fríggjadagur 14. desember 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú fáa eisini hoyvíkingar
fótbóltsvøll!
Tórshavnar
Býráð
samtykti í gjárkvøldið at
nýggjur fótbóltsvøllur skal
leggjast við Skúlan við Løg
mannabreyt.
Hetta er eitt mál, sum
hevur verið ávegis í nógv ár
og nú býráðið hevur sam
tykt, hvar hann skal vera,
verður farið undir fyrireik
ingarnar at gera vøllin.
Upplýst varð á býráðs
fundinum í gjárkvøldið, at
tað verður farið undir tað
arbeiðið beinanvegin.
Ein orsøk til, at málið
hevur drigið út, er ymsar
meiningar hava verið um,
hvar vøllurin skuldi vera.
Upprunaliga var ætlanin
at leggja hann við skúlan
við Løgmannabreyt.
Men so tók ónøgd seg
upp um ta staðsetingina
og í tí sambandi var heldur
mælt til at leggja vøllin í
Dalinum Langa omanfyri
Hoyvíkar Skúla.
Tað endaði við, at verk
frøðingur varð biðin um at
kanna eftir, var ein vøllur
liggur best.
Her verður hugsað um
plásstørv,
víðkanarmøgu
leikar, pláss til áskoðarar,
felagshús, ávirkan á býar
skipan,
atkoma,
ferðsla
og parkering, ávirkan á
grannalag, veðurlagið og
prís.
Tvey støð
Umsitingin í býráðnum sig
ur, at kanningin kemur ikki
til nakra greiða niðurstøðu
og mælir tískil til, at hildið
verður fast um upprunaligu
ætlanina at leggja vøllin við
Løgmannabreyt.
Hinvegin
siga
nakrir
býráðslimur, at niðurstøðan
í kanningini er, at vøllurin
liggur best niðarliga í Dali
num Langa, ella kanska
longur uppi í Dalinum, tí
tað er so vindhart við Løg
mannabreyt.
Ein meirluti í Byggi- og
býarskipanarnevndin, sum
eru Levi Mørk og Jákup
Símun Simonsen mæla til
at leggja vøllin ovaliga í
Dalinum Langa,
Men
Fíggjarnevndin
mælir til at leggja vøllin við
Løgmannabreyt út frá eini
heildarmeting, ið tekur atlit
til bæði fíggjarlig og býar
skipanarlig viðurskifti.
Vindhart
Bogi Andreasen mælti til at
hava borgarafund í Hoyvík
um málið og Marin Katrina
Frýdal mælti til at sleppa
ætlanini heilt og at byggja
eina fótbóltshøll ístaðin.
Bæði hesi uppskotini
fullu og endin varð, at bý
ráðið samtykti einmælt at
leggja vøllin við Løgmanna
breyt.
Býráðið hevði drúgvt
kjak um málið í gjárkvøldið.
Summir býráðslimir halda,
at tað er so vindhart við
Løgmannabreyt, at vøllurin
liggur nógv best í Dalinum
Langa.
Hinvegin
vístu
aðrir
býráðslimir á, at Dalurin
Langi er settur av til fríøki
og at verður fótboltsvøllur
lagdur har, hava øll tey, sum
hava keypt grundstykki og
bygt rundan um har, gjørt
tað undir skeivum fortreyt
um og soleiðis kundi býráð
ið ikki fara við fólki.
Somuleiðis
varð
ført
fram, at ein vøllur í Dalinum
Langa verður nógv dýrari, tí
har skal nógv spreinging til
í sambandi við vøllin, park
eringspláss, vegir og aðrar
hentleikar.
Upplýst varð á býráðs
fundinum, at ein vøllur við
Løgmannabreyt kostar ein
ar 20 milliónir, men ein vøll
ur í Dalinum Langa kostar
24-25 milliónir og býráðið
samtykti, at leggja vøllin við
Løgmannabreyt.
- Vit eru fantastiska fegin, at
Býráðið loksins hevur tikið
støðu til, hvar ein fótbólts
vøllur í Hoyvík skal vera.
Tað sigur Fróði Danielsen,
formaður í FC Hoyvík.
Hann vildi heldur, at vøll
urin var í Dalinum Langa,
tí kanningar vísa, at tað er
tað er so vindhart við Løg
mannabreyt.
- Tað kanningina gjørdi
býráðið av at seta til viks,
men tað er ein býráðsavgerð,
sum vit góðtaka, hóast tað er
óheppið.
- Tað, sum hevur nógv
størst týdning er at fáa ein
vøll og tað er nógv betri at
fáa tann næstbesta loysnin
enn ongan vøll at fáa.
Hann ivast í um vøllurin
við Løgmannabreyt fer at
lúka altjóða treytir og kann
verða eitt veruligt stadion, tí
har er ógvuliga trongt runda
num.
Hinvegin vísir hann á, at
býráðslimir hava nevnt, at
tað ber væl til at taka onkur
av vinnuligu grundstykki
num við vøllin, upp í vøllin,
so at pláss verður fyri at gera
stadion.
- Eg kann ikki hugsa mær,
at býráðið byggir ein vøll fyri
yvir 20 milliónir, men sum
ikki kann lúka altjóða krøv
og kann verða eitt stadion,
sigur Fróði Danielsen.
Hann sigur, at fremsta
endamál við vøllinum er at
fáa umstøður at menna ung
dómsfótbóltin í Hoyvík, tí
tað hava tey ongan møgu
leika at menna við teimum
umstøðum, tey nú hava.
- Vit stórfegnast um at býráðið hevur nú hevur samtykt, hvar fótbóltsvøllurin
í Hoyvík skal vera, sigur Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík
Vit eru fantastiska fegin
Nú fáa hoyvíkingar fótbóltsvøll
FÓTBÓLTSVØLLUR Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at nýggjur
fótbóltsvøllur skal gerast við Skúlan við Løgmannabreyt
Bogi Andreasen mælti til at hava borgarafund
í Hoyvík um málið og Marin Katrina Frýdal mælti
til at sleppa ætlanini heilt og at byggja eina
fótbóltshøll ístaðin