fríggjadagur 25. januar 2013síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 25. januar 2013
15
VIKUSKIFTI
førir til spurningin: Hvussu var lívið og
tankaverðin hjá fólki tá fyri umleið 2000
árum síðani? Eg trúði í mínari fákunn,
at eitt »evangelium« var nakað serligt,
sum einans varð brúkt um hasar fýra
bøkurnar í Nýggja Testamenti. Men nú
vísir tað seg, at samtíðin hevur brúkt
orðið um mangt annað. Á eini áskrift,
sum var funnin í Lítlaasia í 1890’unum,
verður orðið »evangelia« (góð tíðindir)
brúkt um føðingardagin hjá gudinum,
og hesin gudur er Augustus keisari!
Hann verður sagdur at vera ”Frelsarin
hjá allari mannaættini” (132).
Keisari, kongur og
stórmenn sum gudar
Spurningurin er, hvussu fólk fyrr í tíð
ini hugsaðu sær, at ein gudur var? Vit
vita at Faraonar í Egyptalandi vóru
hildnir at vera gudar. Men eisini keis
arar og kongar aðrastaðni hava haft
ella fingið status sum gudar. Soleiðis
samtykti Senatið í Rom í 27 fyri Krist,
at teirra fyrstimaður, Princeps, skuldi
vera »Augustus«. Hesin tittulin kemur
av »augur«, merkir háborin. Soleiðis
nevndust spámenn, sum kundu síggja
inn í framtíðina og spáa. Hansara upp
runaliga navn var Gajus Octavianus.
Hetta var byrjanin til ein umfatandi
keisarliga kult (O’Grady 29-30). Hann
skoytti eisini »Divi Filius« (Gudssonur)
uppí navnið. Skjótt var hesin gudur ella
hálvgudur dominerandi í tí religiøsa
landslagnum í Romararíkinum. Tempul
og altar til hansara blivu bygd alla
staðni. Høgtíðir við religiøsum skrúð
gongum og offringum vórðu hildnar.
Men, sum O’Grady sigur, so fyrireikaði
hendan tilbiðjanin av einum keisara tað
religiøsa landslagið til góðtaka og til
biðja ein ovasta harra, ein gud.
Hvat er bíbilkritikkur,
og korankritikkur?
Bíbilkritikkur, sum hendan hjá Hans
Andrias Sølvará, er neyðug, men at kalla
ókend á føroyskum. Hann fokuserar
uppá at klárleggja, hvat ið veruliga er
hent, nær og hvar? Hvat er fakta, og
hvat eru mytur? Reint gudfrøðiligar
(teologiskar) spurningar tekur Hans
Andrias
Sølvará ikki
upp, tað er ikki
hansara uppgáva sum
søgufrøðingur.
Loyvi mær eitt lítið frávik her.
Korankritikkur er næstan ikki til í mus
limska heiminum. Tað hevur við sær, at
nógv, sum er skrivað í Koranini verð
ur útlagt og prædikað av imamum á
misvísandi hátt. Herfyri kom eitt verk
á týskum. Christoph Luxenberg: Die
syro-aramäische Lesart des Koran,
har hann vísir á, at arabiskt á døgum
Muhammeds ikki hevði nakað skriftmál,
og tí eigur Koranin ikki at lesast við
støði í arabiskumt, sum vani er, men
best á syro-arameiskum. Tí kunna
arabiskt mæltir imamar í støðum,
sambært Luxenberg, illa skilja tekstin,
og duga ikki at forklara meiningina.
Luxenberg vísir á, at sýriskt-arameiskt
lesing gevur klárari og ofta heilt aðrar
meiningar. Tíverri er konservatisman
í muslimska prestaskapinum so stór,
at »skeivar« útlegingar ikki vera
toldar – tí er Luxenberg eitt dulnevni
(pseudonym).
Eitt dømi úr hesum verki kann
vísa, hvussu langt av leið mann kann
fara. Nógv hevur verið frammi um, at
muslimar, sum doyggja sum martyr
ar í stríðnum fyri røttu trúnna, koma
sum martyrar beina leið í Himmalin,
og fáa har vakrar jomfrýr við stórum,
myrkum eygum at hugna sær við. (Sure
44:54, 52:20). Men lisið á rættan hátt á
syro-arameiskum, sigur Luxenberg, so
stendur har: »Har skula vit bjóða teim
um (martyrunum) hvítar krystalklárar
víndrúur.« (260).
Hvussu eru evangeliini
og NT blivin til?
Elstu skriftini í Nýggja Testamenti eru
Paulsar brøv, sum eru skrivaði ca ár 40-
50. Men fleiri verða hildin at vera væl
yngri og ikki skrivaði av Paulusi sjálv
um. Markus er tað elsta og stytsta av
evangeliunum, frá umleið ár 70. Skriv
að til jødarnar, sum kendu tað, sum
vit kalla Gamla Testamentið. Nakað
væl yngri eru Matteus og Lukas, frá
umleið ár 85, men tey
eru skrivaði til grikskt
talandi »heidningar«
(tvs ikki-jødar) uttan jød
iska bakgrund. Yngsta er
Jóhannesar evangelium frá
umleið ár 95 ella nakað seinni.
Men kristna Bíblian fekk ikki sín kenda
form fyrr enn rættiliga seint, í 300 og
400-talinum. Nógvir kirkjufundir vóru
hildnir fyri at fastleggja, hvørji skrift
skuldu eiga innivist, og hvørji skuldu
ikki sleppa uppá.
Í 1945 fann ein bóndi í Nag Hammadi
Egyptalandi nakað sera sjáldsamt, eina
samling av 52 gomlum handritum, sum
vóru skrivaði um nakað somu tíð sum
evangeliini í Bíbliuni. Hetta vísir m.a.,
at nógv handrit, sum høvdu verið brúkt
av ymsum kristnum meinigheitum, ikki
sloppu upp í part, tá Bíblian skuldi redi
gerast og autoriserast. Elaine Pagels
– í »Tabernes Evangelier« – meinar,
sum bókatittulin sigur, at ein fraktión
í kristindóminum sigraði, meðan aðrir
vóru taparar, og teirra heilagu skriftir
blivu útihýst. Bøkur blivu brendar og
forbodnar. Kampurin um at »eiga sann
leikan« hevur altíð verið rá og brutal.
Mál og stílur
Bókin hjá Hans Andriasi Sølvará er
tilsamans er hon uppá 344 síður, men
størsti partur eru talmerktar notur og
forkláringar, sum fylla 171 síður. Skriv
aði teksturin, tann eginliga bókin, er
»bara« 133 síður, og tann rúgvismikli
listin aftast við referencum og littera
turi er uppá 44 síður. Men skal hvør
tilvísing og hvørt citat, sum her verða
endurgivin á upprunamálinum, doku
menterast forsvarliga, so er hetta
neyðugt. Her eru óvanliga nógvir
smálutir av ymsum slag, sum krevur
eitt kolossalt yvirlit, hetta klárar Hans
Andrias Sølvará uttan himpr.
Umframt sjálvan tekstin, eru saman
dráttir av argumentatiónini, settar upp
sum stutt yvirlit í tabellum. Tað ger
góðan mun, tá man skal repetera langar
ketur av argumentum.
Til tíðir kann lesingin følast, sum
okkurt koyrir í ring. Nakað nógvar
endurtøkur av argumentum og niður
støðum kunna vera. Til dømis um
at Jesus veruliga man vera føddur
í Nazaret. Her verða heilt nógvir
høvundar citeraðir fyri at hava funnið
fram til tað sama. Eftir mínum tykki,
ger Hans Andrias Sølvará eisini nakað
nógv av at titulera sínar keldur, tvs.
nevna at teir eru profssorar, doktorar,
»viðurkendir granskarar« ella hvat? (til
dømis. S. 101). Eg meini at titlar eru
undirorðnaðir; tað eru argumentini
aleina, sum telja
Heimagjørt ella
alment fakmál?
Málið er sum heild gott og lætt skilligt.
Í summum førum merkist ein viss
vinglan í fak-terminologiini. Metoda,
sum helst er eitt tað vanligasta orðið
í øllum fakum og vísindagreinum,
fær onkuntíð ein heldur løggutan
konkurrent, háttalag (106), sum fær
meg at hugsa um – eg veit ikki hvat?
Hans Andrias Sølvará kann loyva
sær at »konkludera« (140); at siga, at
tað er ’metodiskt konsistent’ (141); at tað
eru týðiligir ’paralellir’ í søgunum (132);
at tað eru ’faktuellir’ spurningar (122);
at eingin av teimum ’spektakuleru’
hendingunum… (93). Hesi dømir vísa,
at Hans Andrias Sølvará ikki er bangin
fyri at skriva ávís fremmandorð ella
fakterminologi, tá tey hóska og geva
røttu nuancuna. Heldur brúka eitt kent
og væl skiljandi fremmandorð, enn at
brúka ein heimabundnan vanskapning.
Lat okkum geva teimum mest vanligu
orðunum, Teori og Metodu, fulla upp
reisn aftur.
Víst verður til:
Ehrmann, B. (2001): Jesus. En apokalyptisk
profet. Gyldendal. København
Luxenberg, C. (2007): Die Syro-
Aramäische Lesart des Korans.
Ein Beitrag zur Entschlüsselung
derKoransprache. Verlag Hans Schiler. Berlin.
O’Grady, S. (2012): And Man created
God. Atlantic Books. London
Pagels, E. (1990): Tabernes
evangelier. Hekla. Frederiksberg
Niðurstøða
Sjálvt um vit á jólum syngja: »Eitt barn er føtt
í Betlehem,« so er tað líkt til, at hasi jólini ikki
vóru á jólum, og at tað heldur ikki gekk fyri seg
í Betlehem. Men tað vikar helst ikki traditiónina,
sum verður hildin á ymiskan hátt av øllum
kristnum og øðrum við á jólum. Hetta er higartil
størsta og dygdarbesta verk á føroyskum við
søgukritiskari viðgerð av einum høvuðsevni í
Bíbliuni. Tillukku við tí, Hans Andrias Sølvará.