogmir í Kristin­dóminum. Markus umtalar fam­ iljuna í Nazaret í Galilea (3:31), men skrivar ikki um nakað óvanligt við­víkj­ andi barnsburðinum. Jóhannes nevnir Jósef, og kallar hann faðir Jesu (1:45). Paulus, sum uppfatar Jesus, sum Guds son, sigur, at hann var føddur av kvinnu (Gal. 4:4), men hevur onga pointu um, at hon var jomfrú. Orð sum »Evangelium« og »Frelsari« vóru vanlig orð tá á døgum Er tað, sum varð skrivað um Jesus og hans­ara gerningar, nógv øðrvísi enn tað, sum samtíðin skrivaði um aðrar stórar ella minni stórar persónar. Hetta Stutt fyri jól kom ein heldur sjaldsom jólabók í handlarnar. Eg fekk hana í jólagávu. Hetta bleiv tann jólagávan í ár, sum hevur havt mín størsta áhuga Ein søgu­kritisk viðgerð av føðisøgu Jesusar »Tey fyrstu jólini« Hans Andrias Sølvará