fríggjadagur 14. desember 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SOSIALURIN:
Ókeypis í hvørt hús
hvønn mikudag
Sosialurin verður nú sendur ókeypis í hvørt hús í landinum
mikudag. Hetta stigið verður tikið, tí vit síggja ein tørv á at
koma í hvørt hús við blaðnum. Fleiri lýsarar okkara ynskja
hendan møguleikan at koma út til lesarar kring alt landið.
Frammanundan gevur Miðlahúsið út VikuBlaðið, sum
verður borið í hvørt hús mánakvøld. Lýsarar hava tikið væl
undir við hesum blaðnum, sum fer at halda fram sum
áður. Men tørvur er at koma út mikudag eisini – og serlig
ynski eru frá lýsarum um at fáa hetta høvið í Sosialinum.
Blaðið verður sama tíðindablað sum áður, tó at nýggjar
temasíður eisini verða í blaðnum.
Fyrsta útgávan av Sosialinum í hvørt hús verður borin út
mikudagin 9. januar 2013.
Sosialurin · Box 76 · Vágsbotnur · 110 Tórshavn · Tel 341800 · www.sosialurin.fo