fríggjadagur 14. desember 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gunnar Skúvadal
Húsagangir
og
fíggjarligir
missir hjá bæði privatum og
fyritøkum vóru millum ringu
avleiðingarnar
av
fíggjar
kreppuni. Men onkrar positiv
ar avleiðingar hava eisini verið
av kreppuni. Eftirlit eru herd
og byrgt er upp fyri at nakað
líknandi, sum seinasta fíggjar
kreppa skal endurtaka seg.
Tað nýggjasta er, at aft
aná 1. desembur skulu allir
íløguráðgevar hava staðið
eina útbúgving, annars hava
teir ikki loyvi at ráðgeva
viðskiftafólki um eitt nú keyp
av partabrøvum. Tað vil siga,
enn er hetta ikki galdandi í
Føroyum, og tí er ongin trygd
fyri, at ráðgevingin her er á
einum nøktandi støði.
Trý sløg av ráðgevum
Reglurnar býta ráðgevingina
upp í tríggjar litir.
Ein grønur ráðgevi kann
ráðgeva um einfaldar íløgur,
sum eru lættar at skilja, og
har váðin fyri at missa er
sera lítil. Dømi um slíkar
íløgur eru eitt nú lánsbrøv,
sum statur ella kommunur
hava givið út.
Ein gulur ráðgevi kann
ráðgeva um íløgur av miðal
torgreiðum slagi, har vandi er
fyri, at øll íløgan ella partur
av henni verður mist. Dømi
eru partabrøv og lánsbrøv
frá fyritøkum, sum verða
handlað á børsinum.
Ein reyður ráðgevi kann
ráðgeva um íløgur, sum
eru truplar at skilja, og har
vandin er stórur fyri at missa
alla íløguna og eisini meira
afturat. Dømi eru pantibrøv
og spekulatión í handli við
fremmandum gjaldoyra.
Próvtøkan til góðkendan
íløguráðgeva er bæði inn
anhýsis og uttanhýsis við
skeiðum, sum danska fíggjar
eftirlitið skipar fyri ella hev
ur eftirlit við.
Føroysku bankarnir
til reiðar
Hóast reglurnar, sum hava
støði í “lov om finansiel virk
somhed” ikki enn eru gald
andi í Føroyum, so fyrireika
føroysku peningastovnarnir
seg til, at tær helst koma her
eisini fyrr ella seinni.
Høgni Olsen, leiðari á
íløgudeildini hjá BankNordik,
hevur sjálvur reytt prógv, og
kann tí ráðgeva um øll sløg
av íløgum.
– BankNordik hevur eis
ini deildir í Danmark, har
strongu krøvini eru komin
í gildi, og tí er kanska ser
ligt trýst á okkum, at fáa
útbúgvingarnar uppá pláss,
sigur hann. Flestu ráðgevar
nir hjá BankNordik hava ant
in gult ella grønt prógv.
Hjá Eik hava tey eisini
fyrireikað sínar íløguráð
gevar, men enn hevur ongin
tikið prógv, sigur Sverri
Justinussen,
leiðari
fyri
íløgudeildini hjá Eik.
– Men hetta verður tó eitt
tað fyrsta, sum vit fara í holt
við eftir nýggjár, sigur hann.
Fíggjarmálaráðið
rykkir
Føroysku bankarnir eru undir
donskum eftirliti og verða
reguleraðir
av
donskum
lógum. Og hóast lógin um
“finansiel virksomhed” er
galdandi fyri Føroyar, so
er kunngerðin, sum ásetur
nýggju reglurnar, sum íløgu
ráðgevar skulu virka eftir,
ikki sett í gildi fyri Føroyar.
Terji Petersen, ráðgevi í
Fíggjarmálaráðnum sigur, at
har hava tey rykt hjá donsk
um myndugleikum, tí tey
vilja hava kunngerðina setta
í gildi fyri Føroyar eisini. Men
fyribils til fánýtis.
gunnar@sosialurin.fo
Føroyskir íløguráð-
gevar halta aftaná
BANKAR 1. desembur komu nýggjar reglur í Danmark, sum seta íløguráðgevum
strangari krøv. Reglurnar eru ikki galdandi í Føroyum enn
Tað nýggjasta er, at aftaná 1. desember
skulu allir íløguráðgevar hava staðið eina
útbúgving, annars hava teir ikki loyvi at
ráðgeva viðskiftafólki um eitt nú keyp av
partabrøvum. Tað vil siga, enn er hetta ikki
galdandi í Føroyum, og tí er ongin trygd fyri,
at ráðgevingin her er á einum nøktandi støði