fríggjadagur 25. januar 2013síða 56
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 25. januar 2013
Ansar eftir hundum
– og børnum
Nú Vestmanna kommuna hevur fingið
aktingarmann, tora barnagarðsbørnini aftur út
Sosialurin
Tað verður kalt!
Tomma úti í seks vikur
Sportal.fo
Givin við fótbóltinum?
Nú er Jan Ingi Petersen Víkingur
Kringvarp.fo
Ljóðar niðarliga!
Spakin settur í suðurendan á Tórsvølli
Sportal.fo
Friðaravtala?
Danir fingu Ungarn
Portal.fo
Hvar merkir tað?
37 útlendingar deyður úr 8 londum
VP
Í ranga
strúpan
Nógvur fótbóltur
í Gundadali
Leygardagin verður
ein venjingarkapping
í fótbólti spæld í
Gundadali. Flestu av
liðunum í Effo-deildini
og nøkur í 1. deild
luttaka í kappingini,
sum verður spæld á
ovara og niðara vølli
í Gundadali. Byrjað
verður kl. 10.15, og
einaferð móti kvøldi verður vinnarin av kappingini
funnin.
VFF Kup 2013
Gundadalur
Leygardagin 26/1 frá kl. 10.15
Jógvan í
Eurovision
Leygarkvøldið skal Jógvan Hansen verða
við í innleiðandi kapping í íslendska Grand
Prixnum. Jógvan syngur sangin Til Tín saman
við songkvinnuni Stefanía Svavarsdóttir.
Um vikuskiftið eru innleiðandi kappingar
fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og tríggir
sangir koma víðari frá hvørjum umfari. Næsta
vikuskiftið verður finalan.
Íslendskt Grand Prix
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið
Dansa í
Haraldsundi
Fríggjakvøldið hava tey
Kyndilsmessudans í Haraldsundi. Hetta
er eitt væl umtókt tiltak, sum hevur
verið hildið seinnu árini. Haraldssund
er gomul kyndilsmessubygd, og eru
fyrireikararnir glaðir fyri, at tað hevur
eydnast at endurreisa hesa gomlu
siðmentan í bygdini.
Kyndilsmessudansur
Bygdarhúsið í Haraldsundi
Fríggjakvøldið 25/1 kl. 22.00
Heimsmeistari finnast
Seinastu tvær vikurnar hevur verið kapp
ast um heimsmeistarheitið í hondbólti.
Sunnudagin verður stóra finalan spæld í
Barcelona. Í Í kvøld verða hálvfinalurnar
spældar, og tá fæst eisini at vita, hvør
skal spæla finaluna sunnudagin.
HM finala
Hondbóltur
Sunnudagin 27/1 kl. 16.15
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Tú mást finna
frið við teg sjálva.
Lykilin er at finna
friðsemi við tað,
sum tú hevur
Naomi Watts,
sjónleikari
– Er eitt stýri ónøgt við
sín almenna stjóra, so er kravið at
hoyra partarnar og grundgeva fyri
avgerðini, um stjórin skal sigast úr
starvið. Tað nyttar einki at krógva
veruleikan og í staðin royna at upp-
finna ein nýggjan og oftast
penari veruleika
Kári á Rógvi, lektari í løgfrøði
– Hetta er
ein hending, sum tað
ikki ber til at koma yvir,
men vit kunnu læra
at liva við henni
Bjørn Ihler,
sum yvirlivdi Utøya