Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tað reina galimatias at lesa miðlarnar í løtuni. Meðan ein politikkari í Klaksvík situr og telur nýggj almenn størv í Klaksvík – heili seksti bara í fjør og tað bert á sosiala økinum – so tosar komandi borgarstjórin í Klaksvík um, at “høvuðsstaðurin er komin fyri at verða”. Ja, takk skalt tú hava! Men samstundis gongur hann á odda í púra sjónligu ætlanini hjá alsamt fleiri løgtingslimum at steðga Marknagilsdeplinum. Með­ an milliónir verða oystar í skúla­ bygging í Klaksvík, sum eingin veit skal brúkast til, so skal nú bert pjøssast uppá sminkaða líkið í Hoy­ dølum. Og í løgtinginum melur alt trill­ runt og vit spyrja einaferð enn, hvar í Himmalsins navni tinglimirnir í Suðurstreymoy eru? Vit hava staðfest fleiri ferðir, at hetta landsstýrið hevur lagt seg eftir at niðurlaga og flyta so nógvar almennar stovnar sum til ber út á bygd. Hetta gongur við rúkandi ferð, tí útjaðarin skal lívgast fyri politiskan løtuvinning. At úrslitið av hesum skilaloysi er fólkaminking og fráflyting í høvuðsstaðnum, hevur als ongan áhuga – hann er jú komin fyri at verða, siga útjaðarapolitikkararnir, ið eiga meirilutan á tingi! Tíverri hava tinglimir í Suðurstreymoy og allir teir, sum rópa seg landspolitikkarar, heldur ongan áhuga fyri støðuni í høvuðsstaðnum. Har snorksova allir! Útpurring! Vit í býráðnum hava roynt at purra út fleiri ferðir. Tí vit góðtaka hetta als ikki, tí tann megin, sum skal til fyri at skapa grundarlag fyri fólka­ vøkstri og búskaparvøkstri í øllum landinum, verður burtur. Veruleikin í dag er nú tann, at alneyðugi Marknagilsdepilin í besta føri verður útsettur, men mest sannlíkt er hann longu steðgaður og jarðaður. Hetta er einki minni enn ein katastrofa. Vinnuháskúlin verður tægaður sundur. At partar av maritimu út­búgv­ingunum skulu takast í Klaks­vík, aðrir í Havn, fremur als ong­an samanhang innan maritima út­búgvingarumhvørvið. Og allir møguleikar fyri at reka eitt gott altjóða universitet í Føroyum, sum kann tryggja eitt viðkomandi og altjóða útbúgvingar- og gransk­ing­ ar­umhvørvi sum liður í búskapar- og fólkavøkstri, fána so líðandi burt­ur. Exit ella enter? Vit hava prógvað við kanningum og nýliga er tað enn einaferð staðfest í bókaútgávu, at tey lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær inntøku aftrat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøki. Hetta fær mann bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í mið­ økinum. Verandi gongd beinleiðis lækk­ ar útbúgvingarstigið, tí úrslitið er, at vit fáa færri lesandi í Føroy­um. Hetta merkir, at fakliga grund­ar­ lagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og gransk­ar­ arnir, flyta av landinum. Hevur eingin varnast tað, so skal tað endurtakast her, at henda gongd hevur tikið ordiliga dik á seg, og skjótt er ov seint at venda gongd­ini. Góðu fólk í hvíta húsinum á Vagl­inum: Vísið styrki, vísið skil! Heldur áttu tit at bygt ein nóg stóran Marknagilsdepil sum skjót­ ast og styrkt Vinnuháskúlan og Fróð­skaparsetrið. Einasta rætta og fram­skygda loysnin er, at allar maritimu útbúgvingarnar verða savn­aðar á Vinnuháskúlanum og Fróð­skaparsetrinum í Havn. Hetta er einasta loysn, skulu vit yvirhøvur geva okkum nakra sum helst vón um at skapa eitt sterkari útbúgvingar- og granskingarstað, sum lýkur altjóða krøv, og sum før­ oyska samfelagið hevur so alstóran tørv á. Lat so okkum! Kann sitandi samgonga ella al­ mennu myndugleikarnir ikki finna útav hesum, so mugu vit royna aðrar leiðir. Er hjálparloysið veru­ liga so ómetaliga stórt og vilj­in so óendaliga lítil, gerið so held­ur tær lógarbroytingar, sum skulu til, og latið Havnina sjálva byggja uni­ versitet og skúladepil. Tí ver­andi gongd ber heilt einfalt ikki til og førir til bæði fráflyting og fíggj­ar­ liga ruin. Tit hava jú longu slept end­an­ um! Hvussu mong skulu flyta av landinum aftrat, áðrenn tit síggja veruleikan? Hvussu stór skal elendigheitin gerast á hægru skúl­ un­um í Havn, áðrenn tit síggja sam­ an­hangin? Harra komandi borgarstjóri í Klaksvík – hví byggja universitet við pengunum, sum skulu brúkast til Marknagilsdepilin? Hví leitar tú ikki í tínum egna øki eftir peng­ unum? Eg kann hjálpa tær eitt lítið sindur – Viðareiðistunnilin, sum einki langtíðar samfelagsligt gagn hevur yvirhøvur, kostar minst 150 mió kr. Lat tunnilin koma, tá ráðini eru til tað, og brúka heldur pengarnar til miðnám og hægri útbúgvingar í høvuðsstaðnum! Hetta er síðsta útkall! Við vakstrarætlanini hevur Tórs­ havnar kommuna greitt meldað út fyri landsins myndugleikum, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking. Tíverri mugu vit staðfesta, at tað ger lands­ stýrið ikki. So vit spyrja enn einaferð, hvat teir tingmenn, sum eru valdir í høvuðsstaðarøkinum, gera? Hvat ger løgmaður? Og vit spyrja, um tit kunnu gera so væl at fara til arbeiðis, bein­ anvegin – og sum eitt minstamark syrgja fyri, at vit onnur, sum vilja nakað, fáa heimild at gera tað arbeiðið, tit ikki kunnu finna útav at gera. Helst í gjár! tíðargrein Lat so okkum byggja universitet og skúladepil! Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Er hjálparloysið veruliga so ómetaliga stórt og viljin so óendaliga lítil, gerið so heldur tær lógarbroytingar, sum skulu til, og latið Havnina sjálva byggja universitet og skúladepil. Tí verandi gongd ber heilt einfalt ikki til og førir til bæði fráflyting og fíggjarliga ruin.