Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygardagin 15. desember fyllur ein rættur klaks­vík­ ing­ur 60 ár. Er hann nevnd­ ur er hann kendur. Hann er heldur einki minni enn ein býarmynd í Føroya næst­ størsta býi. Hann er og hev­ ur verið so nógv, at tað er tor­ført at finna rætta orðið, sum einsamalt dekkar henda sjar­merandi, fjølbroytta og stutt­liga klaksvíkingin. Talan er um Sonhard Jo­ hannes­sen, sum gjørd­ist sjón­ varps­stjørna á “gamansaldri” og heimskendur í øllum Før­ oyum í sendirøðini “Fólksins rødd”. Tey eru mong, bæði í Klaksvík og kring oyggj­ ar­nar, sum gjøgnum árini hava verið unt manga stutt­ liga og skemtiliga løtu sam­ an við hesum sprelska og ótrúliga hittinorðaða klaks­ víkinginum. Hansara lívsleið hevur verið fjølbroytt. Eftir lokna skúlagongd leitaði Son­hard – sum tá flest allir ungir garpar, sjógvin. Eitt tíðar­ skeið starvaðist hann sum timbursmiður hjá Klaksvíkar Byggivirki. Starvaðist síðani eitt drúgvt tíðarskeið hjá Føroya Bjór, har hann var í nær­um 30 ár. Hesi seinastu árini hevur Sonhard starv­ ast sum truckførari á Høvda­ virkinum í Leirvík. Sonhard hevur eisini í síni frítíð verið sera virkin og gjørt sítt til at gera Klaks­ víkina til eitt livandi og gott stað at búgva í. Hvar hevur hann ikki sett síni spor - og orð - hugsið bara um tón­leik­ in, um billardið, um fótbóltin og um klubbalívið. Sonhard hevur ver­ið virk­in tónleikari/trummu­ spæl­ari/sangari í mong ár. Hann var við til at mynda bólkar sum eitt nú “Swallows/The Birds”, ið var væl­um­tøkta húsaorkestrið í dansi­staðnum Atlantis í 70´unum. Seinni var hann ein av mann­ingini í “svaka” tónleika­bólkinum “Ólavur Presley and his Dirty Ragg Raggs”. Av teimum meira friðar­ligu tónleikabólkunum, ið Son­hard var limur í, kann nevnast “Countrybólkurin”, har Sonhard eisini var ein av stovn­arunum. Sonhard hevur verið við til at mynda toppin innan bill­ard í Føroyum tey síðstu mongu árini og gjørdist FM vinnari fyri einstaklingar í ári­num 2000. Eisini FM kapp­ ingina fyri lið hevur Sonhard mangar ferðir verið við til at vinna, fyri ikki at tosa um mongu steypini hann hevur ognað sær sum ein av bestu spælarunum í Klaksvíkar Klubba og seinni í Klaksvíkar Billardfelag. Tað neyva og gløgga eygað og tann lætta og liðiliga billardhondin hava gjørt manga løtuna kring billardborðið fangandi og til sanna frøði fyri áskoðarar, og ikki minst hava tær knappu og beinraktnu glós­urnar mangan fingið upp­liv­ingina at ganga upp í eina hægri eind. Mong eru plett­skotini fyri ikki at tala um plett­ stoytini. Billardið gjørdi Sonhard kendan og væl av­ hild­nan kring oyggjarnar. Men tað mundi vera hansara entré inn í ein annan undir­ halds­heim, sum gjørdi hann mest kendan. Sonhard gjørdist nevni­ liga heimskendur í Før­oy­um, tá hann var við í sjón­varps­ røð­ini “Fólksins Rødd”. Við sín­um speið­semi og sera skemt­ingar­somu við­merk­ ingum fór hann beina leið inn í hjørtuni á sjón­varps­ hyggjarunum. Eftir hetta var Sonhard móttikin við opn­um ørmum, allar staðir hann kom í landinum. Sonhard er ein Coun­try­ freak, ja ein av teimum heilt stóru í Føroyum, har serliga Hank Williams senior er hansara stóra fyrimynd og sum liggur hansara hjartað sera nær. Hann eigur eisini sín part av mangari góðari dansiløtu. Sonhard hevur eisini verið felagsmaður um ein háls. Í samfull 30 ár røkti hann sessin sum nevndarformaður í Klaksvíkar Klubba. Og vit steðga ikki her held­ ur. Sonhard hevur spælt við KÍ og er ein ordans KÍ elskari. Eitt skifti spældi hann eisini á sonevnda “Gull-liðnum” (4. deild) hjá hondbóltsfelagnum Stjørnuni. Hesin sera fjølbroytti og virkni klaksvíkingurin kann á føðingardegnum vera err­ in av sínum leiklutum tey mongu seinastu árini. Sonhard og Hervør eiga tvær døtrar og fimm abba - og ommubørn, sum ríka teirra lív. Vit vilja ynskja Sonhardi hjartaliga tillukku á 60 ára føðingardegnum, og Harrans ríku signing. Heilsan Vinirnir Sonhard Johannessen 60 ár nøvn Føðingar 2. desember fingu Herbjørg Leila Eliasen og Páll Oddur Lamain Rubeksen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 gr. 5. desember fingu Sólvá Jónsdóttir og Asbjørn Pálsson, Hósvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3110 gr. 28. novembur fekk Fríðrun eina lítlasystir. Hon vigaði 4210 gr og var 57 cm long. Foreldrini eru Torgunn H. Johansen og Egil B. Heinesen í Vestmanna. Eg vil so hjartaliga takka øllum, ið á ymsan hátt gjørdu mín 80 ára føðingardag ógloymandi. Við ynski um eini gleðilig jól, og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Heilsan Thomas F. Jacobsen Søldarfjørður Randi Jacobsen Tað koma nógvar bøkur út til jóla, tí hesa tíðina er bóka­ sølan størst. Nógv fólk ynskja sær bøk­ ur í jólagávu. Í bókhandlunum siga tey, at ferð er komin á bóka­ søluna, og hon økist í hvørj­ um. Sølan er eitt vet størri enn somu tíð í fjør. Og bæði Rit & Rák og H. N. Jacobsen svara greitt, at tann føroyska bókin, sum gongu best er nýggjasta krimisøgan hjá Jógvani Isaksen, Tann fimti maðurin liggur klárt á odda. Topp seks listin hjá H. N. Jacobsens Bókhandli yvir mest seldu føroysku bøk­ur­ nar sá soleiðis út í gjár: Tann fimti maðurin Exit Føroyar Koks Skarðsbygd Hermann Vælgagnist. Mest selda føroyska barna­ bókin er barnasálmabókin, síðan Staðið um góða gras­ið og triðj mest selsa barna­ bókin er Dukkan Emma. Báðir handlarnir siga eis­ ini, at mest selda útlendska bókin er Marco Effekten hjá Jussi Adler Olsen. – Annars selja tær donsku erotisku bøkurnar eisini væl, sigur Kári Árting í Rit & Rák. Fimti maðurin gongur best Bæði Rit & Rák og H. N. Jacobsens Bókahandil í Havn siga, at nýggja krimisøgan hjá Jógvani Isaksen er mest selda bókin nú SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr www.ebenezer.fo